Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juli 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Anfinn Kallsberg um samráðingarnar við Sambandið: Vit eru samdir um endamåli — men ikki hvussu vit røkka ti Her heilsast formenninir fyri samrådandi flokkarnir. Anfinn Kallsberg og Edmund Joensen. Mynd: Jan. Nr. 138 — 22. JULI 1994 — Vit eru samdir um hvat endamálið við politikk- inum skal vera, men vit eru ikki so samdir um, hvussu vit røkka hesum endamáli. Tað segði Anfinn Kalls- berg, formaður Fólkaflok- sins beint eftir fundin, hann hevði við Sambandsflokkin í gjár. Fólkaflokkurin gjørdi í valstríðnum nógv burtur úr at lækka kostnadarstødi, sum flokkurin vilda lækka við lóg, men tað er Sam- bandsflokkurin ikki sinna- dur til. Sambandsflokkurin vil heldur gera eina avtalu vid partarnar å arbeids- marknadinum. -Vit hava einki í móti at samráðast um lønarlækk- ing, men bera hesar sam- ráðingar ikki á mál, vilja vit fremja lønarlækkingina við lóg, sigur Anfinn Kallsberg. Men sum skilst er eingin annar flokkur, sum vil jækka lønir við lóg. Hvussu vil Fólkaflokkurin so lækka lønir við lóg? -Er eingin annar sinnaður til tess er ikki nógv at gera við tað, sigur formaður Fólkafloksins, sum enn ikki vil gita hvør samgongan verður. Hann sigur, at Fólkaflokkurin hevur ikki verið í samráðingum við nakran annan flokk enn Sambandsflokkin, og ger tað heldur ikki so leingi Sambandsflokkurin leiðir samráðingarnar. -Sambandsflokkurin Síða 7 hevur helst gjørt sær tankar um hvør samgonga er mest sannlík, men við tað at vit enn ikki hava tosað við aðrar, kunnu vit ikki vita hverjir samgongumøgu- leikar eru. Ikki samdir um ES Anfinn Kallsberg sigur, at flokkarnir eru heldur ikki samdir í ES-spurninginum. Fólkaflokkurin vil ikki und- ir nøkrum umstødum lima Føroyar i ES, men sjålvandi vilja vit kanna ymiskar møguleikar. Um tað so eitur handilsavtala, tollsam- gonga ella okkurt annað er ikki so týðandi, sigur Án- finn Kallsberg sum leggur aftrat, at í hesum máli er alt so Ógreitt enn. -Vit vita ikki hvat hendir við Noregi, og nú ljóðar, at Íslandi er byrjað at tosa um ES. Haraftrat vita vit enn lítið um hver framtíðar olju- og fiskivinnupoliukkurin verður í ES, sigur formaður Fólkafloksins. Anfinn Kallsberg roknar ikki við nakrari samgongu undan Glavsøku. Í minsta lagi skal ein flokkur koma aftrat inn í myndina. tór.- Nýtt fiskavirki í Oyndarfirði Í gjár byrjaðu fýra fólk at skera flak í nýggjum virki í Oyndarfirði. Fiskin keypa tey frá uppbodssøluni á Toftum, men ætlanin er eisini at taka ímóti frá útróðrarbátum. -Vit byrja í smáum, men fáa vit nóg mikð av fiski, kunnu 20 fólk arbeiða her, sigur Henry Klein, sum er ein av stigtakarunum hond, og fiskin fara tey at keypa frá uppbodssøluni á Toftum. Men eisini er ætlanin at keypa frá út- róðrarbátum. Í gjár keyptu tey 1600 pund av útróðrarfiski frá Útgerðin á virkinum er ikki tann stóra, og skal heldur ikki vera tað. Eitt skeriborð, har pláss er fyri tíggju fólkum, og knívar. Annars lúkar virkið øll heilsukrøv. Ætlanin er at skera við Í gjár byrjaðu tey at taka ímóti fiski á nýggjasta fiskavirkinum í landinum. Virkið er í Oyndarfirði. Henry Klein, sum er ein av stigtakarunum sigur, at tey fara at byrja í smáum. uppbodssøluni, og hesi 1600 pundini fóru fýra fólk í gjár undir at flakaskera. Henry Klein sigur, at fæst nóg mikið av fiski skuldi einki verið til hindurs fyri at arbeitt í tveimum skiftum so tjúgu fólk fáa arbeiði. Parta- felagið Nósi, sum virkið Deyvafelag Føroya — Skrivstovan í Deyvahusinum »Effata«, Íslands- vegur 10 B, Torshavn, er opin hvenn dag kl. 9-11. Teilefontelefax 17597 og ielefax 41992, skrivitele- fon tlf. 0123 og bíð um 16929 eila 41792. eitur, flytur ut gjørgum Fiskasøluna. Partafelagið Nósi heldur til í einum 128 fermetrar stórum Norðseturhúsum á keigkinum í Oyndarfirði. Í kjallaranum skera tey flak og uppi á er goymsla av pakkitilfari, kantina 0.a. Nyu arbeiðspláss í Oyndarfirði. Gongst væl, kann roknast við, at arbeiði verður til 20 fólk. Mynd: Kalmar