Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. juli 1994síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

MALTCIGURIN að saltaða líkið Í søgnini um Sterku Marjun endurgevur Jakob Jakob- sen soleiðis: »Hon giftist við Símuni í Nidurhåsum, ið seinni var bóndi í Kálgarði<. (Sagnir og ævintýr I, s.31). Hon giftist við Simuni. Soleiðis æt tað og eitur tað á normalføroyskum. Men útvarpið er farið at brúka formin giftast pluss åvirki í hvørjumfalli: hon giftist honum. Marilyn Monroe giftist Arthuri Milleri. Í einari av teimum makabru søgunum, sum útvarpið heldur seg forlysta fólki við um morgnarnar, bleiv herfyri sagt um onkran stavn, at hann mátti giftast líkinum fyri at fáa arv ella okkurt sovorðið. Hetta minnir um søguna hjá Edgar Allan Poe um tann avlanga kassan. Tann køni kunstmålarin Cor- nelius Wyatt skal fara við skipi frá South Carolina til New York, tá kona hansara brådliga doyr. Ørur av sorg tekur hann líkið við sær í einum avlongum kassa. Hann hevur saltað konuna. Onkur kann fáa tann tankan, at summir føroyskir miðlamenn spæla við málið. Serliga nú um jóan- søkuna vóru áhugaverðar nyskapanir at hoyra í út- varpinum. Vit hoyrdu, at bardagarnir hava kravt 100.000 fólkum lívið. Vit hoyrdu eisini um knútin, sum Norðurkorea hevði íbirt. Vit undraðust, tá vit hoyrdu um mannin, sum var hóttur við lívinum. Hevði tað verið líkið í kassanum hjá Cornelius Wyatt, sum bleiv hótt við lívinum, so var logikkurin í ordan. Men her var talan um onkran, sum var hóttur við at skula missa lívið. Ur Rwanda hoyrdu vit um, at teir huturáðandi løgdu eftir teimum tutsiráðandi — ella umvent. Hvat er ein huturáðandi persónur? Av Haiti (ella Heiti, sum tað vælsaktans eitur í atlassin- um, sum hevur >umsett< Ukra-ina til Ukreina) fingu vit tey boð, at Abiola, denn radur, hevði tilneynt seg sjálvan nýggjan forseta. Stikk denn! Tað hevur allar dagar itið, at NN bleiv útneyndur til biskup, amt- mann, yvirlæknaella sýslumann. Formurin við sagn- orði pluss tvey hvønnføll verður bara brúktur saman Eitt ljós á gótu míni viJohs A. Næs »Vid Harran eg sigi: »Tu ert Harri 'min; min lukka er einans hjá tær! Teimum heilagu, sum í landinum eru, Harrin dýrdarverk ger, til teirra er alt hans yndi.« (S1. 16,2—3.) Meinigheitshúsið, Tórshavn Sunnukveldið kl. 18.00: Møti v/ Carl Weihe. Sunnudag kl. 11.00: Morgunmøti. Sunnukvøld kl. 18.00: Evangeliskur fundur. Månakvøld kl. 20.00: Bønarfundur. Mikukvøld kl. 20.00: Bønarfundur. Bønartænastan svarar å tlf. 73941, frå kl. 20.00— 22.00. Nógv er, ið nevnast kann lukka her í lívinum og tað er av menniskjaligum uppruna eisini f)g tó hevur sálmaskaldið rætt. tå ið hann sigur: »Min lukka er einans hjá tær!< Uttan Harran er lívið veruliga tómt. Tað er sum sjálv sólin er burt. Eins og allur vakurleiki á told hevur uppruna sín í sólini, soleiðis hevur oll lukka sín uppruna í Gudi. Uttan hann er livsins lukka fátæk og gleðileys. Hann, sum hevur Gud, hevur lívsins lukku umframt. Gud er vorðin hin sanna stóra lukkan, sum einki annað kann verða mett við. Ti kann hann, sum trýr á Gud, missa ella sakna nógv av tí, ið nevt verður lívsins lukka, og kortini vera glaður. Gud sjálvur gevur tað, sum hjartanum innast inni er tervur á, og lærir ein betur og betur at hava nóg mikið í Gudi. Takka tí fyri teirri lukku, tú hevur í honum, so kanst tú lættari liva fyri uttan lívsins vanligu lukku — um tað kom at vera lutur tín. Tey menniskju, vit koma nógv saman við, koma í sterri ella minni mun at seta dám á okkum. Og teir vinir, vit finna okkum, vitna í stillum um tað, ið býr innast í okkum. Einki er meira natúrligt fyri ein kristnan enn at koma saman við trúgvandi. Til tey heilagu er Gudstænastur 8. s.e. trinitatis Elduvík: P. O. K. Olofson kl. 12.00, altargongd Hellurnar: P. O. K. Olofson kl. 17.00, altargongd Klaksvík: L. Michaelser: kl. 11.00 Funningur: E. Olsen kl. 12.00, altargongd Kvivik: M. Bæk kl. 12.00, altargongd Saksun: U. Næs kl. 11.00 Vestmanna: U. Næs kl. 17, familjugudstænasta Tvøroyri: S. Nordentoft kl. 11.00 Fåmjin: S. Nordentoft kl. 12.30, altargon Hov: P. Paulsen kl. 12.00 Vågur: H. Joensen kl. 11.00 Leiti: H. Joensen kl. 12.15 Havnar kirkja: B. Bæk Kaldbak: P. M. Rasmussen Nes: J. Bech kl. 11.00, altargongd Glyvrar: H. Bøgesvang kl. 11.00, altargongd Skála: J. Fríðriksson kl. 11.00 Talvan gongur í Hósvíkar kirkju til frama fyri Hina før- oysku Sjómansmissiónina. | Í } í alt yndi Guds, sigur sálmaskaldið. Sálma- skaldið kennir seg eitt við tey heilagu: sorgir teirra vóru eisini hansara gleiði teirra var eis- ini hansara. Millum tey kennir hann seg væl, tey vóru vinir hansara, andaligu breður og systrar hansara. Guds fólk var fólk hansara. Til teirra er alt yndi hansara, til teirra er alt yndi Harrans. Hann steðgaði ikki við tað, ið teimum tervaðu, teirra brek og lítilsvirði, hann hav heldur gætur tí, sum hann og tey ittu í Gudi sínum, og vitnar, at Harrin ger iýrdarverk móti teimum heilagu. — Hedvur tú hesa steðu til tey heilagu? Vælkom ið lítla barn 9. juli fingu Anita og Poul Martin í Esbjerg eina dótt- ur. Hon var 50 cm long og vigaði 3400 gr. 16. juli fingu Gunvør Thomsen, Gøtu, og Terji Hansen, Runavik, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3300 gr. 17. juli fingu Valborg Jesp- ersen og Tóri Nattestad, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3500 gr. 18. juli fingu Tórun Mið- berg, Vestmanna, og Stefan Kristiansen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3450 gr. 19. juli fingu Kirstin og Jón Kári Høgnesen, Viðareiði, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3725 gr. 19. juli fingu Birgit Harald- sen og Karstin S. Wang, Kvívík, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3280 gr. 21. juli fingu Jórun og Andrass Joensen, Tórs- havn, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 4300 gr. Læknavaktirnar Tórshavn: Sølvi W. Olsen, tlf. 16611, leygardagin. Georg Egholm, tf. 12602, sunnudagin. Eysturoy: Knút Ja- cobsen, tf. 23006, leygardagin. Karstin Vagn Hansen, tf. 41086, sunnudagin. Norðuroyggjar: Jóhan Djurhuus, tif. 56380. Vágar: Tlf. 32413. Suðuroy (norður): Tlf. 71560. Suðuroy (suður): Tlf. 73030. Tannlæknavakt Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgidagar kl. 13.00 —14.00. Tlf. 14544. Prógv Guðný Samuelsen, Fuglafirði, hevur fingið lærubræv í skriv- stovuyrkinum. Hon lærdi hjá P/F Vónin í Fuglafirði. Læri- meistari var Poul Hvidtfeldt. Brådleyp Í dag giftast í Býráðssalinum í Havn Elisabeth Michelsen Hjaltalin og Ragnar Joensen, bæði úr Havn. Í dag giftast í Nybel kirkju Magda Súsanna Guttesen og Hans Edmund Olsen, Sørvågi. Brådleyps adr.: Sottrupvej 4, Nybøl, 6400 Sønderborg. Mikudagin 20. juli giftust í Havnar kirkju Erla Mikkelsen og Eivind Joensen, bæði úr Havn. | 75år — Sunnudagin 24. juli verður Al- fred Lambastein, Fuglafirði, 75 ár. Hann er burturstaddur. AA fundir, Tórshavn Leygardagin kl. 17.00 og kl. 22.30. Sunnudagin kl. 11.00. Kl. 17.00 verdur opin fundur. Avvardandi og onnur åhug- ad eru væl komin. Månadagin kl. 20.00. Týsdagin kl. 20.00 á Há- skúlanum. við heilt fáum sagnorðum (kalla, skíra, nevna, rópa 0.t.). Tað er rætt at siga, at »teir skirdu hann ein búr- hund<, >hann kallaði hana sín skatt<. Men onnur sagnorð kunnu ikki brúkast soleiðis. Tað eitur: tey róptu abbasonin Mikkjal, men seta vit eitt forstavilsi upp á 'róptu', so broytist hvønnfallid til fyrisetingar- lið: tey útróptu hann til kong. Somuleiðis: tey valdu hann til formann, tey krýndu hana til vakurleika- drottning. Tað eitur ikki, at hann las lækna, men, at hann las til lækna, prest ella sakførara. Tað plastikmálið, sum hesi fáu dømini siga eitt sindur um, finnur útbreiðslu millum málsliga veik og ósjálvstóðug fólk. Sibbar og útlendingar ogna sær skjótast hesa dialektina. Hetta er eitt mál uttan saft og kraft, tað hevur elementerar grammatiskar feilir, og tess stílur er so farvuspælandi sum ein tjórukustur í einari tjørupøs. Tað er steindeytt. Tað kunstiga málið av Trød Debesar er eitt lík, og tað er ikki so frægt, at líkið er heilt. Kenniorðini mangla. hvørsfalslidini eru øvug, og fastar vendingar eru skryktar úr liði. Líkið er låmur, plattfótað og kúlut. Hóast tað hevur ligið í íslendskum salti í 30 ár, nyttar einki at hótta tað við lívinum. Rundan um kistuna sita forsagdir líktókn- ingar og målaatstødingar. Teir eru deydiliga forelsk- aðir í líkinum, men teir vita ikki síni livandi ráð. Okkum tørvar liklivgandi tøknifrødi, siga teir, með- an teir røra í saltinum. Kanska kundu teir gjørt sum Cornelius Wyatt í søguni hjá Edgar Allan Poe, tá ið skipið við líkinum kom í havsneyð, og manningin mátti fara í rednings- bátin: Avstandurin millum vrakið og okkara bát var vaksin skjótt. Og nú sóu vit tann svaka mannin — tað er tað einasta heitið, sum hóskar til hansara — koma til sjóndar á dekkihum. Hann kom upp gjógnum leyt- aran frá kahúttini, og eftir sær dragsaði hann við øgiligum kreftum tann avlanga kassan. Vit hugdu at honum málleys og forfard og sóu hann nú binda ein tríggjar tummar tjúkkan togenda um kassan og síðani um miðjuna á sær sjálvum. Og so vóru bæði hann sjálvur og kassin í sjónum. — Tey sukku beinan- vegin og sóust ikki aftur. C.