týsdagur 26. juli 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 Nr. 140 — 26. JULI 1994
Úr ferðslulógini:
Súkkla skal altíð halda seg høgrumegin á teirri
farbreyt, ið liggur longst høgrumegin ferðslu-
leiðina. Súkkla má ikki koyra undir liðini á oðrum
akfari. Har rúmd er, kunnu tvær súkklur koyra lið
um lið, um tað er vandaleyst og ongum til ampa.
Súkkla, ið skal sneiða til vinstru, skal halda fram
heilttvørturum krossvegin og kann tástani fara at
sneiða, tå ið tað fær verið uttan ampa fyri hina
ferðsluna.
Súkklur kunnu yvirhála onnur akfør á høgru síðu.
Tá snarað verður til vinstru, mugu akfør ikki tarna
súkklum og prutlum sum koyra beint fram.
M Bannað er atsúkkla á gongubreytum, uttan so at
annað er tilskilað av landsstýrinum. Súkkla skal
verða leidd tvørtur um gongubreyt Landsstýrið
kann seta reglur um ferðing hjá súkklum á gongu-
breytum. Í slíkum førum eigur greinligt mark at
vera millum tann partin av gongubreytini, sum
súkklur kunnu ferðast eftur, og tann partin, ið er
kannaður fólki til gongu.
Súkkla (og prut!) kunnu bert koyra eftir súkklu
breyt høgrumegin við vegin ferðsluleiðina, um
ikki annað er tilskilað við merking.
Tann, ið súkklar, skal hava báðar føtur á åstig-
inum(pedalini), ogiðhvussu so er, aðra hondina á
Barnyngri enn seks ár má ikki súkkla uttan saman
við einum 15 ára gomlum ella eldri, ið hyggur attí.
Mm Súkklamá ikki flyta fleiri fólk, enn hon er ætlað til
Tó kunnu tvey børn yngri enn seks ár verða havd
við á súkklu, um hon hevur serligt sæti, sum verjir
beinini móti hjólsnældunum. Tann, sum stýrir
súkkluni, skal í slíkum føri vera fyltur 15 ár.
Ikki er loyvt at súkkla so mikið ávirkaður av rús-
drekka, at tú ikki er førur fyri at koyra trygt.
M Tann ið setir súkkluna frá sær, skal læsa hana,
uttan so at hon skal standa heilt stutt.
...0g Vit og skil
Taðræður um athava bremsur, ljós og endurskin í
lagi.
Súkklufólkið er veika liðið í ferðsluni, so ver altíð á
varðhaldi.
Vísið sjálvsálit í ferðsluni. men takið ikki óráð fyri.
Lesferðsluna av, fanga eyguni á bilførarunum, og
tá tú veitst, at tú ert sæddur stýr so avstað.
Taðringasta súkklufólkið kann gera, er atkrógva
seg burtur.
Vegurinkannstundumverasosmalur attryggast
er attaka eitt fult pláss á koyribreytini
Viðhvertkann vera tryggast at fara upp á gongu-
breytina.
Vísið av. Men er vegurin ringur, kann vera trygg-
ast at hava báðar hendur á róðrinum.
Berneigahelstikkiatsúkkla einsamall í ferðsluni,
fyrr enn tey eru 10-11 ár.
Keypið eina góða súkklu, sum klárar brekkurnar.
Og haldið súkkluna í góðum standi.
Nýtið fallhjálm. Ringastu súkkluskðarnir raka
hevdið.
Og til bilfarararnar : Gevið súkklunum gætur, tit
eru ikki einsamallir á vegnum.
|
Tíðindablaðið (SHU
Á
“7 a —
r
Lýsingar í Sjónvarpi Foroya
Ymiskt er sum lýsingarnar í
SVF ljóða.
Ein lýsing, sum ofta er at
síggja og hoyra er — fyrst buld
ur og brak, síðani ølfløskan,
har proppurin er tikin av og øli5
rennur niður eftir fløskuni,
meðan sagt verður »Føroya
Bjór ger veðrið betri <.
Satt at siga haldi eg lýsing-
ina vera sera fjákuta, og ikki
hava nakað við veruleikan at
gera. — Eftir veðrinum at døma
drekka føroyingar lítið og
einki gl.
Hinvegin, er hon so Ȍvirki-
lige at í hugaheiminum verður
veðrið betri? Helt annars, at
ikki var loyvt at lýsa við
alkohol-tilboði
Men tað, sum fær meg at
skriva, var tað sum hendi
seinasta hóskveld í SvF. Har
var ein sending, sera áhuga-
verd, væl til rættis løgd — har
børn, avvardandi at teimum,
sum høvdu rúsdrekkatrupui-
leikar, greiddu frå hvussu hetta
ávirkaði tey bæði sålarliga og
likamliga, at liva undir slíkum
umstødum. Tey vístu á tørvin
til stuðul og umsorgan til te,
sum vóru útsett fyri hesum
sama. Eisini tey, ið høvdu trup-
uleikan sjálvi av rúsevni,
søgdu barskan veruleika, um
hvussu trupult tað var at koma
burtur úr tí aftur. Eg eri ikki í
iva um, at henda sending gav
okkum øllum somlum nakað at
hugsa um. Ein sera álvarsom
»gripandi« løta.
Men álvaratos, Sjónvarp
Føroya, næsta sum verður sent
(beint aftaná) er aftur henda
»slevandi ølin«.
Eg hugsaði — nú er ovboðið,
eru tað »robottar«, sum sita har
uppi, ella er tað av berum gá-
loysni
Í øllum fórum sera óhóski-
liga sett saman
Til seinast vil eg bara ynskja,
at tit í SVF geva tykkum betri
stundir at leggja sendingarnar
til rættis.
Vinarliga
Sólborg Dulavík
Inntøkutrygd
Tað er nógv frammi um inn-
tøkutrygdina hjá fiskimonnum
nú, og tað undrar meg sera
nógv, at tað ikki er gingið upp
fyri fakfelagsleiðarum og ødr-
um, hvussu langt vit eru kom-
nir nú. Her fæst onki at hanga
saman longur, fólk rýmir av
landinum, arbeiðsloysið er
20% og ein stórur partur av
fólkinum fær ikki endarnar at
røkka saman.
Tað er ófatiligt, at menn tora
alment at forsvara ta skipan,
sum vit nú hava við inntøku-
trygdini. Hendan skipan var
góð í 80'unum, tá vit ikki fingu
mannað skipini, men nú er
stødan tann øvugta, við tí stóra
arbeiðsloysinum, sum vit nú
hava.
Eg øtist, at tað er so lítil
solidaritetur í fólkinum, at
ongin vil viðganga, hvussu 6-
rímilig hendan skipan er.
Sum dømi kann eg taka:
Tann eina túrin í 1993 var eg
mynstraður í ca. 100 dagar, og
hýran var 201.000 kr. Hartil
fekk eg 4.378 kr. í dagstudn-
ingi úr lønjavningargrunnin-
um. Hetta er ein dagløn upp á
ca. kr. 2.000. Eg haldi ikki vit
kunnu forsvara hetta yvir fyri
dønum ella yvir fyri teimum ar-
beiðsleysu.
Eg haldi eisini, at tað er
skeivt, at sjómenn, sum vinna
500.000 kr. í 10 mánaðir, sakt-
ans kunnu fáa løn úr lønjavn-
ingargrunninum hinar 2 mán-
aðirnar.
At lógin um inntøkutrygd
verður misbrúkt, skal eg ikki
siga, men at menn leggja
mynstringina so til rættis, at
teir fåa sum mest, eisini år
landskassaum, tað er ein veru-
leiki.
Klaksvík, tann 17.3.1994
Jógvan Páll Poulsen
Tingast fyri opnum skermi
Her er bara eitt at gera og tað er
at krevja, at danir koma til Før-
oya at forhandla framman fyri
opnum skermi í Norðurlanda-
húsinum t.d. Tað gongur ikki
longur, at okkara lív og lagna
skal avgerast á huldufólka-
stigi. Føroya fólk må vita, hvat
forhandlað verður um. Alt
annað er tvætl.
Var henda løgna og óhugna-
liga kreppan verulig, so høvdu
okkara væl lærdu fólk dugað at
sæð, at ferðaútreiðslur og
uppihald uttanlands er ein
tyngjandi byrða fyri útpínda
Føroyaland — tað er eyðsýnt, at
danir signalera vanliga føroy-
inginum hetta við viðferðini av
seinastu sendinevnd okkara.
Vit mugu spegla okkum í
Jákupi Sibba, tíverri, men hann
var so bara ta einu ferðina í
Danmark og forhandlaði. Hví?
Tí hann feldi sjálvur sviðan og
bar sjálvur útreiðslurnar og
tapið við. Tað manglar í dag hjá
okkum, tí her kunnu tey ráð-
andi syngja í kór fyri vanliga
føroyinginum: gongst tær illa,
gongst tær væl, lønina fáa vit
álíkavæl. Tann meinbogin má
burturbeinast.
Ein verulig katastrofa rakar
gil í einum samfelag katastro-
falt. Henda er ikki natúrlig, tí
summi vita als ikki av henni, og
tá ruggar ikki rætt. Hvussu
gjørdist hóttafall okkara
møguligt? Jú, við útlendskum
kapitali, sum floymdi inn yvir
okkum, so vit næstan drukn-
aðu í pengum. Høvdu vit biðið
um hetta? Ikki vanligi føroy-
ingurin, men alt samfelagið
gjørdist í ørviti, men marran
kom so.
Vit mugu fáa møguleika at
virka okkum burtur úr hesum
ruðuleika. At reka arbeidsførar
familjur av landinum er okkum
til óbótaligan skaða, tey mugu
sleppa heim aftur til síni hús,
sum tey jú ikki kundu flyta í út-
legd við sær.
Danir mugu geva okkum
okkara part av kapitalinum fyri
Mjørkadal, sum teir gjøgnum
árini hava fingið frá NATO, tí
stødin varð plaserað í Føroyum
við stórum atomkrígsvanda.
Hvat løgdu stóru londini í, um
eini 40.000 feroysk frell fóru
fyri skeytið, um so var, at atom-
kríggj skuldi brostið á tá í tí
tíðini? Har eiga vit pening á hjá
dønum, eingin ivi um tað.
Krevjið uppgerðina nú.
Spírin til sethúsakreppuna í
dag varð gróðursettur við
Mjørkadalstíðni, tá fóru húsa-
leigur og -prísirnir av lagi, tað
er vist.
Milliardaskuldini mugu vit
sleppa undan, tað sigur vanligt
vit og skil, at so fá fólk kunnu
ikki bera slíka skuld. Við
NATO-pengunum kunnu vit
varðveita og skapa virksemi
aftur.
Eyðna Djurhuus