mikudagur 27. juli 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
i
I sr
Tidindabladid
Helena Dam å Neystabø um
samgongusamrådingarnar:
Einki itøkiligt
Vit hava fingid eitt upplegg uppå 11 sidur frå Sambands-
flokkinum. Men har er einki itøkiligt at taka stødu til. Har eru
eingi tøl
Sjålvstyrisflokkurin er
framvegis við í samgongu-
samráðingunum.
Men Helena Dam á
Neystabø dugir ikki at meta
um, hverjir møguleikar eru
fyri eini samgongu, har
Sambands- og Sjálvstýris-
flokkurin eru við.
- Vit hava nú fingið eitt
skrivligt upplegg frá Sam-
bandsflokinum. Tað eru 11
síður - men har er kortini
einki ftøkiligt. Har eru eingi
tól, vit kunnu meta um og
taka stóðu til, sigur hon.
Helena greiðir frá, at tað
upplegg, tey hava fingið frá
Sambandsflokkinum, bert
snýr seg um tær stóru
linjurnar.
- Har verður greitt frá
ætlanum um at seta bólkar
at kanna ymiskar sektorar
av samfelagnum. Tí kunnu
vit ikki vera ímóti - men tað
er ov lítið at taka stóðu til.
Privatiseringar
Í uppleggið Sambands-
floksins verður eisini talað
um møguleikan fyri privati-
sering av pørtum av strand-
ferðsluni og landsverkfrøb-
inginum.
- At privatisera strand-
ferðsluna er ikki nakað, vit
kunnu taka undir við, sigur
Helena. Men landsverk-
frødinginum er Sjálvstýris-
flokkurin til reiðar at hyggja
nærri at.
Eyka útreiðslur
Men umframt leysar
ætlanir um nakrar almennar
sparingar, verður eisini
mælt til ávísar útreiðslu-
økingar í uppleggi Sam-
bandsfloksins.
Millum hesar eru
- studul til nyggjar vinnu-
livsroyndir
- at ALS skal setast å
fíggjarlógina
- at stóðið á sosialum
veitingum skal vera tad
sama sum i grannalond-
unum.
Helena Dam å Neystabø
sigur seg vera samda i at
okkurt av hesum er neydugt
- men Sjålvstyrisflokkurin
må síggja nøkur tøl, áðrenn
støda kann takast til tad.
- Vit mugu siggja eitt
uppskot um, hvussu Sam-
bandsflokkurin ætlar at fåa
fíggjarlógina at hanga
saman, áðrenn vit kunnu
siga hvat vit halda um hesi
uppskot, sigur hon.
Lat teir arbeiða
Spurd um hon heldur at
Sambandsflokkurin arbei-ir
ov seint og ov lítið miðvíst,
sigur Helena:
- Tað er ikki nøkur løtt
uppgáva, Sambandsflokk-
urin hevur fingið. Eg vil íkki
hava at teimum fyri teirra
arbeiðshátt.
Sjálvstýrisflokkurin er til
reiðar at fara aftur á fund við
Sambandsflokkin, um tey
fáa boð um tað.
Men tá vil Helena Dam á
Neystabø fegin hava nøkur
tøl á borðið.
S-S-
Óli Breckmann, Fólkaflokkurin:
Vit standa
við okkara
- So leingi Sambandsflokkurin ikki hevur lagt
fram eina adra haldbara ætlan fyri bjarging av
samfelagnum, standa vit vid tad, vit fóru til val
uppá, sigur Oli Breckmann
»Eg haldi, at tíðin er komin
hjá Fólkaflokkinum at gera
upp við seg sjálvan, um
hann í heila tíkið vil vera
við í nakrari samgongu ella
ikki«.
Hetta sigur Edmund
Joensen i Dimmalætting i
gjår
Hann sipar ul, at
Fólkaflokkurin »eftirøllum
at dóma heldur fast uppá, at
lønirnar skulu lækkast við
lóg<
Einki alternativ
Vit hava spurt Óli
Breckmann, um flokkur
- hansara veruliga stendur so
fast við sítt, sum úttalilsini
hjá Edmundi benda á.
- Sjálvandi standa vit við
okkara, svarar hann. Vit
førdueitt ærligt valstríð, har
vit gjørdu heilt greitt hvat
vit ætla. Hetta rindaðu vit
prísin fyri á valinum - og vit
fara sjálvsagt ikki at sleppa
hesum sjónarmiðum nú.
Óli Breckmann er vísur í,
at uppskot Fólkafloksins
um at lækka kostnaðar-
stødid við lóg, er einasta
leið úr kreppuni
- Vit hava ið hvussu er
einki betri uppskot sæð enn,
leggur hann afturat. Sam-
bandsflokkurin hevur ikki
lagt eitt einasta tal fram fyri
okkum. Teir hava ikki víst á
nakra greiða ætlan. Og so
leingi teir ikki hava tað,
standa vit sjálvsagt við
okkara.
Broytir
ikki fortreytirnar
Óli Breckmann sigur, at
tað, Sambandsflokkurin
higartil hevur lagt fram,
ikki broytir fortreytirnar hjá
okkara búskapi.
- Vit hava snøgt sagt
framvegis einki mótspæl
fingið til okkara uppskot,
sigur hann
Tað er hesum mótspæli,
Fólkaflokkurin framvegis
bíðar eftir.
- Men vit gleða okkum til
at fáa nýggj fundarboð, og
at síggja itøkiligu prógv
Sambandsfloksins fyri, at
teirra ætlan eisini kann
brúkast.
- Til ta tíð standa vit við
okkara.
S-S-