Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. juli 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 125 - 5. juli 2003 Nr. 125 - 5. juli 2003 3 Vestanstevnan í ár verður søgulig. Hetta er fyrsta stevnan í Vágum, síðan Vágatunnilin læt upp. Og nógv verður gjørt burtur úr í ár, siga fyrireikararnir VESTANSTEVNA Edvard Joensen Sandavági: Vestanstevnan í ár fer at hava rættiliga nógv forkunnugt at bjóða gestunum. Gøtusjónleik, túnatalv, stórfingna vitjan úr Íslandi, Pipar og Salt umframt eina rúgvu av øðrum tiltøkum. Sandavágs Ítróttarfelag, sum stendur fyri stevnuni, hevur lagt eina drúgva skrá, sum byrjar longu í morgin tann 5. juli, hóast sjálv Vestanstevnan ikki er fyrr enn komandi vikuskifti 11. til 13. juli. Í morgin, sunnudagin, verður Vestansstevnubingo, sonevnt Drive In bingo, á Valloyruni. Byrjað verður klokkan 18.00, siga fyri- reikararnir. Síðan verður friður so- leiðis at siga til fríggja- dagin, tá av álvara verður farið í gongd við Vestan- stevnuna. Og tað verður við øllum tí, sum stevnur van- liga hava at bjóða. Dans og pylsur, ítrótt og fólkafundir eins og eina rúgvu av øðr- um afturat. Sandavágur fær stóra vitjan úr Íslandi um Vestan- stevnuna. Í mong ár hava Sandavágur og Neskaup- staður á Norðfirði í Íslandi verið vinarbygdir, og ikki færri enn 100 íslendingar koma til Sandavágs at vitja á Vestanstevnu. Og tey hava ymiskt for- vitnisligt við sær so sum tónleikashowið Brján, sum fer at verða framført í høll- ini á Giljanesi leygarkvøld- ið. Har verður umframt ís- lendsku framførsluna eisini rock konsert og dansur. Íslendsku tónleikararnir, sum eru einir 8-10 í tali, hava ferðast víða um Ísland við hesum tiltakinum, og nógv fólk hevur verið til famførslurnar, siga teir. Men eisini tey lokalu listafólkini hava ymiskt at sýna fram á Vestanstevnu. Ein sera áhugaverdur sjón- leikur verður í Sandavági um stevnuna. Tað eru fólk úr Vágum, sum fara t sýna fram gøtusjónleik í Sanda- vági. Ein nýggjan leik, tey hava gjørt yvir evnið úr søgnini um Seyðamannin á Sondum og ferð hansara Norður á Fjøll, har hann stjól stakkin hjá huldu- konuni í Húsagjógv. Dansað verður eisini á Vestanstevnu. Ikki bara tann dansin, vit vanliga síggja í Føroyum, uttan eisini meira forkunnugan latínskan dans. Í vetur og vár hava ungfólk gingið til sambadans í SíF húsinum, sum ein ung brasiliansk kvinna hevur staðið fyri. So her ber til at síggja tað ektaðu vøruna. Brasilianskt samba. Eisini tann skemtiliga síðan av føroyskum undir- haldi verður á Vestan- stevnu, tá Pipar og Salt fara at hava framførslu á stevn- uni. Árið er lýst ár teirra brek- aðu at vera, og eftir fólka- fundin í Løgmansgarðinum sunnudagin, fer væl um- tókta orkestrið Emma's Blues Band at undirhalda. Talvbygd er, og Sanda- vágur eigur ein av frægu telvarunum, sum hava verið í landinum. Multitalentið Torkil Nielsen. Og hann fer at seta æruna upp á spæl í einum túnatalvi, har enn ikki er endaliga avgjørt, hvør mótparturin verður. Og so er tað allur ítrótt- urin, sum verður bæði á vágni, á vøllinum og í høll- ini. Bæði hond- og fót- bóltur umframt FM kapp- róðurin. Til undirhalds er vanligt at hava skemt á fótbólts- vøllinum og fram við - og/ella eisini viðhvørt í - ánni, og tað verður ivaleyst eisini hesa Vestanstevnuna, siga fyrireikararnir í Sanda- vágs Ítróttarfelag. Søgulig vestanstevna Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara góða mamma, vermamma, omma og langomma Solvej Dam Pedersen Fredericia doyði og varð jarðað. Familjunnar vegna Anne Elise og Birgit Valloyran verður ramma um nógv av tiltøkunum, sum verða á Vestanstevnu í Sandavági í ár Mynd: Edvard Joensen Í dag, leygardagin, letur Pizzakøkurin upp í Vági. Hetta er nýtt matstað, ið m.a. hevur pizza, kebab og suppu og talan er um sonevnt Take Away, tað vil siga matur út av húsinum PIZZA Dagfinn Olsen Vágur: Leygardagin ber til at fáa sunnastu pizzur í Føroyum. Í øllum førum, um sunnast verður lisið sum ættin suður - ella syðst. Leygardagin letur nýtt matstað upp í Vági, har m.a. pizzur eru at fáa, og longur suður sleppur ein neyvan, um tað er pizza ein leitar eftir, so hesar eru nokk tær sunnastu/syðstu. Tað er Bjartur Vest, sum leygardagin klokkan 17 letur hurðarnar upp til Pizzakøkin. Bjartur hevur royndir sum pizzakokkur á matstøðum í Havn. Fleiri vágbingar hava kanska undrast síðstu mán- aðirnar yvir, hvat virksemi fer fram í gomlu Tofta- búðini. Har hevur verið riggað til Pizzakøkin og burturúr eru komin snotulig høli, ið hava góðar um- støður til bæði starvsfólk og kundar. Borð og stólar eru, so ein fær hvílt beinini, meðan pizzan er í ovninum. Útkoyring Talan er um sonevnt Take away: Matur út av húsinum. Umframt at ringja og bí- leggja ella leggja leiðina framvið, so er eisini útkoyr- ing partur av tænastuni. Heili 26 pizzasløg eru í at velja og ikki sørt, at hug- flog og skemt hevur verið við, tá nøkur av heitunum eru funnin. Ein lættipizza nevnist t.d. Twiggy (summi minnast klønu fotomodell- ina) og aftan fyri nakrar stendur sterk, sera sterk ella krút! Ymsar støddir eru í at velja: 9”,12” og 16”. Umframt pizzur fæst eis- ini kebab og suppur. Opið er mánadag til fríggjadag frá klokkan 17 til 23, leygardag til klokkan 24 og sunnudag til klokkan 22. Bjartur vónar, at virk- semi aftur verður í Vági, eftir at alt mestsum datt niðurfyri og legði bygdina lamna herfyri. Kemur gongd á aftur, eins og tá farið varð undir ætlanina við Pizzakøkinum, so verð- ur kanska opið á miðdegi eisini. Frammanundan eru pizzasølur í Suðuroynni, nærri merkt á Tvøroyri, men nú ber eisini til at fáa sær eina pizzu ella annan gloypibita í syðru helvt av oynni. Sunnasta pizza í Føroyum Bjartur Vest letur í dag, leygardagin, upp Pizzakøkin í Vági Stór ættarstevna verður 25. juli á Skála fyri eftirkomarar niður í fimta lið eftir familjuni í Túni á Toftum ÆTTARSTEVNA Tíðindaskriv Í morgin er seinasta freist hjá teimum, ið ætla sær við til ættarstevnuan hjá teim- um »í Túni« at tekna seg. Veitslan verður í ítróttar- høllini á Skála tann 25. juli. Í tíðindaskrivi siga fyri- reikararnir, at av trímenn- ingum - tey í triðja liði - eru fleiri ikki okkaramillum meira, men so eru fer- menningarnir fjølmentir. Fyrireikararnir siga, at tey eru komin ásamt um eisini at bjóða teimum vaksnu við maka í fimta liði við. Familjan er stór og hevur eisini greinað seg bæði til Íslands og Noregs. Úr Noreg koma 20 fólk til stevnuna. Thorleif Hansen og Josefina Jacobsen hava gjørt skriftligt tilfar um familjuna í Túni, sum verður at fáa á stevnuni. Fyriskiparar: Jóanis Rubeksen, tel 312341 Elinborg Solmunde tel 441438 Josefina Jacobsen tel 447438 Flóvin Jacobsen tel 328001 Jovina Højgaard tel 312755 Emil Hansen tel 447178 Familjan í Túni hittist á Skála C M Y K 3 2