mikudagur 20. juli 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið KT)
fólkaflokkinum. Tá tann
samgongan skrædnaði á
sumri 1989, og tjóðveldis-
flokkurin fór í samgongu
við fólkaflokkinum og sam-
bandsflokkinum, býttu Jón-
gerð Purkhús og Finnbogi
Ísakson um. Hon fór í lands-
stýrið, og hann fór í tingid
fyri hana.
Finnbogi Ísakson varð
valdur á ting aftur í 1990, og
í 1993 fór hann í landsstýrið
í samgongugi millum javn-
aðarflokkin, tjóðveldis-
flokkin og sjálvstýrisflokk-
in.
Heini O. Heinesen
06.08.38.
Signar á Brúnni 10.02.45.
Jógvan Durhuus 19.02.38
Finnbogi Ísakson 07.02.43.
Kristiligi
Fólkaflokkurin:
Skal ein flokkur kappast við
sjálvstýrisflokkin um at
skifta fólk í fremstu rød út
skjótt, so er tað kristiligi
fólkaflokkurin, og hann
vinnur kappingina.
Tað eru bara tíggju ár
liðin, síðani flokkurin varð
stovnaður. Tá var Adolf
Hansen fremsti maður og
valdur á ting í Eysturoy.
Saman við honum var Tord-
ur Niclassen valdur í Suður-
streymi, men teir tóku sund-
ur, tá landsstýrissamgonga
varð skipað eftir valið. Or-
søkin var ósemja um, hver
skuldi í landsstýrið at sita
saman við javnaðarflokk-
inum, tjóðveldisflokkinum
og sjálvstýrisflokkinum.
Tordur Niclassen vildi
hava Niels Paula Danielsen,
og soleiðis bleiv tað. Á
valinum í 1988 vóru teir
báðir valdir, og í 1990 vórðu
teir afturvaldir.
Ósemjan teirra millum
kom alment til kennar, tá
fólkatingsval var í desemb-
er 1990. Nú umboðar
hvørgin teirra kristiliga
fólkaflokkin í tinginum.
Tordur tók seg burtur úr og
stovnaði saman við ødrum
Miðflokkin, og Niels Pauli
Danielsen fall á valinum
seinast.
Lasse Klein og Jákup Ol-
sen umboðað nú flokkin í
tinginum. Lasse hevur verið
valdur á sjálvstýrislistanum
í Eysturoy síðani 1988.
Hann hevði valskeiðið frá
1984 til 1988 verið lands-
stýrismaður.
Eftir stríðið, sum tók seg
upp millum Lassa Klein og
hini bæði sjálvstýrisum-
boðini í tinginum í vár, fór
Lasse Klein úr flokkinum
og upp í kristiliga fólka-
flokkin.
Jákup Olsen er nývaldur,
og hóast einki er sagt um tað
enn, so kann hugsast, at tað
frættist í dag, at Lasse Klein
verður formaður í tingbólk-
inum. Hann hevur í hvussu
so er meiri royndir í polit-
iska arbeiðnum enn hin
nyggi tingmadurin.
Um leikluturin hjå Niels
Paula Danielsen f lands-
politikki er útspældur, er ein
onnur søga. Hann er fram-
vegis formaður í landsfe-
lagnum, og hann hevur síð-
ani valið sagt, at tað er na-
túrligt, at landsstýrismaður-
in hjá kristiliga fólkaflokk-
inum kemur úr Norðoyggj-
um, um flokkurin fer í sam-
gongu. Hvønn persón hugs-
að verður um, er neyvan ilt
at gita.
08.10.50.
23.04.38.
Lasse Klein
Jákup Olsen
Miðflokkurin:
Tað var sum næsti maður
hjá Adolf Hansen, at Tordur
Niclassen varð uppfunnin í
politikki í 1984, tá hann
kom í tingið, valdur fyri
kristiliga fólkaflokkin í
Suðurstreymi í kapping við
Juul Jacobsen, sála, úr
Nólsoy, sum hevði sitid
valskeiðið frammanundan.
Á valinum í 1988 varð
Tordur afturvaldur í Suður-
streymi, men í 1990 flutti
hann í Eysturoynna, har
hann býr og arbeiðir.
Tordur Niclassen umboð-
aði kristiliga fólkaflokkin í
landsstýrinum á vári 1989
millum fólkaflokkin, tjóð-
veldisflokkin, sjálvstýris-
flokkin og kristiliga fólka-
flokkin.
Tað vóru fleiri, sum
mettu, at tað var óheppið
fyri kristiliga fólkaflokkin,
at Jenis av Rana var á list-
anum í Suðuroy á valinum í
1990. Sannlíkið fyri at hann
hevði verið valdur, hevði
verið væl stórri, um hann
var stillaður upp í Suður-
streymi.
Í hvussu so er á valinum
17. julí í ár varð staðfest, at
Jenis av Rana og Miðflokk-
urin eigur undirtóku í Suð-
urstreymi.
Um flokkurin fer í sam-
gongu, so verður av fleiri
mett, at Tordur Niclassen
fer í landsstýrið. Ger hann
tað, so kemur Petur Ja-
cobsen í Søldarfirdi í úngið
Hann fekk 41 atkvødur og
var næstur eftir Tord.
Tordur Niclassen 20.04.50.
Jenisav Rana 07.01.53.
Verkamannafylkingin:
Hóast veljarakanningarnar
høvdu róð fram undir, so
vóru tað neyvan fleiri, sum
roknaðu við, at verka-
mannafylkingin fór at fáa
tveir umdømisvaldar ting-
menn, ein i Eysturoy og ein
í Suðurstreymi. At treir
fingu onkran eykavaldan,
ogatein fór at verða valdur í
javnaðarvaldóminum í
Suðuroy var kanska ikki so
óvæntað.
Einki er at taka seg aftur í,
at Óli Jacobsen er stavna-
maður hjá verkamanna-
fylkingini, sum ikki sigur
seg vera nakran flokk og
ikki ynskir at taka stóðu til
politiskar spurningar út frá
sosialum og búskaparligum
fyritreytum, sum eru grund-
aðar á politiskar hugsjónir.
Enn er einki alment kom-
ið fram um, hvussu fylking-
in fer at skipa seg í tingin-
um, men tá loftmiðlarnir
hava havt samband við
fylkingina í sambandi við
samgongusamráðingarnar,
so er tað Óli Jacobsen, sum
hevur verið talsmaðurin.
Óli Jacobsen er tann ein-
asti av teimum trimum, sum
hevur verið á tingi. Hann
hevur okkurt skifti umleið
1980 verið varamaður fyri
tingmenninar hjá javnaðar-
flokkinum í Suðurstreymi.
Óli Jacobsen 21.08.43.
Kristian Magnussen
22.02.56.
Ingeborg Winther
11.05.45.
Nr. 136 — 20. JULI 1994
Síða 5
Nyvaldur er
ellisformadur
Tá nýggj tingskipan verður gjørd verður ellis-
formaðurin tann tingmaður, sum hevur sitið
longst í tinginum
Tá nývalda løgtingid í dag
klokkan 14 kemur saman,
er tað Jákup Joensen, sum
setur tingið. Tað ger hann, tí
hann er ellisformaður.
Hann fer fyrst at heita á tveir
tingmenn um at vera fyri-
bilsskrivarar, og so skal
hann skipa fyri, at valbrøv-
ini hjá ungmonnunum
verða kannað.
Eftir at tingið hevur góð-
kent tingmanningina skal
ellisformaðurin skipa fyri
vali av formanni. Jákup
Joensen verður nevyan
valdur til ingformann, og tá
annar er valdur — sannlíkt
er, at tað verður partamaður
hansara Jógvan Ingvard
Olsen — so verður formans-
skapurin mannadur við
trimum næstformonnum,
tveir tingskrivarar verða
valdir, og tær tríggjar stóru
nevndimar, figgjarnevnd-
in, fiskivinnunevndin og
marknadamevndin verða
valdar.
Tad er vanligt, at alt hetta
verdur gjørt i byrjanini av
hvørjari tingsetu, og eftir at
samgonga er skipad. Ti er
tann møguleikin til staðar,
at innan fyri ein månad fer
tingið tríggjar ferðir at skipa
seg.
Neyvan ætlað
soleiðis
Tað er sjálvsamt, at ellis-
formaðurin er nývaldur
tingmaður. Tað er ongantíð
komið fyri áður, men eftir
valið í 1990 var tað um
reppið, at Birgir Danielsen,
sum var nývaldur, var ellis-
formaður. Hann var næst-
elstur, hálvt annað ár yngri
enn Jørgen Thomsen.
Tå tingskipanin sigur, at
ellisformadurin skal seta
tingið, so man hetta verða
fyriskipað soleiðis, tí tað
verður hildið rætt, at ein
royndur tingmaður skipar
fyri.
At hetta verður broytt, tá
nýggj tingskipan skal geras
eftir at stýrisskipanarlógin
er samtykt, er einki at ivast
í. Ætlanin er, at ein nevnd
mannað við formonnunum
fyri flokkarnar á tingi og við
fyrrverandi tingmonnum
skal gera uppskot um
nýggja tingskipan. Fyrrver-
andi tingformenninir eru
Jákup Lindenskov, Agnar
Nielsen, Jógvan Sundstein,
i
Be
Annfinn Kallsberg og Lasse
Klein.
Broytingin verdur helst,
at tað verður tingmadurin,
sum í drúgvast áramál hev-
ur sitid í tinginum, er ellis-
formaður. Hevdi tann skip-
anin verið galdandi, so
hevði Jógvan Ingvard Olsen
verið ellisformaður. Hann
hevur sitið í tinginum í 24
ár. Eingin annar í nývalda
tinginum hevur sitið so
leingi.
BIL PAKKAR
2 vaksin og 2 børn + bil
Aftur og he
1.620
Tad er annars sjålvsamt,
at triggir av teimum fýra
elstu = tingmonnum eru
nýggir í tinginum. Jákup
Joensen er knapt 65 ára
gamal og elstur, Jógvan
Ingvard Olsen er 10 mán-
aðar yngri, og so koma aftur
tveir = nývaldir: Álvur
Zachariassen er 63, og Ivan
Johannesen er 60 ára gamal.
BIL PAKKAR
4 vaksin + bil.
Aftur og fram
2.980 |
STRANDFARASKIP LANDSINS