týsdagur 26. juli 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
á Olavsøku
Skótafylki Sigmunds Bretissonar skipar fyri
spennandi tiltókum á Olavsøku
Aftur í år hava teir gulu
skótarnir nógv tilboð til
ólavsskugestimar. Um
framt tey vanligu tiltøkini,
har fólk kunnu hugna sær í
skøtahøllini við einum
drekkamunni, ella við
sneisapylsum, ið verða hit-
aðar yvir eldinum uttanfyri,
eru hesu ferð eisini meira
óvanlig tiltøk á skránni
Sum eina roynd skipa skót-
arnir fyri ókeypis kastuspøl-
um við vinningum, og sápu-
blødrublåstur fyri tey
smærru. Hetta er ætlað sum
eitt tilboð til barnafamiljur,
Tíðindablaðið (511)
tí Olavsøkan skal ikki bara
vera ein spurningur um
pengar. Hesi tiltøk fara
fram í skøtahøllini, ið er við
Havnará oman fyri Sjón-
leikarhúsið. Men skótarnir
hava ikki einans sneisapyls-
ur í eldinum, teir selja eisini
tær vældåmdu 'silvur-
ballónirnar. Í ár hevur eydn-
ast at fáa fatur í fleiri nýggj
snið, ið ikki hava verið seld
her fyrr. Teir hava í ár
ballónir í 40 ymiskum skap-
um og litum, ið verða seldar
í Skótahellini og á parker-
ingsøkinum við Sjónleikar-
húsið.
Súkklubreyt og Gellur
í skúlagarinum hjá
Sankta Frans Skúla
Sum nakað heilt nýtt á
Olavsøku skipar SSB sam-
an við Sankta Jørundsgildi
og Ferðslutrygd fyri Ó-
keypis súkklubreyt, har
børn kunnu royna síni evni
á tveimum hjólum, og små-
ar premiur verða til tey
børnini, ið klára gjøgnum
súkklubreytina uttan feil.
Fólk fáa eisini høvi til at
royna hvussu tað er at sita í
bilbelti, tá rent verður á við
lOkm ferð, tí Gellur verður
eisini við í hesum tiltaki, ið
heldur til í ovara skúlagarð-
inum hjá Sankta Frans
Skúla
Myndaframsýning
Í Skótahellini verður skipað
fyri forvitnisligari fram-
sýning av gomlum skóta-
myndum og gomlum skóta-
búnum. Myndimar hava
limir í Santa Jørundsgildi
savnað saman, og m.a. eru
myndir úr savninum hjá
»Bambus« við á framsýn-
ingini. Roynt verður at fáa
navn á øll, ið eru á mynd-
unum, og ætlanin er at fáa
tey, ið vitja framsýningina,
at hjálpa við hesum.
Sleppið okkum undan
brotnum fløskum
Fyri at sleppa undan at
>Havnin skal skína< av
brotnum fløskum, verður
ein bingja sett å parkerings-
økinum við Sjónleikarhús-
ið, so fólk hava møguleika
at sleppa av við tær tómu
fløskurnar uttan at dálka
umhvørvid.
Opið er báðar ólavsóku-
dagarnar frå kl. 14 til 22
kastispølini tó einans til kl
20
rr
Um vikuskiftið varð kapp-
astum Danmarks-meistara-
skapið í frælsum ítrótti.
Ein av luttakarunum í
kappingini 3000 m forða-
renning var Albert Mami
Joensen úr Havn, sum lesur
í Danmark og venur við
felagi har
Úrslitið hjá Marna var
stak gott í hesi kapping við
tað at hann kom á mál sum
Marni Joensen "in
action"
- Mynd: Absalon Hansen
Nr.
DM
Føroyski rennarin Marni Joensen
vann silvurmedalju í Danmarks-
meistarakapping.
2
nr. 2 og sostatt vann silvur-
medaljuna.
Tíðin hjá Mama var eisini
góð, 9.08,93, sum er nýtt
føroyskt met. Gamla metið
åtti Marni eisini, og tað var
9.11,32, sum hann setti í
kapping í Aalborg í maí í
Urslitid í kappingini var
annars heilt greitt. Vinnarin
rann teinin upp á 8.52,
Marni hevði sum nevnt tíð-
ina 9.08,93, og tann næsti
9.17.
Marni er stak væl nøgdur
við úrslitið, sum er ein góð
forbetring av gamla meti
hansara. Hann sigur, at
nógvir í Danmark liggja
umleið hesa tíðina, og á
ranglistanum yvir tey, ið
gjøgnum tíðina hava lut-
tíkið í hesi kapping, flutti
hann frå 43. plássi til 36.
plåss.
Tíðin hjá Marna er eisini
næstbesta tíðin yvirhøvur í
Danmark í ár í hesi kapping.
Marni sigur annars, at
veðrið var mestsum ov gott
at kappast í, so hendan tíðin
er tann absolutt besta, hann
kundi náa undir teimum
viðurskiftunum.
Sosialurin ynskir Marna
hjartaliga til lukku við hes-
um frálíka úrslitinum.
Hví lata oljuna
fara upp í royk
tá tú kanst fáa
FOROYA MEST
ORKUSPARANDI
STOYPIJARNS-
KETIL!!!
Støkk inn á gólvið
ella ring og fá meira
at vita.
VVS-Hornið
Lágpríshandil |
Undir Bryggjubakka 2
FR-100 Tif/Fax.
Tórshavn 18023
Á F
- Í