Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juli 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ søsialurin | ; Nr. 140—26. JULI 1994 Sida5 Einar 60 metrar er bilurin farin sendandi — harav umleið 16 seg lukkuligar fyri, at teir komu frá óhappinum við lívinum. Ørvurin vísir, hvar bilurin er farin útav vegnum + metrar íleysari luft. Tí er einki at siga til, um te Í ir fimm menninir, ið VÓTU Í honum, í há Á Mynd: Poul Hansen Eitt undur, at stórri skaði ikki hendi her Bilurin á hesum báðum myndunum fór útav vegnum undir Ánunum uttan fyri Skálabotn tíðliga sunnumorgunin. Fimm mans vóru í bilinum, og tað má sigast at vera eitt undur at ikki stórri skaði hendi — ein breyt armin, ein fekk skaða í halabeini og tveir fingu smásnuddir Ofta er øgiliga stutt millum lív og deyð. Hetta fingu í hvussu er fimm mans at sanna, tá teir vóru í einum bili, ið fór út av vegnum undir Ánunum utt- an fyri Skálabom tidliga sunnumorgunin. Óhappið varð fráboðað hjá Politinum í Havn kl. 5.37 sunnumorgunin, og fóru bæði politibilur og sjúkrabilur úr Havn á stað- ið. Bilurin — ein bláur Mazda 323 — var á veg úteftir, tá bilførarin sovnaði og misti tamarhaldið á bilinum, ið fór oman av vegnum. Bil- førarin koyrdi — sum skilst — Tað er ikki eiti á teini, bilurin hevur lagt aftur um seg í ferðini. Fyrst er hann farin skeivur einar 27 metr- ar, áðrenn hann er farin út- av, og síðani hevur hann havt frítt fall í leysari luft yvir um ánna, ið er målt ti. um 16 metrar, áðrenn hann hevur ukið í vøllin fyrstu ferð. Síðani bóltaði bilurin einar 15 metrar, áðrenn hann steðgaði — 24 metrar niðan fyri vegin! Bilførarin einasti í trygdarbelti Bilførarin var tann einasti av teimum fimm monnun- um, ið sat í trygdarbeltið, og hann er eisini tann einasti, ið er sloppin frá óhappinum uttan at hava fingið nakran sum helst serligan snudd. Ein av hinum fekk skaða í halabeini og skuldi liggja á Landssjúkrahúsinum til kanningar til í gjár, og ein annar breyt armin. Hinir báðir fingu bert smávegis snuddir, so ikki kann sigast annað, enn at teir allir eru slopnir heilt ótrúliga væl frá óhappinum, ið kundi havt verið nógvar ferðir álvars- ligari, um bilurin ikki fór yvir um ánna, men rendi í áarbakkan. So hevði stoyt- urin allarhelst verið nógv harðari og álvarsligari, og stórri skaði hevði staðist av. Tá hevði vandin verið nógv stórri fyri álvarsligum persónsskaða ella enntá í ringasta føri lívláti, ti i ánni er bert grót, og eisini í bil- inum kundi vandin fyri hørðum snuddi verið nógv stórri. Bert bilførarin og ein av hinum sótu eftir í bilinum, tá hann at enda stóð stillur eftir luftferðina. Hinir trigg- ir vórðu slongdir út — onkur gjøgnum forrútin og onkur gjøgnum bakrútin. Tann, ið slongdist út gjøgnum for- rúuin, endaði einar 30 metr- ar framman fyri bilin. Vakthavandi á Politistød- ini í Runavík upplýsir fyri Tíðindablaðnum Sosialin- um, at bilførarin ikki hevði nortið dropan, men sjálvur hevur sagt fri politinum, at hann heldur seg vera sovn- aðan. Ikki skuldi verið neyðugt at sagt lesarunum — eftir at teir hava sæð myndirnar av bilinum — at bilurin gjørdist hj. Ikki skuldi verið neyðugt at dag prísa | sagt, at hesin bilurin er vrak.. Mynd: Poul Hansen Stjólu sigarettir TÓRSHAYN: Leyg- arnáttina handtók poli- tiið tríggjar mans, ið høvdu verið dekan ov langfingraðir í kiosk- ini hjá hýruvognssteð- ini Auto. Meðan ein teirra keypti, eydnaðist ein- um gørum at stjala eitt kartong vð sigarettum. Boð vórðu send eftir politinum, ið fekk fat- ur á teimum trimum monnunum. bj. Ísrealar royndu at selja málningar TÓRSHAYN: Tveir mans vóru sunnudagin kl. 18 handtíknir fyri at hava gingið frá hurð til hurð í Havn og selt málningar. Hetta vóru tveir ís- raelar, ið koyrðu runt í einum hollendskum bili. Teir vórðu fyri rættinum seinnapartin i gjár. Ikki er loyvt sóleiðis bara at fra frá hurð til hurð og selja í Føroy- um, og aftrat tí høvdu menninir heldur íkki nakað arbeiðsloyvi, ið gav teimum loyvi at selja á annan hátt heldur. Ikki eydnaðist at fáa dómin at vita, áðrenn blaðið fór til prenting- ar, men vanligt er, at bót verður givin í slík- um fórum, umframt at hald verður lagt á tann pening, sølan hevur givið av sær. Menninir Vísir úr Føroya. | j- Óbodnir gestir orsek til bardaga TÓRSHAYN: Leyg- arnáttina forði tað til bardaga at nakrir mans royndu at sleppa í eina veitslu í húsum í Pers- konugøtu í Havn, ið við til. veitslufólkunum, og endaði tað við bardaga ymisk samboð< vórðu brúkt. Ein persónur varð fluttur á sjúkra- húsi, og ein varð hand- tíkin av politinum. hj.