Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juli 1994síða 16

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (5577) Ein ávaring og ein áheitan á arheiðsfólkið á Tvøroyrar Flakavirki: Tað, sum týðuliga er komið fram undir ti orðaskifti, sum hevur verið á veljarafundum í Suðuroy, er tann stóða, sum sambandsflokkurin hevur til størsta arbeiðsplássið á Tvøroyri! skrivar Sverre Midjord, tingmaður »Tvøroyrar Flakavirki er ein rottukassi«. Tad segdi valevni sambandsfloksins å veljarafundi í Vági, og val- evnið er eingin tilvildarlig- ur persónur — Jákup Joen- sen, fyrrverandi stjóri og fiskasølumadur, ja, so sanniliga bankanevndar- limur. Hetta er ikki Palleba. Hetta er ein kendur fyrrver- andi vinnulívsmaður, sum nú skal gera seg galdandi í tí politiska lívinum Hann boðaði eisini frá, at út vildi koma bók, »Tann grøna hjá Jákupi Joense, við vinnu- ligum og politiskum veg- leidingum«. Tann fyrsta vidmerkingin å ti vinnuliga og politiska økinum er tann, sum kom fram i Vågi. Sum kendur madur innan føroyskt vinnuliv er her vandi á ferð, td um sam- bandsflokkurin kemur i landsstyrisstødu, so vil Jåk- up Joensen vid sinari makt og erfaring verða eitt lands- styrisevni, og tå verdur størsta arbeiðsplássi i Suð- uroy f størsta vanda. Ti er greitt, at arbeids- fólkið á Tvøroyrar Flaka- virki eigur at taka hetta i størsta ålvara. Tvøroyrar Flakavirki er eitt rottureidur, varð sagt á veljarafundi fyri nógvum á- hoyrarum. Hugsið tykkum, sum arbeiða har, hvat skaða hetta úttalilsi kann koma at fáa! Tykkara atkvøda val- dagin verdur ti hesaferd meira avgerandi enn nakr- antid fyrr. Við at velja javn- aðarflokkin, so verja og tryggja tit tykkara egna ar- beiðspláss. Við at velja sambandsflokkin so avtofta tit og oyða tilveru tykkara og okkara á Tvøroyri og væl eisini í norðara parti av Suð- uroy. Helst skuldu vit sæð fram til, at á arbeidsøkinum skal Suðuroy verða fyri- myndarlig við at taka hend- ur saman og gera tað til eina eind. Við tykkara hjálp kann hetta lata seg gera, og um tann vandin, sum eisini liggur frá sambandinum við teirra ætlan um råfiskabyti, um tað oman á alt annað verður framt, so verður smábýtt við fiski hjá Suður- oynni viðvíkur. Tað var sami Jákup Joen- sen, sum segði, at hann kendi trygd, tå hann så myndina av P. M. Dam i skúlahgllini í Trongisvågi. Einki at siga um tað, tí bæði P. M. Dam og Atli Dam settu sítt álit á Jákup Joen- sen úr Sumba, men álitið sveik. Hann bleiv bert ein finna á talvborði sambandsflok- sins við tí uppgávu at skaða størsta arbeiðspláss á Tvør- oyri. Men hetta kunnu arbeids- fólkini á Tvøroyrar Flaka- virki visa aftur vid at verja og vaka og vid at velja javn- aðarflokkin ella valevni floksins. Vit vóru saman við arbeiðarafelggunum við at tryggja virkið við at keypa og byggja trolarar, Nr. 127 — 7. JULI1994 Síða 17 fyri at tryggja råvøru. Vit fara sum løgtingsumbod tykkara vid tykkara studuli at tryggja arbeidsplåssini. Ein atkvøda til sambands- flokkin verdur avtofting. Ein atkvøda til javnaðar- flokkin er trygging av ver- andi arbeidsplåssum. Verður givið mær álit aft- ur, so verður uppgáva mín at verja og vaka fyri, at Gløgini ikki skulu taka okkum av fótum. Arbeiðsfólk og fiski- menn! Lagna tykkara er í tykkara egnu hondum. Velj- ið tryggleika og arbeiði til allar hendur! Tykkara er av- gerðin. Sverre Midjord, valevni javnaðarfloksins í Suðuroy Nú er at taka samanum Góðu norðoyingar! Tit hava nú bæði hoyrt og sæð hverjar sonevndar »loysnir«, teir ymsu flokk- arnir hava lagt fram fyri tykkum, so titkunnu nú taka saman um og síðani fara á val. Loysnin hjá samband- inum er: At avgreiða ar- beiðsmarknaðar, heilsu-, skúla- og fíggjarmál aftur til danir og síðan fara vit sum eitt danskt amt inn í ES. Loysnin hjá fólkaflokk- inum er lønamidurskurdur vid hépuppsangum, vid ti fylgju, at tað bert verður liv- andi her á landi hjá teimum, ið sjálvir áseta sína løn: Vinnulivsmenn — skatt Skulu teir heldur ikki gjalda. Javnaðarflokkurin hevur staðið stinnur hesi 4 árini hóast allar skaðasjógvar og vit hava skapt eitt grundar- lag at byggja samfelagið á. Okkara loysn er eitt sam- haldsfast vælferðarsamfe- lag, har øll hava somu rætt- indi, har vit sjálvi stýra okk- ara heilsu-, skúla-, al- manna- og figgjarvidur- skiftum til frama fyri øll. Trýrt tú uppá framtíðina og ynskir må eitt samfelag fyri øll, so er títt val greitt tann 7. juli. Eyðgunn Samuelsen, valevni javnadarfloksins i Norboyggjum Nú má smoyggjast upp um armar At tad slitur at sita vid åbyrgd, er ein royndur lutur, og at tad krevur sin mann at taka sítt tørn tá ið åstendur, hevur víst seg. Seinast í 80'unum rímdi løgmansevni hjá Sambands- flokkinum úr tinginum, helst tí at nervarnir ikki hildu tá í ástóð. Fyrst í 90'unum vísti tað seg at Fólkaflokkurin ikki orkaði at halda tørn tá ið ástóð, men valdi at sleppa sær úr landsstýrinum sum skjót- ast, fyri at sleppa undan allari ábyrgd. Veljarin vil minnast tykkum stemmufiskaríið. Nú er so val aftur og legið nokk vil Sambandshøvdingin aftur inn um tingsins gått. Væl kann vera, at hann hevur vénandi hetta styrt seg hesi seinastu årini, men vit vita, at eingin mergur er í, tå ið åstendur, so ein stemma til Sambandid er burturspilt, teir trúgva ikki at føroyingar skulu ráða í Før- oyum, so løgi er, at teir í heila tikið stilla upp í Føroyum. Fólkaflokkurin bjóðar seg eisini fram. Síðst orkaðu teir bert at sita í tvey ár í landsstýrinum, og síðan stungu teir í sekkin. Vit vita, at í Fólkaflokkinum eru líka nógvar meiningar sum tað eru tingmenn, so har er bara ge og eingin landspolitikur. Fólkaflokkinum roynir hvør f sinum lagi at skava inn und- ir seg. Hvat er so til råd at taka? Javnaðarflokkurin vil, at øll skulu kunna liva f hesum landi, og at vit øll mugu taka okkara tørn, men at tað einki nyttar at royta ein skallutan er ein royndur lutur. Vit vilja at øll skulu fáa meira í sín part, og ikki minst tey arbeiðsleysu. Tíanverri er ikki nógv at geva av, men tað ið er vilja vit bíta so kristiliga millum øll. Vit vera øll noydd at lyfta í felag, hesa byrðu ið er åløgd okkum, so vil aftur verða livi- ligari í Føroyum. Vit kunnu ikki lova betri vedur og fisk å grunnarnar, men uttan okkum, fær tann meinigi maðurin einki í sín part, tá fiskurin kemur. Standið saman Javnaðarflokkin. um Sommer Winther