mikudagur 27. juli 1994síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
Eins og tað er á øllum
hinum stevnunum kring
landið, er nógvur ítróttur
á skránni á Glavsøku.
Sum vanligt verður
ítróttarhellin á Hálsi eis-
ini hesaferð karmur um
fleiri góðar hondbólts-
dystir ólavsókuaftan, ið
sera spennandi hjá bæði
kvinnum og monnum, og
tað verða fleiri av hesum
toppdystunum, ið fólk nå
fáa høvi til meira ella
minni at enduruppliva á
6lavsøku.
Fyrsti dysturin verður
millum bestu kvinnulið-
ini hjá Kyndli og Neist-
anum. Her verður eisini
ein dansku gestaspælari
við — tað er landsliðs-
spælarin Janne Kolling,
ið fyri nøkrum árum síð-
ani spældi við Kyndli.
Hon verður við á liðnum
hjá sínum gamla felag,
og eingin ivi man vera
um, at bara hennara navn
eisini kann savna áskoð-
arar til júst hendan dyst-
in, nú føroyingar fyrr í år
hava kunnað fylgt hond-
bóltslandsliðnum hjá
dønum í beinleiðis sjón-
varpssendingum.
Olavsøkuaftan verða ikki færri
enn tríggir hondbóltsdystir í
itréttarhøllini á Hálsi — allir eru
teir millum lið í betra endanum
Nr. 141 — 27. JULI 1994
bestu manslidini hjá
Neistanum og KÍF. Sum
øllum kunnugt gjørdist
Neistin steypavinnari í
vetur, medan tad eydn-
aðistkollfirðingum at fåa |
silvur í landskappingini, |
so eisini her má roknast |
við spennandi dysti mill- |
um Þesi bæði liðini. |
>The Big Final« verð- |
ur so kl. 20.30 millum
meistararnar Kyndil og
teir gulu úr Vestmanna, |
VÍF. Hettaerualtíðgóðir |
dystir, har einki er av- |
gjørt, fyrr enn liðugt er. Í |
fleiri ár hava hesi bæði |
líðini eisini verðir tey |
mest dominerandi í før- |
oyskum manshondbólti, |
tá tað snýr seg um toppin |
í 1. deild. |
Tae-Kwondo
framsýning
í hálvleikssteðginum í
hesum síðsta dystinum í
ítróttarhóllini á Hálsi er
eisini annað ítróttarund-
irhald á skránni.
Tá verður Havnar Tae-
Kwondo felag á gólv-
inum og vísir fram hesa
ítróttargrein, ið herfyri
gjørdi vart við seg, tå
Jógvan Olsen sum higar-
til einasti føroyingur
megnaði at fáa svarta
beltið. Umframt hann er
eisini kendi danski in-
struktørurin Bjarne Jo-
hansen vid.
hj.
Tidindabladid CF
Stadionøkid í Gundadali verður á ólavsóku karmur um nógvan fótbólt, ið
verður spældur bæði av teimum, ið eru von við tað, og eisini tey, ið ikki van-
liga plaga at renna eftir leðurkúluni. Fótbóltur er hvønn dag á 6lavsøku
Hóast 6lavsøkan ikki er
nøkur fótbóltssteyna burtur-
av, so er altíð nógv fólk í
Gundadali og hyggur, tá
spælarar úr teimum ymsu
feløgunum fara á vøllin.
Hesa 6lavsøkuna er lagt
upp til væl meira fótbólt í
Gundadali, enn vanligt er,
so fótbóltsfreaks fáa sum
einki nakrar tímar at ganga
har hesar mongu dagarnar,
Olavsøkan er hesaferð.
Fótbóltur er á skránni all-
ar ólavsgskudagarnar, frá í
dag og til sunnudagin. Men
tað eru ikki bert teir traditi-
onellu dystirnir millum tey
frægastu manslidini hjá
havnarfeløgunum og lið av
bygd. Eisini skemtidystir
og fleiri kvinnudystir eru á
skránni, og dreingjalands-
liðið fer eisini at royna seg.
Lagt verður fyri í kvold
kl. 19, tá kvinnuliðini hjá
B36 og HB metast á ovara
velli. Lidini liggja einsam-
øll í toppinum í 1. deild, so
tað verður óivað ein góður
og spennandi dystur um
steypið, ið Klokkan hevur
latið.
Olavsøkuaftan er tann
traditionelli dysturin mill-
um bestu mansliðini hjá HB
og KÍ, og verður hann kl.
18.30. Her verður spælt um
steyp, ið Café Natúr hevur
latið.
Olavsøkudag eru tvinnir
dystir á skránni á ovara vølli
í Gundadali. Fyrst spælir
unglingaliðið hjá B36 móti
dreingjalandsliðnum kl. 14.
Her er ókeypis atgongd.
Síðani er dystur kl. 16
millum bestu mansliðini hjá
B36 og B71, ið skulu kapp-
ast um eitt steyp, ið Pf. Før-
oya Shell hevur latið. Hetta
er fyrsti dysturin við Páll
Guðlaugsson og Anfinni
Danielsen á venjarabonk-
inum hjá B36
Leygardagin 30. juli kl.
15 fara politikararnir á vøll-
in at royna seg í árliga dyst-
inum til frama fyri Amnesty
International Føroya Deild.
Vanliga plagar at verda
Tå politikararnir skulu å vøllin leygardagin til frama fyri Amnesty Inter
spælt millum samgongu og
andstøðu, men fyri fyrstu
ferð eru samgongusamráð-
ingar á skránni á Glavsøku,
so ikki er heilt greitt, hvør
verður í parti við hvørjum.
Men í øllum førum plagar
hetta at vera ein stuttligur
dystur, har fótbólturin verð-
ur kryddaður við tí mest
óvæntaða — millum annað tí
fótbóltsreglurnar ofta verða
tulkaðar munandi ødrvisi
enn vanligt.
Seinni leygardagin — kl.
16.30 — verður skipað fyri
steypakapping, iðer millum
>
-.
bestu kvinnulidini hjå B36-
ÍF og HB-KÍ. Aftaná verður
finala millum vinnararnar
av hesum báðum dystunum.
Sunnudain 31. julí er aftur
fótbóltur á skránni á ovara
velli í Gundadali, tá havnar-
menn og klaksvíkingar fara
at spæla víkingafótbólt.
Hesin dystur verður spæld-
ur kl. 15.
So við ødrum orðum er
ríkiligt at fara til hjá teim-
um, ið dáma at hyggja at fót-
bólti — bæði í álvara og
—-
æ
national Føroya
Deild, kann roknast vid ødrvisi tulking av fótbóltslógunum. Her verður Svend Aage Ellef-
sen lagdur upp á læri av dómaranum í dystinum i fjør
Mynd: Jens Kr. Vang
AIDS-framsýning á Åarvegnum
— Ungfólkini hava á stevnunum kring landið sýnt framsýningini hjá AIDS-ráðnum stóran áhuga, sigur Anna
Samuelsen frá AIDS-ráðnum. Framsýningin verður eisini at síggja á 6lavsøku, og verður hon sett upp í sýnisglugg-
la
anum á Aarvegnum 5, har Bókagarðurin hevur sýnt fram. A
Hóast eingin — um ein ikki
ansar sær nóg væl — kann
kenna seg leysan av AIDS-
vandanum, er tað serliga
ungdómurin, ið kann koma
í vanda fyri at standa fyri
skotum.
Júst tí er tað eisini kring
allan heim serliga millum
ungfólk, at roynt verður at
upplýsa um AIDS, hvussu
ein kann fyribyrgja smittu-
vanda og annað í hesum
sambandi.
Eisini í Føroyum er hetta
galdandi, og ti er tað serliga
millum ungfólk, at satsað
verður uppá at upplýsa um
AIDS-vandan.
Undan teimum mongu
stevnunum, ið hava verið
alt summarið kring landið,
gjørdi AIDS-ráðið av at fara
undir eina heilt serliga her-
ferð móti AIDS í Føroyum,
ið hevur miðað ímóti at øll
ungfólk og onnur, ið koma á
stevnurnar, skulu verða væl
og virðiliga upplýst, tá tað
snýr seg um AIDS.
A at kalla øllum stevnum
er kappróður, so tí var sera
náttúrligt at gera nakað, so
júst kappróðrarfólk og gil
tey, ið koma til kappróður,
samstundis fingu nakað at
vita um AIDS-vandan, ið
framhaldandi er ein hóttan.
Tí varð farið undir at
sponsorera fleiri av kapp-
róðrarmanningunum, ið eru
við í kappingini í ár. Hetta
er gjørt á tann hátt, at kapp-
róðrarmanningarnar hava
fingið klæði, har eitt AIDS-
slogan er prentað á ryggin:
>Saman vit standa — móti
AIDS-vanda! <
Á gllum stevnunum hev-
ur AIDS-ráðið eisini havt
eina ferðaframsýning, ið
greiðir frá ymiskum um
AIDS. Hendan framsýning
hevur verið at sæð á kapp-
r6drarøkjunum, har róðrar-
fólkið hevur etið og eisini,
har aðrar framsýningar
hava verið á stevnunum.
- Av ti at framsyningin
hevur staðið uppi, har nógv
6lavsøkuna verður framsyningin at síggjar har
fólk kemur, eru tað eisini
mong, ið hava sæð hana,
sigur Anna Samuelsen frá
AIDS-ráðnum. — Og ung-
dómurin tykist hava havt
stóran áhuga fyri henni.
Alla ólavsskuna verður
ferðaframsýningin at síggja
í sýnisglugganum á Aar-
vegnum 5, har Bókagarður-
in hevur havt framsýning
áður. hj.