Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. juli 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Nr. 139 — 23. JULI 1994 Síða 9 Nú fim ripallar vi Fyrsta oljan upp úr Hetlandsrenn- royska marki - tann sætti á veg: uni um eina viku Royndirnar hjá stóru oljufelógunum BP og SHELL at fara undir 2 oljuframleiðslu í Hetlandsrennuni hava nú tikið veruligt dik á seg. I lótuni bora heilir fimm oljupallar eftir olju einans 10 kilometrar frá fóroyska markinum. Og tann sætti pallurin er á veg. BP og Shell, sum tykjast at liggja á odda í kappingini í hesi nýggju og lovandi oljuprovinsini fara longu um eina góða viku at taka upp fyrstu oljuna. Eitt risastórt tangaskip verður nú gjórt klárt at seta kós móti Foinaven-oljukelduni, sum liggur 95 fjórðingar í ein lands- synning úr Akrabyrgi. Sosialurin hevur kannað málið. monnunum hjá BP í Aberdeen. BP-talsmaðurin harra Garden váttar tíðindini frá manningini á Smyrli, at teir nú hava ikki færri enn fýra boripallar í økinum. Tað eru tær báðar olju- keldurnar, Foinaven og Shihallion, sum teir nú vilja kanna nærri. Enda- málið við boringunum er at fáa eina betri fatan av, hvussu goymslurnar síggja út og hvussu stórar tær eru. Her er tó fyrst og fremst talan um ta einu kelduna, Foinaven. -Vit hava funnið olju og vilja nú vita, hvat tað er vit hava funnið. Hetta kunnu vit bert gera við at bora sigur BP-talsmað- urin. Upp á fyrispurning, hvussu tað ber til, at teir longu nú hava ikki minni enn fýra boripallar á staðnum sigur Garden, at tað hevur gingið rættiliga væl við kanningunum. Tey góðu úrslitini hava skundað undir alla verk- ætlaninaat fara undir løn- andi oljuframleiðslu úr nýggja økinum í blokki 204 vestan fyri Hetland. Hetta gkið er á sjálvum kantinum á Hetlandsrenn- uni. Talan er um umleið 500 metra dýpi og borað verður heilt niður á 2900 kilometrar. BP og Sheli komin longst Fleiri altjóða oljufeløg hava fingið tillutað bori- loyvi í tí stóra og lovandi gkinum framvið mið- linjuni millum Føroyar og Hetland. BP og Shell eru tey feløgini, sum eru komin longst umframt tað ameri- kanska felagið Amerada Hess. Men eisini onnur feløg liggja framvið, eitt nú Texaco, Neste, Amoco 0.3. Tað var Amerada Hess, sum var tað fyrsta felagið, ið rakti við olju í hesum nýggja gkinum í juni 1992. Seinni, tað var í oktober sama ár, raktu BP og Shell við olju í øk- inum, bert stutt frá staðn- um, har amerikanarar høvdu funnið olju nakrar mánaðir frammanundan. Tað eru tey, sum halda, at talan er um eina og somu oljukeldu, tvs. eina risastóra oljukeldu, sum fevnir um eitt stórt øki, sum oljufelggini hava funnið. Tað var fyrr í ár, at BP og Shell fluttu ein boripall úr Norðsjónum til Foin- aven at fara undir víðari kanningar. Seinni eru komnir tríggir aftrat, so- leiðis at har nú eru fýra pallar. Garden sigur, at olju- keldurnar teir hava funnið eru stórar og áhugaverðar, hóast tær kanska ikki eru so stórar sum tær størstu teir hava funnið í Norð- sjónum. Hann vísir annars á, at teir hava borað vestan fyri Hetland síðani seinast í 70-unum. Oljufeløg hava borað Vit hava tosað við tveir av tals- millum 80 og 100 hol í økinum vestan fyri Het- land seinastu 15 árini. Fyrsta stóra oljufundið var Clair-økid, sum liggur norðari og longur eysturi. Milliardir av pundum eru brúkt til at kanna og gera Clair-gkið klárt til fram- leiðslu, men enn rgkist einki fyri eini veruligari framleiðslu úr hesum gki- num. Orsgkin er m.a. tann, at oljan er í tjúkkari lagi og at trýstið er íkki nóg gott. Nú hava bretar og aðrir so lagt Clair á hillina eina tíð og eru farnir at brúka allar kreftir til at kanna Foinaven-kelduna. Tangaskip eftir fyrstu oljuni Nú BP og Shell hava heil- ar fýra boripallar í blokki 204, har oljukeldan Foi- naven liggur, verður gjørt klárt til at taka upp ta fyrstu oljuna. Bill Moore, talsmaður hjá BP í Aberdeen sigur við Sosialin, at eitt stórt tangaskip nú riggar til at taka ímóti tí fyrstu oljuni. Skipið, ið nevnist Vigdis Knutsen, verður við olju- kelduna Foinaven 1. au- gust og skal síðani taka ímóti olju í nakrar vikur. Skipið lastar umleið 100.000 tons. Her er talan um eina "well-test" tvs. keldu- royndir. Teir royna við hesum at finna út av, hvussu oljan er at fáa upp, hvat slag av olju talan er um osf. Hesar royndirnar fara at vara í einar seks til átta vikur. Upp á fyrispurning hvussu stóran týdning BP leggur í júst hesar roynd- irnar sigur Bill Moore, at teir vanliga meta slíkar royndir av stórum týdningi ella sum hann málber seg "developments of major importens". Hann viðgongur, at teir royna at skunda undir kanningarnar, soleiðis at teir sum skjótast til ber kunnu fara undir veruliga framleiðslu úr hesi nýggju oljukelduni. Nú oljugoymslurnar í Norðsjónum eru við at minka og teir ikki hava fingið tað burtur úr Clair- økinum, sum ætlað, so verður nú allur dentur lagdur á at útvikla Foi- naven og gkið har. Bill Moore sigur, at teir meta hetta gkið sum eina nýggja oljuprovins, og stórur dentur verður lagd- ur á at koma í gongd skjótast tilber. Hannn leggur aftrat, at ein orsgkin til at tað gongur so skjótt í hesum nýggja gkinum er tann, at nýggjasta tøknifrødin ger teir førar fyri at arbeida bæði skjótari og betri enn áður. -Vit síggja eisini, at vit duga betri og betri at arbeiða í slíkum gkjum leggur hann aftrat. esgrUnM Pílurin vísir, hvat i løtuni fimm oljuboripallar arbeiða. Tann sætti er á vegi. Verulig framleiðsla longu um eitt ár Bill Moore sigur víðari, at teir í september fara at gera av, hvat víðari skal henda. Gongur sum ætlað, so kunnu teir fara undir veruliga framleiðslu í endanum av 1995. Sosialurin hevur annars fingið upplýst frá olju- keldum í London, at tvey onnur stór feløg í løtuni gera kanningar nærhendis føroyska markinum. Stóra oljufelagið Tex- aco er júst liðugt við at bora í blokki 202. Amerada Hess er í løtuni í ferð við at leiga ein boripall til at bora í blokki 204. tvs. sama øki, har BP og Shell nú ar- beiða. Fyribils metingar um støddina á teimum olju- keldunum, sum BP og Shell hava funnið, siga, at tær tilsamans goyma millum 500.000 milliónir og Í mia. tunnur av olju. Tað kann annars sigast, at stóru oljufelggini vísa føroyska gkinum stóran ans, nú alt bendir á, at nógv olja er í undir- grundini beint eystan fyri føroyska markið. Fyrr í ár hava umboð fyri bæði Amerada Hess og Statoil verið í Før- oyum. Oljudíki Tað ljóðar, at umboð fyri BP eisini hava í hyggju at koma henda vegin. Felggini hava stóran á- huga fyri seismisku kann- ingunum, sum í løtuni fara fram við Føroyar. Tað eru tó tey, sum halda, at tey stóru olju- feløgini longu hava rætt- iliga nágreiniligar upplýs- ingar um føroysku und- irgrundina og møguleik - arnar at finna olju her. Keldur vit hava tosað við, men sum ikki ynskja at verða nevndar, siga, at tað er okkurt, sum bendir á, at oljukeldurnar, ið bret- ar og amerikanarar hava funnið stutt frå føroyska markinum, møguliga eru partur av einum risastórum oljudíki, einum sokallaðum elefanti. Fyri at kunna vátta ella av- sanna hesar gitingar - metingar - so er bert eitt at gera, og tað er at bora. Og tað er so júst tað, sum hendir í økinum í løtuni. jan Til BLADSØLURNAR sosialurin aftur ÚTSELDUR? Boðið so beinanvegin frá á tif. 11820. Uttanfyri vanl. arbeidstid upplysir telefonsvararin hvar ringjast skal fyri at fåa fleiri blød. Tidindabladid SOSIALURIN