týsdagur 26. juli 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Tá føroyskir og danskir
politikarar fundaðust 6. ok-
tober í 1992 og 1. februar
1993, møttu teir føroysku
politikararnir rættiliga Ó-
fyrireikaðir. Tað vóru danir
sum settu dagsskránna, og
føroyingarnir tóku stóðu til
tey ymisku málini á sjálvum
fundunum.
Embætis-
mannafundir
Hetta kundi hvørgin part-
urin vera nøgdur við, og tí
bleiv hereftir skipað fyri
regluligum embætis-
mannafundum, har part-
amir blivu kunnaðir um
støðuna hjá hver øðrum.
Embætismenninir hava
síðani greitt politikarunum
frá støduni, og hetta hevur
gjørt, at føroyingarnir hava
verið munandi betur fyri-
reikaðir til fundimar við
stjórnina, sum hava verið
síðani.
Í valstríði
Ein tílíkur kunnandi em-
bætismannafundur = varð
hildin í Nóatúni í Havn 13.
juni.
Nr. 140 — 26. JULI 1994
Tá var val útskrivað í Før-
oyum, og avtalurnar millum
stjórnina og landsstýrið
vóru kanska mest umrødda
málið í valstríðnum.
Harafturat var fundurin
sum verða skal 17. august
nógv umrøddur. Fleiri
flokkar søgdu seg ætla at
geraeinaheiltnýggja avtalu
við danir 17. august.
Men føroysku embætis-
menninir fungu 13. juní at
vita ymiskt um, hvat danska
stjórnin hevði í hyggju at
taka fram á fundinum 17.
august.
Ongir lættar
Millum tað, sum
embætismenninir fingu at
vita, var hetta:
Stjórnin heldur fast við
krøvini, hon hevur sett í
teimum avtalum, sum longu
eru gjørdar.
Stjórnin ynskir at broyta
lógina um vinnuligan fiski-
skap, soleiðis at kvotunar
gerast meira umsetiligar.
Danir leggja dent á, at
blokkstuðulin ikki verður
hægri í 1995 enn í 1994 -
heldur hinvegin.
Fíggjarlógin fyri 1995
skal hava minni undirskot
enn fíggjarlógin fyri 1994
Danir fara at krevja
sparingar og effektiviser-
ingar innan almenna sek-
torin.
Teir kravdu at fáa upp-
lýsingar um Atlantic Air-
ways - serliga um avtalur-
nar millum landsstýrið og
AA kunnu metast sum
almennur stuðul.
Embætismanna-
fundur í august
Hetta kemur alt fram í eini
fundarfråsøgn, sum Kjartan
Hoydal hevur skrivað frá
embætismannafundinum
13.juni.
Í hesi fråsøgn mæla
føroysku embætismenninir
eisini til, at fundurin 17
august verdur å embætis-
mannastigi, og at politisku
samrådingamar ikki verda
fyrr enn í desember.
Orsøkin til hetta tilmæli
er, at eitt nýtt føroyskt
landsstýri illa fær tíð at
fyrireika seg nóg væl til 17.
august, og at tað kann vera
ein trupulleiki fyri donsku
Tíðindablaðið GL
stjórnina, um tundumn
liggur ov tætt at danska
valinum.
Onki sigast
Men í Degi og Viku
friggjakvøldid var upplýst,
at nakað annað eisini var
avtalað:
Har var embætismaðurin
Kári Petersen endurgivin
fyri at siga, at áðrenn hann
fór á fundin 13. juni fekk
hann at vita, at tær
upplýsingar, danir góvu,
skuldi dyljast fyri føroysku
politikarunum til eftir valið
7. juli
Kári Petersen hevur onga
viðmerking til hetta í dag,
men sum tað framgongur av
øðrum vit hava tosað við,
verður hetta mett sum eitt
sera álvarsamt álitisbrot í
Tinganesi.
S-S-
Kári Petersen, hvørs úttalilsi rættiliga hava loypt ødi
í allan tann politiska heimin, hevur onga viðmerking
enn. »Eg skal tosa aftur við løgmann, og sigi onki
alment fyrr enn eg havi gjørt tað=, sigur hann
Kjartan Hoydal:
Vit ræddust pol-
itiska misnýtslu
- Tað kom einki nýtt fram á fundinum 13. juni.
#
Tað var bara ein staðfesting á embætis-
mannastigi av, at autalurnar framvegis vóru í
gildi. Men av ti at avtalurnar politiskt eru eitt so
eldfimt mål, valdu vit ikki at almannakunngera
fundarfråsøgnina fyrr enn eftir valið
Kjartan Hoydal virkar sum
leiðari hjá teimum føroysku
embætismonnunum, tá teir
hava fundir við danir.
Tað er eisini Kjartan
Hoydal sum hevur skrivað
tað nógv umrøddu fundar-
frágreiðingina, sum ikki
bleiv kunngjørd fyrr enn
eftir valið.
Vit hava spurt hann, hví
avgerðin um hetta varð
Hann greiðir soleiðis frá:
Einki nýtt kom fram
- Fundurin 13. juni var ein
fyrireiking til fundin, sum
skal vera millum stjórnina
og landsstýrið 17. august.
Men landsstýrið bleiv jú
ikki sitandi, og fundurin hjá
okkum bleiv hildin mitt í
einum føroyskum valstríði.
Kjartan sigur at hetta
gjørði, at embætismenninir
valdu at fara varðliga fram.
- Vit kunnu ikki taka
avgerðir. Vit eru undir-
lagdir teimum politisku
myndugleikunum. Tí
ynsktu vit ikki, at okkara
fundur skuldi blíva avgerð-
andi fyri tað føroyska val-
stríðið, sigur hann.
- Men hava tit ikki skyldu
til at boða politikarunum
frá stóðuni hjá donsku
stjórnini?
- Sjålvsagt. Og vit søgdu
eisini við landsstýrismenn-
inar eftir fundin, at stødan
hjá donsku stjórnini var
óbroytt. Tað var onki annað
at siga - tað sær einhver,
sum lesur fundarfråsøgn-
ina, sigur hann.
- Orsøkin til at vit ikki
komu vid nakrari formell-
ari, skrivligari frásøgn
beinanvegin, var, at einki
avgerandi nýtt kom fram.
Kjartan Hoydal leggur
stóran dent á hetta at einki
nýtt kom fram. Tí heldur
hann seg heldur ikki hava
burturtagt = nakað av
týdningi.
- Tað einasta donsku
embætismenninir upplýstu,
var, at danska stjórnin stóð
við tær avtalur, sum eru
gjørdar. Og tí er einki nýtt í,
sigur hann.
bg