Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. juli 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 125 - 5. juli 2003 15 Fimta og seinasta bókin um Tsatsiki eftir Moni Nils- son-Brannstrom er komin. Hon kallast Tsatsiki og Retzina. Nú gongur aftur ímót vári. Tsatsiki gongur í fjórða flokki, og heima í Parkgøtu eru bæði lítlasyst- irin Retzina og Mortan Pis- srotta flutt inn. Tsatsiki varnast nú, at tað viðhvørt kann vera rættiliga strævið at eiga eina stóra familju. Hann varnast, at tú kanst gerast skakkur av eini gávu, tú sjálvur hevur keypt, og at einki ger teg so einsamallan og keddan sum ein ósemja við Per Hamm- ar. Hvat um teir ongantíð aftur gerast vinir? So kann Per Hammar ikki koma við teimum til Grikkalands. Tað var annars ætlanini. Tsatiski Retzina er 149 síður, heft og kostar 125 krónur í bókabúðunum. Hon er væl egnað til tey 8- 13 ára gomlu, sigur Bóka- deild Føroya Lærarafelags í tíðindaskrivi. Bergur Rasmussen týddi. Hvør hevur spísk oyru? Hvør hevur mjúkan hala? Hvør hevur bleytan búk? Í barnabókini »Soleiðis eru vit, Petur Kanin!« práta Petur Kanin og vinirnir um, hvussu ymisk øll eru, og at enda sleppa vit upp í prátið. Ein bók, har tey smæstu sleppa at føla bleyta halan og mjúka búkin, veingin hjá surrufluguni o.s.fr. »Soleiðis eru vit, Petur Kanin!« er 12 síður, prent- að á haldgott papp og kost- ar 65 krónur. Beatrix Potter skrivaði, Anna Maria Rein- ert týddi. Hon er væl egnað til tey 0-2 ára gomlu, sigur Bókadeild Føroya Lærara- felags í tíðindaskrivi. Seinasta bókin um Tsatsiki Ein bleyt kanin Bókin »Mor er en engel« viðger truplu støðuna, tá ein mamma doyr frá sínum børnum. Bókin er skrivað av ommuni og mamm- uni at tveimum børn- um, sum missa. Aftast í bókini er eitt eftir- mæli eftir Jes Dige, sum dagliga fæst við børn í sorg BØKUR Ingi Rasmussen Ein nýggj myndabók um sjúku og sorg kemur út á Kroghs forlagi tann 6. juni. Í »Mor er en engel« fylgja vit níggju ára gamla Jonas og næstan fýra ára gomlu Sofie. Tey eru systkin og búgva saman við mammu síni, sum hevur krabba- mein. Hon arbeiðir ikki meira, so tey hava nógva tíð saman. Tað er deiligt, men samstundis er mamma ofta troytt. Serliga tá hon hevur verið á sjúkrahúsi. Ein dagin fortelur mamman Jonas og Sofie, at hon ikki verður frísk og skjótt skal doyggja. Sofie skilir tað ikki, so mamman sigur, at hon verður ein eingil. Sofie fer ikki at síggja hana longur, men mamman fer at síggja hana úr himmalinum. Bókin er skrivað av mammu og ommu Sofie og Jonas í síðstu tíðini av lív- inum hjá mammuni, tí tey funnu einki egnað tilfar til smá børn. »Mor er en engel« er ein myndabók, skrivað á barna- vinarligum donskum máli. Hon viðger nógvar av teim- um spurningum, sum børn ganga og hugsa um, tá ein av teirra nærmastu verða sjúk og kunnu doyggja. Hon greiður erliga og á ein- um løttum máli frá tankun- um hjá Sofie og Jonas og kenslum teirra í sambandi við sjúkuna og deyðan hjá mammuni. Bókin gevur bæði vaksn- um og børnum nøkur am- boð at koma ígjøgnum ta stóru sorgina, sum tað er at missa eitt foreldur. Bókin gevur góðar møguleikar fyri at práta saman um við- urskifti, sum tað kann vera trupult at seta hol á. Eitt nú um hvussu lívið hjá barnin- um verður eftir deyðan, hvar tey skulu búgva, hvussu við jólum, føðingar- døgum og annað. Í bókini eru eitt eftirmæli eftir Jes Dige. Hann fæst dagliga við børn og sorg í teimum sonevdu sorgbólk- unum, sum vit eisini hava fingið í Føroyum. Hann sigur m.a., at okkara upp- gáva sum vaksin er at geva børnunum rúmd at tosa um teir tankar, børnini gera sær um sjúkuna hjá mammu ella pápa, um framtíðina og um at siga farvæl, áðrenn tað er ov seint. »Mor er en engel« er eitt upplagt høvi at fáa tosað um torfør evni við støði í barn- inum. Tað er trupult, men vit noyðast at tosa um tað. Ein barnabók um ta stóru sorgina Danskt kór við føroyskum ískoyti »Vor Frue Kirkes kor« úr Ålborg vitjar Før- oyar í hesum døgum og syngur næstu dag- arnar í kirkjum kring landið. Skráin er fjøl- broytt og spennandi. Fyrst og fremst er talan um nýggjan danskan kirkju- tónleik KÓRVITJAN Ingi Rasmussen Eitt dygdarkór úr Ålborg vitjar Føroyar í hesum døg- um og hevur fleiri konsertir kring landið næstu dagar- nar. »Vor Frue Kirkes kor« er eitt blandað kór við níggju sangarum, og kór- leiðari er Rikke Kursch. Sangararnir eru í høvuðs- heitum lesandi á konserva- toriinum og universitetin- um í Ålborg. Kórið hevur sítt dagliga virksemi í Vor Frue kirke í Ålborg og hev- ur í fleiri ártíggju verið eitt virkið konsertkór. Kórið hevur eisini eitt føroyskt ískoyti. 20 ára gamla Petsi Tvørfoss eru ættað úr Gøtu, men er bú- sitandi í Ålborg. Hon er dóttir Óla Jákup og Heidi Tvørfoss. Síðstu átta árini hevur kórið verið stjórnað av Rikke Kursch. Hesi árini hevur kórið verið á konsert- ferðum í Sveis í 1997, í Kalifornia í 1999 og nú í Føroyum. Skráin hjá kórinum spennir víða, men denturin verður lagdur á nýggjan danskan kirkjutónleik. Við íblástri frá Jomfrú Mariu, sum hevur givið navn til heimkirkjuna, verður skráin í Føroyum merkt av Mariu- tónleiki úr ymiskum lond- um. Harafturat fer kórið at bera fram nýggjan danskan kórtónleik eftir eitt nú Sv. S. Schultz og Niels la Cour. Skráin fyri konsertferð- ina í Føroyum er hendan: Fríggjadagin 4. juli kl. 19:30 í Vesturkirkjuni. Sunnudagin 6. juli kl. 11:00 undir Guðstænastu í Gøtu kirkju. Sunnudagin 6. juli kl. 16:00 í Fuglafjarðar kirkju. Mánadagin 7. juli kl. 20:00 í Fríðrikskirkjuni á Toftum. Týsdagin 8. juli kl. 20:00 í Christianskirkjuni í Klaksvík. Mikudagin 9. juli kl. 20:00 í Gøtu Kirkja. Vor Frue Kirkes kor 15 14 Nr. 125 - 5. juli 2003 NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo åÁ hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Mánadagin, 7. juli 2003, fyllir Manhertha Andreasen í Fuglafirði 85 ár Ja mamma, tú skuldi eisini hava tini ár. Nú verður tú 85, tað er ein høgur aldur.Tú hevur verið ein megnar kona, vermamma, móðir og omma, altíð hevur tú verið fús á fótum, tá vit eru konin til tín, ein drekkamunn og mangt annað gott. Mamma hon er dóttir Annu, sum var jarðarmóðir og húsmóðir í Eyst- uroynni og Albert Eldevig, ið var fiskari. Hon giftist við Ingjald Andreasen, sum var sonur Jolinu, fagfelagskvinnu og húsmóðir, og Tummas Andreasen, timburmann, øll tilflytarar til Fuglafjarðar. Mamma, tú gjørdist einkja fyri knapt 18 árum síðan, tað var bert 5 dagar eftir at tú sjálv hevði føðing- ardag. Tú hevur altíð duga væl at tikið tær av øllum, eisini um tað hevur gingið minni gott í familjuni, ein klók megnar kvinna. Tit bæði, pápi og tú, arbeiddu væl saman við at klára tykkum. Tað var ikki bara sum at siga tað í fimmtiárunum, tað kann eg væl minnast, pápi koyrdi lastbil og tú arbeiddi fisk. Um summarið vart tú saman við hinum fiskakonunum og breiddu fisk út á fiskastykkinun. Eg kann gott minn- ast, tá vit syskini komu úr skúlan- um, gekk leiðin til tín í fiskaarbeiði, at tú mamma hevði bæði mat og okkurt at drekka til okkum, tað var ikki sodavatn sum nú, nei mjólk ella ein góðan temunn. Tá vit vóru liðug at eta, fóru vit sum oftast at hjálpa teimum at breiða fisk ella at stakka upp fisk. Hjá S.P.P arbeiddi mamma tað mesta eg kann minnast. Hjá okkum var ikki nøkur bein- leiðis løn, men foreldur okkara fingu sum regul okkurt gott til húsið, ja tað kom eisini væl við. Hesir menn hjá gamla Sámal Peturi, sum teir vóru góðir vi okkara hús, ein sonur hansara var lærari, Sigurd lærarin, nevndur, hann gav eisini okkum nakað gott til lívið, so lønin kemur ikki bara við peningi men eisini við menniskjaligheit. Mamma okkara hevur eisini prøvað at rikið handil við grill og kantinu á handils- og frystivirkinum í Fugla- firði, sum Skipafelagið átti, og har arbeiddu tit bæði gott saman, tú og pápi, hann plagdi at rudda upp í kantinuni, eftir at arbeiðsfólkini høvdu eti. Eg, sum arbeiddi har sum elektrikari og kølimaður, stóð mangan og betraktaði tykkum, hvussu góð hjún tit vóru, tað gav mær eina stóra gleði at síggja hetta. So gavst mamma at passa kantinuna og fór í fiskaarbeiði hjá sama virki, sum hon hevði passa so væl í nógv ár, fyrst sum leigari fyri virkið og síðan sum sjálvstøðug. Nú ert tú vorðin so gomul og orkar ikki meira og mást fáa hjálp frá øðrum, vil eg takka tykkum økissjúkrasystrunum og tykkum, sum arbeiða við mammu, tá henni krevst hjálp til medisin og annað sum hon krevur at fáa. Eisini til læknan sum mamma heldur so nógv av, hann gevur sær tíð til at tosa við hana. Hon er blivin so veik nú tað seinasta ári, og tú økissjúkrasystirin fyri heimahjálp- arar saman við tínun medarbeiðar- um, tit í Vesturstovu, og tit heima- hjáparar sum koyra mammu til umlætting í Vesturstovu um morg- unin og aftur í hús hennara at sova um náttina, ja tað er næstrakærleiki, so tað forslar. Gott tit røkta mammu. Øll sum ein, ja fyri mær kundi mamma verið mamma tykk- ara, so góð tit eru við mammu mína og vermamu og ommu okkara, ja tit sum eru avarðandi og koma at vera tað, ja tit kunna føla tykkun trygg hjá hesum røktarfólkum framyvir. Tillukku okkara kæra mamma, vermamma, omma, veromma og langomma. Gud vælsigni teg og okkum øll framyvir. Familjan Ingi Andreasen Kambsdal Í morgin, sunnudagin 6. juli, verður Jenny Samuel- sen í Havn 75 ár. Jenny, sum er ættað úr Gøtu, hevur í mong ár fingist við at matgera fyri fólk, og hóast hon nú verður 75, so kemur tað framvegis fyri, at hon hevur ábyrgdina av at matgera í sambandi við tiltøk. Jenny er dóttir Nicolinu og Amaliel Jacobsen í Norðagøtu. Tey búðu á Barkhellu, og í teimum trimum húsunum, sum stóðu so tøtt har, var nógv lív í: Hjá Maljari, Eliesari og Hellu–Meinhardi vóru tilsaman 38 børn! Nicolina og Amaliel áttu tólv børn: Otto, sum størsta partin av lívinum búði í Boston í USA, var elstur, Sofus, Frederik, Piddi og Hanna búsettust í Klaksvík, har Schwartz eisini búði í umleið eina fjórðingsøld, áðrenn hann miðskeiðis í sjeyti árunum flutti aftur til Gøtu. Jenny býr í Havnini, Arna á Sandi, Johannes í Saltangará, so kom Martin, ið doyði sum tólv ára gamalur, Lina býr í Runa- vík, og Selma býr í Leirvík. Otto doyði í 1992, og Sofus doyði í flogvanlukkuni í Mykinesi í 1970. Á ungum árum fór Jenny til Havnar, har hon tænti hjá Telegrafbestýraranum, sum tað nevndist á góðum havnarmáli. Í Havnini hitti Jenny Tórolv Samuelsen, og tey giftust í 1954. Tórolvur er føddur 4. juni í 1928, so tað er ikki meiri enn ein mánaður síð- ani, at hann fylti 75. Tór- olvur er sonur Lillu, sum var ættað av Eiði, og Alex- ander Samuelsen – Alex í Horni – í Havnini. Tey áttu sjey børn. Umframt Tórolv vóru tey Árni, sum býr í Rødovre, Ása, sum býr í Helsingør, Hervør í Hunde- sted, Ruth í Runavík, Ró- land, sum búði í Keyp- mannahavn, og so Lisbeth, sum býr í Hoyvík. Jenny og Tórolvur eiga ein son, Alexander. Hann er giftur við Súsonnu, sum er úr Klaksvík. Tey eru næstu grannar hjá Jenny og Tórolvi undir Marknagils- vegnum. Súsanna og Alex- ander eiga trý børn: Tór- olvur, Jenny og Alexander, sum fyllir 14 ár sama dag sum omman verður 75. Jenny hevur verið eitt konubrot. Talið er óteljandi av brúdleypum, føðingar- døgum og øðrum veitslum, sum hon hevur matgjørt til. Skoðsmálið, sum hon hevur fingið, er, at hon hevur dugað væl at arbeitt uttan stórvegis hóvasták, og tað, sum hon hevur latið av hondum, hevur verið nossligt og tekkiligt, og smakkurin hevur verið góður. Millum støðini, sum hon plagdi at hava ábyrgdina fyri matgerðini, var hjá Ríkisumboðnum. Í tí sam- bandinum hevur hon fingið fortjeneste-medaljuna. Kanska sum tann einasta í Føroyum hevur hon verið kammerpige hjá drotning- ini. Tá ið Ingrid drotning og Frederik kongur vitjaðu í Føroyum, plagdu tey at búgva umborð í Danne- brog, har manningin og starvsfólkini umborð vóru um tey. Men ta einu ferðina búðu tey hjá Ríkisumboð- num, og tá varð tað luturin hjá Jenny serliga at vera um drotningina. At tey hjá Ríkisumboðnum júst vildu hava Jenny til ta uppgávuna man boða frá, at eisini tey hildu hana vera álítandi, umhugsna og fyrikomandi. Brúdleyp Í dag, 5. juli, giftast í Givskud kirke Lisa Lykke Hansen, Givskud, og Petur Martin Glerfoss, Tórshavn. Brúdleypsadressa: Stadionvej 30, Givskud, DK-7323 Give. Í dag, 5. juli, kl. 16.00 giftast í prestagarðinum í Sandavági Sondy N. Guðjónsson, Klaksvík, og Jan- Here Simonsen, Eiði. Veitslan verður fyri innbodnum á Hotel Føroyum. Í dag, 5. juli, giftast í Guldager kirke Súsanna Maria Gudmundsson úr Norðragøtu, og Stefano Bove úr Formia í Italia. Brúdleypsadressa: Tvillingernes Kvarter 194 tv, 6710 Esbjerg V. Í dag, 5. juli, kl. 17.00 giftast í Havnar kirkju Súsanna Winther Poulsen og Jarvin Feilberg Hansen. Í dag, 5. juli kl. 16.00, giftast í Vesturkirkjuni Maria Brøðraberg og Leivur Rubeksen. Brúdleypsveitslan verður fyri innbodnum í B36-húsinum kl. 19.00. Prógv Linn Mohr Augustinussen, Tvøroyri, hevur lokið prógv sum diplomverkfrøðingur á byggilinjuni á Danmarks Tekniske Universitet í Keypmannahavn. Manhertha Andreasen 85 ár Jenny Samuelsen 75 ár C M Y K 14