Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. juli 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið EST. Sida 8 Nr. 139— 23. JULI 1994 Manningin å Smyrli um oliuævintýrið vid Hetlandsmarkid: Her er liv I Smyril sigldi framvid fýra oljuboripallum og einum stórum tangaskipi bert 10 fjórðingar frá miðlinjumarkinum millum Føroyar og Hetland Teir fyrstu, sum boðaðu umheiminum frá, at olja varð funnin millum Før- oyar og Hetland, bert fáar kilometrar frá føroyska markinum, vóru yvir- menninir á brúnni á strandfaraskipinum Smyr- li. Hetta hendi fyrst í oktober mánað 1992. Tá Smyril var á veg heim- aftur úr Skotlandi komu teir framvið bretska bori- pallinum "Ocean All- iance". Manningin á Smyrli hvakk við, tá hon sá ein stóran eldloga standa beint upp í loft frá oljuboripallinum. Nú - umleið tvey ár seinni - hevur manningin á Smyrli aftur verið vitni til, hvat undirgrundin í hesum gkinum kann goyma av dýrari olju. Tá Smyril var á veg heimaftur úr Aberdeen seinasta túrin sóu teir nakað, sum teir ikki høvdu droymt um at skula síggja um hesar leiðir. Heilir fýra oljuboripallar bert 10 fjórðingar frá miðlinju- markinum millum Føroyar og Hetland ella einar 95 fjórðingar í ein lands- synning úr Akrabyrgi. Tann fjórði sleipaður á staðið Marius Hansen er stýri- maður umborð á Smyrli, og hann var saman við øðrum á brúnni, tá teir komu framvið hesar mongu pallarnar seinasta sunnudag: -Tríggir vórðu á staðn- um, meðan ein fjórði tá varð sleipaður á staðið. Ljóslogi stóð upp í luftina frá einum av boripallu- num. Tað sær ikki mætari út enn, at tað er lív í her sigur Marius Hansen við Sosialin. Hann greiðir frá, at teir fýra boripallarnir lógu í eystur og vestur og var umleið sami teinur millum teir, kanska 1 til 2 fjórð- ingar millum hvønn. Millum pallarnar var eitt stórt oljutangaskip, "Protecnik". Tað var við at sigla eystureftir, tá Smyril kom framvið pall- unum. Marius Hansen sigur, at tangaskipið hevði sam- band við stóra oljuter- minalin í Sollom Voe á VHF-inum. Hann metir skipið at taka eini 80.000 tons av olju. Fjórði oljuboripallurin, sum kom inn á gkið, har hinir tríggir pallarnir, vóru, tá Smyril kom fram- við, varð sleipaður av einum Mærskbáti Vanliga royna stóru oljufeløgini at siga so líuð sum gjørligt um olju- boringar, og tað hevur so eisini verið galdandi fyri nýggja oljugkið við før- oyska markið. Men tá manningin á einum av strandfaraskip- unum uppdagaði ein olju- boripall á hesi leiðini fyri tveimum árum síðani, og stutt eftir sá oljuloga frá pallinum, gjørdi leiðslan í bretska oljufelagnum BP av at almannakunngera, hvat teir gjørdu har og hvat teir høvdu funnið. Tað sama hendir nú. (Lesið samrødu við BP- talsmenn á síðu 5.) jan Hetta stóra tangaskipid, avmyndað frá Smyrli, lá millum pallarnar, tå strand- faraskipid kom framvið. Tað hevdi telefonsamband vid oljuterminalin í Sollem Voe. Óvist er hvat skipið gjørdi um hesar leiðir, men um eina góða viku kemur eitt stórri tangaskip eftir tí fyrstu oljuni jrå Foinaven-kelduni. Myndatakari: Petur Dahl Nolsøe. Teir fýra oljuboripallarnir avmyndaðir umborð á Smyrli. Vit hóma gasslogan á pallinum uttast til vinstru. Myndatakari: Petur Dahl Nolsee Tað eru tvey ár síðani, at Teistin kom fram á fyrsta oljuboripallinum hjá BP og Shell stutt frå føroyska markinum. Nú kom syst- urskipið Smyril framvið fýra pallum. Skjótt gongur má sigast.