Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juli 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

HÁLVTANNAÐ ÁR. Frá januar 1993 til juli 1994. Tað var tíðin, Marita Petersen fekk ovast á polit- iska tindinum — í fyrstu atløgu. HON fekk eina trupla uppgávu. Tað hevur aldrin verið eitt so ótakksamt arbeiði at verið Føroya løgmadur sum júst hesa tíðina. TAÐ hevur heldur aldrin verið so týdningarmikið sum hesa tíðina, at eitt dugnaligt fólk hevur rgkt hesa uppgávu. Eitt fólk, sum bæði hevur persónligt dirvi og evnini at savna tær politisku kreftirnar EITT tílíkt fólk eiga vit í Maritu! AT hon hevur tað neyðuga dirvið, vísti hon so skjótt hon kom upp í politikk, tá hon sjálvboðin fór undir at arbeiða við tí kanska mest eld- fima málinum yvirhøvur í føroysk- um politikki: Rúsdrekkamálinum. Eitt mál, ongin annar tordi at røra við. HÓAST ágang og ákærur frá fleiri síðum, stóð hon fast við sítt, og til endans eydnaðist at fáa 17 atkvødur FRÆLSI-— JAVNAÐUR - BRØDRALAG fyri teimum hart tiltrongdu broyt- ingunum. VAR Marita ikki í tinginum, høvdu Kattrup og aðrar rúsdrekkaselur uttan iva framvegis forvunnið milli- ónir av krónum uppá rúsdrekka- nýtsluna hjá føroyingum. Milliónir, sum í dag verða verandi í samfelag- num. AT hon eisini hevur evnini at savna tær politisku kreftirnar, hevur Marita til fulnar víst ta tíðina, hon hevur virkað sum løgmaður. TANN harði politikkur, tað hevur verið neyðugt at rikið, hevur verið slítandi fyri tey, sum hava staðið á odda. Tað krevur nógv av einum løg- manni at fáa flokkar at samstarva, og í felag leggja rygg til ein politikk, sum øll vita kostar atkvødur. OG tad hevur eisini, sum øll vita, verid trupult. MEN tad er just i hesum sambandi, at hennara størsta dygd er komin til sjóndar: Hon dugir at halda seg frá tí persónliga brigslinum, klandrin- um og smáligheitini, sum í so stóran mun eyðkennir føroyskan politikk. Har aðrir politikarar ofta tykjast arrogantir og kyniskir, ber Marita seg altíð hampuliga og fólkaliga at. i: Miilier Blaðfóik. Randi Jacobsen - Dagny Fms ln bn Tr i Kalmar Lindenskov Hilmar Jan Hansen - rent: , Jústinus Eldesgaard TAD er henda dygd, sum yvirhøvur hevur gjørt tad møguligt at fåa eitt samstarv i lag i hesum politiskt so slitandi tidum. OG tad hevur ikki bara tydning fyri tað dagliga arbeiðið i Tinganesi. Tað hevur aldri verið so týdningarmikið sum nú, at Feroya fólk hevur ein leiðara, sum vit ell kunnu vera be- kennt og vilja kennast við. Ein, sum savnar, heldur enn at spjaða. Ein, sum er virðiligur og fólkaligur í orði og talu. Og ein, sum ikki letur dreymar um persónligan vinning — búskaparligan og politiskan -— ganga út yvir arbeiðið fyri heildini. Alt dygdir, sum Marita Petersen hevur sýnt í verki. HETTA hevur eisini havt týdning, tá Marita hevur havt leiklutin sum umboð føroyinga úteftir. Hon er t.d. tann einasti av okkara politikarum, sum hevur fingið positiva og rósandi umtalu í donsku pressuni í sam- bandi við avtalurnar við stjórnina. MEN tað er eisini týdningarmikið, at okkara løgmadur ikki er so siði- ligur, at hann finnur seg í øllum. Hann skal tora at skera igjøgnum, og standa við sína persónligu ábyrgd sum landsins ovasti leiðari. TAÐ vísti Marita Petersen, tá teir báðir høvudkambarnir úr fólka- 67. ÁRGANGUR Bústaður. Argjavegl 26 | Postadr : Postsmoga 76 Argjum 110Térshavn Teislon: 11820 Telelar: 14720 flokkinum, »vinnulivsmenninir« Svend Åge Ellefsen og John Peter- sen, áhaldandi rvyndu at sabotera tad dagliga arbeidid i Tinganesi, og Jógvan Sundstein ikki kláraði at halda skil á teimum. TÁ tað vísti seg at vera vónleyst at fáa eitt sakligt samarbeiði í lag við hesar menn, vísti Marita bæði polit- iskt snildi og dirvi: Hon tók — myndaliga talað — í herðatoppin á teimum báðum og tveitti teir á dyr. OG so lat hon fólk sleppa framat, sum var sinnað at arbeiða! AT sjálvstýrisflokkurin so ikki helt til tað kortini, vísir bara, hvussu nógv tað terir politiskt at sita við á- byrgd í hesum tíðum. TAÐ krevur dirvi. Tað krevur hegni. Og tað krevur, at persónlig áhugamál verða sett til viks. TAÐ krevur ikki minst ein dugna- ligan løgmann. EISINI komandi årini! Sosialurin