Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Nr. 141 — 27. JULI 1994 Fyrstu 50 HB- årini ut i bok Við bókini »Havnarmenn i Gundadali« hevur Jógvan Arge lagt lunnar undir fyrsta partin av søguni hjá Havnar Bóltfelag, givnari út í bók. Hesin fyrsti parturin fevnir um fyrstu hålvu øldina hjá felagnum — frá 1904 til 1954, men ætlanin er at halda fram ið søguskrivingini, so øll HB-søgan er komin á prent í 2004, tå Havnar Bóltfelag fyllir 100 ár >Latið ei søguna doyggja< verður tikið til í sanginum >Meg minnist úr gomlum søgum« Hesi orð eru órvað ein viðvirkandi orsøk ul, at HB nú undan ólavseku er komið út við einum stór- um parti av søguni hjá Havnar Bóltfelag í bók Bókin fevnir um søguna frá 1904 til 1954 — fyrstu hálvu øldina hjá felagnum. Tað er Jógvan Arge, ið hevur skrivað bókina, og aftur at sær hevur hann havt Marna Mortensen, ið hevur verið undangongu- maður at fáa savna søguna hjá HB saman. Blaðmaðurin hevur ver- ið gjøgnum bókina — tað er tó gjørt leysliga í skundi — og kann bert verða givið henni besta skoðsmál, so tá ólavsgkan er farin aftur- um verða letur settar av at Fyrsta fótbóltsmyndin, ið tikin er í Havn. Hon er frå 1909, 1å HB spældi tveir dystir móti manningini á marinuskipinum »Heklu«. Annar endaði 3-3 og hin 3-0 til HB. Her hevur Hans Debes hjá Lisu bóltin, og høgrumegin sæst Johannes Simonsen, Múrarin lesa hana væl og virðiliga. Ætlanin er, at restin av søguni hjá HB skal koma - rd NE út so hvert sum liðugt er at skriva, so øll tann fyrsta øldin er bókaklár í 2004, tå 3 lm HB fyllir 100 år. Av ti at nógv meira tilfar finst um tey seinnu árini hjá HB, nilli Fyrstu ferð HB spældi í ríputum reyðum og svørtum troyggjum, var á ólavsøku í 1921, tá HB vann 5-0 á TB við hes- um monnunum, ið aftan á dystin vórðu avmyndaðir í Tinganesi. Aftasta raðið frå vinstru: Andrias A. Arge (Skilling), Petur Egholm, Hugo Øster, J. Christian Guttesen og Knút Petersen. Mittasta raðið frå vinstru: Anton Hansen, Godt- fred Heinesen og Theodor Askham. Fremsta raðið frá vinstru: Andrias Sondum, Júst Sivertsen og Olaf Olsen Tíðindablaðið CET 2 Havnar Bóltfelag 1904 - 1954 Perman á bókini um HB-søguna frá 1904 til 1954 eftir Jógvan Arge. Eisini Marni Mortensen hevur sitið í rit- stjórnini. Permumyndina hevur Eyðun Dal-Christiansen teknad, og er hann farin eitt fitt petti aftur í HB-søguna eftir motivinum, ið er úr Gundadali verður eisini roknað við, at neyðugt verður við kanska tveimum bindum aftrat. - stig fyri stig Fremst í bókini hevur formaðurin í HB, Gunnar Mohr, skrivað fororð, men annars er bókin á tremur við søgu, søgu og aftur søgu, so ein næstan kennir seg at liva aftur í teirri tíð- ini, tá gongd kom á Bókin er skilagott býtt sundur í kapitlar, ið um- røda tey ymsu tíðarskeið- ini, so tað eisini ber til at fara í bókina at leita eftir hesum ella hasum, ið fór fram tað ella tað árið. Farið verður fram stig fyri stig, og er sera nógvar upplýsingar við, ið óivað eru ókendar fyri teimum, ið lesa bókina kanska serliga frá fyrstu árunum Myndatilfarið er eisini væl úr hondum greitt, og eru enntá eisini myndir við í bókini frá dystum á ti fyrsta vellinum, ið var á flotuni í Høydólum. Seinni eydnaðist HB — eftir drúgt og tógvið stríð — at:fáa vøll í Gundadali, har nú ikki færri enn tveir nymøtans graslikisvøllir eru. Megin parun av myndunum hev ur Marni Mortensen fingið til vega, eins og hann cis ini hevur útvegað stóran part av nýggjari hagtøl- unum — aftaná at ÍSF varð stovnað. Aftast í bókini er eisini gott og greidligt navna- yvirlit, so finnast kann fram til, hvat skrivað er um tann og tann persónin Hetta yvirlit hevur Erling Isholm gjørt Tekningar eru nakrar í bókini, ið J. P. Gregorius- sen hevur teknað, og tekn- ingina, ið er á permuni hevur Eyðun Dal-Christi- ansen teknað Bókin er sett, umbrotin og prentað á Dimmalætt- ing, har eisini reproarbeið- ið er gjør. Innbindingini hevur Helge Justinussen tikið sær av. Bókin, ið er snøgg og vekur — bæði í hondini og á hillini — kostar 200 krón- ur at fáa til keyps. Nakað hjá sørum eisini at hugsa um Einstøk onnur felag hava eisini gjøgnum árini savnað tilfar um søguna ul vega, men alt ov líuð av skrivligum tilfari um fót- bólt í Føroyum finst. Tí er at vóna, at hendan bókaútgávan kann skunda undir onnur feløg at taka táttin upp, tí eitt felag við ongari søgu er einki felag Tað eru kanska ikki oll feløg, ið eiga ein Jógvan Arge ella ein Mama Mori ensen at skunda undir slíka útgávu og fáa hana frá hondini, men tað eigur tó ikki at halda feløgunum frå at taka tåtlin upp, ti so mikið stórri tydning hevur tað at fáa søguna festa á biad, at:tað altid er ómakin vert at finna fólk at gera tað. Við spenningi verður tí sæð fram ímóti at síggja fleiri aðrar slíkar bøkur um fótbóltssøgu í Føroyum eins væl og tíggju ár so sanniliga kennast drúgv at bíða eftir restini av søguni hjá HB... hj.