Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juli 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Nr. 141 — 27. JULI 1994 Sida 9 Dreingirnir umborð á Royndini Fríðu: Hava mist — Men teir hava ikki mist vónina um at vinna á Olavsøku og gerast føroyameistarar Hóast Royndin Fríða úr Vági hevur verið fyri bakkasti nú beint undan 6lavsøku, ein maður er farin av, so hava teir ikki mist vónina. Arni Brattaberg, sum í ár hevur sitið fremts á toftubekki í bakborð, fekk kjans við rækjutrolaranum South Island og hann mátti tí av Royndini nú beint undan Olavsøku. Men hann hevur fingið dyggan av- loysara, í hansara stað situr nú Rúni Eyðunsson. — Dreingirnir umborð á Royndini Fríðu hava verið raskir at vant í ár. Teir byrjaðu í mars og eg haldi, tað er væl klárað, at teir liggja so væl fyri í føroya- meistarakappingini. = Á Sundalagsstevnuni = vóru teir so óhepnir, at teir brutu eina ár og tá gjørdust teir aftastir og fingu sostatt einki stig, sigur Jógvan Krosslág, formaður í kapp- róðrarfelagnum í Vági. Tað eru ungir dreingir sum rógva við Royndini Fríðu í ár. Allir hava aldur at rógva við aftur komandi ár. — Kappróðurin var mest sum sovnaður í Vági. Men so gekkst væl hjá Vágbingi í fjør og eg haldi at hetta hevur smittað av á kappróð- raráhugaði. Í ár er áhugin stórur fyri kappróðri. Um- framt bæði gentu og dreingjamanning við Royndini, so er eisini seks- mannafarið Smyril mann- aður við báðum kynum, sigur Jógvan Krosslág. Teir sum mannað Roynd- ina Fríðu á Olavsøku eru afturi í rong Ingward Thortseinsson, á lærinum í stýriborð Finnbogi Mag- nussen, í bakborð, Eddie Strøm. Í rúminum stýriborð Eyðun Midjord í bakborð Ditlev Winther. Á toftu- bekki stýriborð Mortan Mortensen í bakborð Rúni Eyðunsson. Niclas í Koltri, sáli, hevur smíðar Roynd- ina Fríðu, hann hevur eisini smíðað hinar kappróðrar- bátarnar hjá vágbingum. in Fríða er smíðað í 1967. jústinus Róðrarfólk móti AIDS Gentur og dreingir hava í summar róð í búnum við áskriftini "Saman at standa ímóti AIDS Á myndini síggja vit manningina á 5-mannafarinum Svani av Skála. Teir eru avmyndaðir í búnunum frá AIDS-ráðnum. Svanur er eitt gott boð til vinnara í dreingjaróðrinum AIDS-ráðið og Róðrar- samband Føroya hava í felag gjørt eitt framtak fyri at lýsa AIDS-vandan. Ungfólkini hava tikið væl undir vid framtakinum. 150 gentur og dreingir, sum rógva vid 5-mannaførum, hava fingið búnar at rógva í. Á búnunum er búmerkið hjá AIDS-ráðnum og á rygginum stendur "Saman at standa ímóti AIDS vanda". "So skjeyt hann...." Hvat er kappróður uttan útvarpsmanningina, hann inki Røddin hjá Jógvan Arge fer at rúnarbinda lurtararnar undir kappróðrinum í morgin. Mynd: Álvur Hansen Avtalaðer millum AIDS- ráðið, at manninganar brúka búnarar í tvey ár og síðani fella teir til RSF ella feløgini. åh Mynd: hj.