Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juli 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið CD Nr. 127 — 7. JULI1994 — Sida7 Enn einaferð lødir Knút Nolsge fólkapensionistar, hugsið tykkum um og verjið borg, nú hesir persónar á politisk- an profitthátt vilja kradda sær atkvødur upp undir løg- tingsvalið og við at hunds- dálka okkum, sum løgðu til havs og fóru til Keyp- mannahavnar 9. april 1990 og vunnu hesi megnarrætt- indi. Vid einari manning mill- lønir, og longu i dag er vilj- an år Danmark fyri at kanna hesi vidurskifti. Skomager, bliv ved din lest. Ja, soleidis er ordafell- id å donskum um langfingr- ar, ið pilla við tað teir ikki kenna til, og tí skal tað verða mín bøn til tykkara, ið rumbla við hesum máli: Takist við okkurt annað og latið okkum krigssiglarar danski sosialistaflokkurin. At enda verður bøn min henda: Góðu krigssiglarar og fólkapensionistar: sitið ikki heima men farið mannsterk á val og gevið javnaðar- flokkinum atkvødu tykkara, so verður skattatrýstið á krígspensiónina og fólka- pensiónina munandi lækk- að. kanónirnar Knút Nolsøe, sum er uppstillaður á lista C, vil saman við javnaðarflokkinum verja borg og kempa fyri vunnum rættindum og lækkaðum skatti av krígsendurgjaldinum Hin 17. juni 1992 var fyri meg og fleiri við mær ein søguligur dagur, tí tá sat eg í danska fólkatinginum sum áhoyrari undir endaligu málsviðgerðini um krígs- endurgjaldið til føroyskar krígssiglarar, ið sigldu vandasjógv krígsárini 1940 —1945 við skipum skrásett- um í Føroyum. Málið varð avgreitt við 123 atkvgðum fyri og ong- ari ímóti. Eftir hetta hava í dag um- leið 1000 føroyskir íbúgvar við lóg vunnið somu rætt- indi ul krígsendurgjald, sum aðrir danskir stats- íbúgvar hava havt í heili 23 ár. Tað er óneyðugt at greiða frá gongdini, meðan vit krigssiglarar striddust fyri hesum rættindum, tí tað kennir hvørt mansbarn her á landi og ikki so fá uttan- lands. Jú, nógv hevur verið tos- að um krígsendurgjaldið síðan henda sigursdag, og ikki hevur tað verið sørt við politisku nassarum og snúltarum á hesum øki eftir at greitt var, at tað vóru krígssiglarar sjálvir, ið megnaðu at vinna sær hesi rættindi við at kroysta danskar embætismenn og politikarar upp í ein skammikrók. Okkum ernú blivid greitt, at í hesum skammikróki áttu eisini føroyskir politik- arar, yrkisfelagsleiðarar og embætismenn at funnist, tí hvat hava hesir, burtursæð frá fólkatingsmonnunum Jákupi Lindenskov og Óla Breckmann, gjørt omanfyri nevndu 23 árini. Jú, svarið er einfalt og tað er, at tit hava ikki virt hetta álvars- mál so mikið sum tað, ið er at finna undir slitmanna- negl. Tit, Lasse Klein, Niels Pauli Danielsen, Dan Klein og Óli Jacobsen, tit skuldu skammað tykkum nakað so eyðmýkjandi fyri at hava latið málið um rættindi til krigsendurgjøld fara aftur við borðinum øll hesi ár, meðan tit hava sitið og snorksovið á ovastu blað- manna-, politikara-, yrkis- felagsleidara- og embætis- mannarókum í landinum. Krígspensionitar og um 60 og 85 ára aldur og við einari 106 ára gamlari sluppu og við ófrávíkiligum treiskni kláraðu vit at føra størsta fong nøkur skúta nakrantíð hevur ført til landið, nevniliga í dag ein fong uppá 100 milliónir danskar krónur. Tíverri gekk ikki alt eftir ætlan eftir heimkomuna 18. apríl 1990, tí, sum tollarar vanliga plagdu at gera, so stóðu politisku skattagribb- arnir á keiini og stungu av við mesta partinum av gull- inum og hvar endaði so rán- ið? Svarið er greitt, tí somu harrar, sum upp undir valið lifla við skattatátuni í sam- bandi við krígsendurgjald- ið, hava um landskassan fingið lønir og stuðul, sum ikki er annað enn krígssigl- araskattur. Við at stilla meg upp sum valevni á lista C hjá javn- aðarflokkinum og eftirsum stevnuskrá floksins við- víkjandi skatta- og al- mannamálum tykist mær sera góð, so vil eg við flok- sins hjálp aftur fara til verka fyri at sjálvvunnin eftir- lønarrættindi hjá ti eldra ættarliðnum verða varð- veitt og ikki uppetin av al- mennum skattahungri, sum tykist ongan enda at fáa. Øll vita, at tað dugir ikki at fara í løgtingid við donsk- um eftirlønarmålum. Hetta er bluff. Viteiga og munnu aftur til danskar myndugleikar fyri at broyta tær skattaavtalur, ið fevna um danskar eftir- #3 3 er ALS HR GT TR DÅ TØ Knit Nolsøe saman vid umbodum fyri danska stovnin "Arbejdsskadestyrelsen” , sum júst eru í Føroyum í sambandi við ymiskt um krígsendurgjald, harímillum skattaviðurskiftini. Talan er um stjóran í -- Arbejdsskadestyrlesen Ole Been og fulltrúa hansara Karen Ørnø 2: fåa frid til at loysa seinasta partin av målinum saman vid ti flokki, sum so manni- liga hevur bakkad okkum upp øll hesi år, nevniliga javnadarflokkurin og Knut Nolsøe, i Suðurstreymoy Kunngerð frå landsfelagsskapinum FFFFv: Góðu landsmenn og føroyingar. Sum forseti landsfelagsins FFFFv skal eg vid hes- um kunngera fyri almenninginum hesa samtykt: Á landsfundum hildnum í seinastuni hevur umsókn um góðkenning verið havd til viðgerðar, og er enda- liga góðkenning landsfelagsskapsins henda: Til Sambindingarfylking Føroya. Eftir umsókn tykkara skal landsfelagsskapurin FFFFv í sambandi við tilstundandi val endaliga góð- kenna uppskot tykkara til lýsing eftir hóskandi evni við neyðugumm førleika til krevjandi starv, nevnt | lýsing tykkara. Lýsing: Sambindingarfylking Foroya (SBFF) sóknast eftir evni við hóskandi førleika til tær krevjandi uppgávur, sum fylking okkara sær fyri framman. Vit hava í fylking okkara valevni við åvisum forleika í demagogi, handilsviðurskiftum, grannskoðara- og peningavidurskiftum, sjålvrættvisisvidurskiftum, moralskum formaningarviðurskiftum, dupultmo- ralskum prinsippum, uppboðum av ivingarsomum sløgum umframt djórahaldi vid serligum svínaríi fyri eyga. Hann/hon, ið settur/sett verður í starv, fær fyrst og fremst til uppgávu at vera valevnum okkara til hjálpar við at gera orðalag teirra innan serligu målsøki teirra so mikið trúligt, at tað glíður niðurum hjá vanliga veljaranum uttan ov nógva kliggjan. Annars fær hon/hann ábyrgðina av øllum tí vanliga skitna uppruddingararbeiðinum, sum hendur val- evnanna eru ov reinar at takast við. Vit síggja fyri okkum fólk við hollari útbúgving, eitt nú innan teologi við sergrein i pussan av heldur trevsut- um glorium. Kunnleiki til sjóneykur og kikarar fyri at gera sjónlig serliga tóm orð og vallyfti, og annars at tulka buldur úr tómum tunnum og annað tílíkt gevur góðan fyrimun. Góð løn verður latin til røttu konuna/rætta mannin — hon verður latin úr tí grunninum, sum allir løgtings- menn og landsstýrismenn longu nú hava játtað at gjalda inn allan tann peningin, sum teir fáa sum ferdaiskoyti. Tad skal sigast her, at snøgt sagt ongin løgtings- maður ella landsstýrismaður hevur borið seg undan hesi áheitan. Umsóknir við neyðugum prógvum og ummælum frá moralskt forsvarligum keldum verða stílaðar til SBFF og sendar til: Landsfelag FFFFv v/ Landsforseta FFFFv's R. í Holu FR-100 Tórshavn P.S. Viðmerkjast skal, at rokningin fyri lýsingina skal sendast til Landsfelagsskapin FFFFy, R. í H. valevni javnaðarfloksins