Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða8 Nr 141 —27. JULI 1994 Dreingirnir á Sílinum: Tevja gull á Olavsøku Sílið hevur bert einaferð í år ligið aftanfyri miðjuna. Vinna teir á Olavsøku og Royndin Fríða gerst nummar try, so er FM- steypið innaborða. Men teir mugu fáa hjálp frá ødrum báti fyri at náa hetta Hyggja vit eftir stigatalv- uni, so er dreingjabáturin Royndin Fríða úr Vági far- Royndin Fríða úr Vági er høvudskapingarneytin hjá Silinum. Teir vóna at basa Royndini í morgin. Royndin Fríða er frammanfyri við trimum stigum undan Olavsøku. Mynd: Rógvi Johansen Manningin á Sílinum fer at nýta alla orku á Olavs.øku. Mynd: Álvur Hansen róðrinum í morgin. Roynd- in Fríða hevur 19 stig, næsti báturin er Sílið hjá Havnar Róðrarfelag og hann hevur 16 stig. Men Sílið hevur ikki mist vónina. vorittur at vinna føroya- meistaraheitið í ár. Hetta verður avgjørt á ólavsóku- 77 Tíðindablaðið (>, —Vitrógva í heimasjógvi, tað er ein fyrimunur og vit satsa uppá, at onkur bátur fer at hjálpa okkum at vinna FM-heitið. Vit vóna at Súlan ella Drekin fara at taka Royndina og at vit verða frammanfyri hesar, so hava vit vunnið. Men sum sagt, hetta eru bert vónir, tað er okkara avrik í morgin sum telir, sigur Elith Godfred. Sílið hevur vunnið tveir róðrarar í ár. Teir vunnu á Eystanstevnu á Skálafjørð- inum og teir vunnu á Vest- anstevnu, sum varð hildin í Miðvági í ár. Teir hava ligið í harðari kapping við Royndina Fríðu, sum hevur togað seg try stig framum, nú ólavsskuróðurin skal rógvast. Vatnkríggj Týskveldið var manning- in á Sílinum seinastu ferð í bátinum í ár í vanligari venjing. Tað er síður hjá bátunum hjá Havnar Róð- rarfelag at seinasta kveldið undan Olavsøku verður skemtað sær. Teir hava spannir við umborð og so verður leikt vatnkrigg). Bát- ar leggja at borði og síðan verður vatn oyst í millum Tá leikur er av hava eisini allir rødaramir verið á blåmanum. = Vatnkriggid heldur fram vid slangum, tå komið er á land. Onkur av båtunum, sum ikki hava neyst, plaga eisini at leggja atviðróðrarneystið seinasta kveldið og síðan fáa manningarnar brúsubað í neystinum. - Vit hava vant har í år. Adrenn Vestanstevnu vandu vit hvønn dag og síð- an hvildu vit tveir dagar undan hvørjari stevnu. Nú millum Vestanstevnu og Olavsøku hava vit hvilt tridja hvønn dag, sigur Elith Godfred. Sílið er ikki einsamalt fimmmannafar vid dreing)- um, sum venir á Havnarvág Blíkur, Aldan, og Drekin hava eisini heimasjógv í Havn og aðrir bátar koma undan Olavsøku at royna teinin Sponsorur hjá Sílinum er bakaríið hjá Gunnleiv Mouritsen í Havn. Teir sum manna Sílið eru Fróði Samulesen, róðurs- maður. Á lærinum bakborð Herman Mohr Hermansen, stýriborð Ragnar Karbech Mouritsen. Í rúminum bak- borð Bergur Andreasen, stýriborð Halldórur Jo- hannesen. Á toftubekki bakborð Elith Godtfred í stýriborði Heine Tausen. jústinus Havnarmenn og klaksvik- ingar hittast í vikingadysti B36 skipar sunnudagin fyri ein- um víkingafótbóltsdysti millum havnarmenn og klaksvíkingar. Undirhald verður í hálvleikinum Eitt av nýggju tiltøk- unum hesa olavsøkuna verður ein sokallaður víkingadystur á ovara velli í Gundadali mill- um havnarmenn og klaksvíkingar. Tað er B36, ið skipar fyri, og dysturin verður sunnu- dagin kl. 15. Har fara havnar- menn og klaksvíkingar - gamlir B36-arar og Kl-arar — at spæla ein fotboltsdyst í serligum posaklæðum. Bolturin verður nógv stórri, enn vanligt er, og dysturin verður spældur tvær ferðir tjugu minuttir. B36 hevur fingið frå- søgumann til dystin, so tað verður eitt sindur skemtiligari. Tað verð- ur Hilmar Jan Hansen, ið hevur fingið ta upp- gávuna sunnudagin. Í hálvleikinum verð- ur posarenning, og eisini fara spælarar av dreingjaliðnum hjá B36 at koyra mamm- urnar i trillubøru. Við vørum orðum er lagt upp til ein stuttlig- an dag í Gundadali.