hósdagur 28. juli 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ED Nr. 142 — 28. JULI 1994 Sida 13
Teir triggir, ið manna Mark No Limits — frå vinstru:
Teitur Lassen, Mark Joensen og Johan Ziskason. I
gjårkvøldid vóru teir fyrstu ferð alment saman á
palli á ólavsókukonsertini | Mynd: Hilmar Jan Hansen
- mark uttan mark
Bólkurin MNL — stendur fyri Mark No Limits — spældi fyri fyrstu ferð al-
ment á ólavsgkukonsertini í Havn. Sosialurin hevur prátað við teir tríggjar,
ið eru mergurin í hesum nýggja bólkinum, ið ikki ætlar at enda tilveru sína
við at ferðast kring landið og spæla til dans
Ikki er tað so sjálvdan, at
bólkar verða smekkaðir
saman í skundi, fyri síðani
at byrja at spæla alment,
kanska longu áðrenn teir
eru heilt klárir til tað. Ofta
verður eisini úrslitið har-
eftir, hóast undantøkini eis-
ini eru.
Øbdrvisi er við nýggja
bólkinum MNL — stendur
fyri Mark No Limits. Fyri
fyrstu ferð spældi bólkurin
saman alment á pallinum á
keigkinum í Havn, har FUT
skipaði fyri árligu ólav-
søkukonsertini.
Triggir mans eru mergur-
in í bólkinum — 17 ára gamli
gjørt løg og annars havt tað
stuttligt saman, siga teir
tríggir við Sosialin, ið hitti
teir við eitt av borðunum í
Perluni í SMS seinnapartin
Teitur Lassen (sang og gui- týsdagin.
tar), 20 ára gamli Johan — So við og við hava vit
Ziskason (guitar og kór)og upparbeitt okkum ein hóp
30 ára gamli Mark Joensen av løgum, ið vit nú hildu
(tangentar og kór). vera búgvin at fara út við.
— Vit byrjaði at spæla
saman fyri tveimum árum
síðani, og so hava vit hildið
á í tí stilla, skrivað sangir og
Stílurin hjá MNL er fyri
tað mesta bleytur melodiøs-
ur rockur, og tekstirnir eru
eitt sindur av hvørjum —
mest vid gerandisligum
innihaldi.
— Núeru vit rættiliga ym-
iskir til aldurs — 13 ár mill-
um tann yngsta og tann elsta
— so tað er eisini sjálvsagt
rættiliga ymist, hvat slag av
tónleiki, okkum dámar. Tí
hava vit møtst onkunstaðni
mitt á leiðini, so vit hava
gjørt tónleik, ið kanska er
ein blanding av ymiskum,
hóast reyði tráðurin allan
vehgin igjøgnum er at gera
bleytan melodiøsan rock.
Ongan beinleidis
tekstboðskap
Meðan tað er Teitur, ið
ger tekstirnar, eru teir allir
tríggir saman um at gera
løgini.
— Tekstimir eru ikki tað
mest týðandi, tí vit taka tón-
leikin framum, tá vit gera
sangimar. Heldur ikki hava
vit nakran beinleiðis boð-
skap í tekstinum, ið fyri tað
mesta snýr seg um sovorð-
ið, sum ein og hvor kann
ganga og hugsa um, uppliva
ella á annan hátt kenna aftur
frá sær sjálvum, sigur
manningin í MNL.
— Allur teksturin hjá okk-
um er á enskum. Tað riggar
líkasum betur til tann tón-
leikin, vit gera.
Tann vanliga lagnan hjá
slíkum bólkum plagar at
vera, at farið verður at ferð-
ast kring landið og spæla til
dans, men so ætla teir triggir
í MNL ikki, at tað skal
gangast teimum.
— Tað hevur ongantíð
verið og er heldur ikki mál-
ið við tí, vit gera. Vit hava
tað stuttligt saman, sum er,
men tað allarstuttligasta,
hetta kundi endað við, var
einari plátuútgávu fyrr ella
seinni. Helst utanlands.
Møguliga er hesin tankin
ikki so fjart av landi skotin
heldur hjá MNL.
Teir tríggir hava sent eitt
demoband uttanlands til
orkrar plátuútgevarar, og
higartil hava teir bert fingið
positivar afturmeldingar —
enntá sera positivar hava
afturmeldingarnar verið.
— Hetta gevur okkum jú
eisini hug at halda fram og
gera meira burtur úr tí, vit
nú hava arbeitt við í tvey ár,
men vit vænta okkum ikki
meira, enn onnur fáa. Tó
loyva vit okkum at vóna, at
okkurtkanska kann spyrjast
burturúr, so tað ikki bert
verður við tað, at demo
upptøkurnar hjá okkum fáa
hesa positivu umrøduna,
siga Teitur, Johan og Mark.
Hava nógv leg
liggjandi klár
— Vit høvdu sjey løg á tí
demobandinum, vit hava
sent út, men á ólavsskukon-
sertini fara vit bert at spæla
seks av teimum. Umframt
hesi hava vit eisini eina gr-
grynni av ødrum løgum, ið
eru klár, um tey skulu brúk-
ast til okkurt.
Komandi månadimar er
tó ikki sannlikt, at MNL-
fýrarnir verða saman serliga
nógv. Teitur skal niður á
skúla, meðan Johan er nógv
til skips. Og einsamallur
eftir er avmarkað, hvussu
nógv Mark kann gera við
MNL.
Navnið hjá teimum, Mark
No Limits, ið teir stytta til
MNL, kom í mestsum av
tilvild.
— Vit skemtaðu okkum
við hesum eitt sindur, tí í
veruleikanum merkir Limit
jú mark. Tað byrjaði við, at
ein av okkum setti Mark No
Limits á hurðina, har vit
vandu, og síðani hildu vit, at
tá vit skuldu hava eitt navn,
ljóðaði tað kanska ikki býtt-
ari enn so nógv annað, siga
teir tríggir.
Á konsertini í gjårkvøldid
vóru teir eitt sindur meira
fjølmentir, enn teir vanliga
eru. Aftrat sær høvdu teir tå
Niclas Johannsen (bass),
Trúgva Restorff í Brekkun-
um (trummur) og Maluna
Eyðunsdóttir (kór).
Eina aðra ferð eru kanska
uppaftur fleiri við teimum á
pallinum — teir hava jú einki
bj.
A dvokatskrivstovan |
r. Petersensgota
|
a gir Wint
Magnus 1, adv
ríða Patursson, adv |
Ó. J. Kristoffersen, adv |
tels Winther Poulsen, adv |
yðhild Skaalum, adv
her Poulsen. adv. |
|
8. Peterser
r. Petersensgøta 9
Postbox 6
110 Tórshavn
|
(298) 11145 |
(298) 11525
81363 Jus fa
—einiisad
AKVARIU)
Þúðin
Bilumvæling
00 si145 00 |
HF s Hár. rstova
v Ann Petersen
Bjarnovarvegur 16
| 100 Torshavn
|
|
| TF. 18018
Velbastadvegur 86 |
Postboks 333 |
110 Tórshavn 13214 | -
Telefax 12221 |
| er frá november til juni vi
hesum í eynum:
"Onnur skeið
julvsept.: Ymisk
stuttskeið
október: Pensiónistaskeið
alt árið: Telduskeið
Efeirfoðingarskeið
IF roya Fólkahá i
Gulu síðurnar við
allarsiíðstu freist
Mánadagin 1. august er síðsta freist at vera við í >Teim-
um gulu síðunum, ið koma í hvort hús í landinum
Í hesum døgum verður all-
arsíðsta hond løgd á bókina
>Tær gulu síðurnar<, sum í
næstum verður send í hvort
hús í Føroyum.
Við í hesum gulu síðun-
um eru hentar yrkisupplýs-
ingar tøkar hjá øllum før-
oyingum, og Kunningar-
tænastan, ið ger bókina,
roknar við, at um 30.000
fólk í Føroyum javnan fara
at gera brúk av >Teimum
gulu síðunum<.
Ætlanin er, at bókin skal
koma út samstundis sum
nýggja telefonbókin, ið er
ætlað at koma út í august
ella september. Við ødrum
orðum verða >Tær gulu síð-
urnar< eitt leyst ískoyti til
telefonbókina.
»Tær gulu síðurnar< eru
uppbygdar við lýsingum, ið
eru bólkar eftir yrki. Tað vil
siga, at tú kanst finna alt
innan eitt ávist yrki á sama
stað í bókini.
Framyvir er ætlanin at
fylgja útgávuni av bókini
upp við nýggjari útgávu á
hverjum ári, so fólk alla tíð-
ina hava so nýggjar upplýs-
ingar sum gjørligt til taks.
Tey, ið vilja hava eina
lýsing í >Tær gulu sidurn-
ar«, mugu skunda sær, tí
síðsta freist er mánadagin 1.
august! hj.