Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juli 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið EI Nr. 127 — 7. JULI1994 Síðag . Få z - Skjott mest nú- timans skipid I fískiflotanum Hóast skipið er 22 ára gamalt, so er tað meira “up to date" enn kanska 99% av fiskiflotanum heldur John Smith, sum teknadi og bygdi skipid i Vestmanna i 1972. Hann heldur tað vera stórt spell, at vit ikki hava bygt fleiri av hesu stovns- og arbeiðsvinarligu skipunum og mælir til, at skipasmiðjurnar fara undir at byggja hetta slagið av skipum. Vit hittu Paula Lassen, skipara og fyrrverandi reidara umborð á Vágbingi í gjár, tá teir vóru í ferð við at rigga gamla Sundaenni til fiskiskap aftur. Har er nógv at gera. Pauli, sum hevur verið sjómaður alt sítt lív og sum hevur átt try skip við navninum Saturn var so mikið óheppin at vera millum teirra, sum misti sítt skip orsakað av teimum truplu tíðunum. Men hann gav ikki uppat og ætlar sær tað heldur ikki, nú synirnir og ein vinmaður teirra hava keypt Sundanenni frá landsstýrinum fyri 875.000 kr. Pauli ætlar sær at vera við bátinum, tá hann fer til fiskiskap. Teir vera 14 mans við.Uppá fyrispurn- ing hvussu ein kann fáa nakað sum helst burtur úr einum 22 ára gomlum fiskibáti sigur Pauli Lassen, at teir eru noyddir til at gera nógv av nýggj- um, men talan er um eitt so gott skip frá fyrstan tíð, at teir skulu nokk fáa tað til skip aftur. Skipið er væl bygd. Tað er av góðum tilfari. Tað er eisini 20 ára framman fyri sína tíð. Her hugsar hann um um- stødurnar hjá fiskimonn- um at arbeida fiskin umborð. John Smith, sum hevur teknað og bygt skipið var eisini umborð henda dagin vit vitjaðu. Vit spurdu Paula, hvussu tað kennist aftur at skula fara undir eitt projekt, sum John Smith hevur havt við at gera! John teknaði eisini Saturn 3, sum Pauli Lassen førdi í nøkur ár, og sum var mett at vera millum best útgjørdu fiskiskipini í landinum. -Tað er hugaligt at standa her á dekkinum saman við John. Frá honum fær tú altíð teir upplýsignar, tú hevur brúk fyri á sjónum. John er nevniliga bæði sjómaður og teknikari og hartil hevur hann góðan penn at tekna við. Vekir kenslur John Smith er ikki sért fegin um at síggja, at sveinastykki hansara, línu- skipið Sundaenni, skjótt verður at síggja aftur í flotanum. Nú tað liggur við bryggju við ískeiina í Havn nýmálað og nåtimansgjørt vekir tað gamlar kenlsur, meira enn 20 ára gamlar, tá Sunda- enni og Tummas Nygaard vórðu teknað og bygd á Vestmanna skipasmiðju. Tvey ár frammanundan var fyrsta skipið av hesum slagnum, Stapin handað toftamonnum. Nú skipið liggur við bryggju og verður gjørt klárt at fara aftur til fiskiskap, so fær tað ein at hugsa um tað løgna við okkara fiskipolitikki sigur John Smith og heldur fram: -Hóast hetta skipið er 22 ára gamalt so er tað kanska meira upp to data enn 99% av tí verandi Fax 15893 A DC Heirsóran tlanegwr 14 - Tórshawær- Tlf. 15828 - F. i > ARBBIBSHAND SKAR til oH endamåt —bædi á sjógvi og landi VAGBINC VAGU John Smith og Pauli Lassen fegnast um, at Sundaenni nú aftur kemur í drift. Mynd kalmar føroyska flotanum. Hetta er eitt yvirdekkað línuskip, har alt er gjørt fyri at gera arbeidsumstødurnar so góðar sum gjørligt og so sjálvandi eisini umstød- urnar at hagreiða fiskin. John Smith sigur ann- ars, at tað kennist ørkym- landi, at føroyingar ikki hava hildið eina fram- leiðslu av hesum skipa- slagnum við líka tey 22 árini, sum eru farin, síðani skipini vórðu bygd í Vestmanna. -Ein kann sjálvandi sita her og gráta yvir spilta mjólk, men tað førir ikki til nakað. Tískil er tað nokk betri at líta fram og siga, at tað er neyðugt alt fyri eitt at fáa skipa- smiðjurnar í Føroyum at fara undir aftur at byggja júst hetta slagið av skipum. Tí hetta er fram- tíðarskip, sum møguleiki eisini er at útflyta. Vágbingur Gongst sum ætlað er talan um at fara til fiskiskap á ólavsgku. Skipið hevur fingið navnið Vágbingur og tað fer at vera kær- komið í Vági, har ikki ov nógv virksemi er. Pauli Lassen vónar, at hetta skipið kann koma gllum vágbingum til góða. Vit spurdu at enda, hvussu tað ber til at hann ikki hevur mist mótið, nú hann misti seinasta skipið, Saturn 3 og haraftrat hevur hangandi eitt rættamál yvir høvdinum: -Tað kann nógv takast frá mær, og eg kann verða skyrdur fyri, hvat tað skal vera. Men áhugi mín fyri fiskarii tað skal eingin taka frá mær. At eg kom undir skoluna, tað nervar meg einki. Eg veit hvat eg havi gjørt, og eg eri greiðir yvir nøkur ting. Men lat tey blíva klårløgd, áðrenn nakar fer at dóma í nøkrum. Tað er ivaleysa NVNNNNN 7 v 7 á Á , , svor" leikarnir at vinna. FIIAAIJAAAAAAAÉ 12 SPARA BBIGA GAIN tíðliga. Skipskreditgrunn- urin dømdi 12. juli í fjør. Tað var tíðliga nokk. jan N aNNNNASSA Hvor vinnur? Smærru BINGO-vinnint arnar vinna tey, ið fáa fulla plátu. Hesi eru so eisini við í lutakastinum um teir nógvu og góðu høvuds- vinningarnar — saman við øllum hinum, ið bert hava 10 ella fleiri tøl røtt — og hetta kunnu øll, id bert tryggja sær blødini og fara væl um plátur og tøl. Men tess fleiri plåtur og tilhoyrandi tol — tess betri eru møgu- Hjá teimum, ið kanska búgva óhegliga ella fjart frá leysa- sølunum, er tí tryggast og best at gerast haldarar — og hartil so nógv, nógv bíligast. Hetta gerst best við at fylla út og senda inn haldaralepan, ið er í blaðnum í dag ella við at ringja 11820 CC > | Nærri mín Gud til tín ... Kristus talar aftur! Ókeypis uppl: Universal Life, 6/26, Haugerring 7, 97070 Wørzburg, Som ) | Eg gerist haldari av Tíðinda- JA! bladnum Sosialinum og fåid bladid 5 ferdir um vikuna. | fyri 225 kr./ársfj. (haldarar i Føroyum) „ fyri 425 kr./ársfj. (haldarar í Danmark) | Ýmsir prísir fyri onnur lond. | Goldið verður bert fyri blødini restina av | hesum ársfjórðinginum. Kannað postverkinum Ókeypis Sosialurin rindar postgjaldið Tíðindablaðið SOSIALURIN Postboks 76, FR-110 Tórshavn