Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. juli 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 125 - 5. juli 2003 Nr. 125 - 5. juli 2003 5 Somu syndarar ganga aftur Oljudálkingin á sjónum í Tórshavn- ar kommunu er nógv verri, enn vit higartil hava hoyrt um. Heilar 30 ferðir í hálvt annað ár eru tilburðir skrásettir, har olja er runnin á sjógv OLJUDÁLKING Ingi Rasmussen Listin er langur yvir oljudálkingar á vágum og firðum í Tórshavnar kommunu. Tað vísir eitt innanhýs- is skjal, sum umsitingin hjá býráðnum í Havn hevur latið gjørt. Á yvirlitinum sæst, at 30 tilburðir av oljudálk- ing eru skrásettir í tíðar- skeiðnum frá 12. januar 2002 til 26. juni 2003. Aloftast á Havnarvág. Ikki altíð ber til at gera upp, hvussu stórar mong- dirnar eru, og bara í 12 førum eru litrar settir á. Tær ferðirnar geva 24.750 litrar, sum eru runnir á sjógv. Talan er bæði um gassolju, spill- olju og hydraulikkolju, og ofta er talan um bunkring og yvirbunkr- ing. Við listanum í hondini ber eisini til at staðfesta, at onkrir syndarar ganga aftur. Í nógvum førum stendur »ókendur« út fyri dálkingarkelduna, heilar 13 ferðir. Tað vil siga, at tey eru fleiri, sum ikki so frægt sum boða frá, tá tey hava likið olju á sjógv. Ivasama dálkingarmet- ið eigur skipið Ljósa- felli. Heilar fýra ferðir hevur Ljósafelli dálkað á Havnarvág síðsta hálva annað árið. Tríggj- ar av teimum fýra ferð- unum er talan um bunkring. Altso ósketni. Størsti lekin var kort- ini, tá Shell á Viðarnesi lak 11.200 litrar av gassolju út á sjógv, tí brek var í einum ventili. Men eisini Høgifossur er væl við, tí hann lak 10.000 litrar av gassolju út á Vestaruvág í sam- bandi við umvæling á Tórshavnar skipa- smiðju. Tað hevur kostað bý- ráðnum góðar hundrað- túsund krónur at rudda upp eftir oljudálking. Oljutangarnir skulu burtur Stendur tað til um- hvørvisnevndina hjá Tórshavnar býráð verða eyðkendu olju- tangarnir á Viðarnesi fluttir skjótast gjør- ligt. Helst inn á Sund. Samstundis verður arbeitt við at gera eina felags reglugerð fyri bunkring, sum er størsta keldan til oljudálking UMHVØRVI Ingi Rasmussen Oljutangarnir hjá oljufeløg- unum Shell og Statoil á Viðarnesi, eru vorðnir ein partur av býarmyndini í Havn. Ein býarmynd, sum ikki øll hava verið so fegin um. Síðstu tíðina hava fleiri oljulekar verið staðfestir í Havnarvág, sum kortini ikki kunnu lastast oljufel- øgunum, tí oftast eru skip- ini dálkingarkeldan. Men tað hevur aftur kveikt kjak- ið, hví stóru oljutangarnir skulu liggja mest sum mitt í høvuðsstaðnum. Umhvørvisnevndin hjá Tórshavnar býráð viðgjørdi nógvu oljulekarnar á fundi hósdagin, og har bleiv ein niðurstøða eisini gjørd um, at oljutangarnir skulu burtur. – Vit komu til eina niður- støðu, har vit mæla til, at oljutangarnir á Viðarnesi skulu burtur sum skjótast. Hetta hevur verið borið upp á mál í nógv ár, men nú fara vit av álvara at gera nakað við tað, sigur Tórfinn Smith, formaður í um- hvørvisnevndini hjá Tórs- havnar býráð. Helst á Sundi Umhvørvisnevndin heitir í samtyktini á Byggi- og bý- arskipanarnevndina um at taka málið upp og finna annað hóskandi øki til oljugoymslur. Sostatt tykist greitt, at oljufeløgini mugu fyrireika seg til, at tey mugu burtur av Viðarnesi innan ávísa tíð. – Tað er ikki, tí vit vilja oljufeløgunum nakað ilt. Men viðurskiftini á Viðar- nesi eru ikki nóg góð. Tað sigur seg sjálvt, tí onkrir tangar eru 70 ára gamlir. Verjugarðurin, sum er rundanum, tekur ikki álv- arsligar oljulekar, og tang- arnir eru bygdir á hellu, sum ikki er tøtt. Hendir eitt óhapp, so seyrar tað niður ígjøgnum, og tað kunnu vit sjálvandi ikki liva við, sigur Tórfinn Smith. Umhvørvisnevndin hev- ur ikki peikað á nakað ávíst stað, har oljutangarnir hjá Tórshavnar kommunu skulu vera næstu árini, men okkurt uppskot fáa hinir býráðslimirnir við á vegnum. – Havnin á Sundi er uppløgd. Tað skal sjálvandi gerast ordiligt, og góðir møguleikar eru fyri, at tað verður tryggjað, so olju- goymsla og bunkring verð- ur nútímansgjørd. Tað hava vit ongar møguleikar fyri at bøta stórvegis um á Viðar- nesi, sigur Tórfinn Smith. Nær tangarnir so verða fluttir, dugir hann ikki at siga, men tað skal vera skjótast gjørligt. Felags reglugerð Nógv fokus hevur verið á oljudálkingar í Havnini síðstu tíðina. Tað er ein stórur trupulleiki, viðgong- ur Tórfinn Smith, og helst er tað soleiðis, at dálkað verður meira enn fyrr. – Tað er sjálvandi meira fokus á umhvørvi, og tí frættist meira um dálking í fjølmiðlunum. Men haraft- urat kemur, at virksemið er nógv størri. Og størri virk- semi hevur meira dálking við sær. Tess meiri neyðugt er at vera á varðhaldi, sigur hann. Býráðið hevur í hesum sambandi eftirlýst einari felags reglugerð fyri bunkr- ing av skipum á firðum og í havnum fyri alt landið. Nú er líkt til, at okkurt hendir. Oljumálaráðið, sum eisini hevur umhvørvismál um hendi, hevur boðað kommunum og oljufeløg- unum at koma á fund týs- dagin, og tá verður hetta evnið viðgjørt. – Tað er líka mikið um bunkringin fer fram í Havn ella aðrastaðni, tí bunkring er teknikkur, og skipanirnar eru tær somu. Skaðin er líka stórur, um hann hendir í Havn ella aðrastaðni, og hendir eitt álvarsligt óhapp einastaðni, kann oljan eisini ferðast um komm- unumørk. Málið er at finna eina felags reglugerð, sum vit øll eru nøgd við, og tí er tað at fegnast um, at Olju- málaráðið loksins er komið uppí, sigur Tórfinn Smith. Oljutangarnir, sum hava verið á Viðarnesi í 70 ár, syngja helst síðsta vers. Stendur tað til umhvørvisverndini hjá Tórshavnar býráð, skulu teir beinast burtur og setast upp aðrastaðni í óbygdum øki. Mynd: Jens K. Vang C M Y K 5 4