Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juli 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FRÆLSI- JAVNAÐUR - BRØDRALAG 67. ÁRGANGUR - rgdarbiadstjåri: Miller Biaðfóik. Randi Jacobsen - Dagny Útgevar P/1 Søslalurin Bústaður Argjavegi 26 | Postad:.. Postsmoga 76 Any FR Kríslan Dan Joensen - Torfinn Smith - | Uopseing P/T Saslalurin .Argjum 110Térshavn Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Hilmar Jan Hansen - Prent PM Pressan 1981 | Tesíon. 11820 Talefar: 14720 Stýrisskipanar- lógin eigur at verða avgreidd Í GJÁR helt legtingið sín fyrsta fund aftan á løgtings- valið 7. juli. Við hesum er tann fyrsta tingsetan í hesum val- skeiðnum eisini byrjað. Or- sakað av at ein onnur nýggj tingseta byrjar Olavsøkudag verdur hetta ein sera stutt seta. NÝGGJ tingseta byrjar altíð við vali av formansskapi og við vali av teimum stóru føstu nevndunum. Veljast skulu løgtingsformadur, triggir næstformenn, tveir skrivar- ar, figgjarnevnd, marknadar- nevnd og fiskivinnunevnd. I sambandi við hesi valini kunnu flokkarnir á tingi skipa seg í valbólkar. Í skriv- andi létu vita vit tó onki um slíkar bólkar. ORSØKIN til hesa fyrstu og stuttu tingsetuna er tann at fáa valbrøvini góðkend áðr- enn 6lavsøku, soleiðis at tað verður eitt endaliga góðkent løgting, sum mannar skrúð- gonguna úr tinghúsinum om- an í Dómkirkjuna 6lavsøku- dag. Men ein nýggj tingseta nú førir eisini vid sær, at løg- tingið má taka nýggju stýris- skipanarlógina til viðgerðar og avgreiða hesa áðrenn hendan tingsetan endar REGLURNAR, sum eru galdandi, tá nýggj stýrisskip- anarlóg skal samtykkjast ella tá broytingar skulu gerast í lógini, eru tær, at lógin fyrst skal samtykkjast av einum legtingi. Síðani skal løgtings- val fara fram og tá skal lógin verða samtykt í óbroyttum líki. Og hendan staðfesting av stýrisskipanarlógini skal fara fram í tí fyrstu tingsetuni aft- an á valið. GAMLA løgtingid samtykti stýrisskipanarlógina við stór- um meiriluta. Um lógin verð- ur broytt í tinginum nú ella ikki avgreidd áðrern ólav- søku, fellur lógin burtur og kann ikki koma í gildi fyrr enn í fyrsta lagi aftan á nýtt val hevur verið til Føroya Løg- ting. TAÐ hevur tí stóran tydning at stýrisskipanarlógin verður vidgjørd og avgreidd nú. Av øllum alvi vil javnaðarflokk- urin á tingi virka fyri, at hetta verður gjørt, soleiðis at nýggja stýrisskipanarlógin kann koma í gildi frá ólavssku 1995 sum ætlað. vj - ein misskiljing - Tað eru komnir menn inn á Ting, sum eg eri líka bangin fyri sum fyri einum fanatiskum muslimi, skrivar David Johannesen, sókn- arprestur, m.a. Viteru mong í hesum landi, sum óttast ta kristnu funda- mentalismuna. Funda- mentalisman trýr á eina bók, nevniliga Bíbliuna, og ikki á ein persón, jesus kristus og kærleika hansara til okkara. Fundamental- isman ger Bíbliuna til eina nýggja lóg, sum skal smoyggjast niður yvir gll menniskju—um tey viljatað ella ikki. Tí fundamentalist- urin heldur seg altíð hava rætt. Hann trýr á bókstavin. Men tað er ein kristin sann- leiki, sum sigur, at bókstav- urin drepur, men andin lívg- ar. Vitskulu ikki gera Bíbli- una til eina lóg, til eina kókibók. Og tað er okkara tråarbøtari, Martin Luther, sum ávarar ímóti at gera jesus til ein Móses. At gera Evangeliið til eina nýggja lóg, sum ein skal liva eftir og verða dømdur eftir. an. Arbeiða fyri tí góða, har vit eru sett at virka. Kristin fundamentalisma og muslimsk fundamental- isma eru so líkar. Tær gera alt til lóg og tilbiðja bók- stavin, tað einstaka versið í Bíbliuni. Og um teir mót- siga sær sálvum, so ger tað einki. Tí—sum teir siga — tað stendur í Bíbliuni. Og tað mest vandamikla við funda- mentalismuni er, at hon ynskir eitt autoritert samfe- lag. Vitliva í ringum tíðum í dag. Og vit eiga at ansa eft- ir, at ikki ein >sterkur mað- ur< tekur valdið. Funda- mentalisman leggur upp til einaræði. Og eg ræðist einki verri enn tað. Vit prædika soleiðis ikki bókstavin í Bíbliuni, men at liva eftir andanum í henni — kærleik- ans anda. Tað er ikki satt, at Jensis av Rana livir nærri Gudi enn so mong onnur. Fundamentalisman tey somu halda fram bygning og maskinur í fútarættinum, eftir P/F Tór Plast, ið fór í lik- viðatión fyrr í ár. Tað Jóan Magnus Olsen. Nýggja felagið ætlar Vestmenningar kýta seg við við at framleiða plastvørur á virkinum, sum skal hava at leggja dent á at fåa Vestmanna tykist aftur — størri lut í heimamarkn- vera komin í fasta legu. | aðinum, samstundis 9. juni í ár ognaði eitt sum tey kanna útflutn- nýttpartafelag, P/F Vest ingsmøguleikarnar. Pack, sær framleiðslu- Felagið skal hava nýtt andlit, nýtt búmerki og nýggjan innpakning til vørumar. Partapeningurin í P/F hevur eisini eydnast Vest Pack er 2,5 mið. nýggjafelagnumatogna krónur. sær goymslubygning og Tey í P/F Vest Pack aðrar maskinur frå óðr- ivast ikki í, at virkið nú um trotabúgvum. hevur góðar møguleikar Tá Tór Plast steðgaði, at bera sef, tí parta- leigaði P/F Hera Plast peningurinersonógvur, virkið. Tað var alt og ikki so nógv skal til starvsfólk, og tey halda sum ådurav svara hvørj- øll fram. Stjóri á virk- um sitt. Tey vóna, at inum er Súsanna Thast- virkið nú og í framtíðini rup, og rakstrarleiðarar verður eitttrygtarbeiðs- eru Siggert Nielsen og pláss hjá vestmenn- ingum. Fundamentalisman er ein stór misskiljing av Bíbliuni. Og undirritaði er líka so bangin fyri eini >kristnari fundamentalismu< sum eini muslimskari funda- mentalismu. Tað eru komn- ir menn inn á Ting, sum eg eri líka bangin fyri sum fyri einum fanatiskum muslimi. Hesir menn lesa Bíbliuna sum muslimar lesa Koran- ina. Og tað er vandamikið. Hvat eigur so at eyðkenna ein kristnan? Jú, tað er kær- leikin til Gud og næstan. Meir er ikki neyðugt at vita til frelsu. Ein kann nevnliga vera ein góður kristin, um ein ikki nevnir jesus í hvørj- um setningi. Tað ræður ikki um at nevna jesus-navnid so og so ofta, men at elska hann vid at elska næstan. Vit eru sum kristin sett at ar- beida fyri rættvisi, sann- leika og kærleika. Tad mega vit gera hvør í sínum lagi. Nei, sum kristin skulu vit ikki endiliga nevna jesus so og so ofta, men gera so sum hann sigur, og tað merkir, elska Gud og næst- Eg vil ávara øll kristin í Føroyum móti hansara fundamentalismu. Hon er ein misskiljing av Bíbliuni, og ein avsporing av kristnu trúnni. Miðvágur 20. juli 1994 David Johannesen sóknarprestur Kvinnuráðstevnan ALLAR kvinnur eru vælkomnar í Mettustovu fí sambandi við fyrireikingar til kvinnuráðsteynuna FORUM 94 í Ábo 1.-6. august 1994. Opið er hvert mikukvøld kl. 20-22. Telefon: 16938/12880 og í faks: 12545. og -