mikudagur 27. juli 1994síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið CD . Nr. 141 — 27. JULI 1994 Síða 15
Hann var 25 ára gamal — hevði hjarta sum
ein oksi, men innvølir sum ein gamal mað-
ur. Doping og misnýtsla av anabolsum
Nordvision frá SVT1.
Mikukvøldid kl. 20.50:
Vónarinnar konsert
George Michael, K. D. Lang og Mick
Hucknall úr Simply Red eru stjórnur í hes-
ari live konsertini á Wembley, sum varð
tikin upp á AIDS-degnum tann 1. desemb-
er 1993. Lady Di er millum áhoyrarnar, og
David Bowie er vertur.
Mikukvøldid kl. 22.20:
Deydadømdur
i Malaysia
-1:2
Am. stuttrød í tveimum pørtum við Julie
Christie í høvudsleiklutinum sum ein
mamma, ið av øllum alvi roynir at bjarga
soninum undan deyðadómi.
Tann 9. november 1983 verða tveir ungir
australiarar handtiknir í Penan floghavn-ini
í Malaysia við 179,6 grammum av heroini
uppi á sær. Teir hava nústaðni hitt hvønn
annan og halda smuglingina vera spenn-
andi og hava lítið upp á seg. Men tað, sum
byrjaði sum ævintýrlig og spennandi feria,
endar í fongslinum í Penang.
Óhóskandi fyri børn
Olavsøkuaftan kl. 22.30:
Nytt vår
Am. kærleiksdrama grundað á metseljara
eftir Daniellu Steel um tey bæði Melanic og
Peter. Hon er upplesari í sjónvarpinum, býr
=
í New York og hevur tað gott saman við
teimum báðum 16 ára gomlu tvíburða-
døtrum sínum. Peter er ein av landsins bestu
hjartaskurðlæknum og býr í Kalifornía
saman við sínum trimum børnum. Tey eru
bæði væl nøgd við lívið, men tá tey hittast,
vita tey beinanvegin, at einki kann skilja tey
aftur.
Olavsøkudag kl. 22.30:
Vandamikil útferð
Am. filmur frå 1972.
Fýra vinir skulu eina rættiliga mannfólka-
útferð í fjøllunum. Men náttúrukreftirnar
eru ikki at spæla við, og kanoferðin hjá
teimum oman eftir eini stórari á verður ein
sonn marra.
Leygarkvøldid kl. 20.40:
Okapiurin — ein
Fyri hundrað árum síðani kallaði tann stóri
rithøvundurin Joseph Conrad tær stóru
regnskógirnar í Zaire »myrkursins hjarta<.
Enn tann dag í dag er skógin næstan 6-kend.
John og Therese Hart hava granskað djórini
í einari av regnskógunum í tøttum sam-
starvi við pygmearar, sum búgva har og
kenna skógina væl. Tað hevur eydnast
teimum at kanna ta løgnasta djærid í regn-
skógini, og tað er okapurin. Djórið, ið er
meira enn tveir metrar høgt, er brúnt við
stríputum beinum, ið minna bæði um bein-
ini á rossi, zebra og giraffi.
Leygarkvoldið kl. 21.30:
Rýmingin úr
New York
Am. framtidarfilinur frá 1981.
os
Kurt Russel hevur leiklutin sum tann
hardrendi fangin og fyrrverandi krigs-
hetjan Snake Plissken, ið verður sendur á
eina lívshættisliga ferð í einum stórbýi.
Vit eru í árinum 1997 og Manhattan er ein
avbyrgd fongsulsoyggj, har milliónir av
brotsmonnum og óðum monnum halda til.
Tá eitt flogfar við amerikanska forsetanum
dettur niður á oynni, verður løgreglan boð-
send. Einans tann besti og harðasti maðurin
kann bjarga forsetanum - og tað er Snake.
Sunnudagin kl. 17.35:
Ein stjørna
verdur fødd
Am. musical frå 1954.
Judy Garland er ein ung sjónleikarinna á
veg uppeftir, og James Mason er maðurin á
toppinum. Ein romantisk kærleikssøga, ið
fer fram í Hollywood, har eydna hevur eins
nógv al siga og gávur, og har ambitiónir ofta
sigra á kenslum.
Sunnukvøldid kl. 22.00:
Loyniligi litinskapur
Judith Hearn
Enskur kærleiksfilmur frå 1987 við Maggie
Smith og Bob Hoskins í høvudsleiklutun-
um. Judith Hearne er ein stygg, midaldrandi
klaverlærarinna, ið flytur inn á eitt pensio-
nat, tá mammusystir hennara doyr. Hon
hevur aldri búð einsamøll fyrr. Á pensio-
natinum hittir hon íran James Madden, sum
júst er komin heimaftur úr Amerika, har
hann hevur búð í 30 ár — og í honum sær hon
ein møguleika at sleppa burtur úr einsem-
inum. Men tað verður ein uppgerð við alt,
sum hon hevur trúð upp á og billað sær
sjálvari inn.
Tyskvøldid kl. 19.25:
Barnasendingin
— Dreymatimi Janusar
Vit skulu siggja triggjar teknifilmar um
froskar. Tann fyrsti er um ein froskaprins
sum byr undir vatninum. Hann eigur eina
gylta luftblødru, sum hann spælir vid dagir
langan. Ein dagin er hann so óheppin, at
hann missir hana, og hon fer upp um vatn-
skorpuna og á flog. Ein genta uppi á landi
hjálpir honum at fanga hana, men afturfyri
vil hon giftast við honum... men hesum
lyfti ætlar froskaprinsurin at sleppa sær
undan.
Tann næsti teknifilmurin er um ein frosk,
sum er skotin f eini tikaradunnu. Tikara-
dunnan er ikki livandi, men er úr viði — men
tað leggur froskurin als ikki merki til!
Tann tridi teknifilmurin er um ein frosk,
sum dugir at flúgva. Hesum trúgva hinir
froskarnir sjálvandi ikki...
Tyskvøldid kl. 21.35:
Eva
Danskur sjónvarpsfilmur frå 1994
Uttan at hava kravt órímiliga nógv hevur
Eva alt, hon ynskir sær av lívinum. 50
verður hon koyrd! Hon er púra ófyrire:kað
og uppdagar, hvussu stóran týdning tað
hevur at vera saman við gørum í einum
felagsskapi. Hon skal heilt á botn, áðrenn
hon tinnur ta sjálvsvirðingina aftur, sum
onnur hava tikið frá henni.
Høvudsleikarar: Pernille Højmark, Su-
sanne Lundberg og í one Kellermann
Handrit: Vebekc
Gad og Lise iotte
Timmer. Leikstjórn: Vibeke Gad
Mikukvøldid kl. 20.35:
Fiskur og plutonium
f 1989 sakk tann russiski kjamorkukav
båturin Kosomolet við Bjamoynna i
Barentshavinum. Hann liggur å 1700 m
dypi og vandi er fyri, at bædi kjarnorku-