hósdagur 28. juli 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Veðrið verður ógvuliga skiftandi
Nr. 142 — 28. JULI 1994
á ólavsóku. Seinrapartin ólavsokudag kunnu vit rokna við mjørka. Mynd: Kalmar
Skiftandi veður á ólavsóku:
Sól, reyn og mjørkl
Olavsøkuaftan kunnu vit rokna við hampuligum veðri, men verri
verður ólavsókudag
Vit fáa helst ógvuliga skift- ligum veðri í dag, og at sólin
andi veður á ólavssku. kemur fram av og á. Men
Føroyski veðurmaðurin móti 6lavsøkumorgni verð-
sigur seg rokna við hampu- ur verri. Tá verður brúk fyri
regnskjólinum. Seinrapart-
in kann roknast við mjørka í
Havn. Aðrastaðni í landin-
um kann roknast við sólar-
glottum, men til tess er ættin
ikki til vildar í Havn.
tór.-
LIONS áhugaverða
framsýning um olju
Ein partur av framsýni
hesum sambandi hevur
tilfari
LIONS klubbin skipar á
6lavsøku fyri áhugaverdari
framsýning um oljuvirk-
semi.
Felagsskapurin, hevur
leigað eina lidna framsýn-
ing úr Noregi. Á framsýn-
ingini verður eisini sýndur
norskur sjónvarpsfilmur
um oljuvinnu
Føroyingar hava ikki
verið leingi uppi í olju-
vinnuni, men nakað er hent,
og í hesum sambandi hevur
LIONS fingið nakað av til-
fari frá føroysku olju-
fyrisitingini, millum annað
nøkur sera åhugaverd kort.
Haraftrat hevur Tíðinda-
blaðið Sosialurin latið
nakað av tilfari til føroyska
partin av framsýningini.
Serliga myndir, millum
annað av yvirtøkuni av
undirgundini, frá oljuráð-
stevnuni, sum var í Før-
oyum, og myndir eru eisini
táoljuálitið varð latið lands-
stýrinum. Somuleiðis hev-
ur Sosialurin eisini latið
myndatilfar í samband við
tá seismikk-skipið Sea Star
fyrstu ferð kom á Havnina
og fór undir at gera kann
ingar. Eisini eru myndir frá
arbeiðinum í Lopra
Tíðindablaðið Sosialurin
hevur seinastu árini gjørt
nógv burtur úr skriving um
oljuvinnu, undirgrund og
marknaósemjuna við bret-
ar. Alt hetta úilfarið hevur
blaðið savnað í ein sokall-
aðan oljupakka.
LIONS-framsýningin er í
Havnar Klubba, og er opin
frá í dag til og við sunnu-
dagin frá klokkan 14 til 19.
Sunnudagin letur framsýn-
ingin tó upp klokkan 16
tór.-
Sea Star, sum í løtuni ger
seismiskar kanningar við
Føroyar
ngini er um føroyskt oljuvirksemi, og i
Tíðindablaðið Sosialurin latið nakað av
Tíðindablaðið Ér
4 Diathetes og
á diabetesfundir
Hóast diabetes er ein lívshættislig sjúka, sum
varar alt lívið, so ber væl til at hava eitt gott lív
við góðari heilsu. Fyri at upplýsa og greiða frá
sjúkuni skipar Diabetesfelagið fyri 2 fundum
við Carsten Vagn-Hansen. Tann fyrri verður í
Fuglafirði 1. aug. og hin í Klaksvík 3. aug.
Tað eru mest børn og ung,
sum fáa insulinkrevjandi
sukursjúku, sum vanliga
verður nevnd typ. 1-diabet-
es. Fyri at yvirliva må
kroppurin dagliga fåa insu-
lin, sum gjølla må tilpassast
kosti og rørslu.
Fær ein ov nógv insulin,
og blóðsukrið ti verður ov
lágt, so er vandi fyri insulin-
føling, ella ti sum verri er,
»insulinsjokki«. Hetta er
eisini galdandi, um ein hev-
ur etið ov lítð ella brúkt
veddarnar ov nógv — alt í
mun til hvørt annað.
Harafturímóti er tað eisini
sera hættisligt at hava ov
høgt blóðsukur, tí tá er
vandi fyri fylgisjúkum. Ov
høgt blóðsukur kemur av Ov
nógvum mati, ov lítlari
rørslu og/ella ov litlari nøgd
av insulini — alt í mun til
hvørt annað.
Mest av typ. 2-diabetes
Teir flestu diabetikararnir
hava typ. 2-diabetes ella
»aldursdiabetes«. Næstan
hvør 20. føroyingur fær
sjúkuna. Hetta slagið varð
fyrr hildið at vera »ikki so
farligt<, men gransking hesi
seinnu árni hevur greitt víst,
at hetta kann elva til álvar-
samar fylgisjúkur.
Nevnast kunnu m.a.
æðrakálking og nervabruni,
sum í nongum førum hevur
elvt til amputatiónir av
beinum, blindni og nýra- og
hjartasjúkur.
Tann besti hátturin at
fyribyrgja typ. 2-diabetes er
at brúka vøddarnar, so ein er
í í venjing og ansar eftir ikki
at blíva ov feitur og fáa
yvirvekt.
Harður kostur
Tað er ofta hart at hava dia-
betes, tí hyggjuráð og vitan
ganga ofta ímóti ynskjum
og ætlanum, og serliga ung
kenna seg skerd í mun til
onnur.
Tað hevur altíð verið best
hjá diabetikarum at liva eitt
lív, har dagarnir í mesta
mun hava líkst hverjum
ðrum. Hjá typ. 1-diabetik-
arum við insulinpenni ber
væl til at tilpassa insulinið
eftir tørvinum, og harvid er
eitt fast lívsmynstur ikki so
neyðugt. Men hjá øllum
diabetikarm er tað ein stór-
ur fyrimunur at liva reglu-
liga.
Diabetesfundir
Diabetesfelagið hevur í
fleiri ár havt fundir við
Carsten Vagn-Hansen.
Hesir fundir hava allir verið
um summarið, tá Carsten er
avloysari hjá kommunu-
læknunum í Fuglafirði og
Gøtu.
Á fundunum verður
størsti denturin lagdur á at
læra diabetikarar at liva væl
við sjúkuni. Carsten Vagn-
Hansen hevur sjálvur havt
diabetes í mong ár, og hann
dugir væl at greiða frá.
Fyrri fundurin verður á
Restaurant Munta í Fugla-
firði mánakveldið 1. aug.
og hin seinni í kantinuni á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi
mikukveldið 3. august
Báðir fundirnir byrja kl.
19.000 og øll eru vælkom-
in.