Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juli 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 142 — 28. JULI 1994 Landsstýrið brey Sjónarmið rusdrekkalogina Í sær sjålvum er årsrokn- skapurin hjå Råsuni ikki júst tann rædusøga, mong kanska halda, men kagar tú handan leiktjald- ið, fer kalt niður eftir bakinym á tí, sum hevur minsta vet at hugsa við. Tølini hava vit sæð í roknskapinum fyri 1993, sum fyri stuttum varð kunngjørdur, ella í blød- unum, sum kunngjørdu eitt uppkók av honum. Tó skulu nøkur fá tøl dragast fram her. Tær 6 råsdrekkasølurnar kring landið seldu fyri tilsam- ans 82,5 mill. í fjør. Við søluni hjå føroysku bryggjariunum hava før- oyskar tystar sålir keypt fyri út við 100 mill. kr. í 1993. Hetta tal kann so aftur sundurgreinast bæði so og so. Sølan hjá Rús- uni gav landskassanum 43,5 mill. í lituravgjaldi og tolli. Harafturat koma so 3,3 mill. kr. í MVG. Umframt hetta hevði Einkarsøla Landsins eitt methøgt yvirskot í fjør | upp á 62,2 mill. kr. Eing- in onnur fyritøka í hesum landi kann vísa á eitt so fagurt yvirskot. Men ikki nokk við hesum. Fyri teir 625.000 litrarnar av pilsnarøli og ta sløku milliónina av litrum av sterkum øli, spýttu før- Oysku bryggjaríini 14,1 mill. í framleiðslugjaldi í hin tóma landskassan. Summa summarum: Inntgka landskassans í 1993 gjørdist við høvd- um og gørnum 76,3 mill. kr. Av sonnum eitt glæsi- ligt úrslit. Tað, sum selt verður um borð á Norrønu og Smyrli, um- framt Atlantsflog, er so ikki froknad. Og tollurin av søluni hjå Maersk fer i danska landskassan. Og komandi år kunnu vit gleda okkum til upp- aftur glæsiligari úrslit. Sølan 5 teir fyrstu mán- aðirnar í ár er hækkað við 15%, so tá ólavsgkan, jolasølan komandi, umframt dagliga sølan verður | roknað uppí, kunnu bú- skaparfrødingar rópa eitt trífalt hurrá. Og hesir úrmælingar noyðast uttan iva at seta sær tann álvarsliga spurning, um tað yvirhøvur loysir seg at fjálga um fiskivinnuna longur. Hví ikki útbyggja søluna av brennivíni og øli? Tað er so nógv betri forrætning! Heimabryggj og annað leskiligt Hóast sagt verður frá al- mennari síðu, at vísast kann ikki á nakað mun- andi heimabryggj, so veit Gud og hver maður, at nevndu tøl umboða ein- ans helvtina av tí rúsandi legi, ið drukkin verður her á landi. Hin parturin er heimabryggj! Hvussu innflutningurin av bar- berspritti, hundasjampo, »katti« og øðrum delika- tessum man vera, er tor- ført at finna í nøkrum hagtølum. Ja, kanska er tað so galið, at innflutn- ingurin er minkaður. Lógarbrot Nú er stødan bara tann, at endamálsgreinin í nýggju rúsdrekkalógini sigur, at endamálið er at avmarka rúsdrekkamisnýtsluna, og at minka mest møguligt um teir skaðar, sum henda nýtsla hevur bæði á einstaklingin og sam- felagið. Á hesum sama øki hev- ur Føroya Landsstýri púra greitt brotið enda- málsgreinina í rúsdrekka- lógini. Snildisliga varð atborið. Skorið varð munandi niður hjá báðum viðgerðarstovnum land- sins, tó so, at tað bar til at liva við tí stórsta spar- semi. Í ár varð einans játtað til 1. juli, og nú koma so harrabodini: Jåttanin fyri 2. helvt av hesum árinum verður so lítil, at endarnir á ongan hátt røkka saman, hvussu so spart verður. Hetta er í øllum fórum galdandi fyri fyrsta viðgerðar- stovnin í Føroyum, Blá- krossheimið. Hvussu er við hinum stovninum — Heilbrigdið — sum er eitt privat partafelag — dugi eg ikki at siga í skrivandi stund. Játtaðar vóru upp- runaliga 9,5 mill. kr. til- samans til bådar stovnar- Risurnar: methøgt avlop nar, upplýsing og annað íroknað. Tó fekk Blå- krossheimið nógv tann minsta partin. Kortini kundi sparast so mikið, at tað var til at liva við. Men nú, nú fer ikki at bera til longur. Jóannes og Johnny Onkur hevur kanska hug at spyrja, hver ella hvørj- ir eru skálkarnir aftan fyri hesa ómetaliga ljótu framferð, júst í hesi krepputíð, har so nógv fleiri enn nakrantíð áður í Føroya søgu hava tørv fyri hjálp vegna mis- nýtslu av rúsdrekka og ødrum rúseitri. Abyrgd- ina hevur hin fitta greip- an Jéannes Eidesgaard og klæðsekksdrongur hans- ara Johnny Winther Hol- bech. Teir hava ikki hild- ið givin lyftir, og teir megnaðu, sum nakað av ti seinasta, teir fingu framt undir hesum lands- | stýrinum, at bróta enda- málsgreinina í rúsdrekka- lógini so dyggiliga, at teir - um ikki annað hendir — hava knúst rúsdrekkavið- gerðina í Føroyum. Hvert mansbarn dugir at síggja, at tá minni enn 9.5 mill. kr. skulu játtast til viðgerð av råsevnis- misnýtslu av einum yvir- skoti upp á 76,3 mill. í fjør og kanska 80-90 mill. í ár, so ruggar ikki alt rætt. Tá miðar enda- málsgreinin í rúsdrekka- lógini ikki ímóti at av- marka rúsdrekkamis- nýtsluna, men at fylla ein drenaðan landskassa. Tó, kanska eru allar súðir ikki syftar enn, og kanska er seinasta orðið ikki sagt í hesum máli. Eitt nýtt landsstýrið hev- ur møguleikan at broyta játtanirnar, men tað má henda skjótt, áðrenn skaðin er hendur. Frá sonevndum politik- arum verður so mangan sagt, at teir taka fulla á- byrgd av hesum og has- Í um. Tað sama sigi eg, um Tíðindablaðið CH: om me Bj} <> un okt (ng » i 1 Æi; ærme I møguligar avleidingar Arnbjørn R. Thomsen | eg havi traðkað onkran á tærnar. Men eg legg! aft- urat, at eg taki eisini HAVNAR BIO YABBA-DABB JONN GOODMAN —— D%6 Frumsýning 6lavsøkukvøld kl. 19.00 og 23.00 Væntandi sýndur í uml. 3 vikur HAVNAR BIO Tlf. 11956 Deyvafelag Føroya Skrivstovan í Deyvahúsinum »Effata«, Íslands- vegur 10 B, Tórshavn, er opin hvønn dag kl.9-11. Teiefon/telefax 17597 og tøletax 41992, skrivitele- fon tif. 0123 og bið um 16929 ella 41792.