Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juli 1994síða 20

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ søstalurin | Nr. 127 — 7. JULI1994 Sida 21 ( Lesarabrøv | ye ) Í ar from this man?" Vildi tú keypt ein brúktan bil frá hesum manninum? Tá Nixon var forseti í USA og aftur stillaði upp til for- setaval kundi tú allastaðni í USA og mangastaðni í út- heiminum á smáum og stór- um plakatum lesa henda spurning. Á uppsløginum var mynd av Nixon, hvør útsjónd gjørdi, at tú mátti verða býtt- ur ella brotsligur, um tú játt- aði spurningin. Hesin hevði ikki einans samand við myndina men mest við alm- enna amerikansk vitan um henda óalítandi mann, sum breyt landsins lógir og gav monnum sínum boð um at fremja brotsgerðir fyri at tryggja honum afturval sum forseti. Kanningarnevnd við dóm- ara á odda, sum var niðursert at amerikanska tjóðtinginum, kom til at ólógligheitir og brotsgerðir framdar vóru sov- orðnar, at tingið átti at taka stóðu til um forsetin skuldi koyrast og átalast inn fyri dómstólin við tí møguliga úr- sliti at fongsulsrevsing var sunnulig. Nixon segði seg frå sum forseti og at taka seg burtur úr politikki, seinni forseti gav honum grið fyri, at hann ikki var at hetta vildi veri ov stór skomm fyri USA, um fyrrv- erandi forseti kom í fongsil at sita millum onnur brots- fólk. Rættsvaldið og politikk- aravaldið í USa var so frætt, taka maktmisnýtstu og brots- gerðir hjá ovasta politiska valdið landsins. Demokratisk val er stødut- akan til skrå flokkana, tey uppstilladu, teirra evnir og trúarvirði, um tey eru fyrst- uferð stillaðu. Hava tey virka í skipaðum politikki sum løgtings og /ella landsstýris- fólk eigur valið eisini at verd dómur, sum umboðar satt trúverdugt fólkaræði. Spurningurin til veljarin má tí vera: Trúgvi eg hesum manni ella kvinnu, kann eg lít á, at hon ella hann virka reiðuliga, erl- iga og ansvarliga móti fólki og lógum? Um hesi fólk hava framt ella liggja undir grun- dagóðari skuldseting fyri at hava framt órættvísar og /ella ólógligar gerðir í teirra polit- iska virksemi kann eg tå svara ja til spurningin, sum stendur uppi yvir hesum her skirvada? „Would you buy at used car from this man?” Umboda hesi fólk tíni áhuga- mál og hugsannir um betri føroyska framtíð, so er ein av teimum kanska tann, ið tú kanst seta kross við. Sigur tú nei til spurningin, tå ivast tú ikki, hann ella hon skulla ikki umboða meg. Teir flokkarnir, sum sam- an við politiskum kempun- issum, hava stýrt føroysku samfelagsskútuni so, at hon liggur sum vrak á ókyrru- strond verða her nevndir-: Javnaðarflokkurin: Tjóðveldisflokkurin: Royn at hugsa tær, at her standa myndir av hesum um- boðum, av teimum, sum í farnu 15 árinum og styttri hava sitið á tingi og/ella landsstýrið sum tit, sum tykk- ara umboð so, at tú við treirra vitan tú í dag hevur um tey skal taka stóðu til, um tú aft- ur skal seta tey inn á ting og í landsstýri at umboða teg og tínu. Tað er ikki teirra fram- tíð tú skal taka stødu til. Tað er tín børns tinu og føroyska samfelagsins. Skulla tú og tíni hava eina batnandi framtíð, so títt við gleði kunna liva og trívast í Føroyum? Litur tå å tey, id bidja teg velja seg? Lítur tú á, at tey sum mið fyri sínum gerðum fara at hava ansvar, reiðuligheit, rættferð og vilja til at standa við sínar gerðir og taka við fylginum av tiemum meira enn við orðavavsturi? Lítur tú á at teirra málsetningur fer á haldandi at verða: I Føro- yum skulu føroyingar ráða, so Føroyar fyri øllum føro- yingum skal gerast besta land f verduni? Velur tå tey, sum virkadi so gott fyri teg og tina likar, at tey ella teir sita á tjúksta spikinum, teljast millum tær størstu inntøkur í landinum og sjálvt í hesum tíðum ikki eru nøgd við eina heilårs- inntøku? Velur tú tey, sum við síni stýring ella ongari stýring rendi føroysku skútuna uppá turt og teirra líkar, tá verður aftur beiskt hjá tær og gllum ødrum aftur at hoyra: Hver kann verða glaður Hver skal verða fróður Tá kirkjuverjin Er størstu tjóður? Men tað ger tú ikki, um tú kennir ansvar móti tær sjálv- um og fyri børnum tínum. Um ikki tú? Hver so? Karl Nolsøe KRF og barnastyrkurin Kristiligi Fólkaflokkurin er sannførdur um, at familjan er besti grundarsteinur til eitt gott samfelag. Tí er neyðugt at fam- iljan fær bestu kor. Við hesi sannføring skipaði KRF fyri, at stuðul varð veittur barnafamiljum í oktober í 1987. Íbúð bíliga til leigu til edrúiligt mannfólk, frá 15. juli, v/ ljósi og hita. Nær við Landa- vegin. Bill. mrk. 0707 van í Vágsbotni er opin tysdag og friggja sete. Aðrir flokkar tóku undir vid hes- um, men kravdu, at eisini há- inntøkur skuldu hava stuðul. Nú fíggjarliga stødan í land- inum versnaði, varð barnastyrk- urin eitt tað fyrsta, sum varð strikad. Kristiligi Fólkaflokkurin er sannførdur um, at vit hava ráð at stuðla barnafamiljum. Skipanin sum KRF á sinni skeyt upp, kostaði umleið 20 mill. kr. í meirútreiðslum. Hetta halda vit framvegis er vert at investera í tað nýggja ættarliðið. Hví trúgvi eg ikki uppá lækkan av lønum og skatti Fólkaflokkurin hevur í síni politisku stevnuskrá at lækka kostnadarstødid, sid samst- undis at lækka lønir og skatt. At kostnadarstødid i Føro- yum er ov høgt, eru flestu politisku flokkar samdir um, og hetta er somuleidis nid- urstødan hjá vinnulívsbólk- inum, sum umboðar bæði arbeiðsgevarar og arbeiðstak- arar. Men uppskotið um samstundis at lækka lønir og skatt verður avvíst bæði av fólki yvirhøvur og av hinum politisku flokkunum. Hetta er eftir mínum tykki ikki so legið, tí nógvir ivasp- urningar eru í hesum sam- bandi. Ikki gjørligt at lækka lønina hjá øllum Tad er sera ivasamt, um tad letur seg gera yvir ein kamb samstundis at lækka allar lønir f samfelagnum. Allar lønir verda ikki avtaladar i felags lønarsamrådingum, og lønarhættirnir eru ymiskir. Fastir timarsatsar ella mån- adarlønir er lætt at broyta, men inntøkur av handli, út- leigan, tantieme, provisi6n-, tilbods og akkordinntøku, gebyrum og ødrum gjøldum, rentum v.m. verða ikki avtal- aðar, og lønir frá útlenskum arbeidsgevara, antin fyri arbeiði í Føroyum, ella arbeiði uttanlands, hava vit onga ávirkan á. Ikki gjørligt at lækka skattin samsvarandi hjá gllum Harumframt ber ikki til at lækka skattin, so at skatta- lækkingin samsvarar við lønarlækkingina hjá øllum. Summi gjalda litlan og ong- an skatt, tí botnfrådråttur og persónligir frådråttir viga ím- óti skattinum heilt ella fyri ein part. Hetta er t.d. gald- andi fyri flestu pensiónistar og fólk við lágum inntøkum, umframt fólk við stóru rent- ufrádrátti, frádrátti vegna arbeiði uttanlands, kaut- iónsfrádrátti, frádrátti vegna hall av vinnuligum virksemi 0.s.fr. Tað høvdu ti verið nógv fólk, har lgnarlækkingin hevði verið stórri enn skatt- alækkingin, og sum tí vildu verið verri fyri aftaná lønarl- ækking enn frammanundan, samstundis sum onnur høvdu havt lítla og onga lønarlækk- an, men fullan ágóða av skattalækkingini. Ongin trygd fyri varandi skattalækka Harumframt, og tað er kanska tað týdningarmesta, er tað neyvan nakar sum trýr, at ein skattalækkan hevði havt eitt langt lív lagað. Allar royndir higartil hava víst, at hverja ferð peningur restar í hjá landskassanum, ja so verður skatturin hækkaður og/ella botnfrádráttir broytt- ir. Stødan kundi tí lættliga gjørst tann, at lønin varð lækkað, men at skattatrýstið stóð vid og versnaði. Skattur og avgjøld hava al- tíð verið ein salderingspost- ur, sum verður broyttir, sohvørt tann politiski meiril- utin til einhverja tíð ynskir at nýta pening til almennan rakstur og fløgu. Undir hvørjum treytum kann lønar- og skattal- ækkan gjøgnumførast At seta lgnirnar niður og lækka skattin samsvarandi við einum ásettum prosenti við lóg, er tí eftir mínum tykki hvørki gjørligt ella ynskiligt. Fyri kappingarføri okkara hevði tað hinvegin verið ein fyrimunur, um lønarlagid var lægri. Men hetta gerst best við einum miðvísum polit- ikki, har lønarsamrådingarn- ar ikki bara eru avtalur mill- um partarnir á arbeiðsmarkn- aðinum, men har skatta- og avgjaldspolitikkurin fyri lønarskeidid samstundis er fastlagdur sum ein liður í avt- aluni. Tá hevði verið gjørligt miðvíst at lækka kostnað- arstødid í landinum yvir tíð, og tað hevði verið lættari at gjørt neyðugar tillagingar og at havt tamarhald á gongdini í samfelagnum. Hetta eigur Fólkaflokkur- in eftir míni hugsan at arbeiða fyri. Elin í Jákupsstovu Lágt ríður hann, Álvur Zachariassen - Tá ið hann nú er farin at leggja meg undir at hava uppf- unnið trolingina á landleiðini, skrivar Heini O. Heinesen, legtingsmaður, í hesi greinini Trolingin á landsleiðini hevur gingið fyri seg líka síðan 1972. Men Heini O. Heinesen hevur bara verið formaður í fiskivinn- unevndinini í eitt år, og økini eru lítið og einki broytt síðan. Sum demi kann eg nevna, at økid inni í miðhavinum norð- anfyri varð tikið burtur í fjør samstundis, sum vit hava tikið eitt øki aftrat burtur í ár, eisini norðanfyri. Síðan eru gkini óbroytt í mun til undanfarin ár. Eg haldi, at Álvur skuldi held- ur eftirlýst støðuna hjá sínum egna flokki í hesum máli. Eitt liggur púra fast: Um fiski- veiðieftirlitið varð farið at virka, hevði henda trolingin langt síð- an verið steðgað, tí toskakvotan hevði verið uppi, men hetta hev- ur nevndarlimur Sjålvstyrisfl- oksins f figgjarnevndini sabot- erad. Lágt man hann ríða, ið høsnareyv kyssir! Eg má siga, at tað harmar meg at verða stungin í ryggin av tí eldra ættarliðnum í Sjålvstyrisfl- okkinum, sum skuldi kent tað, sum er farið fram, serliga tað góða samstarv, sum eg hevði við framherja Sjálvstýrisfloksins, Asbjørn Joensen, sála. Hann var ein maður, sum tú kundi líta á í mun til teir lættis- oppar, sum í dag umboða henda flokkin. At Álvur Zachariassen skal roynast líka illa, má eg bara taka til eftirtektar. Tað gav eisini at býta, at álit- ið ímillum flokkarnar her norð- uri í lokalsamfelagnum var so gott, at umboð Tjóðveldisfloks- ins í sjúkrahúsinum valdi Asbjørn til formann í stýrinum øll árini eftir, at Jóhan Simons- en, sáli, doyði. Eisini tey tvey árini frá 1989-91, tá ið hann sat uttanfyri tingið. Avtalan í teirri fýraflokkas- amgonguni, sum sat nakrar krák- umánaðir í 1989, var heilt nakað annað. Hetta gjørdi, at vit fingu „stab- il" viðurskifti á sjúkrahúsinum, soleingi Arbjørn Joensen sat sum formaður til fyrst í 1991. Vit høvdu serliga nógv samsk- ifti hesi tvey árini; hann sum for- maður í stýrinum og eg sum lim- ur í figgjarnevndini. Longu tá var talan um stórar broytingar á sjúkrahúsgkinum, - tá ið Fólkaflokkurin umsat hetta málsgki í Tinganesi. Men hetta var bart aftur í jørðina. Takkað veri tí góða ,,4- itisforholdi”, sum varð bygdt upp okkara millum. Avtalan í ti samgonguni, ið nå leggur frå sær, var, at Asbjørn Joensen, såli, skuldi vera for- maður í sjúkrahússtýrinum, og tað var hann eisini blivin, tá ið hann andaðist. At teir, sum ætla sær at taka eftir Asbjørni Joensen, sála, skulu roynast so illa, at teir ikki skulu vita sær annað enn at stinga meg í ryggin við ósann- indum, bæði opinlýst og í tí skjylda til óbótaligan skapa fyri lokalsamfelagið her norðuri, er teimum so líkt. Eg kann nokk liva víðari, um eg endaði uttanfyri tingið orsak- að av hesi útspilling, men tað kundi hendt, at lokalsamfelagð her norðuri kom at kenna sviðan av hesum. Heini O. Heinesen, legtingsmaður