Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juli 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Moralsku logirnar galdandi fyri oll - Vit mugu ikki longur góðtaka, at í politikki galda aðrar moralskar lógir enn annars í lívinum, segði Steinbjørn B. Jacobsen, lærari, i pisurødu í Vági Vit menniskju hava tvær skyldur. Móti okkum sjålvum og tí samfelag vit liva í. Ábyrgdina av egnum lívi mugu vit ikki lata frá okkum ella lata nakran taka úr okkara hondum. Lívið er dýrabart, eisini tá ið ódnirnar herja á tað. „Um jørdin er glødandi, skalt tú ganga á henni", søgdu okkara forfedrar. Væl dugdu teir at meta um veður og vind, men kortini kundi óveðrið vera á kropp- inum á teimum. Tá ráddi um at liggja á kósini. Uttan at missa fótafestið ella at fara upp at láta. At gera okkurt, sum vit nú siga „Upp á gjøt” søgdu teir, var bannlýst. Ætlast mátti um. Alt vit og skil brúkast og so avgerð takast. Eitt lemjandi ódnarveður brast á 6. oktober 1992, nógv verri enn tað í 1988 Øll og alt vórðu rakt, ein- staklingurin og samfelagið alt, og tað á øllum økjum. Men ikki øll vóru rakt eins meint. Summi mistu alt og stóðu eftir á berum. Eitt er tó at gleðast um, og tað er, at eingin lat lív. Tann stóra heimskreppan í tríatiárunum rakti eisini Føroyar hart og meint, og oman á alla tað neyðuna mistu vit 185 mans allir í bestu árum í tíð- arskeiðnum 1926-38. Tuberk- larnir herjaðu og hin tá ókenda nátasjúkan gjørdi nógv um seg, serliga í Suður- oy. Tíðarskeið við jøvnum vøkstri vita vit ikki um, held- ur enn sum so mong onnur fólk. Tosað verður nógv um kreppur ella kreppuna, og tíð- indafólkini hava nú í skjótt fleiri ár tráspurt politikkarn- ar, um vit ikki vóru komnir á botn. Abbi mín segði altíð. „Tú mást spara áðrenn tú sært botnin í tunnuni”. Hetta tosið er nyttuleyst og skaðiligt. Sanniliga eru tað nógvir botnar eftir at detta niður á og fgjøgnum. Lat okk- um heldur tosa um at rudda nýggj stødi. Grunda nýggjar grundir og tað á øllum økjum. Eisini verður alt sligið yvir ein kamb. Sum Ólavur Mich- elsen segði: „Lat ikki genera- liseringsdevulin taka teg". Sjálvandi kunnu vit øll í sinn- ismuna koyra alt og øll í sama sekk og hava hug at blaka alt fyri bakka, men so lætt sleppa vit ikki frá egnari ábyrgd. Vit mugu sjálvi royna at meta um frá sak til sak. Frá menniskja til menniskja. Gera vit ikki tað, koma vit í verri vanda enn nú. Hava sjálvi givið okk- um upp til skutils. Í sekstiárunum broyttist liv- ihåtturin hjá fólki nógv, og fleiri vóru bangin fyri at nógv gott eisini fór fyri bakka, tá var spottandi sungið: „Koyr alt tað gamla ekk, gev okkum Skipperskrekk". Vit mugu spyrja okkum sjálvi, hví vit blaka nakað vekk, og hvat vit ynskja ístaðin. Vit mugu fara inn í samfelagstoftirnar og egnu huganstoftir og rudda og grunda nýggjar grundir Tann seinasta mansaldurin er her, eins og aðrastaðni í heiminum vaksin ein trúgv upp á pengar, sum einasti lyk- ilin til eydnu og vælferð. Ein sonn turkaratrúgv. Ein sjúkur uppsvølpadur vøkstur. Fingu vit bara so og so nógv, ja ein kundi aldrin fáa nóg mikið. Seinru helvt av fimtital- inum vóru fleiri túsund føro- yingar, eisini eg sjálvur, burt- ur í ødrum londum og arbeiddu. Tá rósti summir sær av, at ein átti so nógvar spari- pengar í mun til íbúgvaratal- ið, sum føroyingar. Ótrúligt, men tað skal vera satt, at vit tá áttu tilsamans 100 millión- ir. Ein og hver kann sjálvur meta um støðuna í dag. Tó røtt tól koma ikki í dagsins ljós. Eg skal ikki vaða longri út í peningatosið. Frægari menn enn eg eru druknaðir her. Men eitt veit eg, at skal t.d. inni- standandi peningur fáa hægri rentur, má hann sum lænir pening gjalda. Og skal ein bólkur í samfelagnum sleppa undan ella fáa lagaligari skatt, má ein annar gjalda meira. „Gev keisarinum, hvat hans- ara er" minnast vit gll aftur frá Bíbliuni, men vit gloyma oftast, at ein av hjartatáttun- um í henni er júst hetta, at vara okkum fyri at byggja alt okkara lív á pening ella tað verðsliga. Okkum so líkt, verður kreppan nærum bara gjørd upp í pengum. Verri enn pen- ingamissin meti eg tað lemj- andi slagið í 1992 móti sjálv- ari fólkasálini. Øll høvdu vit liva eitt lí í ólevnað. Øll vóru vit eins ódugandi, óálítandi o.s.fr. Sjálvhatrið blómaði, sum sjáldan fyrr, við sínum sjúku blómum. Hetta er heilt einfalt ósatt. Lygn siga vit í Suðri. Féroyingar hava verið í øllum heimshøvum og har ikki staðið aftari enn aðrir. Frá Íshavinum norðanvert Sibiriu til Kanadas strendur hava vit fiskað og suðuri í Norðsjónum. Vit hava har kappast vit aðrar, sum vóru nógv peningasterkari enn vit, og kortini vóru vit ikki lakari enn teir. „Snávar tú so fóta tær". „Dettur tú, so reis teg aftur", var sagt fyrr. Allir teir gomlu svullirnir eru brostnir. Arbeiðsloysisgrunnurin mátti ikki koma. 10.000 uppøstir føroyingar métmælti P-talin- um, hvørs endamål var at fåa eitt sindur inn f skatti. Ongan landsbanka. Bankarnir skuldu ótarnaðir gartera í. Hvert valdømi bardist at kráma til sín uttan at hugsa um heild- ina. Partafeløgini vuksu sum hundalond o.s.fr. Ringast av øllum var tó, at eitt sunt sam- felagskjak var vónleyst. Gora- gangurin og hatursherferðirn- ar kvaldu alt. Um vit nú gera upp við okkum sjálvi, meta av nýggju um okkara lívsvirð- ir. Hvat vilja vit brúka okkara lív til? So er tað ivaleyst, at vit um fá ár ásanna, at krepp- an var góð fyri okkum. Kanska bjargaði okkum. Ongar lattar loysnir eru, men orðini, sum søgd verða, mugu vera sonn og koma frá hjarta og heila. Kjakast má bert um tey sonnu vandamálini, og ta má vera fyri at loysa tey. At, „Eitt orð er eitt orð og ein maður ein maður", aftur koma í hásæti. Vit mugu ikki long- ur góðtaka, at í politikki gjalda aðrar moralskar lógir enn annars í lívinum. Tá ið politikkarar td. siga: „Vit gjalda alt ovnógvan skatt", mugu vit spyrja, hvat teir sjálvir hava goldið í skatti tey seinastu mongu árini Eitt 6vikiligt fólkakrav skuldi verið til øll, sum biðja um at verða vald, at tey kunngjørdi, hvat tey høvdu goldið til samfelagið í skatti Vit skulu reisa okkum aft- ur. Tað hava vit megnað fyrr, og onnur fólk, sum sótu og sita verri í tí enn vit. Øll vit, sum eru farin um tey hálvthundrað minnast týðuliga fyrstu helvt av fimti árunum. Tá var stórt arbeiðsloysi og fólkaflyting. Útbúgvi fólk átti vit einki av. Samfelagið alt fleiri ára tíggir aftan fyri hini Norðurl- ondini. Aftan á ein miklan brest dovnar alt, men so fer at verkja og pína. Lív kemur aft- ur í tað slidna. Fyri kortum var hátíðardag- ur hildin fyri Johonnu. Væl minnist eg tosið tá, men hon er nú eitt ítdkiligt minni um, at við vilja og samanhaldi er nærum einki mark fyri, hvat í kann gerast. Eitt annað dómi má eisini nevnast, sum eisini er hiðani. Í 1804 bygdi Nólsoyar-Páll saman við vágbingum Roynd- ina Fríu burtur úr einum vraki. Mangan mundi tað vera metimikið hjá teimum. Hon sigldi ikki bara mill- um lond, men er til dagin í dag bjartasta ímynd okkara. Nøkur årstøl mugug vit duga, td. 1766, tá ið Nólsoy- ar Páll var føddur og 1777, tá lógin kom, ið banraði øllum at giftast um tey ikki áttu hålvmørk í jørð, ella tey á annan hátt kundu prógva, at tey vóru før fyri at breyðfaða seg Eisini tá var sagt, at vit vóru ov nógv, kanska vóru vit 4000 til 5000 túsund. Men ikki øll høvdu eins lít- Síða 10 Nr. 127 —7. JULI1994 Tíðindablaðið CO Hesi hava fingið HF prógv í flokkinum, ið nevndist 2. R. Aftast f.v.: Rúni Kruse, Tvøroyri, Fía Vang, Tvøroyri, Tina Debes Julsgart, Tvøroyri, Svanna Nielsen, Tvøroyri, Beinta Enni, Tvøroyri og Johanna Ellendersen, Øravik. Fremst f.v.: Armgard Hammer, Hvalba, Randi Weihe, Tvøroyri, Ann Siri Hentze, Hvalba, og Marian Johansen, Tvøroyri Hesi hava gingið á Fiskivinnuskúlanum. Aftara rad f.v.: Olavur Bjarkhamar, Froðba, Martin Hentze, Vági, Signar Stróm, Vágur, Rógvi Kærbech, Vági og PEtur Johannesen, Vági. Fremra rað f.v.: Ingi Hofgård, Tvøroyri, Maureen Olsen, Tvøroyri, Mai-Britt Winther, Vági, Sólrun Krosslá, Vági og Niels Jákup Nielsen, Fámjin. Dánjal Larsen, Fámjin, og Mikkjal (Venne) Joensen, Tvøroyri, vanta á myndini RE?