hósdagur 7. juli 1994síða 15
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 127 — 7. JULI1994
Lidugt við
arglætinum
> - Vit sum yngri eru standa sum kånus, tå ið vit hoyra eldra
ættarliðið av politikarum, fakfelagsleiðarum og vinnulívsfólki
bitast og slítast um gamlar syndir og um hvor, ið ábyrgdina
eigur.
Tað sum vit sakna er at hoyra loysnir - at hoyra hesi somu
fólk, sum hava drigið okkum út í hetta vónloysið, koma við
loysnum. - Men enn hava vit ikki fingið eyga á nakra<, skrivar
Eirikur Lindenskov valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymoy.
Svf kunngjørdi fyrra-
kvøldid eina veljarakann-
ing, sum visti hvussu væl
tað hevur eydnast nýggju
flokkunum at syndra
vinstraveingin í føroysk-
um politikki. Kanningin
vísti, at Javnaðarflokkurin
bert fær helmingin av
tingmanningini afturvald-
a.
- Hon visti eisini, at hesi
umbod ikki fara til Verka-
mannaflokkin. Sundur-
lyndið førir hinvegin við
sær, at borgarligi vongur-
in styrktur kemur í lands-
ins stýri. Men tað er at
vóna, at tann triðingurin,
ið ikki enn hevur tikid
stóðu, verður sannførdur
um, at tað kortini er gott
at hava ein sterkan løntak-
araflokk á tingi, heldur
enn at mótarbeiða hvørj-
um ødrum.
Hjålpti tå id á stóð
- Tad er meira enn blåoygt
at halda, at eitt borgarligt
landstyri fer at føra ein
vinarligari politikk mót-
vegis løntakarunum.
Tí var tað hugstoytt at
hoyra Ingeborg Vinther í
Sjónvarpinum vísa sín
beiskleika mótvegis Javn-
aðarflokkinum, sum hon
annars hevur havt allar
hugsandi møguleikar at á-
virka (hon var næstfor-
maður í flokkinum í fleiri
år!!), og sum hon eisini
hevur fingið góðan stuðul
frá, eitt nú tá tingid hevur
lagt upp í lønarésemjur,
fyri at hækka lønirnar, tå
Ingeborg og Oddfríður
ikki komu til semju.
Standa sum kánus
Nú tá kreppan leikar harð-
Krígspensiónin
Tað kann ikki vera rætt!
Hann fekk kr. 3.700,- um
mør. í krígspensión — tá árið
var liðugt og skattaupp-
gerðin kom, vísti tað seg, at
hann bert hevði fingið kr.
300,- um mør. burturúr.
Hetta kann ikki vera
RÓTT viðferð av teimum
gomlu — óansæð um tað eit-
ur pensión ella viðbót ella
erstatningur ella okkurt
annað.
Slíkt er at spotta tey
gomlu, sum sambært lógini
hava rætt til hesar pengar.
Beint nú veit eg ikki hvat,
men okkurt MA gerast við
hetta!
Jegvan Bæk
ast á, er tað harmuligt at
síggja, hvussu hesi fólk
hoppa upp á borgarligu
herferðina móti Javnaðar-
flokkinum og geva honum
alla skuldina fyri 80'ini,
hóast allir flokkar, allir
tingmenn og fakfelags-
leiðarar .í høvudsheitinum
eiga ábyrgd av hesum tíð-
arskeiði.
- Vit sum yngri eru
standa sum kánus, tá vit
hoyra eldra ættarliðið av
politikarum, fakfelagsleið-
arum og vinnulívsfólki
bítast og slítast um gamlar
syndir og um hver, ið á-
byrgdina eigur. Tað sum
vit sakna er at hoyra
loysnir - at hoyra hesi
somu fólk, sum hava drig-
ið okkum út í hetta vón-
loysið, koma við loysnum.
- Men enn hava vit ikki
fingið eyga á nakra!
Veljið hugsjónarfólk
Hetta er kortini so sjálv-
sagt. Tí lættar loysnir finn-
ast ikki. - Tá marglætið í
80'unum hevur skuldar-
bundið okkum fleiri tíggj-
uár fram í tíðina, megnar
eingin politíkari í eini
handavending at bjarga
samfelagnum. - Vit noyð-
ast at gjalda, um lánveit-
arar okkara ikki skilja
stóðu okkara, og geva
okkum aðrar treytir.
Nú landið er í so svár-
ari kreppu, er tað sera um-
ráðandi at vit velja nýggj
fólk í hugsjónarflokkar,
heldur enn fólk, sum
høvdu ábyrgd av 80'unum
í fylkingar, sum spjaða
vinstraveingin.
Tí er tað so umráðandi,
at øll sum taka undir við
javnaðarhugsjónini standa
saman um flokkin. - Hetta
Tíðindablaðið (SHS
ú at:flokkurin hevur ávirk-
an, og tí at flokkurin fer at
fáa ávirkan.
Javnaðarflokkurin
fyrimynd
Javnadarflokkurin er ein
hugsjónarflokkur, sum
byggir á internasjonalu
hugsjónina, sum hevur
ment Vesturheimin til tað,
hann er í dag. Allur heim-
urin brúkar eisini norður-
lendsku javnaðarhugsjóni-
na sum fyrimynd, serliga
tá tað snýr seg um menn-
iskjansligu áskoðanina á
eitt nú sosialar skipanir,
sjúkratrygd, útbúgving,
vinnulívsbygnað o. a., ið
eyðkennir vælferðarsam-
felagið.
Endamálið er greitt -
vit vilja skapa eitt rættvís-
ari samfelag, har virðini
- Tað er meira enn bláoygd
at halda, at eitt borgarligt
landstýri fer at fóra ein
vinarligan politikk mót-
vegis løntakarunum.
verða býtt javnari millum
fólkið! Javnaðarflokkurin
er tin tygd fyri einum
solidariskum samfelag. -
Far ú á val og vel ungar
javnaðarkreftir á ting...
Eiríkur Lindenskov
valevni Javnaðarfloksins
í Suðurstreymoy
Stríðast, sjálvt um vit ikki orka
Eri ein, sum dámar væl at lesa
brøvini, sum koma í blad tykk-
ara; alt gott um tað, mangan er
okkurt vit eru glad fyri at lesa,
onkuntíð okkurt keðiligt, men
tað verður lisið kortini.
Kom at hugsa um eina ein-
liga mammu við tveimum
gentum, sum skrivaði eitt bræv
17. mars.
Mangt er sum vit ongantíð
fáa skil uppá, og her er eitt av
dómunum, nú ið øll hava lítið
av peningi, sjálvt um vit royna
at stríðast teir tímarnar, sum vit
kunnu arbeiða.
Veit um eina, og kanska
fleiri, sum eru einligar ella frá-
skildar, tær kunnu mangt, sum
ein gift mamma ikki nakranti5
kann fáa ráð til, eitt nú fáa 3
børn passað á stovni fullar 5
dagar um vikuna, uttan at skula
gjalda, hava egna íbúð, eisini
gratis, tær hava allan peningin,
sum Alma gevur teimum, fyri
seg sjálvan; keða tær seg, fara
tær at leiga videofilmar, ella
oman í SMS at keypa eitthvert
etandi, og síðan ganga har og
mala, til tað er tíð at fara eftir
børnunum; spyrt tú eina av
teimum, um tær onki arbeiði
hava, siga tær, tað er sostrævid,
eg orki ikki.
So vil eg spyrja: hvat við øll-
um okkum, sum fara, sjálvt um
vit ikki orka, men vit stríðast til
síðsta blóðdropa? Her má ein
vend koma í hetta óskil í hesum
landi, ongantíð ov skjótt. Tað
er fúl skomm alt hetta, sum
gongur fyri seg.
Ein mamma við manni
og 3 børnum
Listi C
Ikki øll hava tikid endaliga
stødu til valid enn.
Eg fái meg ikki til at trúgva
slíkum metingum, tí føroying-
urin er stødufastur og trúgvur
ímóti teim virðum, hann metir
at vera síni egnu.
Mistøk hava verið gjørd, og
koma eisini at verða tað í fram-
tíðini. Vit kunnu og eiga at vera
»positiv åsamd« við teimum
fólkum, ið umsita hugsjónina,
men sjálv hugsjónin er partur
av einum sjálvum — og kann
ikki skiftast út sum best ber til.
Ferð eftir ferð er prógvað, at
javnaðarhugsjónin er einasta
rætta og alneyðuga politiska
vidføri, um næstakærleiki og
einstaklingarættur skal varð-
veitast.
Ferð eftir ferð hava javnað-
arfólk staðið saman, tikið tók
fyri tey minni mentu, og vart
vunnin rættindi.
Aftur hesaferð taka vit
lógvatak saman, og trúgv móti
javnaðarhugsjónini seta vit
krossin við lista C.
Ikki sum tonglar í brimi lata
vit okkum verða borin higar
ella hagar, av meiningleysum
orðavavstri. Men standa stinn,
nú framtíðin hevur brúk fyri
okkum. — Javnaðarflokkurin er
framtíðin! Okkara skylda er at
tryggja Føroya fólki hesa fram-
tíð.
Gott val!
Henry Jarnskor,
valevni javnaðarfloksins
í Eysturoy