hósdagur 21. juli 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (SF
Taðer við piprandi hjarta, at
handilmenn í Havn bíða
eftir at p/f SMS verður san-
erað næsta mikudag.
Ein fyrispurningur í
handlum í SMS og í mið-
býnum geva ábendingar um
framtíðina fyri handilslívið
í Havn: - Tað verður sum
ein ketureaktión, og fær av-
leiðingar fyri allar handlar í
býnum, sigur ein.
- Tað er ikki so stórur
vandi fyri okkum uttan fyri,
tí p/f SMS megnar ikki at
svara hvørjum sítt meir enn
eina tíð frameftir. Frágreið-
ingin er, at húsaleigan í
SMS er sett eftur vinningi-
num í 80'unum. Er hon
grundarlagið undir saner-
ingini, so kann eingin hand-
il bera í dag.
Ymsar leigusáttmálar
Hinir handilsmenninir
býnum ynskja seg ikki í
somu stóðu sum SMS, men
teir eru bangnir fyri, hvussu
fyritøkan eftir saneringina
fer at reka handilsvirksemi.
Eingin veit rættiliga,
hvussu nógvir handlar í
SMS eru undir partafelag-
num, heldur ikki teir handl-
ar, sum leiga í SMS.
Nógvir handlar hava ver-
ið har í fleiri ár, men teir
hava ikki eins leigusátt-
mála. Heldur eingin veit,
hvussu nógv hvort leigumål
kostar. Felags er tó, at
handlarnir hava bundið seg
til felags lýsingar í SVF, um-
framt at tey eru felags um
onnur tiltøk. Hetta kostar
fyritøkunum hópin av pen-
ingi. Leiðslan hevur ikki
greitt teimum frá, hvussu
viðurskifitini at reka handil
í SMS verða, eftir sanering-
ina.
Ein handilsmaður sigur
við Sosialin um tíðindini í
SvF, at SM skal sanerast
við 100 mió. krónur: - Tann
upphæddin røkkur als ikki.
Eftir hvat eg havi fingid
upplyst, er talan um 190
mió. krónur.
Stúra fyri framtíðini
Handilsmaðurin stúrir fyri,
at tá fer prioriteringsskuldin
hjá fyritøkuni niður í lítið
og einki. Hann torir ikki at
hugsa sær, hvat SMS tå
kann bjóða viðskiftafólku-
num.
Hesin handilsmaður sig-
ur, at hann kann tosa fyri
allar handlarnar í Havn. Tað
verður neyvan livandi hjá
ødrum handlum, um skuld-
in hjá SMS verður so nógv
niðurskrivað.
Eitt nú Miklagarður, sum
er ein stórur partur av fyri-
tøkuni, verður mett at fáa
einar 95% av vøruni frá F2-
ver í Danmark. Eingin hev-
ur hoyrt um. at hesin
handilsfelagsskapur = vil
taka við 75% av skuld. Um
Favgr eisini frameftir vil
lata Miklagarði verur, er
spurningur, sum er ósvarað-
ur.
Annars sigur hcilsølu-
fólk, at SMS hevur goldið
p/f SMS í skiftirættin mikudagin:
Ein bumba undir
handlunum í Havn
- Alt meðan handilsheimurin liggur í andaleypi, verður
landsins stórsta handilsfyritóka sanerað fyri einar 190
mió. krónur. Tað fær avleiðingar fyri allar handlar í Havn,
sigur ein handilsmaður
sínar rokningar rættstundis.
Hóast nógvir hava mist
hópin av peningi, í mun til
hvussu stórar fyritøkurnar
eru, soer tað gagnligari, enn
um SMS fór á húsagang.
Allar fyritøkur, sum vit
tosaðu við, lata framvegis
verur til SMS.
Ein fyrispurningur til
handlar í miðbýnum og
aðrastaðni gevur eina mynd
av, hvussu handilslívið í
Havn kann hugsast at verða
merkt av saneringini í SMS:
- Viteru bangin fyri fram-
tíðini. Nú kann SMS leggja
harðliga út í kappingini, tí
teir seljanógv biligari vørur
enn vit, sigur ein.
Knokkroyta hini
handilstolkini
- Hvussu skal gangast van-
liga handilsmanninum, tå
bankin er lagaligari móti
teimum, sum skylda so
nógv? sigur annar.
- Vit hava valt ikki at hava
nakra almenna meining um
saneringina av SMS, tí tað
broytir einki um okkara við-
urskifti. Vit hava nóg mikið
at berjast fyri í royndini
yvirliva hvønn dag, er ein
onnur viðmerking.
- Hetta er ein sera ómoral-
skur og ódámligur handil.
Hevdi SMS farið á húsa-
gang, so høvdu vit vissu
fyri, hvar vit flutu.
- Sum nú er, kunnu vit
vænta okkum alt. Bankarnir
knokkroyta handilsfólk,
sum royna at svara hvørjum
sítt, samstundis sum teir
verja SMS. Tað lønar seg at
skyldaalt ov nógv, tí so hev-
ur bankin ikki ráð at lata
fyritøkuna fara á húsagang.
Sosialurin vildi havt eina
viðmerking frá Hans
Mortensen, stjóra í SMS,
men hann er
burturstaddur í
summarfri. Ivan Højer
Jensen, leidari i
Miklagardi, hevdi onga
viðmerking júst nú
Nr. 137 — 21. JULI 1994 |
Sida 3
- Orsøkin til at p/f SMS
ikki er farið á húsagang er
tann, at tríggjar fyritøkur
eiga 60% av skuldini.
Hetta eru tvey kreditfeløg
og Føroya Banki. Vilja hesir
ikki, at SMS skal fara å
húsagang, er bert gjalds-
stedgur og seinni sanering
til at taka.
- T.v.s., at Skatt- og Toll-
stovan og hervið eisini
skattaborgarnir enn eina-
ferð mugu gjalda gildið, sig-
ur ein annar.
Aftur á húsagang
um eini trý ár
- Tað er bert væl, at SMS
verður sanerað. Fór tað á
húsagang, so hevði verið
verri hjá hinum handlunum,
ti tá noyddust øll at kappast
á jøvnum føti.
Við at sanera skuldina
bøtir tað bert um støðuna í
eini try år. so fer SMS aftur í
gjaldssteðg.
- Veruleikin er tann, at
húsaleigan hjá handlunum
SMS ikki er lækkað í nógv
ár. T.v.s. at húsaleigan er
sett eftir vinninginum í
80'unum. Tað megnar eing-
in handil at liva við í dag.
- Annar fyrimunur er, at
handilshølini í býnum eru
vorðin so nógv bíligari í
hesum tíðarskeið. Tað bøtir
um kappingarførid á annan
hátt.
Bert førir tað við sær, at
teir handla, sum leiga í
SMS, ikki fáa nakran bata,
um SMS verður sanerað.
- Soerberteitt at gera, um
vit ikki fáa lægri húsaleigu.
Taðer at flyta úr SMS, sigur
eitt handilsfólk.
Annar serkønur í handils-
viðurskiftum sigur, at tað er
ein spurningur, um p/f SMS
er ført fyri at fóta sær, hóast
ógvusligu niðurskriving-
ina.
- Er saneringin sett eftir
núverandi húsaleigu, er tað
ein spurningur um fyritøkan
fær nóg mikið inn at svara
hvgrjum sítt. Eingin handil
svarar seg, sum hevur somu
húsaleigu í dag, sum fyri
bert fáum árum síðani, sigur
ein handilsmaður.
Mikudagin verður fundur
í skiftirættinum, har p/f
SMS eftir ætlan verður san-
erað niður í 25% av núver-
andi skuld.
Dagny