fríggjadagur 22. juli 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nr. 138 — 22. JULI 1994
Tíðindablaðið CSE
Óli Jacobsen um at slúka kamelar í samgongu:
— hann slúka vit ikki
— Tad kann hugsast at lónarlækking kann fremjast í londum sum
Taiwan og Singapore o g slíkum, har fólk fáa bót fyri at spíta á
gøtunar, ella har tað er ólógligt at tyggja tyggigummi, men ikki hjá
okkum, sigur Oli Jacobsen
Óli Jacobsen, tingmaður,
fer nú í summarfrí. Tað
hevði hann, sum so nógvir
aðrir nýggi tingmenn undan
valinum, ætlað sær
Spurdur, um tað er ráði-
ligt at fara avstað áðrenn
samgongusamráðingarnar
vóru lidnar, sigur Oli Jacob-
sen, at hann hevur fartele-
fon við sær, og at floksfel-
agar hansara altíð kunnu fáa
fatur í honum.
- Eg vænti heldur ikki, at
tað fer at ganga so skjótt við
samgongusamráðingunum,
at eg ikki eri heima aftur
Óli Jacobsen, tingmaður fekk rósuna frá veljarunum 7. juli. Hann ætlar ikki at Verka-
rættstundis, sigur Óli Jac-
obsen.
Lenarlækking er tvæti
- Hvussu er stóðan júst nú?
- Vit hava bert verið á ein-
um fundi, so enn er ov tíð-
liga at siga nakað um okk-
ara leiklut í samgongu.
Hvat sigur Verka-
mannafylkingin til lønar-
lækking?
- Tað halda vit vera tvæti.
Tað er émøguligt at gjøgn-
umføra. Hasum uppskoti-
num noyðist fólkaflokkurin
at sleppa, og tað er bert
mannafylkingin skal ganga frá givnum vallyftum
spurningur um tíð.
- Seta tit ongar treytir fyri
at fara í samgongu?
- Ein treyt er, at vit ikki
skulu blanda okkum í sam-
ráðingarnar á arbeiðsmark-
naðinum. Verður tað eitt
samgongumál, so verða vit
ikki við. Eg vænti tó ikki, at
tað verður nakar truppul-
leiki at sleppa undan hes-
um, tí sambandsflokkurin
gongur heldur ikki við til
tað.
- Um tit av hesum verða
vrakaðir, kann tað ikki
hugsast, at teir kristuligu
Kamelin um lønarlækking
Ord: Dagny
Myndir: Kalmar
Nýggir flokkar og gamlir politikarar :Verkamannafylkingin Miðflokkurin á fyrsta sinni
Kr.F á øðrum sinni og Hin Før. flokkurin, sum ikki slapp inn um tinggátt hesaferð
verða tiknir fram um tykk-
um. Er so nakað vunnið?
- Tað er, ið hvussu so er,
ikki nóg mikið við bert tí
eina flokkinum, so mugu
teir taka báðar við.
Sambandsflokkurin
vil ikki
- Vilja teir kristiligu ikki
taka av fyri einhvønn pris?
- Eg ivist í at teir stóru
samgongupartarnir fara i
holt við teir. Sambands-
flokkurin gongur ikki við til
tað.
- Kann hugsast , at vit fáa
lønarlækking, um Verka-
mannafylkingin ikki er við í
samgongu?
- Einki er komið fram,
sum sigur, at tað ber til at
lækka lønimar. Tølini, sum
Jógvan Sundstein er komin
fram við í ålitinum, hanga
ikki saman. So einfalt er tað
ikki at fremja lønarlækking
á okkara leiðum.
- Tað kann væl vera, at tað
ber til i Singapore ella
Taiwan, har fólk fáa bót fyri
at spíta á getuna ella at
tyggja tryggigummi. Tað
kann kanska gerast í landi
viðeinaræðisstýri, men ikki
hjá okkum.
-Faravit ikki í samgongu,
so fara vit í andstøduni at ar-
beiða fyri okkara áhuga-
málum, sum eru at skaffa
arbeiðspláss, fáa skil á um-
sitingina og skapa teimum
arbeiðsleysu trygg kor, sig-
ur Oli Jacobsen.
Kanska onkran kamel
- Tú segði valkvøldid, at tå
før undir arbeidid at skaffa
arbeidsplåss dagin efiir
Nær væntar tú, at úrslit
spyrst burturúr?
Tað kann gerast so
skjótt, sum landsstýrið er
skipað. Vit kunnu gera lóg-
aruppskot, sum fyriliggur
um ein mánað ella so.
- Skulu ikki nakrir kam-
elar slúkast, áðrenn tit
koma so langt?
- Tað kann hugsast at vit
skulu slúka onkran kamel,
men vit slúka so ikki hann
um lønarlækking. Hevði
hetta av illum loyst nakrar
trupulleikar, sum kundu vit
umhugsað tað, men hatta er
ikki rætta medisinið, sigur
Óli Jacobsen.
- Tað er ikki líkt til, at
fólkaflokkurin gongur frá
hesum kravi?
- Fólkflokkurin má eisini
slúka onkran kamel. Hann
hevur fingið 16 % av at-
kvødunum, tí talar hann ikki
fyri øll. Harnæst er fólka-
flokkurin ikki samdur inn-
anhýsis um lønarlækking.
- Túkanst ikki seta alt upp
á spæl fyri ein "floskul",
sigur Óli Jacobsen.
- Hvat er so til at taka?
- Nógv kann gerast - uttan
tó at tað verður neyðugt at
slúka nakran kamel. Verka-
mannafylkingin vil sam-
starva við allar flokkar. Vit
hava júst talað fyri samar-
beiði um floksmark. Hetta
er nýhugsan, sum skal um-
boða fólkstýri frameftir.
Taka tað
sum tað kemur
- Er tað so líka mikið, hvat
tit vilja ganga við til?
- Vit taka tað sum tað
kemur. Vit hava eina skrá,
sum er realistisk at arbeiða
eftir - og hon er ikki ødrvisi
enn tað, sum vit fóru til val
uppá.
- Fert tú í landsstýrið um
tað verður ein møguleiki?
- Nei, eg vil heldur verða
formaður í Fiskimanna-
felagnum og tingmaður.
- Er tað ráðiligt at sita
sum fakfelagsformaður og
samstundis sita sum ting-
maður og smíða lógir?
- Tað ber væl til. Eg ger!
einki á ungi, sum ikki stuði-
ar fiskimonnunum
- Mín staða sum tingmad-
ur er eitt sindur ødrvisi, av ti
at mini åhugamål - fiski-
vinnan - er grundarlagið
undir øllum her å landi.
- Kann eg verða við til at
fáa fiskivinnuna at virka, so
havi eg ikki arbeitt øll hesi
árini til fánýtis, sigur Oli
Jacobsen.