Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juli 1994síða 18

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Tíðindablaðið CD Nr. 127 — 7. JULI1994 Síða 19 UN Í 1 Hendrik Thomsen, valevni Javnadarfloksins i Sudurstreymoy: Góðar kreftir mugu samstarva Ongantíð áður hava so nógvir flokkar og persónar stillað upp til løgtingsval sum hesaferð. Hvat grundin til henda stóra politiska áhuga er, kann ein og hvør meta um. Hóast talið av flokkum er vaksið munandi, er útboðið av møguligum loysnum ikki vaksið tilsvarandi. Ongar nýggjar hugsjónir, bert gomul uppskot um løn- arlækking, sum hetta skuldi verið loysnin á øllum trup- ulleikum. Tað verður ført fram, at vinnan ikki orkar at bera ein so stóran almennan sektor. Óivað kann og skal tað al- menna eisini gerast betri og effektivari. Men vit mugu ikki gloyma,atskúlar, sjúkrahús og aðrar almennar tænastur fyri stóran part verða goldn- ar um blokkin, og sostatt ikki skuldu tungt vinnuna so nógv. Vit kunnu ikki í panikki bróta niður alla almenna tænastu. Vit mugu hava ein góðan skúla til børnini, sum jú eru Føroya framtíð, vit mugu gera tað liviligt hjá teimum ungu, so tey kunnu stødast her í landinum. Vandi er fyri, at serliga Suðurstreymoy verður av- fólkað, um javnaðarflokk- urin ikki fær forðað fyri hesum ógvusligu skerjing- um, sum hitir flokkarnir hava boðað frá skulu henda, um teir koma til valdið. Vit, sum eldri eru, minn- ast hvussu tað var á bygd- unum í seinnu helvt av 50' og 60'unum. Fólkið, og ser- liga tey ungu, fluttu av bygdunum til Havnar og onnur stórpláss. Hetta førdi ul at fleiri bygdir nærum doyðu út. Bert eldri fólk vóru eftir, eingi skúlabórn, skúlin nidurlagdur, hand- ilsmaðurin seldi einki og mátti snara lykilin um. Um javnaðarflokkurin ikki verður sterkur eftir val- ið, er vandi fyri at søgan endurtekur seg um hundraðtals arbeiðspláss verða nidurløgd í Suður- streymoy, verður ein frá- flyting, sum ikki hevur verið sædd fyrr, og vandi fyri at samfelagið syndrast heilt. Javnaðarflokkurin vil ti leggja alla orku í at útvega nýggj arbeiðspláss, bæði á sjógvi og landi, og dentur skal leggjast á landbrúk, smáídnað, so innflutning- urin kann minka og gjald- Oyra sparast. Tað verður tí meira enn nakrantíð áður neyðugt hjá øllum góðum kreftum at samarbeida um at finna loysnir, landi og fólki at gagni. — Rottukassin Tveroyrar Flakavirki — Rottur í høvdinum í sunnara parti av Suðuroy Hetta eru tey skodsmål, sum høvudsvalevni& hjá sambandsflokkinum, ein uttan iva tilstundandi lands- stýrismaður hjá sama flokki, tí tann, ið hetta sigur á stórum veljarafundi bæði í Vági og á Tvøroyri, er eing- in tilvildarligur persónur, men erkendi vinnulívsmað- urin og fyrrverandi limur í Fiskasøluni, Jákup Joensen í Lopra. Eg hevði roknað við, at sambandsflokkurin og hini valevnini fóru alment at taka avstand frá hesum, sum hetta valevni teirra førdi fram, men við einki at siga, so er tað greitt, at hini valevnini hjá sambands- flokkinum, Zacharia Beck, Elias Hammar, Jákup Ja- cobsen, Terji Jacobsen, Vestmenningar! Góðu vestmenningar! Tað er nú vit kunnu standa saman og tryggja okkum ein, ið kann tosa okkara søk. Tað, sum fram- tíðin kann geva okkum, er best vart við at fáa eina javnadarrødd inn á ting. Tað er eingin ivi um at vit fara at stremba fram ímóti at * fáa Vestmanna havn til oljuhavn og hetta fer at seta framburðin í gongd aftur. Íwóttarfólk og onnur! Stuðlið einum ungum val- evni og fáið tykkara egna umboð á ting. Hetta verður avgjórt tykkara seinasti møguleiki, nú landið liggur í andaleypi. Eg vil tala tykk- ara søk og helst er tað eingin annar, sum skilir hvat tað er, ið tit vilja, uttan ein ung rødd á tingi. Veljið lista C! Birgir W. Høgensen, valevni javnadarfloksins í Norðstreymi Flemming Mikkelsen, løg- tingsmadur, Sofus Strøm og Otto Vest, allir sum ein taka undir vid ti, sum sagt er, og tað ger sambands- flokkurin eisini. Hevdi roknad vid at teir, sum eru kandidatar og fyri so vítt stillarar hjá sam- bandsflokkinum í Suðuroy, fóru at koma við eini yvir- lýsing, har teir tóku av- stand frá tí, sum Jákup Joen- sen, stjóri, hevur sagt. Tí hetta eru sera álvarslig út- talilsi, sum ein ikki eigur at lata fara aftur við borðinum. Men valevini og sam- bandsflokkurin, tey eru tig- andi. Har er drepandi tøgn. Teir taka sostatt undir við tí, sum er ført fram, sjálvt við teimum avleiðingum, sum hetta kann føra við sær. Flakavirkið á Tvøroyri er einrottukassi! Ein álvarslig skuldseting og ógrundað ímóti størsta arbeiðsplássi í norðara parti av Suðuroy, har 180 familjur hava sína dagligu úrigku, og hetta umframt tey, sum eru knýtt at skipunum, sum eru ogn hjá tvørdfølki. Hetta, sum her er ført fram, kann fáa tær avleiðingar, at matvøru- framleiðsluvirkið = verður avtoftað. Kunnu vit suður- oyingar veruliga lata lagnu okkara í hendurnar á slíkum persónum? Tí eitt má standa fast, at okkara størsta arbeiðspláss sambært sambandsflokkin- um er at meta við ein rottu- kassa. Avleiðingarnar verða ræðuligar, um teir fara at umboða áhugamálini hjá okkum suðuroyingum. Hetta eiga arbeiðsfólkini og fiskimenn, sum hava til- knýti til virkið, at leggja sær í geyma. Tí er valið eitt lagnuval. Iskoytis viðmeringin, sum kom fram fyri líkasum at bera í bøtuflaka fyri ti, sum var í Vági, hon var ikki hepnari, tí ístaðin fyri at rætta ta, sum sagt var, varð heldur lagt afturat av sama valevni: Tað eg meinti var at teir har suðuri hava rott- ur á loftinum. Við ti tað, sum verður lagt í tað. Sambært sambands- flokkinum er hetta metan teirra av viðurskiftunum í Suðuroy, og hetta eiga so sanniliga eisini sambands- veljarar ikki at lata fara aft- ur við borðinum. Sverre Midjord, valevni javnaðarfloksins í Suðuroy