týsdagur 26. juli 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ED Nr. 140 — 26. JULI 1994 Sida 11
12 hólkar á
olavsøkukonsert
Sum siðvenja hevur verið
seinastu árini, skipar FUT
aftur í ár fyri stórari ólav-
søkukonsert. Konsertin,
sum verður mikudagin 27.
juli, er aftur í ár á konsert-
gkinum við molan, eystan-
vert havnarskrivstovuna.
Eins og síðsta ár byrjar
konsertin kl. 18 og bólkar-
nir eru í ár tólv í tali.
FUT hevur í ár roynt at
lagt dent á eitt so breitt úrval
av bólkum sum gjørligt.
Hetta fyri at øll skulu kunna
fáa eina góða og hugnaliga
létu niðri við molan. Hetta
merkir, at FUT í ár hevur
roynt at fáa so nógvar tón-
leikastílar sum gjørligt um-
boðaðar. Tónleikurin í ár
fer at røkka frå rock, fusion
og grunge yvir í popp og
víðari yvir í fólkatónleik.
So her skuldi verið tónleik-
ur fyri eitthvert oyra.
Bólkarnir, sum eru við,
eru flest allir royndir á palli
ella samansettir av tónleik-
arum, sum hava staðið á
palli fyrr.
Av bólkunum fara vit her
at nevna nakrar, sum hvør á
sínum øki hava gjørt vart
við seg í føroyska tónleika-
lívinum.
Ikaros
erein ógvuliga vælspælandi
rockbólkur, sum spælir við
slíkum hegni, at ein skuldi
trúð, at teir ungu tónleikar-
amir vóru bæði eldri og
royndari innan tónleika-
heimin enn teir í veruleik-
anum eru. Bólkurin spælir
vanliga løg hjá Todo Van
Halen og ToTo, men teir
fyra ikki fyri at fara undir
annan tónleik. T.d. spældu
teir undir hjá Yasmin, tá
hon var í Føroyum fyrr í ár.
Teir spældu eisini á Ársins
Songrødd 94 og har gjørdi
SvF upptøkur av teimum,
sum seinni vórðu sendar í
sjónvarpinum. Av limun-
um f bélkinum kunnu nevn-
ast sangarin Brandur Jacob-
sen, sum er royndur innan
tónleik. Hann spældi td
við Chase á Glavsøkukon-
sertini í fjør og varð Ársins
Songrødd í 92.
Enekk
Eysturoyarbólkurin Enekk
hevur spælt seg inn í hjartað
á mongum føroyingi við
lagnum >Eru vit til« á
Amnesty bandinum. Eisini
hava teir sjálvir givið band
út við ógvuliga sermerktum
og nýskapandi tónleiki,
sum tó hevur røtur í fólka-
tónleikinum. Enekk hevur
m.a. spælt saman við
Frændum og í Norðurlanda-
húsinum.
Revival
er úr Suðri, og tey, sum ikki
hava sæð teir á palli, hava
eina uppliving ul góðar.
Teir duga ógvuliga væl at
fáa lív í fólkið og mangan
hevur salurin kókað, tá teir
hava spælt.
Tónleikurin, teir spæla, er
alt, sum kann spælast við
tveimum gittarum, bassi og
trummum, og hava teir víst
ferð eftir fer, at teir megna
allar tónleikastílar. Til kon-
sert spælir Revival tó sum
oftast eitt sindur harðari
tónleik. Men hvor veit hvat
teir munnu fara at taka okk-
um á bóli við hesa ferð?
Mold
At mold er skitin hevur ofta
verið sannað, og so er eisini
við tónleikinum hjá havnar-
bólkinum Mold. Mold
spælir Grunge-tónleik og
alt teirra tilfar er heima-
gjørt. Teir duga væl at gera
sangir og hver man ikki
minnast lagið »Illum Chill-
um« frá 6lavsøkukonsertini
i fjør? Mold hevur eisini
eina sera eydkenda fram-
førslu, sum kanska í løtum
kann tykjast heldur svaklig.
Jú, spennandi verður at
síggja Mold.
er ein royndur bólkur, sum
hevur spælt øll 80'ini og
„are still going strong<. Tey
flestu kenna kanska betur
navnið Fróði og Deiggj,
men nú er navnið altso bara
Bólkurin hevur spælt
nógv, bæði til dans og til
konsertir. Eisini góvu teir
miðskeiðis í 80'unum út
band, har m.a. sangirnir
Prúða land mítt og Slatur
eru á. Deiggj spælir vanliga
eina blanding av egnum løg-
um og løgum hjá øðrum, har
m.a. norðurlendsk løg t.d.
hjá Lars Lilholt og Bjørn
Afzelius eru á skránni.
Samanumtikið er Deiggj
ein gamal bólkur við nýggj-
um skapi, sum spælir bæði
eldri og yngri løg.
sum eru við, eru: Razaman-
az og Superior úr Vest-
manna, Mark no limits og
Tvass úr høvudsstadarøkin-
um, Traffic úr Suðuroy,
DDT úr Eysturoynni og
” Hanus Johansen við sínum
lívliga vísusangi.
Hesir bólkarnir eru allir
mannaðir við royndum tón-
leikarum og —ytilsamans
leggja allir bólkarnir stødi
undir eina góða og undir-
haldandi ólavsgkukonsert.
Á konsertskinum
verður høvi at keypa sær
okkurt etandi og drekkandi
afturvið tónleikinum.
Atgongumerki fáast á øk-
inum og kosta 100 kr., tó
kosta atgongumerki, sum
verða keypt áðrenn kl. 19,
80 kr. Fråsøgumadur verður
Jåkup Magnussen og P/F
Con stendur fyri ljóðbland-
ingini.
Ikki er loyvt at hava fløsk-
ur við á konsertøkid, tí
verða plastdunkar seldir við
inngongdina.
Gerið so væl! Nú er klárt
til ta mest spennandi kon-
sertina í ár og vónandi fáa
øll eina góða ólavsskukon-
sert.
Mazda 323
10 ára gamal, í góðum standi, koyrt
59.000 km. Píkadekk fylgja við.
Tlf. 17759
——
MÓTMÆLI
Í sambandi við tað, sum Útvarp Føroya segði í dag,
um at embætismenn okkara hava hildið dult fyri
okkara politikarum, tað sum avtalað varð á fundi
við danskar embætismenn, so vilja vit her frá Norð-
oya fólkafloksfelag harðliga mótmæla hesi fram-
ferð embætismanna og mæla til at landsfelag
fólkafloks kallar saman allar floksformenn í øllum
flokkum fyri at taka stóðu til hvat gerast skal við
hetta sera álvarsligam áli.
Tað, sum gjørt er av okkara embætismonnum
kann sigast at vera ein hin grovasta svikagerð móti
fødilandi og Føroya fólki. Hetta mál eigur, fyri em-
bætismenninar. at fáa álvarsligar fylgjur
| Undirritað
Kristian Ryan, næstformaður
Karl Birgir Isaksen, kassameistari
Finnur Sivertsen, neyndarlimur
Ban or ATARU UP EEETTK SÆLT TS ASNA NSÐ MARA EUR NS ANAIAN FOLULLNK ROÐI:
VALUTAKURSIR
Ultimo
25.07.94 síðsta mán.
USA Dollari 624,25 638,50 |
Bretland — Pund 957,16 971, 48 |
Tyskland Markur 392,81 391, 50 H
Sveríki Króna 79,51 80, 95 H
Noreg = Króna — 90,08 — 90,16 |
Frakland Frankur 114,84 114, 72
Belgía Frankur 19,076 19, 031 |
Sveits Frankur 463,27 486, 23
Holland Gyllin 350,23 349, 67
Italia Liri 0,3947 0, 4009
Finnland Markur 118,77 116, 43
Ísland Króna 9,04 9,09
Eysturríki Skillingur 55,826 55, 652
Spania Pesetas 4,764 4, 748
Portugal | Escudos 3,829 3,772 |
Kanada Dollari 451,86 459 12
Japan Yen 6,3215 6, 2051
Írland Pund 944,18 951, 68
Grikkaland Drakmur 2,599 2, 586
XEU 751,47 753, 75
Kelda: Føroya Sparikassi
Kvinnurådstevnan 7
FORUM94
ALLAR kvinnur eru. vælkomnar i Mettustovu i
:sambandi rið fyrireikingar tilkvinnuráðsteynuna
FORUM 94 í Åbo 1.-6. august 1954. Opið er hv
mikukvøld kl. 20-22. Telefon: 16838120 og og. j
faks: 12545. : so É
Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvenn
hósdag frå kl. 19.00-21.00, inngongd hjá KFUM,
Oman Pisuvarda 2, ella á tif. 17200.
Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá kl.
14.30-16.30. Teirfonin, 17200, svarar hvenn dag |
frá kl. 14.30—7.00 á morgni. |