Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juli 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Leygardagin 30. juli fyllir Jóhann Gøthe 80 ár. Hann varð borin í heim á Fløtti í Nordragøtu 1914. Um- hvervið var nakað eins og skaldið sigur: Låg hús so tørt um tún í hugnaligum lagi, so tjórubreidd og brún og takt við grenum flagi, og kirkjan dygst har við so ellismild at sjá, rætt sum hon lýsti frið um bygd og bø og vág. Í einum kristnum heimi, við foreldrum sínum Ann- eku og Jóhannes og seks systkjum og familju annars, fekk hann eydnusæl barnaár og eina trygga uppvakstrar- tíð Undir skúlaárunum vísti hann góð evnir — og var hartil dugnaligur í frílufts- fremjandi fimleiki s.td. bóltspæli og serliga svim)- ing. Ein sunnur áhugi, sum Nr. 140 — 26. JULI 1994 túrar, tá ið skaðar og verri tilburðir vóru til hindurs. Ólukkur og trupulleikar komu fyri og var tað mang- Í an so stætt, at teir næstan kundu hóma deyðans út- rættu hond — men bara næst- an — tí Harrin Sjálvur var eisini við umborð hjá teim- um. Í 1933 um heystið byrjaði Jóhann í málaralæru hjá Petur á Hædd í Klaksvík. | Har fekk hann í tvey ár eina | grundleggjandi og fjøl- | broytta lærutid. hann fekst vid i øllum ung- | dómsárunum og hevur stimbrað bæði kropp og sál stórt sæð til ellisdagar. Tey góðu barna- og ung- dómsárini vóru síðan grundarsteinurin til at Jó- hann altíð hevur víst hjálp- semi og tryggleika, hvar hann enn hevur virkað ella ferðast. Hann hevur altíð víst stóra umsorgan fyri sínum næru og kæru, víst rættan stuðul og samkenslu í rættari løtu. Hevur dug-að at forlíkað seg við Harrans vilkor um lív elladeyða, um | gleði ella sorg. Aftan á fermingina fór hann at sigla sum messu- drongur = við >Gamla Smyrli«, sum passaði tá- verandi runt allar Føroyar. Tann fødilandskærleiki, ið Jó- hann hevur víst og óvíkiliga vísir, birtist av øllum at dóma longu tá — altíð so væl vitandi um søgu og hend- ingar — úr fjall í fjóru — úr bygd í bý. tann føroyska landalæran liggur honum ógvuliga ræðin fyri. Tað, sum er vert at vita um Før- oyar, tað veit hann. 1931-33 gekk tíðin mest til tað harða og baldruta sjó- lívið, sum so mangir av teim eldru føroyingunum hava roynt. Ein tíð, hvar yngri sum eldri máttu leggja rygg til, fyri at sjólívið skuldi bera seg, og fyri at kunna forsyrgja sær. Nútíðar panelar, mangverknappar og ikki at tala um allar ný- mótans hentleikar og útgerð umborð eksisteraðu ikki tá í tíðini — nei, brúkast mátti meira av viti og styrki Tað vórur túrar til Íslands — Grønlands — og norðari farleiðir annars. Tað vóru góðir túrar við rokfiskiskapi og gleðin yvir at sigla heim tískil stór. Tað vóru eisini túrar, tá ið lítið og onki fekst. Tað vórur túrar, tá ið alt gekst væl, men eisini Sum eitt lið í útbúgving- ini fór hann so niður til Danmarkar á Tekniskan Háskúla fyri málarar. At hann vildi útbúgva seg til málara, dugir ein í dag væl at skilja. Hansara kensla fyri málaraarbeiði Í hevur fallið so væl. Har skuldi hann, umframt van- liga målingakemi og litaval, | nema sær kunnleika um | entrepenadsmiljø, antik- | reparation, fasadudekora- Strandferðsluna | | málaraarbeiði tién o.s.fr. I Hillerød 1936 vard hon- um handað prågv sum ser- kønur málari vid góðum vidmæli. Leidin bar sidan heim aftur til Føroya, hvar hildið varð áfram við skiftivis á Føroya landi og skipstúrum. Aftan á langa krepputíð brast heimsbardagin á í 1939, og fyri Jóhann var sigling á vandasjógvi eisini vorðin veruleiki. Hendan vandamikla tíð umfataði fyri hansara part mest sigl- ing til Íslands — til Bjarn- oynna og til fiskileidis runt Føroyar. Heimsbardagatidin rakti Føroya fólk, sum øll vita, ógvuliga hart bæði til kropp | og sál. Tey stóru londini kriggjadust. Føroyar, sum friðarnatión, vóru ikki eftir- spurdar, men bara drignar inn í eitt kriggj. Eitt óskyld- ugt land mátti líða eitt ómetaligt tap, ein skaði og oyðilegging, sum teimum ongantíð kann endurgjald- ast. Mongum barst sorg fyri, og í teim døpru kreppu- og krígsárunum misti Jó- hann tvey av systkjum sín- um. Friløturnar heima á landi og tá serliga tey myrkru vetrarkvøldini royndu fólk at hugna sær við m.a. sjón- leiki, tónleiki og ødrum mentanartiltókum. Sjálvur luttók hann eina tíð sum mandolinspælari í eini streingjakvintett, sum Losj- an stóð fyri. Frá teim myrku krígsár- unum veit Jóhann nógv at mest ófatiliga henda. — Men ein gleðilig hending kom tó fyri! Føroyar høvdu endi- liga fingid sitt egna flagg. Tað var í 1940. Fólk kundu nú syngja: >Sjá tú blánar sum loftið... « Í 1945 giftist Jóhann við Ragnhild Jacobsen. ein charmerandi og fryntlig kvinna a Viðareiði. Hon var kend fyri sín dugnaskap í matgerð og húsarhaldi og var hon hartil sera rgsk til hendurnar s.s. veving, broderi og binding. Hon hevði høga mentan á vakur- leika- og náttúruumráðn- um. Stór var tann samling av yrkingum, sangum og sálmum, hon kendi til. Hon var ein sannur vinur og holl- ur stuðul í bæði sorg og | gleði — í bæði viðgangi og | mótgangi. | Men til stóru sorg okkara siga, dag frá degi kundi tað | bleiv hon brádliga tíkin burtur í 1984. Eftirkrígstíðin ella heimsdepressiónin, sum ein sigur, domineraði sum mest tá ið Jóhann og Ragn- hild fingu síni bórn og bygdu upp eitt egið heim. Tað vóru so ringar tíðir, søgdu tey, men greiddu tey at geva okkum sorgleysar barnadagar og eitt trygt heim. Tað bleiv nú, sum áður- nevnt, hildið áfram við skiftandi arbeiði og málaði hanneisini eina tíð í Íslandi. Í 50-unum varð farið til Grønlands at arbeiða um summarhálvárini við fiski- landing hjá Nordafar. Eitt sera orkukrevjandi arbeiði. Meg minnist at hann eina- ferð segði seg hava vakt 72 tímar í eitt koyr. Hesi árini gloyma vit bórn ongantíð. Okkum longdist eftir pápa og » gleddust vit yvir pakkar og brøv, men størst var frøin um heystið, tá ið tele- grammið kom: >Vit sigla heim<. Vit taldu dagarnar og sjálvandi stóðu vit í góð- ari tíð niðri við vegin fyri at taka ímóti tá ið rutan kom. Ein eydnusæl løta, endiliga var pápi heimkomin! Vetrarnir gingu so til ann- að fyrifallandi ítriv. Síðst í S0'unum byrjaðu spakuliga uppgangstíðir aftur í Føroy- um og somuleiðis eisini fyri ein málara við góðari út- búgving. Síðani tá var altíð ivaleyst at gera og at mála — meginpartin sum meistari — bleiv so høvudsstarv hans- ara líka til 1988, tá ið hann vegna heilsubrek mátti leggja frá sær. Jóhann hevur støðugt havt eina fasta politiska uppfatan og fylgir væl við í tí, sum hendir bæði innan- Tíðindablaðið limur í Gøtu Kommunustýri 1952-56. Í teirri tíðini sat hann eisini sum nevndar- limur í Kongshavnar Havn- At lesa bøkur og blød hevur verið hansara stóra frítíðarítriv. Í sambandi við mentan kann nevnast, at hann var við til at seta Gøtu Fornminnisfelag á stovn í 1960-unum. Hevur verið við til fyrireiking av kong- ligum og ødrum prome- nentum vitjanum í bygdini, sum aftan á restaurering minnir um grindi omanfyri. Seinastu árini hevur hann ferðast nógv millum Norð- urlond. Hann hevur so lætt við at koma í tos við fólk, og so lætt við at fáa væl burtur úr einum ferðatúri — men aftan á tos aftur og fram, kemur hann altíð til úrslitið: at Føroyar eru vakrasta landið her á jørð. 80 ár eru farin aftur um bak, tað mesta av 19.andu eld, kanska tann mest hend ingasama í nýggjari tíð Hann hevur verið ein rættur arbeiðsmaður og fak- maður burturav. Nógv eru tey umhvørvi, sum hann hevur snøggad til ella for- gylt Kirkjur, skúlar, hús, heim, skip 0.s.fr. Allastaðni hoyrdist sama niðurlag: Væl gjørt! Snotuligt! Meist- araverk! Hann hevur gingið lívsins sniðgongdu getu og støðugt valt ein lívshátt, sum hósk- ar seg fyri ein rættan mann við eini kristnari lívsáskoð- an. Hann hevur verið ein | góður maður og forsyrgjar:, ein faðir sum altíð hevur longst eftir bórnum sínum - altíð til reiðar — ja, enntå gingið meir enn hálvu leið | ina fyri at taka im6t teim Í meðan tíðin rennur veksur eitt nytt ættarlid upp | og sigast må, at umsorgan hansara fyri abbabørnunum hevur ikki verið minni Tøkk, góði pápi, fyri alt, tú hevur verið fyri okkum Mátti kveldarsólin givið eitt vakurt endurskin yvir tíni 80 ár. Hjartaliga til- lukku við .hátíðardegnum og Harran signing í komandi tíðum, ynskist tær av børnum tnum ví familjum Elsuba