leygardagur 5. juli 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 125 - 5. juli 2003
Nr. 125 - 5. juli 2003
7
Eitt filmslið úr Havaii
vitjar í hesum døgum
í Føroyum. Enda-
málið er at gera ein
dokumentarfilm um
føroyska samfelagið
FILMUR
Heri á Rógvi
Hvør er líkleikin millum
Føroyar og Havaii? Ella
hvør er munurin millum
Føroyar og Havaii? Nei,
hetta er ikki byrjanin til
eina skemtisøgu.
Hetta er nevniliga ein
stórur partur av grundstøð-
inum undir einari films-
verkætlan, sum er ígongd í
Føroyum í hesum døgum.
Eitt filmslið við seks fólk-
um av Havaii er komið á
vitjan. Ætlanin er at gera
ein dokumentarfilm um
føroyska samfelagið - eitt
oyggjasamfelag í Norður-
atlantshavið
samanborið
við Havaii.
- Tað er nógv, sum er
øðrvísi her, men tað er
eisini nógv, sum er samlíkt
við Havaii, siga tey.
Tey eru partur av Young
Film makers, sum er sjálv-
støðugt framleiðslufelag á
Havaii.
Mikudagin komu tey
seks, Larina Carini, Gabriel
Guignan, Christof Petzel,
Bonnie Carini, Doug Ma-
cilroy og Louis Putzel. Sum
tit síggja á nøvnunum, so
eru ávis familjubond í
manningini, men tey eru
kortini ógvuliga ymisk í
aldir - frá tjúgu ár til nakað
eldri. Onkur teirra gongur á
filmsskúla, onkur í college
og nøkur arbeiða.
Øll búgva tey í Havaii -
amerikanska statinum og
oyggjabólkinum í Stilla-
havinum. Treyðugt so, at
fleiri føroyingar hava vitjað
í Havaii, so er vitanin hjá
teimum flestu føroyingum
máld útfrá amerikonskum
sjónvarpssendingum
og
gomlum Elvis filmum.
Eins og føroyingar eisini
hava sannað, so kann
veruleikin oftani vera ein
annar enn tann, vit kenna
frá filmum og sendingum,
siga tey seks.
North Atlantic
Og hví velja so seks skila-
góð fólk at ferðast túsunda-
vís av kilometrum til eitt
ókent lítið land fyri hópin
av pengum?
- Vit vildu fegin gera ein
dokumentarfilm um okkurt
annað oyggjasamfelag. Vit
hugdu upp á Norðuratlants-
hav, og har runnu vit okk-
um á Føroyar. Umvegis ein
vin, sum hevur verið í Før-
oyum, so fingu vit stóran
áhuga fyri Føroyum og
gjørdu av, at hetta var rætta
staðið, sigur Bonnie Carini,
sum kann roknast sum
leiðarin fyri tey seks.
Fyri at fíggja túrin vóru
tey eisini noydd til at leggja
sínar egnar pengar í, hóast
tey hava fingið eitt sindur
av stuðuli til vega. Hetta
hevur kravt ein harðan ar-
beiðsinnsats á Havaii eitt
longri tíðarskeið hjá onkr-
um teirra. Men nú eru tey
so í Føroyum, teir nógvu
túsund kilometrarnar frá
einum av yndis frítíðarstøð-
unum hjá amerikanarum.
Steðgurin verður eftir
ætlan ein fittan part av hes-
um mánaðinum. Enn hava
tey ikki verið so nógv runt,
men tey ætla sær at ferðast
so víða sum gjørligt í Før-
oyum og hitta so nógv fólk
á máli sum gjørligt.
- Vit vilja ógvuliga fegin
tosa við øll, vit kunnu.
Spennandi er serliga at
frætta eitt nú, hvør støðan
er hjá ungdóminum í Før-
oyum
samanborið
við
Havaii - eru trupulleikarnir
teir somu, sigur Larina
Carini.
Og hóast tey høvdu havt
væl betri veður á Havaii, so
eru tey samanumtikið ikki
so kedd av føroyska veður-
lagnum, hóast onkur teirra
noyðist at berjast við for-
kølilsi.
Dokumentar
Ætlanin er, at úrslitið av
hesari verkætlanini skal
gerast ein dokumentarfilm-
ur. Filmurin skal eftir ætlan
vísast á ymsum filmsstevn-
um, tá hann einaferð verður
liðugur.
- Vit eru sjálvandi áhugað
í at selja hann til so nógv
sum gjørligt, og kanska
hann eisini verður vístur
her
í
Føroyum,
sigur
Bonnie Larini.
Tey hava stóran áhuga
fyri føroyskan dansi og før-
oyskari mentan sum heild.
Ynskiligt hjá teimum er at
savna føroyskan dans og
uppruna dans úr Havaii.
Roynt verður at fáa okkurt
samstarv í lag, so tað ber til
at síggja fjarskotnar ment-
anir úr hvør sínum heraðs-
horni í heiminum.
Á oynni, tey búgva á,
búgva eini 150.000 fólk, og
í statinum Havaii býr á leið
ein millión fólk. Har er
eisini ein aktiv sjálvsstýris-
rørsla. Støðan hjá uppruna
málinum á Havaii sær ikki
alt ov lovandi út, men tað
tykist at batna, greiða tey
frá.
Eins og føroyingar "eiga"
sítt egna gøtudanska, so
hava tey á Havaii nakað,
sum verður rópt "Pigeon
english" ella dúgvu enskt.
Hetta er eitt slag av ensk-
um, sum er at skilja, men í
nøkrum førum er torført at
fylgja. Hesi seks tosa kort-
ini vanliga ikki á dúgvu
máli, men nevna hetta sum
dømi um, at Føroyar og
Havaii kanska ikki eru heilt
so ólíkar.
Tinganes ella Honolulu? Fyri hesi úr Havaii er Tinganes á hinum endanum á klótuni. Tey gera í løtuni ein dokumentarfilm um
føroyska samfelagið.
Mynd: Jens Kristian Vang
Av Havaii at gera film
um Føroyar
C
M
Y
K
7
6