týsdagur 26. juli 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (NHL
Rusevnispolitikkur FæÆYiTU.
300"...
II. Viðgerðarúrslit
Eg skrivaði herfyri ein
stubba um rúsevnispolitikk
og tað neyðuga í eini ávís-
ari samskipan innan við-
gerð. Eg hugsaði her at
koma inn á viðgerðarúrslit
og seinni umrøda tálmandi
og fyribyrgjandi tiltøk.
Summi meta, at råsevnis-
politikkur eigur bert at
verda vidgerd og onki ann-
að. Nakað á sama hátt, sum
t.d. tað er við teimum, sum
ikki tola evnid gluten. Tey
mugu læra at halda seg frá
gluten, men av tí, at tey eru
utfalsliga fá, so verður onki
gjørt fyri, at fólk sum heild
skulu halda seg frá hesum
evni. Eitt sindur ødrvisi er
vid sukri. Nøkur hava suk-
ursjúku og mugu á serligan
hátt ansa sær. Men tað finn-
asteisini mildari formar fyri
sukursjúku, so at tað kann
sum heild vera gott at ansa
eftir sukurbrúkinum.
Í einum stubba í Dimma-
lætting var herfyri umrødd
ein vitjan úr Íslandi og
Grønlandi. Vitjanin var í
sambandi við Heilbrigdið,
og sum eg skilti varð lagt
upp til, at viðgerð var ein-
asta neyðuga og fult út
effektiva tiltak móti mis-
brúki. Ein líknandi stóða
sum við gluten-sjúkuni.
Hetta meti eg vera ein far-
ligan politikk. Viðgerð
kann vera góð hjá nógvum,
men partvís er hon ikki so
effektiv, tíverri, partvís eru
nógvir rústrupulleikar í
samfelagnum, sum ikki
altíð eru knýttir at tí, vit
kalla misbrúk (avhengig-
heit ella turv). Eg meti tí, at
vitikki skulu avskriva aðrar
tættir í rúsevnispolitikki,
men meir um hetta seinni.
Í sama stubba í Dimma-
lætting vórðu umrødd við-
gerðarúrslit, sum eg skilti
vístu, at um 2/3 gjørdust
frískt. Eg skal koma nærri
inn á ymsar slíkar kann-
ingar, men í sær sjálvum má
sigast, at er hetta so, so má
tað vera ein heimssensa-
tión. Er úrslitið so gott, átti
hetta at verið staðfest av
vísindamonnum, men
komu teir til eitt sindur
slakari úrslit, kanska eini
30-40%, so er hetta eisini
gott.
Nú velst al tum, hvussu
slíkar kanningar verða
gjørdar. Metir ein eftir,
hvussu mong, ið ikki eru
innafturløgd innan eitt år,
so kann ein sjálvandi fáa
høg prosent. Men her tekur
ein ikki hædd fyri fleiri
faktorum: Hvørji eru hesi,
hvussu vánalig vóru tey, Er
tíðin, sum farin er, eitt, tvey,
fimm ár? Eisini má fast-
leggjast, hvat ein skilir við
at vera frískur. Sama fólk
kann ganga aftur við somu
trupulleikum hjá komm-
unulækna, ødrum viðgerð-
arstovnum, sjúkrahúsi
0.s.fr. Við øllum kanning-
um av slíkum slag er ti
neyðugt at fylgja tí ein-
staka persóninum upp. Tá
verður sjálvandi altíð eitt
ávíst fráfall í sjálvari kann-
ingini. Fólk svara ofta
sjálvi, hvussu gingist hevur,
og tað kann vera so mis-
javnt, hvussu álítandi teirra
meting er. Tí er eisini neyð-
ugt at hava okkurt líknandi
at samanbera við, t.d. úrslit
av ødrum viðgerðarformi,
sum hevur verið royndur
fyri fólk við líka stórum
trupulleikum.
Fyri ikki at gerast ov
fløkjasligur, skal eg halda
meg til meting av úrslitum
innan sonevndu Minne-
sota-viðgerðina. | Nógvir
aðrir viðgerðarhættir
kundu eisini verið umrødd-
ir, men tað verður ov drúgt
nú. Eg fari at nýta ein
samandrátt, su m er gjørdur
í bókini >Minnesota-mo-
dellen í Danmark« eftir Vi-
beke Steffen. Utkomin
1993 å forlagnum Socpol.
Hetta er annars ein sera
áhugaverd bók í sjålvum
sær, og sum kostar einar
110kr.
Har verða nevndar fleiri
kanningar, og serliga heftir
hon seg við kanning hjá
Laundergan úr Minnesota,
sum vísti um 54% avhald-
andi eitt ár eftir viðgerð. Ur
Finnlandi var úrslitið, sum
Keos fann, væl lægri, niðri á
26%, sum vóru avhaldandi
eitt ár eftir viðgerð. Ein við-
gerðarkanning eftir Lars-
son úr Svøriki visti tilsvar-
andi úrslit upp á 49% og
sjálf fær Steffen úrslit úr
Danmørk upp á um 54%.
Tað vil siga, at spennið er
sera vitt, heilt frå 26% upp
til 54%. Tó kemur ongin av
hesum upp móti teimum
2/3, sum umreddir vórðu.
Sum sagt, so kundu við-
gerðarúrslit frá øðrum við-
gerðarhættum eisini verið
drigin fram, men tað verður
ov drúgt. Harafturat kemur,
at fyri at samanbera við-
gerðarhættir, so má ein
eisini tryggja sær, at tey
fólk, sum eru vidgjørd, eru
samanbærlig, og tað kann
vera torført. Hetta kemst av,
at ofta er tað júst so, at ein
ávísur viðgerðarháttur tek-
ur sær av og tiltrekkir fólk
við einum ávísum pro-
blematikki. Sumt er eisini
innrættað til tað sama, t.d. at
misbrúkarar við sinnis-
sjúku koma til viðgerðar
innan psykiatriina og mis-
brúkarar við t.d. livrasjúku,
magasári 0.0. koma innan
tað medicinska økid.
Tad er neydugt, at samfe-
lagið kann bjóða mis-
brúkarum viðgerð. Hinveg-
in koma vit nokk lítið á-
leiðis við reypi. Fingust
viðgerðarúrslit, sum nevnd
í Dimmalætting, so kann
eisini við einfaldari rokni-
metodu finnast útav, at
landið mest skuldi verið
dustsogið fyri misbrúkarar,
og so er ikki, tíverri.
Viðgerðarúrslit benda á,
at rústrupulleikar (her ser-
liga viðv. rúsdrekka — alko-
holi), ikki kunnu loysast við
í den grad at gera hetta til
bert ein sjúkuspurning hjá tí
einstaka. Vit mugu eisini
kenna eina felags ábyrgd,
sum m.a. kann gera, at øll
mugu bera ymsar tálmingar
innan rúsgkið, eitt nú at
summi rúsevni eru forboð-
in, meðan onnur er tyngd av
avgjøldum. Meira um hetta
í næsta stubba.
Við heilsan
August G. Wang
Lesarabrøv
re
Til býráðsformannin Lisbeth Petersen
Eg eri eisini ein av teimum
mongu, sum nú í longri tíð
nyttuleyst havi roynt at fáa
fatur í henni, men sama svar,
antin er hon upptikin ellaer hon
ikki har.
Tað skuldi givið einum
manni nokk, ja meira enn
nokk, at verið býráðsformaður
í Tórshavn. Tað skilti í hvussu
so er undangongumaður henn-
ara í sama starvi, at skuldi ar-
beiðið har passast forsvarliga,
kravdi tað sín mann, og segði
hann tí sín løgtingssess frá sær.
Nú vita vit at hon hevur hild-
ið ógvuliga fast um sín sess í
løgtinginum, og hevur runnið
ímillum, so tað er væl skilj-
andi, at hon er ring at hitta.
Lad gá, tå man er í andstøðu,
nýtisteinum ikki altíð at vera til
staðar, men tað haldi eg er at
halda sin løgtingssess fyri tað
turra spott og harvið alt Føroya
fólk við.
Men mín góða Lisbeth, kem-
ur tú í samgongu, sum alt týðir
uppá, krevur tað ein heilan
mann og ikki ein hálvan. Væl
vitandi at tín høgra hond í
býráðnum, skrivarin Jens
Marius Poulsen, ger eitt dygd-
ararbeiði, men hann er nú
einaferð ikki valdur at stýra
hesum býi.
JJ.
VHS 195 min
8 fyri "
Nr. 140 — 26. JULI 1994 Sida7
EsSOO
POP-UP LIGHT
8mm VIDEO CAMCORDER
-
1:
Videobond |
8 mm. 60 in, metal ;
2 fyri ;
TLF. 19820
Alt innan hita, vatn,
sanitet og ventilatión
verður gjørt bíliga.
NN
a. Harrs Farm |
Rer 8 Blikksmiður
Kristiansgøta 40 - 188 Hoyvík - Tlf. 18534 - Mobil 8953+
TILBOD
"FERÐAST SUMTYKKUM HOVAR" 4 vaksin + bil.
10 daga ferð, vid 8 gistingum
Bed & Breakfast runt i
Skotlandi, sum tit sjålvi
ynskja tad
2.045.
NB: Gisting umborð er á dekksplássi couchettum. Um koyggja ynskist verður goldid eyka
STRANDFARASKIP LANDSINS