Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juli 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 r Nr. 127 — 7. JULI1994 z Spjadid ikki kreftirnar Standid saman um javnadarflokkin - harvið tryggja tit Føroyum og Føroya fólki eitt trygt stýri i ti so avgerandi tíð, sum nú liggur fyri framman sigur Marita Petersen, lógamaður og formaður javnaðarfloksins í eini áheitan á allar veljarar og serliga teir, sum enn ikki hava avgjørt, hvønn flokk teir skulu velja. Marita Petersen, løgmaður og formaður javnaðar- floksins er ikki serliga fegin um seinastu veljara- kanningina. Og hví? Jú, tí eftir henni at dóma verður tað sera sera trupult at skipa eitt arbeidsført landsstýri eftir valið. -Tað sær ikki sért kaotiskt út verður saman- setingin av tingmonnum, sum kanningin vísir. Vit vita eisini av royndum, at verður ein noyddur til at skipa eitt landsstýri við nógvum flokkum, kanska fleiri enn fýra, so verður tað næstan Omøguligt at reka nakran veruligan praktiskan politikk við einari linju í. Hver ein- stakur av hasum smærri flokkunum hevur síni sermál, ið hædd skal tak- ast fyri. Marita Petersen leggur aftrat, at hon av egnum royndum kann siga, at tess fleiri flokkar eru við í eini samgongu, tess meira 6- stabil er hon. Hetta kann eisini vera trupult, tá ein ikki rættiliga veit, hvat onkur av nýggju flokk- unum vil. Við hesum sipar hon serliga til Verka- mannafylkingina. Vísa onga fíggjar- liga ábyrgd Eisini heldur løgmaður tað vera torført at síggja, hvussu ein kann samar- beiða við flokkar, sum bara lova og lova og als onga roynd gera at vísa fíggjarliga ábyrgd. Við hesum sipar hon m.a. til Miðflokkin og Kristiliga fólkaflokkin. -Hesir flokkar hava skyldu til at siga Føroya fólki, hvussu teir ætla at fíggja síni mongu lyfti. Fyrr kundi tú fara út og læna. Í dag ber hetta ikki til. Hitt alternativið er at taka burturav á fíggjar- og fremst at ganga út yvir heilsu- almanna- og und- irvísingarverkið. Tað merkir, at ein rúgva av hesum fólkum verða uppsøgd, og harvið fáa vit enn stórri arbeidsloysi. Meira stabil vidur- skifti við javnaðarflokki Marita Petersen heldur hesa støðuna vera sera óhepna. -Vit eru nevniliga - við tí stýri vit hava havt - í ferð við at stabilisera við- urskiftini. Skal tað nú aftur gevast leyst á øllum gkjum, so fer alt hetta fyri skeyti. Og tú kemur í veruleikanum at gera tað enn verri fyri tey, sum í dag hava trupulleikar sigur hon og heldur fram: -Eg beri ótta fyri, at tað verður ein stokkuttur hiti við teimum lyftum, ið hesir smáu flokkararnir borðreiða við. Inntøkur og útreiðslur mugu samvara. Eitt annað, sum løg- maður ber ótta fyri, tá tað snýr seg um hesi mongu gyltu vallyftini, er tá ávísir flokkar royna at billa fólki inn, at 17. august verða allir trupulleikar loystir, tí tá skulu vit samráðast við danir. -Hatta er at fyrigykla fólki nakað, sum als ikki er. Innihaldið á fundinum -tað kenna vit meira ella minni. Eitt av punktunum er fíggjarlógin. Skulu lyftini hjá umrøddu flokkum haldast, so mugu vit til at skerja figgjar- lógina og so mugu vit til at læna til virksemið, og tað verður ein stórur spurningur, um danir vilja lata okkum fleiri lån til tað. Løgmadur sigur, at danir fegnir vilja hjálpa okkum, men teir fara neyvan at stuðla okkum í at førka gongdina yvir aftur á tað hon var fyrr. Nú tá landsstýrið hevur fingið nakað upp á pláss og tað sýnist at ganga tann rætta vegin aftur, ber illa til at venda aftur til tað gamla. Latið Ikki atkveður fara fyri skeyti Marita Petersen hevur hesa áheitan á veljararnar í dag: . -Atkvødur tú fyri ein- um lítlum flokki er vandi gerðir, tá hesin framburð- urin av álvara fer at vísa seg og skal koma gllum føroyingum til góða. Meiri virksemi og lægri skattatrýst -Nú allir lova so nógv, hevur javnaðarflokkurin so einki lyfti at geva sínum veljarum? -Tað vit í fyrsta umfari kunnu lova fólki er, at vit vilja halda fram við tí stabiliseringsarbeiði, sum vit longu eru í gongd við. Vit vilja verja vunnin rættindi hjá borgaramum, og um tað yvirhøvur ber til og vit kunnu fåa fígging til tað, so vilja vit eisini lætta um skattabyrðuna. Løgmadur sigur, at hon er púra greið yvir, at skattatrýstið er ov høgt, og nettup ein máti fyri at fáa gongd á aftur í sam- felagnum er at lækka hetta skattatrýstið. Lækking av skattatrýst- inum er nakað, sum hev- ur týdning fyri bæði ein- staka borgaran og sam- felagið alt. Tú kanst ikki lova eitt og alt -Men hví hava tit ikki longu lækkað skattatrýstið -Vit hava havt tað til viðgerðar fyrr í vár. Sjálvt um tað vóru ávís positiv tekin í byrjanini av ári- num, so var hetta ov lítið at byggja á, so vit gjørdu av, at vit skuldu taka málið uppaftur á ólavsóku og koma við uppskoti um at lækka skattin. Men hetta náddu vit ikki, og nú kom so valið. Marita Petersen heldur ikki, at tað ber til at tú sum åbyrgdarflokkur fer út í einum valstríði og lovar bæði eitt og eitt. - Men lat meg endurtaka. Vit eru greið yvir trupulleikarnar, sum tær einstøku familjurnar hava, bæði tær uttan arbeiði og eisini tær við arbeiði. Løgmadur ávarar iméti, at fólk í trupuleikum spjaða sínar kreftir. Løntakarar verja fyri, at hesar atkvødur fara fyri skeyti, tf teir kanska ikki fáa fólk vald. Men sjálvt um hesir flokkar fáa ein ella tveir tingmenn, flokkar, sum siga seg verja áhugamálini hjá løntakarunum, so gera teir einki einsamallir. Tí skal tað vera mín áheitan á allar føroyingar, sum meina, at ein politiskt skal verja áhugamálini hjá lønméttakararnum, at atkveða fyri javnaðarflokkinum. Er javnaðarflokkurin nóg stórur, so er hann tann besta trygdin fyri stabiliteti í samfelagnum. Tí er tað besta, sum kann henda, at javnaðarflokk- urin kemur í Tinganes eftir valið. Ávirkið flokkin Innanifrå Hvat vidvfkur teimum ónggdu javnaðarveljaru- num, sum enn ikki hava avgjørt, hvønn teir skulu atkvøda fyri hevur Marita hetta at siga: -Eg skiji væl, um tað eru nógv fólk, sum hava Tíðindablaðið (ST), inum fyrr, ið nú eisini hava mist mótið clla eru ørkymlad. Hetta tí at vit hava stýrt undir so trupl- um vidurskiftum, og tf vit hava verið noydd til at leggja órímuliga harðar byrðar á tann vanliga borgaran. Men eg vil kortini siga við tey fólkini, at tað, sum vit hava gjørt, er gjørt út frå grundsjón- armiðjunum hjá javnaðar- flokkinum um eitt sam- felag, sum tekur hond um allar borgarar sínar. Tað, sum vit hava gjørt, hava vit sjálvtsagt verið tvingað til orsakað av teimum búskaparligu trupulleikunum. Men vit hava alla tíðina ansað eftir ikki at oyðileggja tað, sum vit hava bygt upp, soleiðis at vit - nú tå steðgur er komin í nið- urgongdina, hava nakað trygt at byggja á. Løgmadur sigur víðari, at tað er altavgerandi, at javnaðarflokkurin kann vera við í til at taka av- best síni áhugamál um tey samd og í felag, við tyngd í gera síni sjónarmið galdandi í einum stórri politiksum samanhangi heldur enn at enda í bólkum. -Tí er mín áheitan á tey, at tey stuðla javnað- arflokkin. Eru tey ónggd og vilja hava flokkin til at reka ein annan politikk á ymsum økjum, so eiga tey at vísa sína ónggd innan fyri flokkin og har seta fram síni krøv og á tann hátt vera við til at seta teirra dám á tann kolmandi politikkin jan Til BLADSØLURNAR: soslalbrin aftur UTSELDUR? Boðið so beinanvegin frá á tlf. 11820. Uttanfyri vant arbeiðstíð upplýsir telefonsvararin hvar ringjast skal fyri at fåa fleiri blød. Tiðindablaðið SOSIALURIN Lýsið i sosialinum