hósdagur 7. juli 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nr. 127 — 7. JULI1994
Hesin er
djarvur
Thomas Arabo hevur
sitid í einum heitum
sessi í landstýrinum
seinastu árini. Hann
hevur sýnt, at hann
hevur dirvi sum fáur.
Hann hevur tikið sera
djarvar avgerðir, sum
hava broytt umstødur-
nar hjá fiskivinnuni.
Ikki altid so popu-
lerar avgerðir, men
sum hann plagar at
taka til: "Tú kann ikki
vera vinur við oll."
Arabo ætlar sær ikki
at gevast við politikki.
Hann er uppstillaður
fyri javnaðarflokkin í
Norðstreymoy og har
berjist hann fyri at fáa
sess. Ein atkvøda fyri
Arabo er ikki ein at-
kvøda út í tóman heim.
innfluttur
fiskur
uttan MVG
—Ein "kiksari" í umsitingini
gjórdi at MVG varð sett á
innfluttan fisk, sigur Arabo
Tað var ein feilur frá
umsitingini í Tinganesi,
sum gjørdi, at broytingin
í lógini um meirvirðis- æ
gjald, eisini legði eftir #
innfluttum fiski.
— Eg ivist onga løtu í,
at hesin feilur verður
rættaður beinanvegin
nývalda løgtingid kem-
ur saman aftur og tað við
afturvirkandi kraft, sig-
ur Thomas Arábo,
landsstýrismaður í
fiskivinnumálum.
— Lógin um meir-
virdisgjald er torskild og
rúgvusmikil og tí kann
ein feilur skjótt henda,
men sjálvsagt skulu við
íkki rinda MVG av
innfluttum fiski, sigur
Thomas Arabo.
jústinus
Valplakatirnar prýða landið:
Tíðindablaðið 77"
Eru lógligar órógva
tær ikki ferðsluna
— Vit hava givið loyvi at hanga valskeltir upp í ljósreguleringun-
um. Treytin er at hesar ikki minna um ferðsluljós, sigur vakthav-
andi á politistødini í Havn
Í dag er valdagur, 32 løg-
tingsmenn skulu veljast og
teir selja seg á ymiskan hátt.
Kring landið, á håsurendum
og á pelum, har hesin enn
finnast, hanga plakatir við
alskynslyftum, bert kross-
urin verður settur á rætta
staðið.
Setir tú krossin við tann
eina flokkin, so fær tú
skattalætta, setir tú við tann
næsta, so fær tú eitt betri
heilsuverk, setir tú við ein
triðja, so hækkar pensiónin
og ein hugsar: "Hevdi eg
bert kunnað sett kross við
allar, so var paradísið á jørð
veruleiki."
Tað er loyvt at hanga pla-
katir upp, í hvussu er í
høvudsstadnum. Politivið-
tøkan umrødir hetta í $ 33.
Einasta stað loyvið krevst er
við! jósreguleringarnar, har
skal løgreglan geva loyvi,
áðrenn vallyftir verða upp-
hongd.
$ 33 stk. 2 gevur loyvi at
hanga valáheitanir upp og
tað stendur einki um í hesi
grein, at ein skal hava loyvi
frá ið hevur ráðarættin yvir
uppslagsstaðnum.
Men $ 1. sigur generelt:
"Á ella uppat veg mugu ikki
verða uppfest uppsleg,
kunngerðir ella tílíkt uttan
loyvi frá politinum og tí, ið
UB v K
x x
. N P ' L
hevur rådarættin yvir upp-
slagsstaðnum."
Hóast $ 33. stk 2 sigur at
ikki er neyðugt at biðja um
loyvi, at tå ikki er talan um
veg, og loyvt er af hanga
valplakatir upp hvar tad
skal verda, so er tad van-
ligur fólkaskikkur, at spyrja
tann sum hevur ráðarættin
yvir uppslagsstaðnum um
loyvi áðrenn.
Valdysturin er harður og
meðan fólk í høvudsstad-
num í gjár striddust við at
hanga litfagrar plakatir upp,
royndu politiskir métstødu-
menn at riva hesar nidur-
aftur. Mannalyndið er tað
sama, nú og í fyrndini.
jústinus