týsdagur 26. juli 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið { sostalurin | Nr. 140 — 26. JULI 1994 Sida9
Bangnir
fyri misnytslu
Men ein almenn frágreið-
ing kom kortini - og hon
kom eftir valið. Var hetta
eftir boðum frá donsku em-
bætismonnunum?
- Nei, sig Kjartan Hoydal.
Men bæði vit og donsku
embætismenninir vóru
bangnir fyri at blíva drignir
inn í tað føroyska valstríðið.
Og tá nú einki nýtt kom
fram á fundinum, hildu vit
tað íkki vera neyðugt
beinanvegin at almanna-
kunngera, hvat vit høvdu
tosað um.
Kjartan Hoydal heldur, at
hóast einki nýtt kom fram,
so hevði vandi verið fyri at
embætismenninir = vórðu
drignir inn í valstríðið, um
fundarfrágreiðingin varð
almannakunngjørd meðan
tað leikaði á.
- Avtalurnar við donsku
stjórnina vóru jú eitt
høvudsevni í valstríðnum.
Tí høvdu vit lættliga
kunnað blivið misbrúktir,
um vit mitt í valstríðnum
høvdu almannakunngjørt
tað, vit tosaðu um á
fundinum, sigur hann.
- Tað var vandanum fyri
at onkur fór at leggja
avgerandi politiskan týdn-
ing í okkara fund, sum vit
vildu sleppa undan. Tí hetta
var ikki ein fundur á
politiskum stigi, men á
embætismannastigi. Og tað
er hver sítt.
- Fleiri føroyskir flokkar
lovaðu í valstríðnum at
gera nýggjar avtalur við
danir. Áttu hesir flokkar
ikki at fingið at vita, at
danir standa fast við
gjørdar avtalur?
- Nei - og íað er nettupp
hasi misskiljingini, vit vildu
sleppa undan, svarar Kjar-
tan. At embætismenn kon-
statera, at stjórnin stendur
við gjørdar avtalur merkir
ikki, at tær ikki kunnu
broytast politiskt. Embæt-
ismenn kunnu bara stað-
festa, hvat politikararnir
meina í løtuni, og so handla
út frá tí. Uttan mun til, hvat
embætismenn siga, so
standa allir møguleikar
opnir politiskt.
Høvdu boðað frá
um broytingar vóru
Kjartan leggur enn
einaferð dent á, at um
okkurt nýtt var komið fram
á fundinum so høvdu
embætismenninir sjálvsagt
straks boðað politisku
myndugleikunum frá tí.
Men av tí at onki nýtt var,
hildu teir onga orsøk vera til
at órógva tað føroyska
valstríðið.
S-S-
; HM
etta er
ålvarsamt
- Eg meti hetta at vera eitt mål av sera stórum
týdningi, sigur Marita Petersen
Marita Petersen, Jóannes
Eidesgaard og Finnbogi
fsakson høvdu í gjár fund
við nøkur av teimum
embætisfólkum, sum
vóru við á tí nógv um-
rødda fundinum 13. juni.
Har tosaðu tey m.a. um
tað, Kári Petersen sam-
bært sjónvarpinum hevur
sagt um, at hann skuldi
tiga við teimum upplys-
ingum, hann fekk frá
teimum donsku embætis-
monnum.
Tað var eingin niður-
stóða gjørd á fundinum,
men hann verður tíkin
uppaftur seinni, skilst.
Sera álvarsamt
-Tað eru bæði danskir
og føroyskir embætis-
menn sum hava sagt seg
einki kenna til hatta, men
hatta úttalilsið verður
kortini tikiO í størsta
álvara, sígur hon.
Hon leggur afurat, at
hon metir tað sum eitt mál
av sera stórum prinsippi-
ellum týdningi.
- Hava føroyskir em-
bætismenn fingið Þoð um
at tiga, so er tað eitt
ålvarsmål, sum skal
kannast til botns, sigur
hon.
Spurd hvat landsstýrið
fer at gera, um at tað vísir
seg at vera rætt, sígur
Marita, at so má ein
hyggja at teimum reglu-
gerðum, sum embætis-
menninir arbeiða undir.
Men meira vil hon ikki
siga.
- Vit arbeiða framvegis
við tí, og tí sigi eg íkki
meira um tað enn, sigur
hon.
S-S-
Sera grovt
ålitisbrot
Tad er likamikid, hvat kom fram å fundinum.
Embætismenninir hava undir ongum um-
stødum rætt til at dylja upplysingar
Nordoya Fólkafloksfelag
hevur í blaðnum í dag eina
yvirlýsing, sum í óvanliga
hvøssum vendingum
kritiserar føroysku em-
bætismenninar fyri at
dylja upplýsingar.
Sagt verður m.a. at
>Tað sum gjørt er av
okkara embætismonnum,
kann sigast at vera ein hin
grovasta svikagerð móti
fødilandi og Føroya fólki.
Heita mál eigur, fyri
embætismenninar, at fáa
álvarsligar fylgjur«.
Anfinn stuðlar
Anfinn Kallsberg hevur
ikki verið við til at gera
hesa yvirlýsing, men hann
tekur undir við valfelagi
sínum.
- Eg hevði kanska valt
eitt annað orðalag, men
innihaldinum taki eg fult
undir við, sigur hann.
Prinsipp-
spumingur
Anfinn heldur, at uttan
mun til hvat fundurin 13.
juni snúi seg um, so høvdu
embætismenninir greiða
skyldu at boða frá, hvat
Enn sta from 00 0 1
- Innihaldid er i grundini
undirorðnað, sigur hann.
Tað er sjálvt tað at
embætismenn ikki boða
landsstýrismonnunum
frå, sum eg haldi vera sera
álvarsamt.
Anfinn sigur, at tað eru
tvey viðurskifti í sam-
bandi við hetta mál, sum
ikki kunnu góðtakast.
Annað er, at danskir
embætismenn siga við teir
føroysku, at áðrenn teir
fáa ávísar upplýsingar,
mugu teir lova ikki at bera
teir víðari til landsstýris-
menninar.
Og hitt er, at føroysku
embætismennnir ganga
við til at arbeiða undir
hesum treytum.
Tað, sum Kjartan Hoy-
dal sigur um at einki nýtt
kom fram, heldur Anfinn
Kallsberg ikki broytir eitt
vet.
- Tað er fullkomiliga
líkamikið. Embætis-
menninir skulu undir
øllum umstødum boða
sínum yvirorðnaðu -
landsstýrismonnunum -
frá.
Anfinn kallar tað >sera
grovt álitisbrot<, at hetta
eftir øllum at dóma ikki
hendi í hesum førinum.
S-S-
Í