fríggjadagur 22. juli 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Nr. 138 — 22. JULI 1994
Sambandið
bodsent
Verkamanna
fylkingini
— sum ein møguligan triðja part
samgongu
Tað verður eingin nýggj
samgongu skipað í morgin
og neyvan heldur áðrenn
ólavssku. Tað halda í
hvussu er formenninir í
Sambands- og Fólkaflokk-
inum, sum saman við
tingmanningum sínum
havasamráðst nakrar ferðir.
Sum størsti flokkur hevði
Sambandsflokkurin fyrst
fund við allar flokkar á
tingi. Ut frá hesum fundum
metti Sambandsflokkurin,
at mest sannlíkt var at fara í
næmi samráðingar við
Fólkaflokkin fyrst, og hava
hesir báðir flokkar nú havt
nakrar samráðingarfundir. Í
gjár seirapartin var ein triði
flokkur boðsendur. Tað var
Verkamannafylkingin.
ÞENTER< fas GRATIS hos …
FOR SYKESVGRI DANMARK
Opið ar solaiðls:Mikukvald frákl.20-23, tigge
kvøld og leygarkvøld frá kl. 19.00 tii 01.00, og
sunnukveld frá kl. 19.00 til 23.00.
Aldursmarkið er 16 år.
Edmund Joensen, for-
maður Sambandsfloksins
sigur, at orsøkin til, at
Verkamannafylkingin er
boðsend at koma til fundar
er, at fylkingin sýntist at
vera áhugað í at tosa um
samgongu, men sambands-
formaðurin leggur tó aftrat,
at enn er alt ov tíðliga at
siga, hvør samgongan verð-
ur.
At Sambandsflokkurin
nú hevur vent sær til
Verkamannafylkingina
merkir ikki, at flokkurin
hevur vent Fólkaflokkinum
bakið. Beinleiðis fundur er
ikki avtalaður, men greitt
er, at Sambandsflokkurin
og Fólkaflokkurin skulu
hittast aftur. Matamatiskt er
gjørligt at gera samgongu
millum Sambandsflokkin,
Fólkaflokkin og Verka-
mannafylkingina, sum til-
samans telja 17 tinglimir
Samdir um endamálið
Higartil hava Sambands- og
Fólkaflokkurin mest tosað
um búskaparligar spur-
ningar.
Edmund Joensen sigur, at
flokkarnir eru samdir um at
kostnadarstødid er ov høgt,
og at tað tí eigur at verða
lækkað, men hvussu, eru
flokkarnir ikki samdir um.
-Vit hava tosað um at
geva arbeiðsmarknaðinum
eitt tilboð. Vil arbeiðsmark -
naðurin lækka lenirnar,
vilja vit eisini binda okkum
til at lækka skattin so mikið,
at tað, sum eftir verður í
lønarposanum verður
meira enn nú, sigur Edmud
Joensen.
Hinvegin hevur Fólka-
flokkurin sagt seg vilja
lækka lønina við lóg, men
tað vil Sambandsflokkurin
ikki.
Men hesin spurningurin
er bert ein av fleiri búskap-
arligum spurningum. Ed-
mund Joensen sigur, at
flokkarnir hava eisini tosað
um avgjøldini á vinnuni og
kappingarføri i breidastu
merking.
Nýggjar samráðingar
við ES
Sambandsflokkurin legði í
valstríðnum stóran dent á
ES-spumingin. Flokkurin
vil hava samráðingar um
beinleiðis ES-limaskap.
Edmund Joesnen sigur, at
tosað hevur eisini verið um
ES-spurningin undir sam-
gongusamráðingunum.
Flokkarnir eru samdir um,
at neyðugt verður við betri
avtalu við ES, men hvussu,-
tað eru teir ikki samdir um.
Undir llum umstødum má
samráðast av nýggjum,
sigur sambandsformaðurin.
liberalari
Samgonga eftir
ólavssku
Formaður
Sambandsfloksins sigur seg
ikki rokna við at hava nakra
samgongu í pottinum undan
ólavssku, men Sambands-
flokkurin miðar ímót at fáa
eina samgongu so skjótt
eftir ólavsóku sum gjørligt,
men hvussu hon verður
Tíðindablaðið (5771)
mannað, torir hann ikki at
siga. Sambandsflokkurin
fer í hvussu er at standa fyri
samráðingunum til einaferð
eftir ólavsóku, og tá fæst at
vita um flokkurin er førur
fyri at skipa samgongu ella
um hann má lata samráð-
ingarnar yvir til annan
flokk.
tór.-
Klokkan trý í gjár
seinrapartin skuldi
Verkamannafylkingin
hitta Sambandsflokkin
Mynd: Jan
OLAVSØKU CRUISE
við NORRONU
25. - 27. juli
Prisir ur
einans kr.
+ Meira fæst at
vita å telefon
i 5900
- títt ferðasamband við útheimin -