Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. juli 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 125 - 5. juli 2003 Nr. 125 - 5. juli 2003 9 – Tekur Jacob Vestergard ikki fiskiloyvið til Jógvan S aftur, dugi eg illa at ímynda mær, at hann framvegis er lands- stýrismaður yvirum Ólavsøkuna, skal sama støðufesti vera galdandi, sum í málunum um Helenu Dam á Neystabø og Jørgen Niclasen, sigur Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður FISKIVINNU- POLITIKKUR Áki Bertholdsen – Helena Dam á Neystabø kundi ikki sita í Landsstýr- inum við einum lógarbroti yvir sær. – Jørgen Niclasen kundi ikki sita við einum lógar- broti yvir sær. – Og sostatt kann Jacob Vestergaard heldur ikki sita við einum lógarbroti yvir sær. So avgjørdur er Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður fyri tjóðveldisflokkin. Hann er nú so misnøgdur við fiskivinnupolitikkin hjá samgonguni, at hann hel- dur, at tekur landsstýris- maðurin ikki summar av sínum seinastu avgerðum aftur, kann endin gerast, at hann má víkja sessin í Fiskimálaráðnum. Samstundis er hann so misnøgdur við fiskivinnu- politikkin í síni heild, at hann fer at taka málið upp í samgonguni, tá ið tingið er komið saman aftur aftaná Ólavsøku. Taka landsstýris- málanevndina av Tórbjørn Jacobsen er ein av teimum, sum hava víst stór- an áhuga fyri fiskivinnu- politikkinum, sum teir skiftandi landsstýrismenn- inir hjá fólkaflokkinum hava ført hesi seinastu árini. Eitt nú hevur hann reist fyrispurningar á tingi um fiskiloyvi sum eru útskriv- að. Saman við eini áheitan frá felagnum Línuskipum, førdi tann eini fyrispurn- ingurin til, at landsstýris- málanevndin tók málið um fiskiloyvið til Jógvan S. upp og har varð niðurstøð- an greið hjá eini samdari nevnd: Tað var ólógligt at geva Jógvani S. fiskiloyvi. – Men tað ótrúliga hendi, at nakrar fáar dagar áðrenn landsstýrismálanevndin skuldi taka støðu í málin- um, ger Jacob Vestergaard ikki mætari enn at hann gevur Jógvani S. eitt fyri- bils fiskiloyvi. Og tað skuldi verið óneyðugt at sagt føroyingum hvat ið orðið fyribils merkir í polit- isku- og umsitingarligu termologiini. Tað merkir í veruleikanum endaligt í hesum støðuleysa landi. – Men tá ið ein samd landsstýrismálanevnd gjørdi úrskurð um at tað var ólógligt at geva Jógvani S. fiskiloyvi, átti landsstýris- maðurin alt fyri eitt at tikið fyribils loyvið aftur og samstundis skuldi hann gjørt greitt, at Jógvan S. fær ikki endaligt fiskiloyvi. – So stendur tað til hans- ara, sum hevur fingið fiski- loyvi, um hann fer til dóm- stólarnar við málinum, men sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum, eigur hann treytaleyst at rætta seg eftir úrskurðinum í lands- stýrismálanevndini, sigur Tórbjørn Jacobsen. Hann sigur, at ger Jacob Vestergaard ikki tað, er hetta tað sama sum at til- onkisgera landsstýrismála- nevndina, enntá eina samda nevnd, har ið báðir teir stóru flokkarnir í samgong- uni eisini eru umboðaðir. – Og tað kunnu vit so slettis ikki liva við, tí tað er sera álvarsligt. Hann sigur, at góðtekur Løgtingið, at niðurstøðan hjá nevndini ikki verður fylgd, og at ein landsstýris- maður gongur ímóti einari klokkuklárari niðurstøðu um lógarbrot frá eini so týðandi løgtingsfunktión sum landsstýrismálanevnd- ini, eiga vit eisini at hava rygg til avtaka landsstýris- málanevndini, tí tá er allur myndugleiki tikin frá henni kortini, og tá er onki enda- mál at varðveita hana. Lenar seg upp at misáliti Torbjørn Jacobsen sigur, at nú nýggjur landsstýrismað- ur varð settur í fiskivinnu- málum, sum eisini var eitt fullkomiliga óskrivað blað í føroyskum landspolitikki, hevði hann vónir um, at hesin fór at leggja hin sera ivasama og jánkasliga fiskivinnupolitikkin hjá undanmanninum aftur um seg og fór at byrjað av nýggjum og at føra ein óheftan og sakligan fiski- vinnupolitikk, sum hann málber seg. Men hann herldur, at enn er tað ikki hent. Tvørturímóti himprast hann ikki við at kalla fiski- vinnupolitikkin ov lítið yvirskipaðan og ov lítið óheftan og sakligan, tí tað vísir seg at vera nógv lætt- ari hjá summum at fáa fiskiloyvi enn tað er hjá øðrum. – Hetta kann ikki sleppa at halda fram, tí tað verður onki høpi í nøkrum og tí er tað púra vist, at eg fari at reisa málið í samgonguni, tá ið tingið er komið sam- anaftur. Men serliga álvarsligt er málið um fiskiloyvið til Jògvan S. og sambært Tór- bjørn Jacobsen munnu tey flestu halda, at júst hetta loyvi er eitt av teimum, sum líkist einum partapolitisk- um fiskiloyvi, sum mundi verða latið fyri at tryggja fólkaflokkinum í Norð- oyggjum eitt gott løgtings- val seinasta vár. – Men tað einasta, eg sum tingmaður havi at halda meg til, er niðurstøð- an hjá landsstýrismála- nevndini um, at fiskiloyvið til Jógvan S. er ólógligt. – Men, hvør dagur sum Jacob Vestergaard drálar við at taka fiskiloyvið til Jógvan S. aftur, verður mál- ið meiri og meiri tyngjandi fyri hann. – Tað er greitt, at hann situr oman á einum lógar- broti. Tað kundi Helena Dam á Neystabø ikki og tað kundi Jørgen Niclasen ikki og tí fóru tey frá. – Jacob Vestergard eigur at taka fiskiloyvið til Jógvan S aftur, og ger hann ikki tað, skjótast gjørligt, dugi eg illa at ímynda mær, at hann framvegis er lands- stýrismaður yvirum Ólav- søkuna, um so er at sama støðufesti skal fylgjast sum í málunum hjá Helenu og Jørgeni. Tórbjørn Jacobsen sigur, at landsstýrismaðurin má og skal taka neyðug stig útfrá niðurstøðuni hjá eini samdari landsstýrismála- nevnd. Sostatt má hann taka loyvið aftur frá Jógvani S. Annars máar hann heilt støðið undan politisku skipanina og tað er illa hugsandi at Løgting- ið fer at finna seg í tí. – Tað eigur Løgtingið í hvussu er ikki at finna seg í, sum hann málber seg. Hann sigur, at skal nøkur meining vera í politisku skipanini yvirhøvur, er ein- asti møguleiki altso, at fiskiloyvið til Jógvan S. verður tikið aftur, nú sjálv landsstýrismálanevndin er komin til ta niðurstøðu, at loyvið var ólógligt. Tí heldur Tórbjørn Jac- obsen, at Jacob Vestergaard lenar seg kraftiga uppat einum misáliti, tekur hann ikki loyvið aftur. – Men tað ivist eg ikki í, at landsstýrismaðurin fer at gera. – Higartil hevur tjóð- veldisflokkurin havt álit á nýggja landsstýrismannin- um. Men hinvegin vil eg nú siga, at hann nú skal upp til eina álvarsliga álitisroynd hiðani og til Ólavsvøku, júst í hesum málinum um eitt fiskiloyvi, sum hann hevur útskrivað ólógliga. Tórbjørn Jacobsen vil ikki siga, at hann fer sjálvur at reisa eitt slíkt misálit, skuldi tað komið hartil, tí hann vónar og væntar at landsstýrismaðurin greiðir málið sjálvur áðrenn tað kann koma so langt. – Men væntar landsstýr- ismaðurin, at hann kann sita omaná einum lógar- broti og ikki fáa misálit ímóti sær í tinginum, er hann meiri enn vanliga góðtrúgvin og hvør dagur, sum gongur, áðrenn hann tekur fiskiloyvið aftur, gerst málið bara meiri og meiri tyngjandi fyri hann. Men kemur tað so langt, fert tú so sjálvur at atkvøða fyri einum misáliti, skuldi onkur annar reist tað. Tað vil Tórbjørn Jacob- sen ikki svara beinleiðis uppá. Hann sigur: – Tað skuldi verið óneyð- ugt at havt nakra viðmerk- ing til tað yvirhøvur. So- leiðis sum eg kenni hendan landsstýrismannin so greið- ir hann fløkjuna hann er komin sær í áðrenn tað kemur so langt. – – Annars skal mín áheit- an á Jacob Vestergaard vera, at hann rekur tann fiskivinnupolitikkin sum hann sjálvur heldur vera tann rætta, og ikki letur seg ávirka av ágangandi reiðar- unum, sum lítið einki ann- að gera, enn at vassa ímill- um borðini úti í Fiskimála- ráðnum og krøkja eftir loyvum, sum teir bara ætla sær at spekulera við og at gerast ríkir av. – Hetta er altso fólksins ogn maðurin situr og umsit- ur, tað mega vit ongantíð gloyma, minnir Tórbjørn Jacobsen á. Jacob Vestergaard skal taka fiskiloyvið aftur ella fara frá – Væntar Jacob Vestergard, at hann kann sita omaná einum lógarbroti og ikki fáa misálit ímóti sær í tinginum, er hann meiri enn vanliga góðtrúgvin og hvør dagur, sum gongur, áðrenn hann tekur fiskiloyvið til Jógvan S aftur, gerst málið bara meiri og meiri tyngjandi fyri hann, sigur Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður Leygardagin løgdu hjúnini Jóna og Viberg Sørensen á Tvøroyri til havs við stuttleikabáti og teir báðar næstu mánaðirnar skulu tey sigla í fleiri londum ØÐRVÍSI FERIA Áki Bertholdsen – Skuldi tað vera, mátti tað vera nú. Hjúnini bæði, Jóna og Viberg Sørensen á Tvør- oyri hava kastað gerandis- dagin av sær og hava skrætt tveir mánaðir úr álmann- akkanum. Við lítlum báti stevndu tey til havs leygardagin fyri jóansøku og teir næstu tveir mánaðirnar verður Svalan teirra heim. Og tað verður ikki fyrenn í august, at tey seta kósina heimaftur á Tvøroyri at taka dagliga yrki upp aftur. Ímeðan vanligi føroyingur- in hevur rokast við at pakka kuffert fyri at seta kósina suður í heitari lond til baði- strendur og grísaveitslur á Mallorka og øðrum suður- londum, hava tey bæði Jóna og Viberg, stákast við at gera 50 føtur langa stutt- leikabátin, Svaluna klára til langfart. Og leygardagin fyri jóan- søku stevndu tey út av Trongisvágsfirði og setti tey kós ímóti okkara næstu grannum, Hetlandi. Haðani hongur leiðin eystur um hav, til Noregs, Skagerakk og Eystrasalt, áðrenn tey koma heimaftur, mett av upplivilsum. Gamal dreymur – Eg havi leingi spælt mær við tankanum um at keypa sær ein stuttleikabát, segði Viberg, tá ið hann og Jóna tóku ímóti umborð á væla farinum Svaluni dagin áðr- enn tey fóru. – Onnur fáa sær summar- hús, men tað hevur ikki sagt mær so nógv. Eg vildi heldur hava bát. Og tað er kanska ikki av ongum, tí at sigla er honum í kjøtið borið. Hann hevur verið skipari eitt langt lív og honum hev- ur altið dámað ómetaliga væl at sigla. Og so gevur ein bátur væl størri frælsi enn eitt summ- arhús- og ein bátur sum hesin kostar heldur ikki meir, leggur hann afturat - og tá skal summarhúsið hvørki verða stórt ella flott. Men hann vildi geva sær stundir at finna tann rætta bátin og har var alnetið eitt hent amboð. – Eg havi leitað nógv á alnetinum. Og tá ið eg so datt yvir hendan bátin, var ongin ivi, tí tað tók mær bara eina líta løtu at gera av, at tað var hendan bátin, eg skuldi hava. Báturin er úr betong og hann var liðugur í 1985. Tað vóru eini eldri bretskt hjún, sum áttu bátin og tey hava bygt hann sjálvi, skrúva høvrja skrúvu og tað tók teimum heili 10 ár. – Men tað sæst eisini, tí tey hava verið serstakliga umhugsin og hava kínt og kelað fyri hvørjum smáluti umborð fyri at gera alt so snøgt sum gjørligt. Alt er gjørt úr góðum og sterkum tilfari og tað er avbera væl hildið so eg haldi at eg var ógvuliga heppin at detta yvir akkurát hendan bátin, sigur Viberg. Samstundis er hann sera væl útgjørdur. Umborð eru ikki færri enn 10 koyggjur, tvey wc, brúsa, galla, køli- skáp og frystiboks, nógv sitipláss og annars hevur hann alla tekniska útgerð sum krevst fyri at sigla á heimshøvunum. Øll familjan góð við hann Viberg sigur, at bretin var komin so langt upp í árini, at hann sá seg ikki føran fyri at hava bátin longri og tí seldi hann. – Vit komu heim við bát- inum í oktober mánað og síðani hevur hann verið rættiliga nógv brúktur. Vit hava siglt nógv á fjørðinum og hava lært okkum at sigla við seglum, men vit hava eisini verið útferðir, bæði í Stóru Dímun og norðan- fjørðs. Tey vóru bæði og tóku ímóti Norrønu og tey vóru á bátastevnu í Vest- manna. Onkra útferð hava tey eisini verið við arbeiðs- plássum á Tvøroyri. Og tey hava eisini siglt við einum brúðarpari, sum vildi sleppa ein túr við seglum beint eftir vígsluna. – Hetta er ein bátur, sum øll familjan er blivin sera góð við og vit eru so heppin at hava ikki færri enn fýra navigatørar í familjuni, so tað stendur ikki á at fáa fólk at føra hann og Viberg sig- ur, at øll familjan hevur longu havt stóra gleði av bátinum- hóast tey akkurát hava fingið hann og at tað ikki er fyrrenn nú, hann veruliga skal roynast. Viberg Sørensen sigur, at nú eru tey so mikið køn at sigla við seglum, at tað stendur ikki á at fara upp á langfart. – Tað er ein heilt serlig kensla at sigla við seglum. Men báturin er avbera sjó- góður. Hann hevur níggju tons av barlast í kjølinum og hann stingur tveir met- rar. Tilsamans vigar hann 24 tons og tað ger, at hann er ómetaliga tryggur í sjón- um og tolir seglføringina sera væl. Skuldi vera nú Nú løgdu til havs, gekk leiðis fyrst til Hetlands. Fyrsta stig gekk avbera væl, frætta vit frá teimum. Veðrið var sera gott, men nakað lítið av vindi, so tey máttu sigla við motori at kalla allan vegin og tað tók einar 30 tímar. Í Hetlandi svóvu tey eina nátt, so var kósin sett ímóti Stavangri. Tann túrin høvdu tey fitt av vindi, so tá fingu tey siglt við seglum. Haðani gekk leiðin til Eggersund, síðani til Skagen og nú eru tey í Gilleleje á Sælandi. Síðani gongur leiðin til Svøríkis, Bornholm og aðrastaðir í Eystrasalti og har um vegir og tey ætla sær eisini at sigla eftir Gøtaveitini niðan á tey stóru vøtnini í Svøríki. –Vit hava onga klokku ella álmanakka at halda okkum til. Vit sigla eftir huginum og eftir veðrinum. Dámar okkum væl á einum plássi, steðga vit nakrar dagar eyka. Dámar okkum ikki, bakka vit bara útaftur, so einfalt er tað. Men tey vænta kortini at vera aftur einaferð í august mánað, men dagin kunnu tey ikki nevna, tí tað verður sum tað passar seg. Higartil hevur teirra lív verið sum hjá nógvum øðrum føroy- ingum. Viberg hevur verið til skips og Jóna hevur ar- beitt heima. – Eg havi verið nógv burtur og sostatt hava vit verið nógv frá hvørjum øðrum. Men nú ætla vit at taka tað meiri róligt og at fáa meiri tíð saman, siga tey bæði. Tey eru bæði í fimtiárun- um, og tey vóru eisini greið yvir, at skuldi tað vera, mátti tað vera nú, tí um nøkur ár verður tað ov seint. Kasta gerandisdagin av sær í tveir mánaðir Svalan verður annað heimið hjá Jónu og Viberg. Hann er í sera góðum standi og væl útgjørdur. Her standa tey bæði og stýra Niðri undir á Svaluni er sum í eini fínari stovu. Alt er úr góðum tilfari og sera væl úr hondum greitt og hildið viðlíka. Jóna stendur í galluni og kókar kaffi Svalan er ein væla bátur. Hann er 50 føtur langur og vigar 24 tons. Tað ger, at hann er sera tryggur at sigla og tolir seglføringina ógvuliga væl. Niðri undir eru 10 koyggjur, tvey wc, brúsa, og annars allir hentleikar, so tað er onki í vegin fyri at búgva umborð C M Y K 9 8