týsdagur 26. juli 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
——.
Tíðindablaðið (SF!
Færri fólk
setast
drukkin
aftan fyri
bilróðrið
TÓRSHAYN: Tað
tykist, sum um pro-
millukoyringin minkar
í stórum.
Suni Vinther á Poli-
tistødini í Havn sigur,
at tendensur heilt týði-
liga er tann vegin, at
fólk ansa betur eftir, tå
eitt glas ella tvey eru
farin niðurum.
— Ein orsøk til tað er
sjálvandi, at fólk onga
tíð á samdøgurinum
kunnu kenna seg vís í,
at tey ikki kunnu
verða tíkin, tí politiið
er altíð á vegunum,
sigur hann.
— Eisini er tað sjálv-
andi viðvirkandi, at
fólk hvørki hava ráð at
missa koyrikortið ella
fáa eina stóra bót. Í
hvussu er eru færri
Suni Vinther sigur,
at årliga fåa um 2.000
fólk bøtur fyri ymisk
misbrot í ferðsluni,
men at tann
ið umfatar promillu-
koyring, er altso nú í
Hetta førir sjálvsagt
eisini við sær, at tað er
tryggari at ferðast í
ferðsluni.
hj.
Herverk
umborð á
Ljósafelli
RUNAVÍK: Onkur
hevur leygardagin ver-
ið umborð á trolar-
anum Ljósafelli, ið
liggur við bryggju á
Skála, og gjørt her-
verk.
Herverk er gjørt á
motorin á einari jollu,
teir hava umborð.
hj.
Flagg
stolið á
Vallara-
heiminum
KLAKSVIK: Sunnu-
kveldið hevur onkur
verið og stolið flaggið
hjá Vallaraheiminum í
Klaksvík. Talan er um
eitt karakteristisik trí-
hyrnt flagg. Áður eru
fløgg stolin frá eitt nú
Føroya Bjór í Klaks-
vík.
hj.
Pauli Jarnskor, liðformaður hjá GÍ á ferðini iOnglandi, før og grindadrápsmótmælisfólkunum tilfar um Føroyar
å enskum, so tey sjålv kundu kunna seg um, hvat var rætt og skeivt
Myndir: Hilmar Jan Hansen
Motmæltu grindadrápi
undan Gl-dysti i Onglandi
Nøkur grindadrápsmótmælisfólk vóru møtt upp til ein av dystunum hjá GI
á Onglandsferðini í farnu viku. Talan var um eitt friðarligt mótmæli, har
tey bert stóðu við vegjaðaran við nøkrum skeltum. Gøtumenn vóru kortini
fyrireikaðir og góvu teimum tilfar um Føroyar, so tey nú kanska vita betur
Atikki allir bretar leggja lag
í tey mongu mótmælini
móti grindadråpi, ið sokall-
aðir djóra- og umhvørvis-
verndarfelagsskapir royna
atávirka við, hvørja ferð eitt
havi býðst, fekk GÍ prógv
fyri, tá 1. deildarliðið og
komandi UEFA Cup-liðið
var á venjingarlegu í Ong-
landi í farnu viku.
Tá komið var til ein av
teimum fýra dystunum á
ferðini, stóðu nøkur mót-
mælisfólk vø vegjaðaran
uttan fyri vøllin hjá Armi-
tage F. C. Á teimum báðum
skeltunum, tey høvdu, stóð
„Faroe Islands stop killing
whales< og >Over 1.000 pi-
lot whales slaughtered in
the Faroe Íslands yearly.
Stop the pain and blood-
shed. Let them live!!<
Talan var um eina frið-ar-
ligamótmælisgongu, og tey
fimm fólkini, ið søgdu seg
vera plantuåtarar, stóðu bert
við skeltunum, uttan at rópa
nakað ella gera annað um
seg.
Men gøtumenn vóru væl
fyrireikaðir, tí teir høvdu
fingið eina ávarðing um, at
mótmæli kundu vera. Eitt
av liðunum, GÍ skuldi spæla
ímóti, Chester/Huyton frá
bretska herinum, hevði
undan fráferðini úr Føroy-
um sagt frá, at liðið ikki
vildi spæla móti GÍ, av tí at
føroyingar drepa grind, so tí
høvdu gøtumenn tilfar um
Føroyar og grindadråp við
sær. Nakað av hesum tilfar-
inum handaði liðformaður-
in hjá GÍ, Pauli Jarnskor,
mótmælisfólkunum.
Okkurt teirra vildi íkki
taka ímóti tilfarinum, men
tó ikki øll. So kanska vita
tey fimm fólkini nú betur,
enn tey vistu, tá tey stillaðu
seg í vegjaðaran við skelt-
unum.
Tíðindablaðið Sosialurin
var eisini við á ferðini, og
meðan myndir vóru tiknar
av teimum fimm mótmælis-
fólkunum og skeltum teirra,
nýtti blaðmaðurin høvid at
kanna eftir, um hesi góðu
fólk vistu nakað um tað, tey
mótmæltu.
— Vit hava sæð myndir á
sjónbandi av grindadrápi,
so tí vita vit, hvat tað snýr
seg um, søgdu tey.
— Tað er í lagi at tit koma
tilOnglands at spæla fótbólt
og annars at íðka ítrótt, men
tit áttu at lagt grindadråpi á
hillina og hildið uppat at
íðka tann ítróttin. Vit vilja
gjarna ynskja tykkum góða
eydnu viðfótbóltsdystinum,
men vit ynskja eisini, at tit
gevast at drepa grind. Tit
kunnu livasum vit—avateta
plantur.
Blaðmaðurin royndi at
fortelja teimum, at tað ikki
letur seg gera i Føroyum av
nátturunnar áðum, men hes-
um lurtaðu tey ikki eftir.
— Tit hava ikki brúk fyri
grindini. Gevist við grinda-
dråpinum, søgdu tey.
Fólkini í Armitage F. C.
vóru kedd av, at mótmælis-
fólkini stóðu uttan fyri vøll-
in, og tey søgdu seg ikki
vilja hava við slík mótmæli
at gera.
Nr. 140 — 26. JULI 1994
Síða 3
Herverk
í Miðvági
VÁGAR: Friðarligt
hevur verið í Vágum
um vikuskíftið, men
kortini kundi onkur
ótangi ikki bara sær, tá
hann kom fram við
fyrrverandi handils-
hølum í einum kjallara
í Miðvági. Tann stóri
rúturin út móti vegn-
um varð knústur.
bj.
Skjóta
hundar
fyri fólk
KLAKSVÍK: Politiið
í Klaksvík hevur íkki
havt nógv at gjørt um
vikuskiftið — tað hevur
verið stak friðarligt.
Kortini hevur mann-
ingin á stødini ikki sit-
ið hendur í favn. Fólk,
ið fara av landinum í
summarfri, vita ikki,
hvat tey skulu gera við
hundin hjá sær, meðan
tey eru burtur, og hetta
hevur við sær, at onk-
ur heitir á politid um
at taka lívið av hund-
inum. Soleiðis skjeyt
politiið yn
tveir hundar fyri fólk
Eingin djórafækni er
í Klaksvík, so fáa fólk
ikki seg sjálvan at taka
lívið av hundunum, er
ein møguleiki at fáa
politiið at gera tað.
Um tað hinvegin er
so, at fólk á hendan
hátt >brúka< ein hund
um árið, tí tey fáa sær
nýggjan eftir summar-
frítíðina, hevði hetta
kanska verið eitt mál
hjá Djóraverndar-
felagnum at tikið sær
av. N.
Gjørdu
ónáðir
Í fyllskapi
RUNAVÍK: Sunnu-
kveldið vórðu boð
send eftir politinum, tí
ein fullur maður var
komin á Sjómans-
heimið í Runavík, har
hesin gjørdi ónáðir, og
starvsfólkið á Sjó-
mansheiminum íkki
fekk mannin at binda
frið.
Ein annar drukkin
maður fekk mánanátt-
ina hug at vitja eina
fitta kvinnu í Getu
men hon hevði ikki
hug at fáa hann á vitj-
an. Men maðurin varð
standandi á trappuni,
so polítiið mátti koma
eftir honum.
hj.