fríggjadagur 22. juli 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (NH
=
*
Jens Helgi Toftum, Sámal Johansen, Ronnie Thomassen og Høgni Hoydal, sum hava verið við til at fyrireika
ráðstevnuna.
Samstarv við
tey lond, sum
likjast okkum
Fólk úr 9 londum, hvørs trupulleikar líkjast okkara, stevna í
komandi mánaði til Føroya á rådstevnu. Endamálið er at læra av
mistøkum hjá hvør ødrum, og at fáa í lag bæði samband og
samstarv millum hesi lond. Øll áhugað eru vælkomin at vera við
Eitt nýtt og dynamiskt
samstarv millum tey norð-
urlendsku fiskivinnusam-
feløgini.
Hetta er tað, sum vónandi
spyrst burturúr eini stórari
ráðstevnu, sum hildin
verður í Norðurlandahúsi-
num 8. til 13. august.
Málið er stórt - men hetta
er eisini størsta stevna av
sínum slag, sum nakrantíð
er hildin í Føroyum.
Úr 9 sørum londum
Luttakarar verða úr ikki
færri enn 9 ødrum londum:
Grønlandi, Íslandi, Noregi,
Danmark, Svøriki, Finlan-
di, Canada, Fraklandi og
USA.
Tey, sum koma, verda
fyrst og fremst fólk, sum
hava gjørt seg galdandi í tí
politiska, búskaparliga, og
vinnuligakjakinum í hesum
londum.
Mugu samstarva
Orsgkin til at fyrireikarar-
nir hava tíkið stig til
ráðstevnuna, er, at teir halda
tað vera alneyðugt at vit
bóta um bæði samskifti og
samstarv við tey lond - og
teir landspartar í stórri
londum - sum eru í somu
stóðu sum vit.
- Tey, sum koma, koma
ikki við ordrum og lidnum
loysnum, soleiðis sum tær
donsku > embætismanna-
nevndir, vit eru von vid,
siga teir.
- Hetta eru fólk sum
standa í somu stóðu sum vit,
og bæði eru áhugað í at læra
og at læra frá sær.
Fimm tema
Ráðstevnan verður býtt í
fimm partar:
1) Hvussu rgkja vit best
okkara fiskastovnar?
2) Hvussu fáa vit mest
fyri okkara råvøru?
3) Hvussu samvinna vit
best við hver annan og við
aðrar marknaðir - serliga
ES?
4) Hvørjar møguleikar
hava vit fyri at skipa okkara
egnu framtíð?
$) Hverjar royndir hava
tey einstøku londini/lands-
partarnir gjørt?
Síðsta dagin verður so ein
stórur almennur fundur.
Har verður tikid samanum,
og tað týdningarmesta av tí,
sum fram er komið, verður
lagt fram.
Føroyar á altjóða
dagsskránna
Fyrireikararnir hava
brúkt fleiri mánaðir til at
leggja stevnuna til rættis.
Men hví halda teir tað
vera so týdningarmikið at
útlendingar koma higar at
kunna seg um okkara
viðurskifti?
- Orsøkin er, at vit á hen-
dan hátt kunnu nýta sak-
kunnleikan og royndirnar
hjá londum, sum líkjast
okkum - á sama hátt, sum
tey kunnu fáa gagn av
teimum royndum, vit hava
gjørt, siga teir.
Sum dómi nevna teir tær
umsetiligu kvoturnar.
- Her koma fólk, sum øll
hava gjørt sínar royndir, og
hava sínar metingar av hesi
skipan. Tað kann hava stórt
virði fyri okkum, at kenna
hesar royndir.
Harafturat fara vit
vónandi at knýta so tætt
samband við hesi fólk á
rådstevnuni, at vit støðugt
kunnu fylgja við hvussu
gongst hjá teimum londum,
sum dragast við somu
trupulleikar sum vit.
Og tað sama ger seg
sjálvsagt galdandi bæði á tí
politiska og tí búskaparliga
økinum.
- Her er í grundini talan
um fyrstafloks og 6keypis
ráðgeving, siga teir.
Fyri øll áhugað
Fyrireikararnir = leggja
dent á, at tað ikki verður
nakað háfloygt >akadem-
iskt kompani«, sum fer at
halda til i Nordurlanda-
húsinum hesar dagarnar.
Stevnan er fyri øll, sum
eru áhugað. Teir flestu
fyrilestramir = verða á
norðurlendskum, men í
einstókum fórum verður
enskt nýtt.
Tilmelding
Fyrireikararnir vilja helst,
at fólk tekna seg í góðari tíð.
Tað gerst lættast við at
venda sær til seturs-
skrivstovuna, á tlf. 1. 5302.
Tilmeldingarfreistin er
sett til 25. juli, men hetta er
kortini ikki knívsskorið.
Tað er meira fyri at fáa eina
ábending um, hvussu nógv
koma.
S-S-
Nr. 138 — 22. JULI 1994
Heimild
Síða 3
er fyri tí
Gjaldstovan hevur heilild til at
mótrokna avlopsskatt við írest-
andi skatt hjá hjúnafelagnum,
sjålvt um írestandi skatturin
ikki er fallin til gjaldingar
Í løgtingslóg nr. 63 frå 10.
mai í ár um landsskatt og
kommunuskatt vórðu
gjørdar nakrar broytingar,
sum víðkaðu heimildirnar
hjá Gjaldsstovuni ikki sørt,
og hetta hava ikki øll givið
sær far um.
Fyrst í juni mánað fingu
felstu okkara uppgerð yvir,
um vit áttu avlopsskatt ella
skulda gjalda írestandi
skatt.
Ein kona var fegin, tá hon
fekk uppgerðina, at hon
fekk nakrar túsund krónur
aftur, og har stóð, at avlops-
skatturin fór at verða fluttur
á konto hennara.
Sama dag fær maður
hennara, sum er B-skatt-
gjaldari, bræv um, at hann
hevur írestandi skatt, sum
skal gjaldast í trimum, tað
fyrsta fall til gjaldingar 20.
juli.
Men 27. juni skrivar
Gjaldstovan konuni nýtt
bræv. Nú verður írestandi
skatturin hjá manninum
mótroknaður avlopsskatti-
num hjá henni, so lítið og
einki fær hon útgoldið.
Konan hevði torført við at
skilja, hvussu Gjaldstovan
kundi mótrokna hansara
írestandi skatt, næstan ein
mánað áðrenn hann var
fallin til gjaldingar, men har
er einki at gera.
Gjaldstovan hevur heim-
ildina.
Á Gjaldstovuni viðganga
tey, at ov lítið hevur verið
gjørt við at kunna borgar-
arnar um víðkaðu heimild-
irnar, men tey tulka lógar-
broytingina sum, at soleiðis
skulu tey gera nú.
randi
Summarbridge
í Bridgehúsinum
Sunnudagin tann 17/7 møttu 13 pør. Oman fyri miðal
vóru:
1. Árni Dam-Marner Joensen
2. Børge Strøm-Hans J. Petersen
3. Hallberg Arnfríðson-Finnbjórn Olsen
4. Allan D. Christiansen-R6i Joensen
5. Arne Mikkelsen-Carl Mikkelsen
6. Kjartan Johannesen-Jógvan Nolsøe
7. Steinbjørn Zakariasen-Zakarias Joensen
267
262
259
256
244
236
236
Bestu 5 í summarkappingini eru hesi:
1. Carl Mikkelsen
2. Arne Mikkelsen
3. Johannes Skárup
4. Hans J. Petersen
136
90
75
56
5. Allan D. Christiansen 45
Restorffs-Bridgekapping
Olavsøkukappingin, sum hon nevndist seinasta år,
hevur fingið navnabroyting, nú Restorffs Bryggjarí
stuðlar kappingini. Kappingin verður tann 31. juli kl.
14.00. Eins og seinasta ár verða problemspøl.
1. vinningur 300 kr. í part
2. vinningur 200 kr. i part
SPURTVINNINGUR
Tekning seinast tann 27. juli å tlf. 12274 (Johann-
es), tlf. 15039 (Carl), tlf. 14192 (Heðin) ella tlf.
18721 (Bridgehúsið).
Kostnadur 50 kr.
„Eyðkv mislinjan —
# 5 á tif: 18820.
" Mikudagar kl. 19.00-21.00 fæst porsénlig ráð-
"„geving og serligir spurningar verða svaraðir.