Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. juli 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 125 - 5. juli 2003 Nr. 125 - 5. juli 2003 17 Hesi dagbókabløð í tveimum pørtum eru skrivað umborð á tokinum millum Hull og Aberdeen seinasta sunnudag. Hetta eru tankarnir, sum fóru gjøgnum høvdið, teir tíggju tímarnar tað tók at koma norður til Aberdeen sunnu- dagin. Tankar sum neyvan høvdu verið festir niður á blað, um eg hevði sitið millum kent fólk og práta. Tað er eisini sjarmerandi at ferðast einsamallur og ongan kenna. Dagbókin er skrivað við vanligum kúlupenni niður á ein lítlan A7 blokk við út- gávu fyri eyga og fer óhøvlað í blaðið, ann- ars hevði ikki verið talan um nakra dag- bók. Vit eru enn í roykivogninum, á veg úr York til Edinburg í toki seinasta sunnu- dag, og yvirskiftin á akkurát hesum fyrsta partinum av dagbók- ini í blaðnum í dag kundi verið: Grønar tenn 2. partur BROT ÚR DAGBÓKINI Jústinus Leivsson Eidesgaard Sosialurin, Skotland: Maðurin yvir av mær rullar við fimum fingrum eina sigarett afturat. Hann lyftir tubbaksdósina upp frá borðinum við vinstru hond og sópar tubbaksbosið við høgru hond niður á gólvið. Ballið hevur hann stungið í munnin, eftir at hava roytt skeggið av. Tað liggur nú niðri á gólvinum saman við bosinum. Sigarettin hongur í vinstra kinnklova. So fest- ir hann sær í og leggur gasstendrarar oman á tub- baksdósina við eldendan- um út frá sær. Gasstendr- arin er av tí bíliga gjøgnum- siktiga slagnum. Tað er lítið eftir í honum. Maðurin má dáma grønt, kanska hann er íri: Eg meini so við grøna bók, grønan tendrara og kvinnan í lívi hans, sum sit- ir við síðuna av og roykir, hevur grønar tenn. Maðurin lenar seg fram yvir borðið og hvílir seg, andar roykin djúpt inn í hvønn krók í lungunum, áðrenn eg sleppi at anda tað sum er eftir í meg. Vit fara akkurát nú um ánna í Newcastle. Eg síggi ikki færri enn fýra brúgvar tætt saman og tær eru í mínum eygum munandi størri enn brúgvin um Streymin. Tað er her at tann tiltikni Hadrian múrurin skilti rómverjar frá teimum villu keltunum norðanfyri fyri skjótt 2000 árum síðan. Eitt risa bygningsverk tvørtur um England. Og hvørjir eru so keltarnir, tað er eitt av upprunafólkunum í Bretlandi og teirra blóð rennir eisini í okkara æðr- um. Norðbúgvar høvdu keltiskar trælir við til Føroya og undir krígnum vóru nógvir keltar í Føroy- um. Tað sæst aftur, serliga millum teir svarthærdu og reyðhærdu føroyingarnar. Í staðin fyri vanligu ferða- málini í Danmark og sunn- anfyri, so kundu føroyingar tikið tokið úr Aberdeen og niður til Newcastle og siðan gingið fram við og eftir múrinum tvørtur um Eng- land. Tað tekur eina viku. Kanska tit hittu skyldfólk. Tað er slóknað út hja fel- agnum sum sitir yvir av mær og eitt pinkulitið sind- ur aftanfyri. Setrini standa ikki beint yvir av hvørjum øðrum. Seinasta tíman hev- ur hann sitið og smáfríggja við unnustuni ella konuni, eg veit ikki, síggi ongan ring. Hann hevur sitið líka sum framyvir inn yvir hana, so at eg ikki havi sæð hana. Hon er lítið av vøkstri. Hennara treningsskógvar røkka akkurát yvir á mot- sætta setri, har gummibotn- arnir hanga fastir í betrikk- inum. Hon brúkar nummar 36 í skóm, hugsi eg, og komið í tankar um tær ferðirnar, eg havi leita eftir skógvum til synirnar. Hetta við skógvastødd sitir líka sum í bakhøvdinum. Hatta má vera ein ringur stilling- ur, hann situr í, hugsi eg. Eg hoyri varisligu smaskini frá tá teirra varrar sleppa hvørjum øðrum. Ilskist eina løtu yvir slíka vantandi blú- ferdigheit, ella blygni, men tey eru ikki ónærislig og betri er at tey mussast enn at tey klandrast. Nú hvíla tey seg eina løtu og roykja. Tað gránar longur norður vit koma, helst er eitt brúgvalag á veg yvir bretsku oyggjarnar. Her fer nokk at regna um eina løtu, men tað ger einki hesatíð- ina. Danska skaldið Holger Drachmann yrkir í kenda miðsummarsanginum »Vi elsker vort land« at hesa tíðina er vælsignilsi í hvørj- um æli. Her er allur vøkstur í fullum blóma, enn er so stutt útliðið og heldur ikki so heitt, at vøksturin er far- in av svídnast. Fólk koma og fara úr roykivogninum. Tey, sum sita í vognum har ikki er loyvt at roykja koma fram til okkum at festa sær í. Tí er roykivognurin eitt frálíkt stað at sita og eygleiða fólk, eisini um tú ikki roykir og er forvitin nokk. Eg havi ongar ætlanir um at flyta meg, sjálvt um eg ikki royki sjálvur. Von at fáa sín vilja Kring allan heim sær tú nakrar typu, sum ganga aftur uttan mun til mál og húðalit. Og akkurát nú kemur ein stór kvinna sein- ast í fimti árunum inn í vognin. Hetta er akkurát ein typa, sum eg elski at lýsa í skrift, men sum tað ikki hevur eydnast enn til fulln- ar, og eg haldi á fram til lýsingin situr. Hon er stór, og hevur eina vakurt evn- aða undirhøku, sum strekk- ir seg, sum ein óbakað kringla í einum frá høgru oyralippu og heilt yvir í vinstru, ella øvugt, um man vil. Tað er myndugleiki yvir henni og hon yvirtekur roykivognin allan sum hann er beinanvegin, bæði í vævi og í útstráling. Eg skuldi skriva um nakað heilt annað, men misti tráin og fái ikki eyguni av henni. Hon er vælsmurd og prýdd við gulli, gull í oyrunum, gull á fingrunum og gull um handliðirnar. Og arm- keturnar hvørva, tá hon lyftir handabakið eitt sindur upp. Hon sær út til at vera von við at fáa sín vilja, smæðist ongan og tosar við fólk sjey stólarøð burtur á sama hátt og við somu megi sum tey í nærmast eru. Hon spyr og svarar og flennir, alt í senn, so ongin sleppir framat. Her er einatala við lít. Ein blíður skotskur seyðahundur hevur gingið millum ferðafólkini í royki- vogninum og biðið um at vera kelaður aftanfyri oyra. Men síðan Matrónan kom inn, hevur hann spískað oyruni, og halin er fallin. Nú er hann á varðhaldi. Bringan á kvinnuni dregur upp og niður meðan hon prátar við seg sjálvan. Hon roykir, hevur stór lungu og tað skal nóg til at eitra tey heilt. Hon doyr ikki av royking í bræði. Skal eg dáma hana, hugsi eg. Hon er eisini skapt í Guds bí- læti. Sálarfrøðingar siga, er tað eitt menniskja sum tú ikki dámar, so er tað tí, at okkurt í hesum menniskja minnir teg á okkurt inni í tær sjálvum, sum tú heldur ikki dámar. Er tað so, so kann eg eisini læra okkurt av kvinnuni. Hvat er tað við henni, sum vekir okkurt inni í mær, við mær sjálv- um, sum mær ikki dámar. Er tað okkurt lyndisbrek, sum skal luftast. Vit koyra framvið strond- ini nú og steðga í Berwick upon Tweed. Kenni ikki hendan býin. Havi ongantíð hoyrt um hann fyrr. Har er stór brúgv til tokið og hon er vøkur við rómverskum bogum, júst sum ein akva- dukt, vatnleiðingarnar hjá rómverjum, sum standa uppi enn tann dag í dag kring Europa, 2000 ára gamlar. Hvar munnu tær fyrstu vatnleiðingarnar í Føroyum vera? Syrgja í mobiltelefon Í Dundee stendur ein ung kvinna á perrongini og grætur sáran meðan hon tosar við sjeykin, sum er í tokinum. Tey tosa í mobil- telefon. Hon fær næstan ikki tosað, sum tárini renna og hon turkar sær, og drongurin er líka tungur her inni hjá okkum í roykivogn- inum. Saknurin er eisini kærleikans prísur. Um 20 minuttir eru vit í Edinburg, her er támut, næstan regn og eg havi júst verið í matvogninum og keypt mær ein heitan te- munn og ein sandwich, eina tvíflís, sum tað eitur á før- oyskum. Hon smakkaði væl við bluecheese kremi, tað er bláostakrem. Einki er sum at ferðast í toki og eta. Skotin frammanfyri meg, hann við hundinum, tosar við øll sum koma fram at roykja, vit eru nevniliga fremsti vognur og framm- anfyri okkum er bert eitt sótdálkað, larmandi disel- lokomotiv. Fremsti endin er roykendin á tokinum. Ein klænur kinesari sum sæt frammanfyri meg og roykti, tá vit fóru úr Hull, er nú aft- ur. Hann hevur júst fest sær í. Hann kann ikki vera so bundin av tubbaki, tí nú eru tímara lidnir síðan seinastu sigarettina. Kanska hann roynir at leggja av ella hev- ur hann arvarð kinesiska lyndir, at hava tamarhald á sær sjálvum. Parið við síðuna av mær eru givin at fríggja, so troyttaðust tey av hesum allíkavæl. Tey sita so friðalig og práta, eg haldi, tey eru nokk so góð. Hund- urin kemur til mín, hann er so blíður og hevur mild eygu. Nú er ongin kvinna, sum honum nýtist av vera á varðhaldi fyri. Hon hevur yvirtikið selskapið longur afturi í tokinu, so langt aft- uri, at vit hoyra hana ikki, heldur ikki hundurin, og hundur hoyrir væl. Skotin sum eigur hundin hevur júst verið á vesi. Tað er ein ordans bløra hann hevur, hann hevur drukkið fleiri litrar av Carlsberg øli sein- astu tímarnar, og so eiða- sørt hann hevur verið og kasta sær á vatninum. Men ein kantur má vera á, ella ein blonda, nú mátti hann so geva eftir fyri náttúruni. Her er klárað í aftur og nú eru aftur valmúur at síggja fram við jarnbreytini. Hvussu munnu tær eita á enskum. Kanska Sofus Poulsen í Aberdeen veit. The flying Scotsman Eg skifti tok aftur í Edin- burg og havi sostatt sagt farvæl til roykivognin, hugnaligur var hann. Her er kaldari, munandi kaldari. Mátti læta meg í jakka, meðan eg bíðaði eftir tokin- um úr Aberdeen, sum sjálv- andi var seinkað, sunnu- dagur er. Tokið úr Aberdeen eitur ikki minni enn The Flying Scotsman og ein ein partur av flotanum hjá North Eastern Line. Lands- lagið er ørvísi her. Havi enntá sæð eitt fjall tætt við Edinburg, og hómi nú há- lendi inni í landinum, með- an vit rulla eystur móti Aberdeen. Føroyingar vóru væl- kendir í Edinburg fyrr, og fyrst í seinastu øld var ikki óvanligt, at føroyskar gentir fóru niður Edinburg at tæna. Eg minnist eina, hon æt Fía við Stein, hon var gomul kona í Oyndarfirði, tá eg var smádrongur. Hon fór sum ung niður, og kom aftur sum eldri aftur til bygdina. Hvat í Edinburg hevur gjørt við hana veit eg ikki, men vit børn ræddust hana illa. Ivaðust ikki í, at hon dugdi gand og nógvar vóru søgurnar um elektr- iskar stoytir, næstan deyði- ligar, sum ein kundi fáa, um hon sendi eyguni eftir ein- um. Kanska hetta við tí ele- ktriska var so frískt, tí bygdin tá bert hevði havt elektrisitet í nøkur heilt fá ár. Hon gandaði bara um vit gingu uppi á flagtekjuni hjá henni, ella um vit beistað- ust í Mataránni sum húsini stóðu í. Eg merkti sjálvur ongantíð nakran stoyt og var enntá inni hjá henni, har hon livdi saman við hønun- um og einum svørtum frensi, sjálvandi, einsamøll í roykstovuni, men tað er eisini ein heilt onnur søga. Hvussu søgan hjá Fíu við Stein mundi vera í Edin- burg, fái eg nokk ongantíð at vita. Vaksin í Oyndara- firði hava fortalt mær, at hon var einki serlig og so fekk eg at vita, at eg ikki skuldi spyrja meira um tað. Havi mangan liðið fyri mítt forvitni. Spádómurin hjá hús- móðrini á Føroysku Sjó- mannskirkjuni í Hull er við at ganga út. Klokkan er næstan átta á kvøldið, og eftir ferðaætlanini skuldu vit verið í Aberdeen nú. Men vit vera ikki har fyrr enn klokkan 10 ella kanska seinni, og eg fari so smátt at møðast. Eg havi ikki biðið um hotell í Aberdeen, men hví stúra fyri tí nú, løtan er ikki komin enn, hvar eg fái at vita, at onki hotell er at uppdríva í Aberdeen og hví so stúra fyri tí nú. Tað er jú summar. Her er munandi lættari luft enn í roykivogninum úr York til Edinburg og eisini eitt sindur keðiligari. Fólk- ini eru eisini nøkur onnur, og tú hoyrir meira av skotskari syngjandi dialekt við nógvum R´um í.Tá vit fóru um eina brúgv í áðni taldi eg 41 svanar, sum lógu og andøvdu niðaneftir. Tað er fjarandi sjógvur nú. Vakrir eru teir, svanarnir. Grót í grótlandi Her norðanfyri Edinburg eru nógv vøkur laðaði hús úr høgdum gróti. Eina stóra vakra kirkju úr gróti koyra vit framvið nú. Eg havi ongantíð skilt, hví føroy- ingar ikki gangnýta einastu rávøruna vit eiga nógmikið av, nevniliga grót. Gróthús eru vøkur og so skal næstan einki viðlíkahald til. Tilfar- ið er frammanundan 60 milliónir ára gamalt. Við tí tøkni og teimum maskinum vit eiga í dag, so má økon- omiur at vera í at byggja gróthús. danskt sement, norskan sand og norsk timburhús í grótlandinum Føroyar. Hvat halda tit. Føroyingar áttu at tikið kikaran frá eygunum og hugt út í heim. Hyggi eftir kirkjunum. Tær standa høgt og síggjast langt. Hvat við at tikið ítróttarhøllina á Nabb niður og flutt hana onkra aðrastaðni, arki- tektonisk er hon ikki annað enn ein goymslubygningur úti í heimi. Hvat við at sett eina ordiliga dómkirkju, eina sum vildi nakað úr gróti í staðin á Nabb, so hon sást aftur um allan bý- in. So fingu fólk eitt sindur aftur fyri kirkjuskatt- in.Verandi dómkirkjan er ússalig og undirstrikar bara føroysku undirbrotligheit- ina. Vit ganga og pjøssa um eina danska timburkirkju frá 18. øld og sum var roknað til Havnina, tá hon ikki rakk longur enn niðan til Gamla Bókhandil. Tá vóru 5000 fólk í Føroyum, nú eru 50.000. Og so kalla vit hana fyri dómkirkju landsins. Hetta var eitt ordi- ligt síðuspring, sum nógv ivaleyst eru ósamd við mær um. Lat fara. »Guide me« Meðan hesar reglur eru skrivaðar, er tyngd fallin á. Nú skímir og vit nærkast Montrose, ein býur við strondina sunnanfyri Aber- deen. Hesin býur hevur eitt sindur at siga fyri meg, hóast eg ongantíð havi ver- ið har. Her er fólk sum hjálpir mær at skaffa upp- lýsningar, fólk, sum eg ongantíð havi møtt. Eg má fara at hitta tey. Fyrsta skipið sum Kaj í Hvanna- sundi førdi var Koralia. Koralia var bygd í Mon- trose á heysti 1901. Koralia var annað skipið, sum var byg hjá A & JF Scott í 1901. Hon fór av bakka- stokki 6. september og varð skírd Guide Me. Blaðið á staðnum veit at siga frá, at nógv fólk var samankomið, tá skipið fór av bakkastokki og nevnir eisini hvør gumman var. Millum før- oyingar var Koralia kend sum eitt sera sterkt skip og nú er uppklárað hví hon var sterkari bygd enn vanlig fiskiskip tá í tíðini. Hon var eisini bygd sum cargoskip, farmaskip, hon var bygd til at bera tungan farm, tí var hon so svert bygd. Meira skal ikki avdúkast her um Koraliu. Upprunaliga navn- ið »Guide Me« merkir leið meg. Og betri hóskandi navn kann neyvan finnast til Kaj, ein maður, sum setti alt álit sítt á leiðslu úr erva. Vit vera í Aberdeen hvørja løtu og eg orki ikki at skriva meira. Tað kann vera eitt hugskot hjá føroyingum at gera ein túr við toki úr Aberdeen, nú flogsamband er tværreisur um vikuna til og úr Føroyum. Kanska frammanfyri skrivaðu regl- ur loypa brell á tykkum. Vinsemi og hjálpsemi hitta tit allastaðni og skuldu tit blivið heilt vekk, so riggar mobiltelefonin her eisini her niðri. justinus@post.olivant.fo At ferðast í toki er deiligt Í toki er hugnaligt. Her á veg út Newcastle til Edinburg. Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard C M Y K 17 16