Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juli 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Hans J. Joensen, biskupur, um politik og átrúna: Eingin hevur patent upp á kristindomin Tíðindablaðið [ sosialurin | Nr. 127 — 7. JULI1994 Sida3 - Politikkur er relativur, men Gud er absoluttur. Hesir báður lutir kunnu ikki tvinnast saman, sigur Hans J. Joensen Tá valið varð útskrivað spurdu vit Hans J. Joensen, biskup, hvat hann vildi ráða politikarunum til, tá teir fóru undir valstríðið. Biskupur svaraði, at polit- ikarnir skuldu vera ærligir og heiðurligir. Teir skuldu ikki lova veljarunum meir enn teir kundu halda. Hava politikararnir livað upp til tínar vónir? - Eg havi ikki fylgt so væl við í gllum, sum hevur verið sagt og skrivað, men eg haldi kortini, at valevnini hesaferð hava verið meira lítillátað í sínum lyftum. Ikki avgerandi fyri framgongdina - Vit hava fingið tveir kristi- ligar flokkar, og teir standa kanska fyri at fáa einar seks tinglimir. Verður tingar- beiðið tá meira ærligt og heiðurligt enn higartil? - Tað verður helst ikki tann stóra broytingin. Tað velst um, hvat flokkarnir standa fyri. Eg vænti ikki, at fólk fara at atkvøda fyri einum flokki, bert tí hann nevnir seg kristiligan. Flest øll valevnini eru kristin. Eg meti ikki, at hetta er avger- andi fyri framgongdina í hesum flokkum. - Hvat heldur tú um val- evni sum sigur, at vit ikki skulu spyrja Nyrup Ras- mussen ella Richard Mikk- elsen, hvat vit skulu gera. Vit skulu spyrja Gud? - Eg fari ikki at leggja meg út í, um vit skulu spyrja Nyrup og Mikkelsen. Spurningurin er, hvat tú leggur í tað, at spyrja Gud. - Nidurstødan má vera at politisku sjónarmiðini eru grundað á ta kristnu sann- føringina. Patent uppå kristindómin - Hinvegin, so er tað vanda- mikið at taka patent uppá kristindémin. Ein kristin kan halda eitt vera rætt, meðan annar kristin heldur, at annað er rættari. Teir eru báðir líka góðir kristnir fyri tað. - Við hesum vil eg siga, at tú ikki kanst nýta Gud til at stempla onnur, og hervið halda, at tú ert betur kristin enn hini. - Eg haldi tóa, at tað er góður sigur at rådføra seg við sína kristnu sannføring. Tað áttu allir politikarar at gjørt, sigur Hans J. Joensen. - Hevur kristiligur poli- tikkur eina missión í sjálv- um sær, ella kunnu hesir báðir lutir tvinnast saman? - Mín persónliga meining er, atkristindómur er eitt og politikkur annað, men tú letur teg ávirka av tíni krist- iligu sannføring. Fjallatalan og samfelagið - Tað ber kortini ikki til at stýra einum samfelag td. eftir Fjallataluni. Tað haldi eg verða Ogjørligt. - Tá vil eg heldur vísa til Søren Kirkegaard, sum sig- ur, at vit skulu halda okkum tilmunarligt (relativt) til tað tilmunarliga - og treytaleyst (absolut) til tað treytaleysa. - Við hesum vil eg siga, at Gud er treytaleysur og poli- tikkur er tilmunarligur. Slætt bord - Verður valúrslitið ødrvisi hesaferð, nú so nógvir nýggir flokkar bjóða seg fram? - Um tað verður gørvísi veit eg ikki. Tað er ein demokratiskur rættur, sum hoyrir til okkara skipan, at øll hava loyvi at bjóða seg fram. Annað er, at tað kans- ka ikki verður so lætt at skipa landsstýri, tá so nógv umboð skulu samstarva. Júst tað, at so nógvir flokkar eru umboðaðir ger kanska, at dentur verður lagdur á at samstarva. - Eg vóni bert, at úrslitið av valinum verður, atvitfáa slætt borð, og kunnu byrja av nýggjum, og at veljar- arnir aftur fáa álit á politik- Hans J. Joensen, biskupur: - Min persånliga meining er, at kristindómur er eitt og politikkur annað, men tú letur teg ávirka av tíni kristiligu sannføring ararunum. - So er bert at vóna, at po- litikararnir fara at liva upp til álitið frá veljararunum, sigur Hans J. Joensen. Dagny Veljið javnaðar- flokkin ÍDAG avgera veljararnir, um politiskir flokkar, sum byggja sína politisku hug- sjón á samhaldsfesti — solidaritet — skulu stýra okkara landi í komandi ár- um, ella um borgarligu flokkarnir skulu skipa landsins stýri og fáa heimild at taka fleiri skorar undan samhaldsfasta vælferðarsamfelagnum. JAVNAÐARFLOKKURIN hevur alla sína tíð ásannað, at einki vælferðar- samfelag — samfelagið fyri øll — verður bygt uttan ein sterkan og sunnan bú- skap. Ein búskap, sum er grundaður á eina sunna, fjøltåttada, dynamiska og samskipaða vinnu á breiðum ognar- grundarlagi. HETTA hevur merkt politikk floksins frá tí hann legði til brots seinast í tjúg- unúm við nýskapanum og ikki minst í fimtiårunum og sekstiårunum, tå fiski- flotin vard endurnyggjadur og lunnar vérdu lagdir undir flakavirkisvinnuna, sum hevur verid vinnuligi hornastein- urin f vælferdarsamfelagum. SEINNI varð slóðað fyri vid at skapa møguleikar fyri sildaveiði, rækjuveiði, alivinnu, svartkjaftavinnu o.s.fr. Sumt er eydnast. Annað ikki. Men allar royndir eru gjørdar fyri at skapa arbeiði og skapa grundarlag fyri trivnaði og vælferð. HETTA hevur kostað, og tað merkja vit í dag, men viteigaikki atgloyma tað, sum gongur, og tað sum gevur arbeiði og er grundarlag undir búskapinum. Alt er ikki steðgað, sum summi gera tað til. Men tað komandi landsstýrið má leggja alla orku í at skapa fyritreytir fyri nýggjum vinnumøguleikum, so fleiri fólk koma í erbeiði aftur, og soleiðis at aftur verður brúk fyri teimum, sum eru flutt av landinum. OKT innflutningsvirði — og fleiri um- leggingar og effektiviseringar innan tað almenna og privata — er fyritreytin fyri, at vælferðarsamfelagið aftur kann mennast, sum er politiska mál javnað- arfloksins. FÆR javnaðarflokkurin ta neyðugu undirtøkuna, fer hann beinanvegin at leggja til brots og skapa fyritreytir fyri, — at tað aftur verður ein mannarættur at búgva í egnum húsum fyri ein kostnað, sum gll kunnu megnað, — at vit fáa eina betri skipan fyri ar- beiðsleys, uttan minkandi útgjald og við einum útgjaldi, sum fólk kunnu liva fyri, — at skattatrystid á lág- og miðalinn- tøkurnar verður lækkað, soleiðis at eisini tey, sum hava arbeiði, fáa end- arnar at røkka, — at umstødurnar hjå pensionistum gerast betri, so teir kunnu hava tad gott í ellisårunum, JAVNAÐARFLOKKURIN tók ta á- byrgd á seg at stýra landinum í álv- arsamastu kreppuni, land okkara hevur verið fyri. Eingin hevði droymt um, at stødan skuldi gerast so trupul við bankahúsagangum, fiskaloysi og prís- lækkingum, hóparbeiðsloysi og eini óhugnaligari fólkaflyting. MEN javnaðarflokkurin stakk íkki í sekkin. Hann hevur saman við hinum landsstyrisflokkunum roynt at bjargað samfelagnum frá at alt rapaði. Javnað- arflokkurin ásannar og harmast um, at hesin strammi fíggjar- og búskaparpoli- tikkur hevur havt álvarsligar avleiðing- ar og kravt nógv offur. Men javnaðar- flokkurin vil vera tann fyrsti aftur at beta um avleiðingarnar, nú onkrir glott- areru, hóast fiskastovnarnir ikki fara at menna seg tey fyrstu árini. HOVUÐSVINNAN er sanerað. Nú verður royntat fáa javnvåg í og soereftir at menna hana, so arbeiði verður til fleiri hendur og grundarlag verður fyri øktum búskaparilgum virksemi. JAVNAÐARFLOKKURIN hevur ver- ið fyri nógvum álopum frá høgru, frá sambands- og loysingarflokkum og ikki minst frá verkamannafylkingini. SEINASTI sambandsmaðurin í Lær- araskúlahgllini vildi vera við, at sam- bandsflokkurin var tann einasti, sum hevði nakað nýtt at vísa á, og tí var sam- bandsflokkurin so nógv umreddur. MEN til tað kunnu vit siga, at í teimum flestu av teimum nógvu valgreinunum í Dimmalætting er lopið á javnaðarflokk- in, javnaðarfólk og javnaðarpolitikk. HETTA vísir, at javnadarflokkurin hev- ur stóran tydning í føroyskum politikki og er einasta bolverk løntakaranna m6ti ætlanum sambandsfloksins. SVÅRAST munnu alopini frå verka- mannafylkingini kennast. Tad er harmiligt, at álitisbrot er komið millum nakrar fakfelagsleiðarar og javnaðar- flokkin. Henda spurning eigur javnað- arflokkurin at taka upp eftir valið og fremja ta neyðugu sjálvrannsakanina. MEN tá taðer sagt skal kortini vísast á, at øll tey framstig, sum eru framd til bata fyri føroyska arbeidaran, fiski- mannin — ja, føroyska løntakaran — hev- ur javnadarflokkurin slóðað fyri. RÆTT hava umbodini fyri verka- mannafylkingina í, at tey brúka bara sín demokratiskarætt at stilla upp. Men tá formaðurin í F.A. hevur avgjørt at stilla upp — tí eingin annar vildi — vænt- aði føroyski veljarin, at F.A. formaðurin hevði annan nýskapandi politikk enn eitt samfelt álop á javnaðarflokkin. JAVNAÐARFLOKKURIN hevur ikki bara bjargað samfelagum frá einum fullkomnum skrædli. Hann hevur eisini megnað at bjargað tí grundleggjandi í vælferðarsamfelagnum, hóast ein milli- arder spard á nýtslupostunum á figgjar- lógini. TAÐ eigur veljarin at leggja sær í geyma í dag, tá hann skal seta krossin. Sosialurin