Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juli 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

67. ÁRGANGUR Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller Bible. Randi Jacobsen - Dagny | Utgevar: P/M Sosialurin Bústaður. Arglavegi 26 | Postad:: Postsmoga 76 Fyritaksstóri. Krislan Dahí Joensen - Térfinn Smith - | Uposcing P/T Saslalurin 110 Tórshavn Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Hilmar Jan Hansen - Prent: PM Pressan 1981 | Teisíon: Í Telefar 14720 Nýval kann gerast einasta loysnin TAÐ, sum eyðkendi bæði sambands- flokkin og fólkaflokkin undan valinum, nevniliga at teir ongar sum helst itøki- ligar loysnir høvdu, tykist tíanverri framhaldandi at sermerkja hesar flokk- ar, nú teir eru fanir at tosa um nýtt landsstýri. Í oddagrein okkara í gjár nomu vit við løgna fyri ikki at siga ynkiliga "útspæl" sambandsfloksins í spurninginum um avtalur við danir. Latið okkum hesaferð hyggja eitt sindur nærri at samgongusamráðingunum. SAMBANDIÐ, sum gjørdist størst flokkur við valið, og sum tískil stendur fyri samráðingunum um landsstýrið hevur prógvað fyri Føroya fólki, at hann als ongan politikk hevur í heila tikið. Bara stórar yvirskriftir, veipan við ørmunum, stór orð og gamlar endur- tøkur er tað, sum hesin flokkur vartar upp við, nú annars ein sera avgerandi tíð er fyri framman. Hvat líkist tað einki annað at hava at tosa um enn at fremja privatisering innan strandferðsluna og landsverkfrødingin! Okkurt annað inåtti verið meira umráðandi. Okkurt annað meira itøkiligt og fyri alt samfelagið meira umráðndi skuldi ein trúð, at hesin landsins størsti flokkur hevði at bjóða sínum veljarum. Men gakk. Veruleikin er tann, at sambandið, sum undan valinum so flott bjóðaði seg fram at stýra landinum, als ongan politikk hevur havt og enn minni nakrar loysnir. Við gørum orðum hevur flokk- urin fyrigyklað fólki nakað, sum hann als ikki er maður fyri at gera nakað sum helst við. TAÐ má vera eitt minstakrav til sam- bandsflokkin, at hann sigur Føroya fólki, hvønn ødrvisi politikk-hann ætlar at reka enn tann, sum núverandi lands- stýrið hevur rikið. Tí hevur sambandið 19.07.94 USA Dollari 609,65 Bretland — Pund 952,27 Tyskland Markur 392,94 Svøriki Króna 79, 04 Noreg Króna 89,79 Frakland Frankur 114,59 Belgia Frankur — 19,074 Sveits Frankur 465,74 Holland Gyllin 350,35 Italia Liri 0,3920 Finnland Markur 118,63 Island Króna 8,97 Eysturriki Skillingur 55,849 Spania Pesetas 4,758 Portugal | Escudos > 3,818 Kanada Dollari 441,97 Japan Yen 6,1919 Írland Pund 937,46 Grikkaland Drakmur 2,600 XEU 750,05 Kelda: Føroya Sparikassi sidsta mån. 638, 50 971, 48 einki annað boð, tå var tað eingin orsøk til at skifta manning út í Tinganesi. Tá var tað nógv betri at lata verandi manning hildið fram við sínum arbeiði og heldur hjálpt henni at rætta kósina, soleiðis at vit fingu eitt stýri, sum umframt at tryggja stabilitet eisini lærði av skeivum avgerðum og rak ein poli- tikk, sum er í samsvar við fólksins vilja. UMFRAMT at vera sera ivasamir um leiklut sambandsfloksins sum leiðari av einum komandi landsstýri, so loyva vit okkum eisini at seta eitt stórt spurnartekin við førleikan hjá eini kom- andi samgongu. VIT bera ótta fyri, at tað verður sera torført at manna eitt komandi landsstýri, tí longu mi síggja vit, at tað verður ikki nøkur einføld uppgáva at skipa eitt landsstýri við Ld. A - B og I. Vit vita av royndum, at soleingi Óli Breckmann er við í samráðingum, so fer hann at gera alt fyri at spæla hund, og hverjir eiga at vita hetta betur enn júst sambandsmenn! Nú hóvligi vongurin í fólkaflokkinum er skerdur, tí Jógvan Sundstein ikki er við longur, má sigast, at tað verður ikki nøkur løtt uppgáva hjá sambandinum at fáa fólkaflokkin at "akta" seg.Tí seta vit eitt stórt spurnartekin við ynskið hjá fólkaflokkinum at skipa eina samgongu saman við sambandinum. Helst fer fólkaflokkurin at seta so stór krøv, nú farið verður undir realitetssamrådingar, at hesi í sær sjálvum seta ein stoppara fyri víðari samráðingum. Teir í fólka- flokkinum, sum ikki so fegnir síggja, at sambandið skal hava eydnuna við sær at skipa eina samgongu, vilja finna upp á allar møguliga hundakunstir fyri at seta kílar í. Bíðið bara og síggið! Hatta var so fólkaflokkurin. Hyggja vit so at Verkamannafylkingini so síggja vit, at hon innanhýsis er so ymisk, at tað fer at verða torført at finna eina felagsnevnara fyri floksins politikki, sum kann koblast til sambandslokomotivið. Hóast vit Sekt verður Eysturoyar Røktar- og ellisheim 620 Runavik eftir sjukrasystir 40 timar 2. hv. viku fyri tid- arskeidid 15.08.94—31.01.95. Søkt verdur eftir avloysara fyri sjukra- systir 20 timar 2. hv. viku fyri tidar- skeiðið 15.08.94—31.01.95. halda tað vera rætt at vísa dónum, at vil kunnu ikki góðtaka alt longur, sum teir vilja trysta okkum til, so ber tað heldur ikki til at hava ein flokk i lands- styrinum, sum bara setur seg afturå og sigur nei og nei. Eftir okkara metan átti Verkamannafylkingin at verið tvingað at tíkið við ábyrgd, nú hon segði seg hava einastu loysnina upp á allar trupulleikarnar. Oli Jacobsen átti ikki at sloppið undan at tíkið við sessinum sum fiskimålaråOharri heldur. KEMUR A, B og I ikki at fungera, so er alternativið ein fýraflokka samgonga. og tað vita flest allir føroyingar verður torført fyri ikki at siga Omøguligt at fáa at virka. Hvussu kann nakar flokkur byrja eitt seriøst samarbeiði við ein flokk sum teir kristiligu, tá hesin longu áðrenn samráðingar eru byrjaðar, setir sum treyt, at ein ávísur persónur skal vera landsstýrismaður! Og hvussu ber til at fáa samstarv við ein flokk sum Miðflokkin, tá vit vita, at hesin aftur og aftur fer at brúka sitt mandat til at gjøgnumføra ein politikk, sum flest allir flokkar eru ímóti ella hann fer at royna at forða fyri loysnum, sum flest allir aðrir meta rættar. Hevur tað verið torført áður at reka ein politikk orsakað av tí 17. manninum, so verður tað enn truplari við 17. og 18. manninum hjá Miðflokkinum. Og hvussu skulu tveir flokkar sum Miðflokkurin og Teir Kristiligu gerast grundstuðulin í eini samgongu, har samarbeiði verður alt- avgerandi, tá vit vita, at hesir báðir flokkar júst eru sprotnir av sam- arbeiðstrupulleikum. Og tá vit so taka nýggja tingmannin hjá teimum krist- iligu Lassa Klein við, hann, ið hevur sprongt fleiri samgongur og sum elvdi til, at hansara egni flokkur fór í tvey, hvussu kunnu vit tá geva eini samgongu við øllum hesum forstýrandi element- unum ein erligan tjans!!! Og hvussu skal Edmund megna at finna inntøkur til at kunna fremja tey mongu lyftini, sum hesir bådir veruleikafjaru flokk- avloysara fyri Umsóknarfreistin er 3. august. Nærri størvunum viðvíkjandi fæst at vita frá fyristødumanninum á tlf. 48201. arnir hava givið! Eitt er tað at sambandið onki hevur havt at vísa á, men tað, sum verri er, er at hesir báðir smáu flokkornir hava víst sætt ábyrgdarloysi við aftur og aftur at lova fólki gull og grónar skógir. HETTA fær okkum at spyrja, um tað í heila tíkið fer at eydnast at fáa eina arbeidsføra samgongu. Tá avtornar, so er heldur eingin stiril í fleiri av flokk- unum til at tora at taka avgerðir, eisini ópoppulerar avgerðir. Hetta var annars tað, sum eyðkendi javnaðarflokkin: nevniliga at hann tordi at taka við ábyrgd, eisini tá hetta kundi vera flokkinum til skaða. EYDNAST tað ikki sambandinum og hinum flokkunum at skipa eitt lands- stýri, so fer túrurin víðari til aðrar flokkar at royna. Hvussu tað fer at eydnast hava vit onga meining um í løtuni, men vit halda ikki, at tað er veruleikafjart longu nú at ímynda sær eina stóðu, har eitt nýval er einasta loysnin. Skulu vit fáa eina arbeidsføra samgongu, so er neyðugt at fáa eina ødrvisi samanseting av løgtinginum. Eitt nýval hevdi kunnað broytt hesa samanseting, scleiðis at teir smærri flokkarnir ikki í sama mun gjørdust tungan á vágskálini. Tann møguleikan eiga vit ikki heilt at síggja burtur frå, hóast sambandið enn ikki er liðugt vid sítt umfar. Tað kann vera at vit fáa eina stóra samgongu, har sambandið kennir seg noytt til at taka teir smærri flokkarnar við, men tað kann blíva ein samgonga, sum ikki verður langt lív lagað. Livst so spyrst SOSTALURIN Til BLADSØLURNAR sosialurin aftur UTSELDUR? Bodid so beinanvegin frå å tlf. 11820. Uttanfyri vanl. arbeidstid upplysir telefonsvararin hvar ringjast skal fyri at fåa fleiri blød. Tidindabladid SOSIALURIN Eliaskirkjan, vesterbrotorv 49 Møti er hvort leygarkvøld kl. 19.00. Bussarnir 6, 16, 28 og 41 steðga nærindis. Nærri fæst at vita á tif. 031-242268 ella 031- 578999.