leygardagur 5. juli 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 125 - 5. juli 2003
Nr. 125 - 5. juli 2003
11
Tað ljóðar í grundini heilt ótrúligt, at tað
longu eru liðin tjúgu ár síðan Djass-
festivalurin ella Tórshavnar jazz-, fólka- og
bluesfestivalurin varð hildin á fyrsta sinni.
Byrjanin við hesari tónleikastevnu var
mestsum byrjanin til eina nýggja tíð, eina
tíð, hvar Føroyar av álvara mentanarliga
gjørdust ein partur av altjóða rútmiska
tónleikaheiminum. Fáur mundi tá gruna, at
her varð støðið lagt til eina fasta aftur-
vendandi siðvenju og eina stevnu, sum ikki
bert Havnarfólk, men stórir partar av
føroyingum hava tikið lut í.
Við djassfestivalunum kom rútmiski tón-
leikurin av álvara út til fólkið, og tað má tí
vera rætt og rímiligt at hefta seg við hendan
runda dagin. Øll hesi tjúgu árini hevur
djassfestivalurin bjóða føroyingum sera
góðan rútmiskan tónleik á høgum altjóða
støði. Henda tónleikastevna hevur verið
dygdargott undirhald fyri áhoyrarnar og ein
avbjóðing til heimliga rútmiska tónleika-
umhvørvið. Talan hevur verið og er um eitt
sera gott tiltak.
Eitt annað sera gott tiltak er Summartónar,
ið er ein klassisk tónlistastevna. Summar-
tónar hava kanska ikki so høgan profil ella
umhvarv sum Djassfestivalurin, men
Summartónar eru ikki minni týðandi fyri
tónlistina fyri tí. Djassfestivalurin saman
við Summartónum eru kærkomin høvi hjá
føroyingum at njóta góðan rútmiskan
ávikavist klassiskan tónleik. Hetta eru sera
góð tilboð, og alt fleir nýta høvið at fáa eina
tónlistalæiga uppliving, sum ikki býðst á
hvørjum degi.
Almenningurin hevur tí fyrireikarunum fyri
báðum stevnum nógv fyri at takka. Mesta
fyrireikingin er sum vanligt verið gjørd av
sjálvbodnum, sum leggja alla orku í at
útvega
landsmonnum
eitt
so
gott
djasstónleikatilboð sum møguligt. I tjúgu ár
hava fyrireikararnir av Djassfestivalinum
megnað at skipa fyri hesum megnartiltaki.
Vit eru hesum fólkum takksom, eingin
nevndur - eingin gloymdur.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Tjúgu ár við djassinum
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið
Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið
Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
»Sound of Glory« í Vesturkirkjuni
Bergur D. Joensen,
sóknarprestur
Seinasta sunnukvøld hevði
TenSing-kórið hjá KFUM
& K í Havn, Sound of
Glory, eina væleynaða kon-
sert í Vesturkirkjuni. Sang-
irnir, tey sungu, eru slíkir,
sum eru vælkendir úr
gospel-heiminum, og so
vóru m.a. eisini nakrir fittir
barnasangir á skránni. Ætl-
anin var, at konsertin skuldi
vera í Mentanarhúsinum í
Fuglafirði, men var hon
flutt til Havnar vegna jarð-
arferð. Kórið varð stovnað
fyri nøkrum fáum árum
síðan, og tá ið hetta var
fyrsta almenna konsertin,
vóru teir ungu kórlimirnir
sera spentir. At vera kór-
leiðari sum tannáringum og
at syngja alment, er jú ein
stór avbjóðing. Á skránni
hjá Sound of Glory er ein
ferð um Noreg til Prag í
summar, har skipað verður
fyri eini stórari stevnu fyri
arbeiði hjá KFUM & K í
Evropa. Tann góði felags-
skapurin, tær spennandi av-
bjóðingarnar, og ikki minst
boðskapurin, sum kórið
syngur, ger hetta kórið til
eitt týðandi tilboð til ung-
dóm í Suðurstreymi. Her
skal bæði ljóða ein tøkk
fyri tað arbeiðið, kórið ger,
og ein kunning til teirra,
sum hoyrdu lýsingina und-
an konsertini: Tað var, sum
rímiligt er í eini kirkju, ikki
dansur
sunnukvøldið
í
Vesturkirkjuni - heldur ikki
drama. Ein missskiljing
gjørdi, at lýsingin til kon-
sertina, sum skuldi vera í
Mentanarhúsinum í Fugla-
firði, var send sum lýsing
til Vesturkirkjuna eisini.
Góða ferð til Prag verður
ynskt kórium.
Jesus fylgi tykkum!
40 ára hátíðarhald í Christianskirkjuni
Í sambandi við at
Christianskirkjan
verður 40 ár mána-
dagin, verður ein
hátíðargudstænasta
sunnumorgunin
klokkan 11 og ein
hugnaløta í kirkju-
kjallaranum aftaná
HÁTÍÐARHALD
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Mánadagin 7. juli eru 40 ár,
síðani
Christianskirkjan
bleiv vígd. Í hesum sam-
bandi verða onkur tiltøk í
kirkjuni fyri at hátíðarhalda
dagin.
Sunnumorgunin klokkan
11 verður hátíðargudstæn-
asta við altargongd, har
Niels Pauli Danielsen, sókn-
arprestur, heldur prædikuna.
Hin presturin, Hans Eiler
Hammer, og allir kirkjutæn-
ararnir verða somuleiðis til-
staðar í kirkjuni henda dag-
in. Hans Eiler sigur, at teir
hava gjørt av, at søga kirkj-
unnar skal verða í miðdepl-
inum henda dagin, og sálm-
arnir eru eisini valdir út, so-
leiðis at teir passa til dagin.
Aftaná
gudstænastuna
verður ein hátíðarløta í
kirkjukjallaranum. Júst hvat
fer at verða á skránni har,
veit Hans Eiler Hammer
ikki at siga við vissu, men
kirkja býður øllum at vera
hjartaliga vælkomnum í
kjallaran til ein kaffimunn
og eina hugnaløtu.
Eitt annað heldur øðrvísi
tiltak verður eisini í kirkj-
uni. Emmaus hevur sína
summarstevnu hetta viku-
skiftið, og tey fara so at
skipa fyri einum stórum fel-
agsmøti fyri bæði Emmaus
og KFUM og K sunnu-
kvøldið í kirkjuni. Møtið
byrjar klokkan seks.
– Tey høvdu líka sum
onki høli til eitt so stórt
møti, og tá kirkjan ikki
verður nýtt um hasa tíðina
sunnukvøldið, so spurdu
tey, um tey ikki kundu halda
tað í kirkjuni, greiðir Hans
Eiler frá.
Ein gospelkonsert var
eisini hildin í kirkjuni fyri
tey ungu í sambandi við
hátíðarhaldið, so eitt sindur
verður kortini gjørt burtur-
úr.
Hans Eiler Hammer sigur,
at tá tað varð avgjørt,
hvussu dagurin skuldi hald-
ast, tá tosaðu tey um at
bjóða bispi, prósti og øðrum
hendavegin. Men tað er
tíverri so óheppið, at vígslan
og innsetanin av prestinum í
Hvalvíkar kirkju liggur
sama dag sum hátíðarguds-
tænastan, so bæði bispur,
próstur og fleiri aðrir prestar
verða í Hvalvík sunnudagin.
– Tað er sjálvandi harmi-
ligt, at tað skal fella á sama
dag, men soleiðis er tað bara
viðhvørt, sigur Hans Eiler
Hammer og leggur afturat,
at í Klaksvík høvdu tey sæð
tað sum náttúrligt, at teir
vóru her til hátíðarhaldið.
Mánadagin 7. juli verður Christianskirkjan 40 ár. Í tí sambandinum verður hátíðargudstænasta
sunnumorgunin við altargongd og ein hugnaløta í kjallaranum aftaná
Stevna er í Fuglafirði
hetta vikuskiftið. Í ár
er tað millum annað
FM-kappróður,
framsýningar,
dansitiltøk,
hoppiborgir og
skemt, sum skal lokka
fólk á stevnu
VARMAKELDU-
STEVNA
Eyðun Klakstein
Nógv forvitnislig tiltøk eru
á skránni, nú fuglafirðingar
fara at halda árligu varma-
keldustevnuna.
Sambært skránni fyri
stevnuna vóru fyrstu tiltøk-
ini mikudagin, men stóru
dagarnir eru leygardagurin
og sunnudagurin. Og tað er
eisini leygardagin, at setan-
arhald verður við Bóka-
savnið. Har fer Marjun
Sigurðardóttir at røða.
Í ár er FM-kappróður á
skránni í Fuglafirði, og tað
ger ikki fortreytirnar fyri
einari góðari stevnu verri.
Fuglafirðingar hava FM-
kappróður annaðhvørt ár,
og leygardagin fer at tær
ymsu manningarnar at kýta
seg í Fuglafirði.
Nordvesten
mentanar-
stevnan er í Klaksvík og
Fuglafirði um vikuskiftið,
og nógv Nordvesten-tiltøk
eru partur av varmakeldu-
stevnuni.
Tað er ÍF, sum samskipar
tiltøkini á stevnuni, og har
siga tey, at tey í ár hava
brúkt nakað meira av tíð til
at fyrireika stevnuna enn
vanligt hevur verið.
Tónleikur og sms
Ymiskar framsýningar eru
eisini á skránni. Bæði í
Ribarhusi og fimleikarhøll-
ini í skúlanum eru lista-
framsýningar, og har eru
tey fremstu lokalu listar-
fólkini við.
Í svimjihøllini fara limir í
Tórshavnar RC felag at
hava modelbátasigling.
Nógv danstitiltøk verða
eisini at fara til á stevnuni.
Bæði í Mentanarhúsinum í
Fuglafirði og í ítróttarhøll-
ini á Kambsdali verður
dansur.
Fríggjakvøldið og sunnu-
kvøldið spæla Eyðun &
Terji í Mentanarhúsinum,
og leygarkvøldið fara teir at
spæla saman við hetjunum
úr Fuglafirði, Silly Boys.
Leygarkvøldið er 18 ára
aldursmark.
Í høllini á Kambsdali
verður DJ-show, har James
Olsen verður ein av undir-
haldarunum.
Lutaseðlar hoyra eisini til
summarstevnurnar, men í
ár hevur ÍF gjørt eina øðr-
vísi kapping við stórum
vinningum. Ein Ford-bilur
stendur upp á spæl, og fólk
kunnu verða við í kapping-
ini við at senda sms umveg-
is fartelefonina. Vinnarin
av kappingini verður av-
dúkaður sunnukvøldið.
Sjónleikarfelagið
í
Fuglafirði fer at hava sýn-
ing av Varmakelduteitinum,
og sambært skránni verður
tað teitið, sum fer at runda
stevnuna av mánakvøldið.
Fuglfirðingar halda stevnu um vikuskiftið
Tað er neyvan hent
fyrrr og kemur
kanska heldur ikki at
henda aftur, at seks
rækjutrolarar eru á
veg heim ísenn við
fullari last
RÆKJUVINNAN
Áki Bertholdsen
Hesar dagarnar eru ikki
færri enn seks rækutrolarar
a veg heim av Flemish Cap.
við fullari last.
Tað er neyvan hent áður,
at so nógvir rækjutrolarar
eru á veg heim ísenn við
fullari last.
Og sum gongdin er við
rækjuprísinum, eru tað
mong í rækjuvinnuni sum
ivast í, um tað nakran tíð
fer at henda aftur, sum sum
støðan er nú, verða ikki
nógvir rækjutrolarar eftir
um eitt ár.
Høgifossur er komin
heim við einum 600 tons-
um og Hvilvtenni eisini vid
umleið 600 tonsum.
Harafturat kemur Arctic
Viking í dag við 450 tons-
um og Kappin somuleiðis
við einum 400 tonsum
Hetta er fyrsti túrurin hjá
Kappanum síðani Rækju-
virkið keypti hann.
Í
morgin
kemur
so
Sjúrarberg við umleið 500
tonsum og mánadagin er
Sólborg væntandi við um-
leið 430 tonsum.
Sostatt koma hesir bát-
arnir við umleið 3.000
tonsum av rækjum, sum
skulu leggjast upp í Føroy-
um og tað skuldi sæst aftur
í Føroyum.
Størri parturin eru helst
rækjur sum helst fara til
Oyrar til pilkingar.
Lagnunnar speisemi
Tað má sigast at vera lagn-
unnar speisemi, at allir hes-
ir trolararnir eru á veg
heim, júst um sama mundi
sum landsstýrið hevur gjørt
av at bakka fyri Kanada og
at stongulin í Kanadiskum
havnum sostatt er við at
verða tikin av.
Fyri hesi skipini verða
tað helst 11/2-2 mánaðir
áðrenn tey aftur skulu
lossa, so tey hava so ikki
tørv á at sleppa inn í
Canada júst nú, ið lands-
stýrið hevur avgjørt at
bakkað fyri Canada.
Keldur í rækjuvinnuni
siga, at fiskiskapurin á Fle-
mish Cap hevur verið heilt
hampiligur í seinastuni og
at veðrið hevur verið gott.
Tó hevur lítið verið at fing-
ið um næturnar.
Men prísirnir eru fram-
vegis sera lágir.
– Og reypið í bløðunum í
seinastuni av manningum á
grønlenskum rækjuskipum
um, at teir royna at seta
veiðimet hvønn dag, bendir
á, at teir framvegis halda,
at teir kunnu framleiða seg
burturúr
trupuleikunum,
heldur enn at minkað um
fiskiskapin fyri at fáa prís-
irnar upp, siga keldur í
rækjuvinnuni.
– Men hetta verður helst
eins stokkutur hiti, tí sam-
stundis sum øktu nøgdirnar
trýsta prísin niður, økja tær
samstundis um útreiðslurn-
ar til landing, farmagjald,
pakning o.s.fr.
– Føroysku rækjuskipini
kunnu bert vóna, at bæði
grønlendsku og canadisku
reiðaríini fyrr ella seinni
vakna og síggja veruleikan
á marknaðinum í eyguni.
– Men um hetta hendir
áðrenn ella aftaná at før-
oyski rækjuflotin er farin av
knóranum, er tó ilt at siga.
Seks rækjutrolarar á
veg heim við fullari last
Hvilvtenni er ein av teimum seks rækjutrolarunum, sum koma heim hesar dagarnar
Gomlu tónleikahetjurnar úr Fuglafirði, Silly Boys, fara at spæla til dans í Mentanarhúsinum í Fuglafirði á varmakeldustevnu
C
M
Y
K
11
10