Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sambandið má sleppa ES-kravinum - Og fólkaflokkurin má sleppa >lønarlækkingini við lóg. Annars eru våna útlit fyri borgarligari samgongu. Í GJÁR noyddist so sam- bandsflokkurin at fara at end- urskoða uppskot sítt til eitt samgongugrundarlag. Hetta var væntandi, tí tað er greitt, at hinir borgarligu flokkarnir taka ikki undir við sjónarmið- unum hjá sambandinum um ES. Og afturímóti taka hinir flokkarnir ikki undir við hug- sjón fólkafloksins um lønar- lækking. VIT mugu tí ásanna, at hóast teir borgarligu og meira libe- ralu flokkarnir hava meiri- luta á tingi, so klára teir ikki at semjast. Hetta er ikki nak- að nýtt fyribrigdi. Vit kenna tað eisini úr Svøriki og Noregi. MEN tá hetta er sagt, so skal eisini leggjast afturat, at tað — FRÆLSI-— JAVNAÐUR -— BROÐRALAG og tí meira konservativa fólkaflokkinum og pørtum av sambandsflokkinum. So tað skal meira enn vanligt stats- mans- og samráðingarkynst- ur til at fáa hesar flekkutu gongur at ganga saman í eina. OG hetta er kanska eisini spurningurin, sum alt fleiri fólk seta sær sjálvum í dag: — Hevur leiðsla sambandsflok- sins tað neyðuga politiska handalagið at skipa eina sam- gongu við fleiri flokkum? Eftir tí, sum maðurin á gøtuni sig- ur eftir trilvandi royndir sam- bandsins, so heldur hann tað FLOKKURIN hevur sitið í andstødu í 20 ár. Dastið av fýra árum, sambandsflokkur- in hevði leiðsluna í Tinganesi fyrst í áttatiárnum, var sum harraguðveit við — og allir flokkár í Nesinum drógu hver sín veg og vóru í andstøðu hvor móti øðrum. TAÐ merkir, at flokkinum vantar hesa kensluna og at finna semjur — neyðloysnir — millum fleiri flokkar. FLOKKURIN ásannar helst nú, at tað ólíka lættari at sita í andstødu og í øllum lutum at lasta eitt landsstýri. Og lesar- ar geva kanska Sosialinum rætt í tí, blaðið vísti á í vár, at formaður sambandsins vísti ikki serligt statsmanskynstur og politiskt tev við eina og a- leina at byggja sína politisku tilveru á 1974-syndrom sam- bandsfloksins!!! IMORGIN eru triggjar vikur síðan løgtingsval var, og enn er ikki glið komið á samráð- ingarnat at skipa nýtt lands- stýri. Hóast vit hava hoyrt um ætlanina at skipa eina borg- arliga samgongu í hálvatriðju viku, er vinnarin á valinum enn ikki farin undir sokallað- ar realitetssamráðingar. ALLAR ætlanir at skipa eitt landsstýri beint eftir ólavssku eru helst farnar og alt reyp um føroysku loysnirnar er tagn- að. Vit skulu ikki taka mótið 67. ÁRGANGUR Ábyrgdarbíaðstjóri: Jam Múller Blaðlók. Randi Jacobsen - Dagny | Uigevar: PM Sosialurin | Bústaður Arglavegi 26 | Posiacr. Postsmoga 76 Fran. Kisan at | Pressan 1881 | Teclur 11820 Tlfar: 14720 ett: Kalmar Lindenskov er himmalvíður munur á libe- handalagidatveranoyddurat frá sambandsflokkinum, men, ralu sosialu áskoðan sjálv- sleppa sínum krevum og um hann ikki kemur til ta stýrisfloksins og miðfloksins ynskjum og í staðin at megna nidurstødu, at neyðugt er at sleppa kravinum um at kanna treytirnar fyri limaskapi í ES, so eru vána útlit fyri eini sam- gongu í bræðið. Og sama kveða kann sendast fólka- flokkinum í sambandi við kostnaðarlækking við lóg. SAMBANDSFLOKKURIN má gera støduna upp. Og megnar hann ikki at fáa veru- ligar samráðingar í gongd eina viku eftir ólavsgku — fýra vikur eftir valið — má hann lata samráðingarrættin til næsta flokk, fólkaflokkin. Hetta eru demokratisku regl- urnar. So einfalt er tað. Men tað er helst torført at skula vera tann, sum bæði skipar spælið og at vera framherji, tá leikluturin hevur verið at sita í einum fjálgum sessi á síðu- linjuni í 20 ár. Men nú er tíðin sum eykamaður farin — út á vøllin, hinir gomlu — frá mál- manni til vinstra vong! Sosialurin Norðurlandahúsið i Føroyum Húsið er opið hesar tíðir á Olavsøku: Olavsøkuaftan 28. kl. 14.00—20.00 Olavsøkudag 29. kl. 14.00—20.00 Leygardag 30. kl. 14.00—18.00 Olavsøkuattan 28. kl. 17.00 og leygar- dagin 30. kl. 16.00 verður barnasjón- leikurin »Snati« spældur. Atgongumerki á kr. 20,- eru at fáa í Kunningarstovuni og í Húsinum. Olavsøkuaftan 28. kl. 16.00 verður skotskur fólkadansur fyri og vid børn- um, »Scottish Country Dance Group«. Okeypis atgongd. Summarframsýningin 1994 hjá Bárði Jákupssyni er opintil 16. august 1994 I avgreiðsluni er høvi at keypa plakatir, postkort og bøkur. Í kaffistovuni kaffi, te, sodavatn, øl, breyð, køkur o.a. Sum nakað serligt selja vit um Olavsøkuna breyð við vidskera, so sum skerpikjøt, føroyska rullupylsu, rækjur og annað forkunnugt. NORÐURLANDAHÚSIÐ KLAKSVÍKAR SJÚKRAHÚS FR-700 Klaksvík Skurðgongin Sekt verður eftir avloysara fyri sjúkra- systir frá 01.09.94 til 31.08.95. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jonu Nielsen, fyristoðu- kvinnu, ella Finnbjørg Joensen, deild- arsjúkrasystir. Umsóknarfreist 15.08.94. Lon sambært sáttmála millum Feroya Landsstýri og Sjúkrasystrafelag Før- oya. Umsókn av avriti av prógvi og autorisa- tión verður at senda til Klaksvíkar Sjúkrahús, att. Umsjónarmannin, FR- 700 Klaksvík. SUMMARFRÍ Vegna summarfrí er handilin stongdur frá 28/7 til 29/8. Nýggja Hondarbeiðsbúðin Tlf. 10925 Luftfartsvæsen + Våga Floghavn Í farstødini í Vága Floghavn eru: Matstova og Solubúð til leigu frá 1. oktober 1994. Til matstovu og selubúð eru 102,2 m? netto til fyrireik- ing og sølu av mat- og ødrum verum, ið vanliga er søluvøra í matstovu og sølu- búð. Sumtrygd fyri sáttmálanum skal leigar- in seta eina bankatrygd áljóðandi kr. 40.000,00. Útbjóðingartilfar fæst við at venda sær til Statens Luftfartsvæsen, Vága Flog- havn. Tilboð skulu latast skrivliga og vera merkt 'matstova' og skulu í seinasta lagi 15. august 1994 kl. 12.00 vera latin Statens Luftfartsvæsen, Vága Flog- havn, FR-380 Sørvågur, telefon 32228, telefax 32998. — -