Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juli 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 136 — 20. JULI 1994 Síða 13 Tíðindablaðið (37 Danida-fólk kanna Tórshavnar Skipasmiðju áðrenn teir gera sáttmála um nýbygning Tilboðið er so ótrúliga biligt Fólk frå Danida eru í Føroyum og kanna eitt tilboð, Tórshavnar Skipasmiðja hevur givið uppá ein nýbygning. Tilboðið er so ótrúliga bíligt, at teir vilja tryggja sær, at alt er í lagi... Men verður sáttmálin undirskrivaður, fáa 40 mans arbeiði í eitt hálut ár Danida er ein almennur danskur felagsskapur, sum veitir stuðul til lond í triðja heiminum. Hann fær uml. 8,5 mia. kr. um árið at arbeiða við, og tær verða nýttar til alskyns endamál. Herfyri var so avgjørt, at Danmark skuldi lata Tailan- di eitt sonevnt »umhvørvis- skip<. Tað skal nýtast til at reinsa olju av sjónum, tá óhapp henda. Tá avgerðin um stødd og slag av skipi var tíkin, bleiv biðið um tilboð frá skipa- smiðjum. Nógv lægsta tilboð Og Danida fekk fleiri tilboð uppá byggingina av hesum skipi. Tað hægsta var uppá 24 milliónir. Tað næst lægsta var uppá 18 milliónir. Og tað lægsta átti Tórshavnar Skipasmiðja. Tað var uppá 14 milliónir... Kanna umsteðurnar - Men kortini er tað ikki givið, at skipasmiðjan fær sáttmálan, tá av tornar, siga Alfred Mønster og Jørgen Petersen frá Danida. Teir komu til Føroya mánadagin at kanna tað til- boð, skipasmiðjan hevur givið. - Í tilbodnum vit fingu, stóð bara sjálvur prísurin. Nú fara vit at hyggja nærri at teimum ymisku pørtun- um í teirri kostnaðarætlan. skipasmiðjan hevur gjørt, siga teir. Merkiliga bíligt Men hví skulu teir tað? Er tað ikki Skipasmiðjan sum hevur ábyrgdana av tí, um prísurin ikki kann haldast. - Jú, tað er tað sjálvsagt, siga teir. Men hetta er bara so ótrúliga bíligt. Vit høvdu sjálvir mett, at skipið fór at kosta einar 20 milliónir. Og tað hægsta tilboðið var jú uppá 24 milliónir. Tí vilja vit fegnir hyggja nærri at hesum Umframt at hyggja nærri at kostnaðarætlanini, hava menninir hugt at umstødu- num á skipasmiðjuni og at øðrum skipum, smiðjan hevur gjørt. - Vit fara gera eina rapport, sum skal vera grundarlag fyri eini meting Í 1% Tilboðið hjá Tórshavnar Skipasmidju er nógv bíligari enn onnur tilboð. »Orsøkin má vera, at vit eru effektivari«, sigur Poul Mohr av, um smiðjan veruliga er fór fyri at gera skipið fyri henda prís, siga teir. Teir vilja ikki siga hvat teir halda, men teir siga seg hava fingið svar uppá tað, teir ynsku at fáa at vita. Avgerð um tveir mánaðir Tá rapportin hjá teimum báðum er skrivað, verður hon latin øðrum fólki í Danida at taka stóðu til. Alfred Monster og Jórgen Petersen siga seg vænta, at Tórshavnar = Skipasmiðja fær endaligt svar um einar tveir mánaðir. Poul: Vit eru effektivir! Poul Mohr hevur bara eina forkláring uppá, hví skipa- smiðjan er so nógv bíligari enn aðrar: - Tað kann ikki vera annað, enn at vit eru effektivari enn aðrir, sigur hann. Tað er klárt: Tann, sum er effektivast, er eisini biligast! Verður endin at Tórs- havnar Skipasmiðja fær henda sáttmálan, so fer tað at geva einum 40 monnum arbeiði í eitt hálvt ár. S-S- Eitt ødrvisi ting Um alt landið var eitt valdømi, høvdu umboðini framvegis komið úr óllum teimum verandi valdómunum Tað hevur verið uppskot frammi í løgtinginum um at broyta vallógina soleiðis, at alt landið var í einum val- dómi í staðin fyri tey sjey valdømini, sum nú eru. Uppskotið vann íkki frama, men tað er áhugavert at hyggja at, hvussu flokk- arnir høvdu verið umboð- aðir í tinginum, um Føroyar hevði verið eitt valdømi hesa ferð. Sjálvsagt hevði so mangt verið ødrvisi, um alt var í einum. T.d. høvdu tað verið færri valevnir á hverjum lista, og einki er at ivast í, at fólk høvdu atkvøtt eitt sind- ur gørvísi — kanska ikki tå tað ræður um flokkarnar, men tey høvdu innanflokka samlað seg um einstakar persónar í ymsu støðunum kring landið. Taðer heldur ikki langt av leið at rokna við, at bygda- menn í hevuðsstaðnum í stórri mun høvdu valt bygd- armenninar hjá sær kring landið, heldur enn at fólk kring landið høvdu valt val- evni í Havnini. Um tingmannabýtið hevði verið tað sama sum á valinum 7. juli, so høvdu fýra útskiftingar verið í tinginum í mun til tey, sum í dag finna sær sess í ting- húsinum. Try valdømi høvdu fingið ein tingmann færri. Tey eru Norðoyggjar, Vágar og Sandoy, altso trý av teimum smáu valdømunum. Men Norðstreym, sum eisini tel- ist millum tey smærru, hevði fingið ein tingmann afturat, og Eysturoyggin hevði fingið tveir afturat. Sudurstreym og Suður- oyggin høvdu fingið sama tingmannatal, men eitt skifti hevði verið innahýsis í Suðuroynni. Utskiftingarnar Í fólkaflokkinum nevdi ver- ið ein broyting. Jógvan á Lakjuni í Fuglafirði hevði verið tingmadur í staðin fyri Jørgin Niclassen. Jógvan fekk 155 atkvødur, meðan Jørgin fekk 114. Í hesum førinum hevur tað sjálsagt stóran týdning, at veljaratalið í Eysuroynni er fleiri ferðir stórri, enn tað er í Vágum. Sambandsflokkurin hevði eisini fingið ein nýggjan tingmann, og Eyst- uroyggin hevði í stórri mun fingið gagn av, at valdómið er háborgin hjá sambands- flokkinum. Umframt Edmund Joen- sen og Jógvan Ingvard Olsen hevði Atli Hansen í Gøtu komið í tingið. Hann hevði avloyst Jákup Joen- sen, sum varð valdur í Suð- uroy. Atli Hansen fekk 199 atkvødur, meðan Jákup Joensen fekk 150 atkvødur. Atkvødutalid hjá Jákupi Joensen hevði heldur ikki verið nóg mikið til at vera fyrsti eykamaður, tí bæði Jákup Lamhauge í Runavík og Jóhannes Martin Olsen á Strondum fingu fleiri at- kvødur í Eysturoynni, og Pauli Ellefsen í Suður- streymi fekk eisini fleiri. Persónligu atkvødutølini hjá hesum vóru ávikavíst 169, 168 og 162. Tveir aðrir javnaðarmenn Tveir av teimum fimm javnaðarmonnum høvdu verið skiftir út, um Føroyar var eitt valdømi. Vilhelm Johannesen við 141 og Jógvan Adolf Johnnesen við 115 atkvødum høvdu verið ov stuttir. Í staðin høvdu Suðuroy og Nordurstreym fingið menn inn. Sverri Midjord fekk 200 atkvødur og hevði Sverri Midjord og Thomas Arabo vóru báðir í nýggja løgtinginum, um Føroyar vóru eitt valdømi við valinum staðfest Suður- oynna sum javnaðarhá- borgina. Hin tingmaðurin hevði verið Tummas Arabo, sum fekk 176 persónligar atkvødur. Hjå hinum flokkunum hevði eingin broyting verið í tingumboðanini.