mikudagur 20. juli 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Teir
Tátingfundurin verður sett-
ur seinnapartin í dag, fara
vit fyri fyrstu ferð at síggja
eina tingmanning, sum
gongur í átta bólkum. Tað
plagar ikki at verða gott
tekin, tá grindin gongur í ov
nógvum bólkum, og tað eru
fleiri, sum væntað, at ný-
valda tinginum verður ikki
langt lív lagað.
Hvussu tað verður við tí,
er í fyrsta umfari tengt at,
um ein samgonga fæst upp
at standa. Tá tað er komið
undir land, verður áralagið í
samgonguni avgerandi fyri,
um samgongan situr val-
skeiðið út, ella um døpru
spádómamir um nýval
kanska longu í 1995 gerast
veruleiki.
Ungt ting
Niðanfyri sæst, hvussu
gamlir tingmenninir eru.
Merkisvert er, at tann stórra
helvtin er fødd eftir at Før-
oyar vórðu hersettar undir
krígnum. Tað vil siga, at tal-
an er um eitt nýtt ættarlið,
sum ikki minnist krígsárini
og heldur ikki tungu fimti
árini, tá Sjóvinnubankin
tvær ferðir fór av knóran-
um.
Vit síggja, at miðflokkur-
in hevur lægst miðalaldur.
Bæði fólkaflokkurin og
javnaðarflokkurin yngdust
rættiliga nógv á valinum
hesa ferð, tí fleiri av teimum
eldru og garvaðu tingmonn-
unum ikki stillaðu upp aft-
ur, ella teir ikki vórðu valdir
aftur.
Um tað er fyrimunur ella
ikki, at fleiri av eldri og
kendu andlitunum ikki eru í
tinghúsinum, tá tingið verð-
ur sett í dag, kann hin ein-
staki gera sær sínar meting-
ar um. Undir øllum umstød-
um er tað veljarin, sum hev-
ur sett tingið saman.
Fólkaflokkurin:
Hóast Óli Breckmann bara
er 46 ára gamal, so er hann
millum royndastu ting-
menninar. Hann varð
Nr. 136 — 20. JULI 1994
stevna saman
seinnapartin í dag
valdur inn á ting fyrstu ferð
í 1974, og hann er valdur
aftur hvørja ferð síðani.
Óli Breckmann hevur
ongantíð verið landsstýris-
maður. Hann varð valdur í
fólkatingið á valinum, sum
var 1984, og hann er valdur
aftur hverja ferð síðani.
Fólkafloksmaðurin, sum
kemur Óla Breckmann næst
í áramáli á tingi, er floks-
formaðurin Anfinn Kalls-
berg. Hann varð valdur
fyrstu ferð í 1980, tá Hákun
Djurhuus ikki stillaði upp-
aftur í Norðoya valdømi.
Annfinn Kallsberg hevur
verið í landsstýrinum tvær
ferðir: 14. februar 1983
loysti hann Olaf Olsen av í
landsstýrinum, sum sam-
gongan millum sambands-
flokkin, fólkaflokkin og
sjálvstýrisflokkin mannaði.
Landsstýrið sat til eftir valið
í 1984. 18. januar 1989 varð
Annfinn Kallsberg valdur í
landsstýrið, sum fólka-
flokkurin, tjóðveldisflokk-
urin, sjálvstýrisflokkurin
og kristiligi fólkaflokkurin
skipaðu.
Tá samgongan skrædn-
aði, og fólkaflokkurin var
við at skipa nýggja sam-
gongu 22. juni sama ár
loysti Olaf Olsen Annfinn
Kallsberg av í landsstýrin-
um.
Annfinn Kalsberg
19.11.47.
Kjartan Joensen 01.11.47.
Óli Breckman 30.03.48.
Bjami Djurholm 19.03.57.
Jørgin Niclassen 17.01.69.
John Petersen 08.09.48.
Sambandsflokkurin:
Jógvan Ingvard Olsen varð
fyrstu ferð valdur á ting fyri
sambandsflokkin í Eystur-
oy í 1970, og hann er valdur
aftur hvørja ferd sidani. Tad
er serliga á Toftum, at Jógv-
an Ingvard Olsen fær nógv-
ar atkvødur. Fadir hansara,
Jens Christian Olsen, var
eisini tingmadur fyri sam-
bandsflokkin. Hann doyði
20. november í 1963, og tá
hevði hann sitið í tinginum í
20 ár.
Tey 24 árini í tinginum
gera Jógvan Ingvard Olsen
til mest roynda tingmannin
hjá sambandsflokkinum. Í
landsstýrinum, sum varð
skipað á sumri 1989 millum
fólkaflokkin, sambands-
flokkin og tjóðveldis-
flokkin, var Jógvan I. Olsen
landsstýrismaður í fiski-
vinnumálum.
Jógvan Ingvard Olsen
hevur verið í formansskap-
inum í tinginum seinasta
valskeiðið, og tað kann væl
hugsast, at sambandsflokk-
urin hevur toftamannin í
uppskoti til formann seinna-
partin í dag.
Hóast hann í hesum um-
farinum er nývaldur, so er
Ivan Johannesen tann av
sambandsmonnunum, sum
hevur næst longstu roynd-
irnar í løgtinginum. Hann
var valdur fyrstu ferð í 1978
og sat í tíggju ár. Á valinum í
1988 og í 1990 var hann ikki
valdur. Hann var lands-
stýrismaður í sama lands-
stýri sum Jógvan Ingvard
Olsen. Ivan Johannesen
hevði fíggjarmál um hendi í
tí landsstýrinum.
Edmund Joensen 19.09.44.
Jógvan I. Olsen 08.07.30.
Maria Hansen 10.11.39.
Bjørn á Heygum 04.01.54.
Lisbeth L. Petersen
28.02.39.
Finnbogi Arge 06.09.55.
Ivan Johannesen 28.06.34.
Jåkup Joensen 21.09.29.
Javnaðarflokkurin:
Fyrstu ferð Vilhelm Jo-
hannesen, sum nú er roynd-
asti javnadartingmadurin,
kom upp í landspolitikk var
19. november 1979, tá hann
loysti Jákup Lindenskov av
í landsstýrinum, sum javn-
aðarflokkurin knøpp tvey ár
framman undan hevði
myndað saman við fólka-
flokkinum og tjóðveldis-
flokkinum. Jákup Linden-
skov var tá valdur í fólka-
tingið, har hann avloysti Jo-
han Nielsen.
Vilhelm Johannesen varð
valdur á ting í november
1980, og hann er afturvaldur
hverja ferð síðani. Í lands-
stýrinum, sum varð skipað
eftir valið í 1984, umboðaði
Vilhelm Johannesen saman
við Atla Dam javnaðar-
flokkin. Hinir samgongu-
flokkarnir vóru tjóðveldis-
flokkurin, sjálvstýrisflokk-
urin og kristiligi fólkaflokk-
urin.
Tá hugsað verður um ára-
mál í tinginum bar seinasta
val stórt umskifti við sær hjá
javnaðarflokkinum. Jákup
Lindenskov hevði verið
nógva av tíðini síðani 1958 í
tinginum, og Atli Dam
hevði verið alla tíðina síðani
1970 í tinginum, burtursæð
frå tá varamaður røkti sess-
in, meðan Atli Dam var løg-
maður.
Næstroyndasti tingmað-
urin hjá javnarflokkinum er
Henrik Old, sum kom á ting
í 1984 og hevur verið aftur-
valdur hverja ferð síðani tá.
Marita Petersen og Jógvan
Adolf Johannesen hava
verið vald síðani 1988, og
Jóannes Eidesgaard var
fyrstu ferð valdur í 1990.
Vilhelm Johannesen
04.08.42.
Marita Petersen 21.10.40.
Jógvan A. Johannesen
20.07.36.
Jóannes Eidesgaard
19.04.51.
Hendrik Old
20.06.47.
Sjálvstýrisflokkurin:
Tað eru ikki nógvir flokkar,
sum hava havt so skjótar og
stórar útskiftingar, tá tað
ræður um manningina í
fremstu rød, sum sjálvstýr-
isflokkurin hevur havt sein-
astu árini. Á valinum í 1990
stillaði Hilmar Kass íkki
uppaftur. Hann var fyrstu
ferð valdur í 1966 og var
formaður floksins á tingi
árini eftir tað.
Asbjórn Joensen varð
afturvaldur í 1990, eftir at
hann hevði verið úti stutta
valskeiðið frá 1988 til 1990.
Saman við Asbirni vórðu
Lasse Klein og Helena Dam
á Neystabø vald.
Av teimum trimum er
bara Helena Dam á Neysta-
bø eftir í flokkinum. As-
bjørn Joensen doyði tíðliga
í ár, og Lasse Klein tók seg
úr flokkinum undan valin-
um. Karl Heri Joensen kom
í tingið sum nýtt umboð fyri
Norðoyggjar, men hann
varð ikki afturvaldur. Álvur
Zachariassen varð valdur í
hansara stað. Flokkurin
fekk einki umboð í Eystur-
oy, og í Suðurstreymi kom
Helena Dam á Neystabg inn
sum eykavald. Hon var
fyrstu ferð vald í tingið á
valinum í 1990.
Um sjálvstýrisflokkurin
fer í samgongu, verður He-
lena Dam á Neystabø av
fleiri mett at vera floksins
boð upp á landsstýrissess.
Um tær metingarnar halda,
kemur Ronald Poulsen í
tingið. Hann var næstur á
sjálvstýrislistanum í Suður-
streymi.
Meðan sjålvstyrisflokk-
urin hetta seinata stíva árið
hevur verið í samgongu,
hevur Bergur Jacobsen røkt
landsstýrissessin. Hann var
á listanum í Norðoyggjum
hesa ferð, men bara 23
norðoyingar góvu honum
sína atkvødu.
Álvur Zachariassen
05.06.31.
Helena Dam á Neystabø
10.12.55.
Tíðindablaðið
Tjóðveldisflokkurin:
Finnbogi Ísakson er for-
maður í tjóðveldisflokkin-
um, og hann er samstundis
tann — bæði í tjóðveldis-
flokkinum og í tinginum
sum heild — sum fyrst varð
valdur á ting. Longu í 1966
varð hann sum 23 ára gamal
valdur á tjóðveldislistanum
í Norðoya valdømi, og har
varð hann afturvaldur
hvørja ferð, til hann á
valinum í 1984 ikki stillaði
upp aftur.
Finnbogi Ísakson var á
listanum hjá tjóðveldis-
flokkinum í Suðurstreymi í
1988, men honum eydn-
aðist ikki at verða valdur í
fyrsta umfari.
Finnbogi var landsstýris-
maður í samgonguni mill-
um fólkaflokkin, javnað-
arflokkin og tjóðveldis-
flokkin, sum sat frá januar
1975 úl eftir valið í 1978, og
eftir valið í 1990 gjørdist
Finnbogi landsstýrismaður
í samgonguni, tjóðveldis-
flokkurin skipaði saman við
fólkaflokkinum, sjálvstýr-
isflokkinum og kristiliga
Canon
eet dt
E 3007;
POP-UP LIGHT
8mm VIDEO CAMCORDER 1: ;